Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-02-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. februar 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Landshandilin avtikin Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Leygardagin 27. februar 1954. SAMBANDIÐ, FÓLKAFLOKKURIN OG TJÓÐVELDISFLOKKURIN Í EINUM BÓLKI — 17-MANNA — BOLKI (91 AT Dýrka vørurnar fyri smámanninum. AT Dýrka útgerðarvørur hjá fiskimonnum AT forða fyri landsinnflytan av útgerðarvørum, ið er einasti vegur at gera útgerðina bíligari og harvið bøta um standingina hjá skipunum og inntøkuna hjá fiskimonnunum. AT svíkja allar útbygdirnar við at sleppa teimum uppá fjall, so neyðsynjarvørurnar verða nógv dýrari hjá teimum enn í stórbygdunum. AT forkoma okkum rættin til státsstudningin til neyðsynjarvørur - hesin studningur var í 1951/53 kr. 974.510,40 — samstundis er Løgtingsstudningurin til at gera vørurnar bíligari burturtikin av meira- lutanum. Hesin løgtingsstudningur var í 1951/52 kr. 660.999,96 og í 1952/53 kr. 420.333,26. So kom landshandilin til endiliga avgerð. Her hendi tað merkiliga, at Tjóveldismenn fóru í leypin hjá samband- inum og fólkaflokkinum. Ein vøkur 17-mannagreipa. Hvøss orð frá Klakksvíkingum Myndugleikarnir lótu lækna Stærmose doyggja í Starvinum, og teir hava vón- að, at lækni Halvorsen skuldi verið deyður. Føroysku myndugleikarnir kundu haft loyst læknamålid, men hava ikki ynskt málið loyst. Í syndaregistrinum, sum læknarnir sendu út á sinni, søgdu teir millum annað. at Norðoyingar vildu verða svíktir av lækna Halvorsen — higartil hevur tað verið Eysturoyingar, ið hava kent seg sviknar av lækna Højgaard. Bløðini og hr. P. M. Dam. Eikult donsk bløð, ið hava skrivað um málið, hava vilja gjørt tað politiskt, og eru hesi bløð helst ávirkað av Dag- blaðnum og monnum, ið standa hes- um blaði nær. Dagblaðið høggur so ógviliga ofta eftir P. M Dam. P. M. Dam er limur av sjúkrahússtjórnini. hava vent sær til allar, ið hava haft úbyrgd í hesum máli, og tí varð sent boð til P. M. Dam um at koma norður og greiða frá málinum, og heitt varð Norðoyingar á hann eins og hinar, at royna at gera teirra besta fyri at fáa eina loysn eftir fólksins vilja. P. M. Dam kom norður og greiddi frá støðuni. Ikki rørdi hann politikk út í greytin men sýndi ein ærligan vilja til at loysa málið, og tað eigur hann tøkk uppiborna fyri og ikki skomm, slatur og sleyg. Høvdu allir, ið við ábyrgd sita, bert haft eitt lítið sindur av ti vilja, ið P. M. Dam hevur haft í hesum máli, hevði tað verið loyst fyri langt síðani; men í staðin fyri hava teir spurt seg sjálvar, hvussu stóran mótvilja teir tordu at leggja fyri dagin. Myndugleikarnir og lógirnar. Í lógini um sjúkrahússtýrini stend- ur, at tað skal vera eitt stýri fyri hvørt sjúkrahús. Myndugleikarnir settu eitt stýri fyri øll sjúkrahúsini, og teir siga, at hetta er beint. Teir, ið siga, at tað er beint við ein- um stýri, duga ikki, ella vilja ikki duga at lesa, og enn minni at skilja andan í lógini. Kommunalu myndugleikarnir í Klakksvík. Kommunalu = myndugleikarnir í Klakksvík hava eisini nærum einmælt víst málinum stóran illvilja. Teir hava handlað beinleiðis ólógliga við at lata tann ólógliga setta kommunulækna fara av stað fáar dagar aftaná, at hann hevði sagt upp. Teir hava frá fyrsta ført ábyrgdarleysa talu um lækna Halvor- degi sen. Flestu av hesum monnum vórðu valdir inn í sóknarstýrið, tí teir søgdu seg at vera frægastu menn bæði á landi og sjógvi. Teir hava roynst so frægir, at teir yvihøvur ikki skilja tað fólk, ið hevur valt teir. Myndugleikarnir — politiið. Myndugleikarnir hava frá fyrsta degi verið ímóti fólkinum. einum demokratiskt stýrdum landi, skuldi ein tråd, at 95 % var ein so avgjordur meiraluti, at har einki skuldi verid at tingast um — f einum av fólkinum fólkið fekk sin vilja, men gakk. Vórðu politimennir í Tórshavn á lógligan hátt beittir eftir Norðoying- um ? Politimenninir i Torshavn vid Nør- ager å odda eru nokk allir takksamir fyri, at tað var eitt såttligt og frid- arligt fålk, teir komu til, Myndugleikarnir og læknarnir. Teir sokalladu mynduleikar hava i verunleikanum ongan myndug- leika, har læknafelagið