leygardagur 27. februar 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8
Fiskimenn
| Nú hava harrarnir Johan og Magnus
Dahl lovad, at teir menn, sum vóru
við >Johannu< skuldu sleppa aftur við
hesum skipi — men ikki í ár — kanska
Sy næsta år.
; Hetta gleðir Erlend Patursson seg
yvir; men eg dugi ikki at síggja, at
tað gagnar monnum, um teir sleppa til
skips aftaná at hava svøltað saman við
konum og børnum í nærum 2 ár.
Eg skrivaði í »Dimmal.« at tað nú
er ovseint fyri í ár at gera nakað og nú
havi eg fingið fult viðhald í hesum;
tí tann sigur, ið F. F. hevur vunnið,
kemur ongum til gagns, og tað kann
ikki lata seg gera at hjálpa manningini
á »Johannu« tí nú eru øll Gardaskipini
mannað. Tað einasta, vit kundu gjørt,
er at leggja allar menn, sum ætla sær
vid Gardaskipunum, å landi, og ongar
studning kunnu vit geva teim; ti al
Erlendur Patursson vid hondum og
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
| fótum berjist ímóti, at fiskimenn koma
saman við føroyskum arbeiðarum og
harvið saman við Samvirkende, sum
býður okkum peningastuðul.
Latum okkum so sum rosinuna í
seg yvir eina umbering frá J. Dahl er
minni enn tað, ið nakar óviti kann
gleða seg yvir.
Fiskimenn liva ikki leingi av einari
tann kalda, nakna og beiska sannleika,
Latum okkum nú ganga saman við
Føroya Arbeidarafelag og Samvirkende
so verða vil førir fyri at gjøgnumføra
bæði blokadu og streiku til gagns fyri
fiskimenn.
Tí máli havi eg í mong ár arbeitt
fram ímóti; tí eg veit, at um vit stóðu
saman við Samvirkende, tá kundu vit
stríðst bæði í blokadu og við streiku.
um vit vóru troðkaðir út í tað. Men nú
ganga vit og himprast og hví?
okkum
beint í eyguni.
Latum síggja verunleikan
J. H. Danbjørg
————inir
Aftursvar til Hvalbingin
í »Dagbladnumk«.
Í >Dagblaðnum< nr. 14. er tað ein
sum nevnir sag »Hvalbingur«, sum
vísir seg at vera erkvisnan yvir grein
mína í 14. September nr. 17. har eg
| undir fullum navni tordi at siga stjór-
anum fyri R. K. sannleikan beint í and-
liti, og gjørdi eg tað. tí eg av honum
varð álopin við grovum ósanindum,
og tað hevur hann sjálvur prógvað
aftaná at hava lisið grein mina í 14-
inda — um hann er rættur Hvalbingur
og gevur seg til láturverju fyri
stjóran fyri R. K. má hann sjálvur um;
men eg skal lata henda sama Hval-
bingin vita tað, at sjålvt um hann mein
ar at hava skorid djåpt i meg vid teim-
um orðum hann hevur í hasum stubb-
anum, so skal eg siga tær »Hvalbingur«
hvor tå so er, at eg ikki taki eitt ein-
asta av hasum fåviskutu ordum fyri
flut, tí tey prógva einans hvussu lítil
tygum eru. Tygum eri so ússaligur
og hjartatrongdur, at tygum ikki tora
at seta tygara rætta navn undir.
Eg fati ikki at blaðstjórin skal vilja
taka ábyrgdina av slíkum tvætli, men
møguliga at hann er av sama slag, sum
tygum sjálvur.
Hvat Hvalbingar so eru vanir og
ikki. so skulu tygum, hr. Hvalbingur
ikki trúgva, at tygum skulu nokta mær
at skriva hvørki um kolamál ella nakað
annað — nei, trúgvi tygum ikki so
høgt. Tygum, hr. Hvalbingur, siga at
tygum vilja gera almenninginum kunn-
ugt, at tað er undirritaði, sum í heilum
hevur júkað um kolamálið. Til slíkt
skal eg svara tygum, at væl er júkað;
hvussu lá tað fyri við burturflytanini
av koli og hvussu liggur tað nú fyri?
