leygardagur 20. februar 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
I
Í
HH
jr
BÍ
HE
Nr. 8
STREIKA ella ikki
Vit spyrja J. H. Danbjørg um
såttmålarnir fyri 1951 eru í lagi ella
ikki.
Hartil svarar Danbjørg soleiðis:
Fiskimenn eru illa tilfriðs við teir
sáttmálar, sum vóru í gildi í 1953.
Fiskimannafeløgini hava latið
reiðararnar vita, at fiskimenn ætla
ikki at mynstra fyri hesar sáttmálar
aftur í ár.
Suðuroyar Fiskimannafelag hevur
boðað frå, at vit eru fúsir at tingast
um nýggjar sáttmálar. Men reiðarar-
nir siga kortanei og halda fast vid, at
teir somu sáttmálarnir skulu galda
fyri 1954.
Fiskimenn megu nú sjálvir taka
avgerð, um teir vilja sigla fyri teir
somu sáttmálar ella streika.
Eg vóni skjótt at frætta frå sókn-
arformonnunum fyri Suðuroyar
Fiskimannafelag. sigur J. H. Danbjørg
Oliver N. S. Midjord deyður.
Oliver var føddur í Hovi tann 21.
oktober 1894 og doyði á Landssjúkra-
húsinum í Tórshavn 15. í hesum mán-
aða.
Hann var raskur og dúgligur sjó-
maður.
Vit. sum kendu hann, hava einans
260 minnir um hann.
Kona hansara var ættað úr Porkeri.
Tey keyptu hús á Tvøroyri og búðu
har.
Vegna tess. at synir teirra búgva í
Tórshavn. varð Oliver jarðaður her í
ti nýggja kirkjugarðinum.
Frið lýsa vit yvir minni hansara.
J.H. Danbjørg
pE mm
Læraraverkfallid
i Noregi.
Sum ådur fråsagt, gjordu lærarar
við fólkaskúlan í Oslo verkfall 10. í h.
Verfallið umfatar 1391 lærarar og
lærarinnur hjá 37.000 børnum í teim
8 fóikaskúlunum har eru.
æraralønirnar eru minkaðar eitt
sindur. rarar reyndu nú at javna
henda mismunin. men samráðingarnar
endaðu úrslitaleyst. sjálvt um staturin
vildi ganga við til lønhækkan eftir
teim ymisku lønarstigunum við 1400,
1000 og 700 kr.. hvat veruliga í fyrsta
umfari var meira enn kravt varð, men
vildi komið at givið minni í samband
við ellisviðbótini sum fráleið.
Lønarstigini eru í løtunt:
Lærarar, settir áðrenn 1. juli 1950:
Grundløn 11.220 kr. Hægsta lón
13.160 kr.
Lærarinnur, settar áðrenn 1. juli
1950: Grundløn 9.400 kr. Hægsta løn
13,160 kr.
Lærarar. settir aftanå 1. juli 1950:
10.020 kr. Hægsta løn 12.360 kr.
Lærarinnur, settar aftaná 1. juli
1950: 8,400 kr. Hægsta løn 10.560. kr.
Yvirlærarar fáa ymiskar viðbøtur.
Lønir teirra eru frá 13.880 kr. upp í
16.805 kr.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Hví ríður tú so niðarlaga,
Hákun Djurhuus, landsstýrismaður ?
Ert tú særdur? Hákun! Men hevur |
tú kortini hug at bera svørð á loft og
halda fram við stríðnum, var tað so
ikki betr; at sissa seg og ikki høgga í
villum og veita tær sjálvum ólívssár?
Men tað sømir seg kanska ikki at
várkunna tær við góðum ráðum.
Hasi høggini, tå gavst mær í >Dag-
bladnum« nú ein dagin, kendust mær
sum brestir frá deyðstungnum hvali.
Havi neyvan lisið ella verið fyr; nøkr-
um meira ólálaðum.