er við í leik- inum. Læknafelagið sýnir ikki demo- krati, men diktatur. Í læknalógini stendur, at ein lækni ikki hevur neyðugt at vera í lækna- felagnum, og hevur innanríkisminist- arin loyvi til at geva einum tílíkum lækna allar tær rættigheitir, ið lækna- felagið annars vil skerja tílíkum lækna. Innanríkisministarin hevur nú haft orðið í fólkatinginum, og ein fær væl umbera hann, at hann hevur lurtað eftir, hvussu menn sum landslæknin og Hákun Djurhuus, og onkur annar, hava greitt frå målinum. Innanríkisministarin hevur tó lovað at greiða meira gjølla frá málinum, og man tað vera einstýðandi við at hann ætlar at kanna, hvat 95 %arnir siga um málið, og tað eru menn fúsir til at geva honum. Sjúkrahús-myndugleikarnir. Sjúkrahússtórin, Johan Djurhuus, hevur blokerað sjúkrahúsið fyri til- gongd av nýggjum næmingum; men hetta er kanska eitt lið í niðurlegging av sjúkrahúsinum í Klakksvík. Sjúkrahúseftirlitmaðurin í Klakks- vík, O. F. Joensen, hevur haft gott hegni til at gera tað torført hjá lækn- um at virka við sjúkrahúsið, uttan so, at teir hava »dansad eftir hansara floytu«. Tann seinasti lækni, hann fekk rikið úr starvinum, var harri Ronnenberg. Tað sær út í fólkaeygum sum at O. F. Joensen heldur seg eiga sjúkrahúsið í Klakksvík, og læknabátin eisini. Frmh. 4. s. ÚR KLAKKSVÍK Klakksvík hósdagin Lítil útróður hesa vikuna fyrsti rætt- ligi útróðrardagur mikudagin. Veðrið ikki roynst serliga væl. Fyrsti rættligi út- hevur hesa vikuna róðrardagur var í gjár. Veiðan lá frá Blaðið verður bílagt á posthåsinum, oy | kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið | Vesturlandinum. Óli Dahl Føroya Sosial-Demokratur BRODURSKAPUR 4—10.000 p. Nøkur úrslit frå miku- degnum. Brandur 6500 p. Eystnes 8400 Váðaklettur 5900 p. Eysturhøvdi 6000 og Støðin 4600. Hósdagin var eingin jálur úti — veðrið var vánaligt hós- náttina, men hóskvøldið var dýrdar- veður, góð veðurlit, so hóskvøldið egði útróðrarflotin til havs. >Grunn- ingur< fór við bátafiski sama dag. Ikki kom so nógvur fiskur uppá land í ebruar mánað, veðrið royndist o illa. Smábátar hava roynt í fjørinum tá ein løta hevur verið, eitt sløg av fiski hevur fingist. Onnur tíðindi, skip á sleipustøð, skip komin og farin. Nú verður síðsta hond løgd á skatta- álíkningina, væntandi verður liðugt fyrst í komandi viku. Skattainntøkan er 6.060.000 kr. 14 milj. minni enn í fjor. Liknast skulu 606.000 kr. Komm- unan er farin undir at breidka vegin Fornagarðar—Vág. annars eru nógvar henlur í arbeiði ymsastaðni á landi. — »Vælfarid« og »Bearnese« standa á beding. >Borgin< hevur verið her fór suður aftur til Vágs hósdagin. Menn eru so smátt farnir at rigga til. >Tinga- nes< ið liggur her skal við gørnum. Sjúrðaberg er á veg upp úr Onglandi. Fer Patursson er á veg til marknadin full- væntandi til saltfisk. Jóannes fermdur. Fekk uppí í 11 dagar á er vorðin formaður í Klakksvíkar Sjónleikar- felag. Maskinurnar til nýggja tunnuvirki Eisini kom maður at seta tær upp. Virkið verður komu við Tjaldrinum. í gomlu handilshúsunum úti í Klakks- vík. Oprøret i Klaksvig Dagblaðið (Håkun Djurhuus?) mølir dønum til at beita politivaldið eftir Norð- oyingum. Tá id Dagblaðið og Håkun Djurhuus áður hava vent sær móti Norðoyingum ella roynt at dálka Norðoyingar í eygum dana, hava teir skrivað tað á føroyskum; men lítið hevur teirra skriving munað. Danska stjórnin sigur framvegis, at tað fyrst og fremst er løgtingið, ið skal taka avgerð í hesum máli. Fyri at skaða Norðoyingar og allar teir, ið hava virkað fyri eini loysn av lækna- málinum, mest gjørligt, eru teir farnir at skriva á donskum og mæla dønum bein- leiðis til at beita danska politivaldið eftir Norðoyingum. Dagblaðið endar grein sína við hesum orðum, ið ikke eru at misskilja: »Og yderligere angående ansvaret for uroen og overgrebene i Klaksvig at hen- vende sig til justitsministeriet, der efter den bestående ordning har ansvaret for retshåndhævelsen i hele riget, selv om denne retshåndhævelse skulle gå ud over nogle partifæller på Færøerne.« CEMENT | ætlanin er at taka cementbát úr Aalborg fyrra helming av mars. | Gerið so væl at siga okkum frá farmi beinan vegin. P/f. Skipafelagið Føroyar.