Hava tygum >Hvalbingur< ella stjórin
gjørt nógv fyri at sleppa Hvalbingum
HI av við mest møguligt kol? Nei, tað er
synd at siga um tykkum báðar.
Þ Herði Hvalbingar havt júkað meiri í
jf almennum bløðum, so hevði Hvalba
ikki verið tann efturbåtur, sum tað er
»
i í vissum førum. Teir hava latið sær alt
;
þjóða og ti er so vorðið sum er. Ég
haldi at tad hevði verið meira manns-
ligt, um stjórin sjálvur kundi vart seg
í slíkum førum, enn at lata tygum stíða
iP]
fram sum låturverja; men eg
x 0
væl, hví hann ikki sjálvur er sín egni
láturverja.
hr. Hvalbingur
Eftir sum tygum,
stíða so hábarsliga fram sum annans
|
manna låturverja, og sipa serliga til
kolamáli. so skal eg einaferð enn lata
tygum vita tað. at um ikki Hvalbingar
í evstu stund fingu sær annan formann
fyri R. K., sum var førur fyri at bróta
slóð fyri kolaframleidsluni, sum var
við at:sovna burtur; hvussu heyði so
verið vorðið ?
Tann sami Hvalbingur. sum slíkt
bragd gjørdi, er kanska heldur ikki
so væl umtóktur av lygum og tygara
slag.
Áðrenn eg endi hesa grein. skal eg
tríva eitt sindur aftur í stubba tygara,
har tygum taka soleiðis til orða: >Men
fyri at siga almenninginum frá, at tann
maður — D. J. Sørensen — sum í
heilum júkar um kolamál og annað í
14. September og av og á nevnir seg
Hvalbingur, als ikki er Hvalbingur.
men ein Ørvingur sum hevur búð her
í nøkur ár.< Tá ið tygum siga: »Ikki
Hvalbingur, men ein Ørvingur,« so
er tad fyri at sleingja vid hådandi
ordum eftir mær — tygum halda tad
vera so æruskemmandi at vera Ørving-
ur — tygum halda Ørvingar vera eitt
forhánað fólkaslafg; men tygum taka
feil. Ørvingar er eitt fult so menta og
siða fólk sum tað finnist á hesum
klettum. og standa fremri í flestum
førum enn tygum og tygara líkar.
At endanum vil eg biðja tygum
um at kasta handa hulduhamin an
lygum, og vísa lygum sum ein rættan
mann, næstu ferð tygum fara at skriva
í almennum blað, annars tímir eingin
at fáast við tygum.
D. J. Sørensen
Karl XII
So hava vit sætt spælið. Royndin var
djørv, at fara undir Karl XII er ikki
smávegis, tað krevur nógv av teimum
leikandi — og skynsemi frá teimum
athyggjandi. Tey spælandi greiddu seg
ótrúliga væl burtur úr sínum parti,
meðan tað er eitt sindur misjavnt við
áskoðarunum eftirsum tosið gong-
ur. Og tí kann kanska spyrjast: Var
stykkið væl valt?
Hesin sjónleikur er ikki bygdur yvir
eina hending, ið fer fram, kemur til
skarpskeringar og síðani — áðrenn
spælið er liðugt er yvirstaðin í
onkrarj loysn, nei, hann er bygdur yvir
skilið í landinum, ein tvørskurður, sum
skal lýsa neyðstøðuna og tann sjúka
kongin í sínum mistreysti, hann, ið
áður var tann framfýsni, sigurkrýndi.
Hevur áskoðarin hetta ikki í huga.
verður hann eyðvitað eitt sindur fálig-
ur, tá ið tjaldið sígur fyri seinna parti.
Leikpallurin var vakur — sum tað er
tradisjón í Sjónleikarhúsinum. G. L.