Tá ið hatta lagið er á mótstøðu-
manni, er tað ikki stríðsgirnd. men
onkarkensla, ið rennur at einum.
Hav mær til góðar, háttvirdi lands-
styrismadur, Men so var mær fyri. tá ið
eg las grein tína.
Vildi eg tær politiskan deyðamein.
bad eg teg um al fáa grein tina i hvørt
blad, so øll kundu fáa hovi at síggja,
hvussu berur tú stendur.
Tú helt eina ferð. segði danskt blað,
ið spurdi teg um førara tín, Th. Peter-
sen, at maður sparkar ikki eftir fall-
num manni. Grein tín kundi elvt
manni í aftursvari at tikið orð tíni
uppaftur. Men tú heldur. at javnaðar-
menn ikki eiga at fletta bjørnina á
skinninum.
Óttin er í blóðinum at verða flettur.
skilji eg. Men grát ikki, Hákun. Mæt-
ari maður fall og verðin stóð kort-
ini. Føroyum verður ikki verri burtur
Blaðstjóri okkara hevur í seinasta
blað; víst tær aftur og vart æru sína og
borið seg undan at hava annan skot-
þjálva vegna greinir bladsins enn
sjálvan seg. Haldi við honum, at illa
sømir tær sum lærara hansara at taka
ábyrgdina og pennin úr hondini á hon-
um. Hann er maður at bera sína
ábyrgd og standa til svars fyri blað sítt.
Hví ert tú so óskoytin á prent við
navni undir at fáa allar Norðoyingar
og aðrar, ið hava upplivað trætuna
um læknasetanina í Klakksvík, at hugsa
av nýggjum um lut tín í hesi trætu?
Var tú ikki deyðasærdur, lat tú møð-
ina renna av lær og sissaði teg og
tagdi.
Tú brigdar mær, at eg havi fingið
Norðoyingar til ógerðir.
Skilir tú ikki. at tå við hesi skuld-
seting ger Nordoyingar til minni
menn ?
Teir takka tær ikki fyri hesa mann-
minkan.
Onkur vil vera vid, at tú, tá ið tú
segði hetta, ansaði ikki, at tå við hesi
skuldseting høgdi æruna hjá Norðoy-
ingum, ti tå var einans girndur at seta
meg í eygum Dana sum tann. ið átti
alla skuldina fyr; stríðið.
Um so er, verður tú ikki størri mad-
ur av ti.
Eg eigi ongan heiður av ibirling av
nøkrum læknastríði.
Eingin veit hetta betri enn Norðoy-
ingar sjálvir.
Tú kannst fáa hvønn einasta Nord-
oying, ið sannur vil vera — hvønn
einasta av teimum 95 %, harundir
Robert Joensen. at vátta, at teir ikki
hava hoyrt meg sagt eitt einasta eggj-
andi orð í læknatrætuni.
Tú fært teir at vátta, at mín einasti
lutir í hesi trætu hevur verið at tala
fyri seming og sett fram semingsupp-
skot, id skilamenn innanfyri allar part-
ar åsanna vildu loyst trætuna, um okk-
ara heimligu myndugleikar høvdu tik-
ið undir.
Norðoyingar kenna støðu mína. Hon
er ikki broytt. Teir hava litið á og
skulu líla á, at eg vil her heima sum
niðri í Danmark ikki lata ljóðið falla
yri at fáa menn at skilja, at málið må
verða loyst. annadhvort so sum á
yrsta sinni skotið upp av mær og Ro-
ert Joensen. ella soleiðis sum flokk-
arnir. rikisumbodsmadurin, landsstýr-
ið og sjúkrahússtýrið og umboðsmenn
fyri Norðoyingar vóru samdir um. Og
at meg siga tær heraftrat, at so liggur
fyri, at ríkisstýrið. ið fór. var. og ríkis-
stýrið. ið situr. er fúst at loysa lækna-
trætuna sambært ta støðu, ið myndug-
eikarnir her taka. Ti liggur á tær,
Håkuni Djurhuus, landsstýrismanni og
øllum tykkum. ið ráða fyri borgum í
Føroyum í dag.
Her snyrt tær og tykkum veldis-
monnum ikki undan.
Heldur enn at minka Norðoyingar
og siga ósatt um meg skuldi ti tå
Hákun Djurhuus, landsstýrismaður —
umboðsmaður valdur av Norðoyingum
— royni at rikid landsstýrismenninar.
vaska ta skemdargerð og skomm av
n og sambandið á tingj at
sær, ið teir framdu, tå ið teir á tingi
sviku givnu orð og lyfti til Norðoy-
ingar.
Her er einki tvíbýti, Hákun Djur-
huus, landsstýrismaður.
Tú og ikki eg rekur undir ílógva-
brot og krappan rennistrong.
Torir tú ella orkar tú at taka
ábyrgdina fyri grundbrotum og skúr-
unum har úti?
Torshavn, t. 12. ferbr. 1954.
P. M. Dam.
20. februar 1954
Setist i bågv
i Grønlandi.
Vit hitta Samuel Paula Midjord í
Lopra.
Hann hevur verid tætt at tveimum
árum uppi i Grønlandi og er nú við
at byggja sær hús har uppi.
Hvussu stendur til nú? spyrja vit.
— Alt í besta lagi.
Vit hoyra, at tygum skulu verða
grønlendingur ?
— Jú, so er. Eg eri við at byggja
mær hús. Tað verður liðugt í summar.
Tá skal kona mín koma upp. Og saman
við einum Dana havi eg keypt eina
skonnart uppá 250 tons. Hevdi vónað
at fingið hana til várfiskiskapin. Men
tað tekur tíð at seta frystigreiðir í
hana, so eg vænti, at vit nú neyvan
verða lidnir til ta tíð. Men hon kemur
so — og vit hava fingið útflutinings-
loyvi uppá 1500 tons. So er bara al
fiska.
Hvussu er við vetra- og várfiski-
skapinum ?
—Um veturin og várið er ørgrynni
av stórum feitum fiski, ið stendur
stappaður í torvum inni á fjørðunum.
Hann, ið hevur skipið og manningina,
hevur nógv at gera.
Og veðrið ?
Veðrið um veturin í Grønlandi
líknar ikki vedrinum her. Tad er nóg
arbeiðsligari har uppi.
Kunnu tygum siga okkum. hvussu
líkindini eru fyri lánum har uppi.
—- Til húsabygging fær maður:
i studningi 50 %,
rentufrítt lån 25 %,
hini 25 % til 115 % rentu p. a.
Avdråttartidin gongur upp ímóti 60
árum.
Men tá skulu húsini verða bygd eftir
góðkendum tekningum og vera útgjørd
við øllum nútímans búhentleikum.
Til at seta nakað á stovn í vinnuliv-
inum fær maður, ið kann seta 10 %
sjálvur í virkið:
50 % í studningi,
25 % sum rentufrítt lán og
15 % í lán til eina rentu uppá 114 %
p. a.
Men fyri at fáa hesar sømdir, má
vera prógvað, at virkið er neyðugt, og
at tað ikki verður øðrum stovnsettum
virki, ið hevur fingið almennan stuðul,
at meini.
— 577 a
TÁIÐ TIT KOMA TIL HAVNAR
minnist til at vitja niðan í SSMÆRUNA«, Har fáa tit nógv av ymiskum
kjøtvørum, ein hóp av viðskera og mangt annað gott. E
-
1
ini ta fråliku
biligu lambstålgina — bert 3 kr. 70 oyr. pr. kg.
»SMÆRAN«
Bleyt såpa
Bidid um feroyska bleytsápu.
Fæst í pakkum og leysum.
% OKKARA, Tórshavn
a