Samuelsen og William Heinesen høvdu
málað baktjaldið eftir málninginum
„Gamla slottet« hjá prins Eugen. Her
var eitt samljóð millum tey ymissu
liðini í framførsluni. sum valla er sætt
William Heinesen við
sum ivaleyst meir er
fyrr í Havn:
rættleiðingini
gjørt burturúr enn nakrantíð áður
Sanna Joensen við búnunum, ið hon
sum so mangan áður hevði lagt bæði
skaparaevni og handverkssnildi í. Har-
til ljóð og ljós, id alt virkaði so stundis-
ligt og bågvid, at:tað saman við sjálv:
um spælinum hevjadi framførsluna
upp á eitt listarligt jørildi. ið kanska
er hámarkið fyr; ti. sjónleikarhúsið
enn er komið til.
Vit eiga tí at vera samd um at takka
øllum teimum mongu, ið her hava Yam-
arbeitt í góðum anvíki fyri at fáa fram
hetta gleðiliga úrslit.
Hann er vinur. ið vomm sær. Ég vil
29. februar 1954
ikki klikkja, men eitthvørt smáting
kann vera at peika á:
Umsetarin Fraser Eysturoy hevur
gjørt eitt trútt arbeiði. Men hví ikki
benda málbrúkið eitt lítið fet longur
orð við skili
kunnu vera ein fyrimunur bæði í væl-
men
móti talumáli? Forn
ljóði og meiningsframburði,
sjálvt málsniðið eigur at ljóða frá leik-
pallinum á fólksins tungu og ikki
»gramatikkprilad«. Nú er hetta stykki
ikki at lasta málsliga, men hetta lyndið
ger vart við seg: Tá ið væl skal vera,
meira at líta aftur í litfarnar bøkur,
enn at ríka seg við tí málgulli, ið livir
á mannatungu.
Viðvíkjandi sjálvum spælinum, skal
í øllum lítilátni nevnast, at mær tókti
leikpallurin var íso tómur, áðrenn
gur kom inn, tann Ofrættaråmi, ið
tá skuldi kveikjast í okkum, hepnaðist
kanska ikki so væl. Men tað var heldur
ikki lætt. Enn verri var at vera Ema-
nuel Swedenborg, sum Strindberg hev-
kon
ur gjort ómøguligan, eingin kann sam-
stundis vera vitskapsmadur, herhøvd-
ingi, hetja og gråtisurra uttan at verða
til teiti. Tað kundi líkst Strindberg at
havt gjørt hetta fyri at gera onkrum
ónáðir, tí í hansara hond var pennurin
Eitt skal
Vit herheima eru ikki
fyrst og fremst eitt áhalsi.
nevnast enn:
ervand, hava verið spard fyri tær
fanaldtir, tey ropa krígsvenjing. Ti
hevði tað ivaleyst verið betri, at tey
eikandi hildu seg burtur frá at gera
hesi skarvslopini, ið hervandir hava
fyri, tað verður ikki nóg heppið, og vit
sakna tað ikki, bara vera bragdligur
og reystur, sum lá maður fer undir
eitthvat áleikandi.
Men hetta er sovordid, sum altíð
kann sigast. Tað gleðiliga er, at tey
leikandi orkaðu tað, tey tóku sær uppá.
tey góvu sálarlýsingarnar so góðar, at
vit sótu stív og stardu á áskoðarasæt-
inum.
Heðin Brú.
HGVDINGAR HITTAST
Sjónleikur í 3 pertum eftir Regin í Líð
verður framferdur í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið
komandi kl. 7 og sunnudagin kl. 4.
Atgongumerki á 3 kr. verða seld í Sjónleikarhús-
inum leygardagin kl.12—2 og 5—7 og sunnudagin kl. 3—4.
Ungmannafelagið
>; VIRKIГ
| MJØLL vaskipulvur
| er samansett av råevni, sum ger, at tað er tað best egnaða vaski-
| evni til toyvask her í Føroyum. Hartil kemur at MJØLL er tilsett
| fibirevni sum ger at tað fer væl við vaskitoyinum.
AS. OKKARA, Tórshavn
Vit hava nógv sløg av góðum, fullfeitum osti.
Allur osturin er 45 pct. og meira feitur.
Smør, sild, súltutoy, salatir. — Sandkakur.
»SMÆRAN«
|