leygardagur 27. februar 1954síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
27. februar 1954
Føroya
SOSIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. OSTER
Ásannar
verkfallsósigurin.
Fiskimannafelagsfundurin í Havn
ásannaði, at verkfallið seinasta vár var
stórur ósigur. Hetta segði formaðurin
í frágreiðing síni — peningaliga var ið
hvussu er einki vunnið, og hetta ásann-
aði fundarfólkið alt. Erlendur Paturs-
son segði åbreidslurnar at hava verið
harðar, hann hevði verið harðliga
hóttaður og aftaná ósigurin, høvdu
menn fyri fyrstu ferð lovað at dripið
seg. Eitt stórt mistak høvdu teir gjørt,
men vónandi fór at bera til at rætta
brekini í komandi tíðum. Fundarmenn
vildu leggja alla skuldina á teir, ið
undirritað høvdu sáttmálarnir, tí fiski-
allir til at halda
áfram til sigurin var vunnin, tað kom
menn vóru reiðar
teimum tí dátt við. tá ið teir hin dapra
sunnumorgunin í apríl fingu ófrættur-
nar um hitt dýrasta niðurlag í fiski-
mannasøgu Føroya.
Verkfallsstuðulin
úr Íslandi.
Á Fiskimannafelagsfundinum í Havn
í seinastu halgu segði Erlendur Peturs-
son frá, at ein partur av verkfalls-
stuðulinum úr Íslandi ongantíð var
komin higar. Hann hevði biðið Íslend-
ingar tikið hann aftur, men hetta vildu
teir ikki. Hann var nú settur í banka
har yviri. Skotið varð uppá, at føroy-
skir fiskimenn, ið fóru á íslendskar
sjómannsskúlar kundu gera nyttu burt-
ur úr honum.
Sjeyndi føroyski happadråttur
Dråttarlisti
fyri 1. drått 25.-2.-54
Hesi nummur hava vunnið:
1000 kr. nr.: 359
500 kr. nr.: 828
200 kr. nr.: 251
100 kr. nr.:
23 — 35 — 45 — 63 — 64 — 132
— 1144
176 — 184 — 192 — 242 — 289
315 — 370 — 371 — 424 — 470
183 — 515 — 516 — 536 — 548
569 — 592 — 612 — 682 — 729
748 796 — 808 — 837 — 936
937 940 — 981 — 1073 — 1096
1100 — 1104 — 1137 — 1206 — 1212
1282 — 1290 — 1307 — 1368 — 1377
1420 — 1437 — 1476 — 1480
Vinningarnir = verða útgoldnir
heinan vegin við frádrátti av 10 %.
Vinnarar verða bidnir um at venda
sær til happadráttarseljarar sínar.
Tórshavn, tann 25. februar 1954.
FØROYA LANDSSTYRI
(Happadråtturin).
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
UR SUBUROY
Tíðindabræv úr Hovi.
Hiðan; eru ikki mangir stórhend-
ingar at siga frá. Men eitt og annað er
at tala um og eisini at spyrja um.
Arbeiðsloysi í tilikum smáum bygd-
um er ikki eins nógv og í teim størri
plássunum. Men tíverri vísir tað seg
so, sum at henda terandi sóttin breiðir
seg um alt landið.
Menn eru tessvegna farnir at ótoln-
ast og spyrja nær ið vegarbeiðið
kemur í gongd aftur. Allir menn eru
á einum máli um, at akvegur millum
Hov og Øravik sum verður at sam-
binda allar bygdir líka úr Sumbø til
Tvøroyri eru eitt so týdningarmikið
mál, at tað má tykjast mongum — ja,
øllum hugsandi fólki — løgið, at eitt
tílíkt mál fær loyvi at liggja og sova
ár aftaná ár, meðan menn ganga ar-
beidsleysir og bíða eftir at fáa nakað
arbeiði. Inntøkurnar av fiskiskapi
minka fyri hvørt ár. ið gongur, og
fólk
munnin.
hava tungt við at fáa bitan í
Her nærhendis bygdini er hópur av
koli. Vit hava frætt at øll undirgrundin
í Føroyum skal verða vísindaliga
kannað við tí fyri eyga at seta arbeiði
í gongd har, líkindi eru til tess. Nú eru
fleiri ár gingin, síðan hesi tíðindi fóru
um landið. Vit gleddu okkum til at fáa
stórarbeiði sett í gongd her; men eitt
árið fer, og annað kemur — einki sæst
til at nakað verður gjørt, sum skaka
kann livilig kor her á landi.
Her nærhendis bygdini rennur tann
stóra áin, sum skuldi geva megi til
ljós og hita og virkir kring um alla
Suðuroy. Harmuligt er at síggja,
hvussu henda stóra megin enn sum
áður rennur rennur í havið heldur enn
at skapa møguleika fyri virkjum sum
aftur skapa lív og arbeiði, heldur enn
kulda, myrkur og arbeidsloysi, sum
hvílir sum ein marra yvir okkara land
og fólk.
Onkur sigur, at sóknarstýrið her
ættlar at fáa megi frá Vági til ljós her
í bygdini. Annað enn til ljós verður tað
ikki tí til alt annað, verður tað ovdýrt
úr Vági og frá motorinum á Tvøroyri.
Aðraleiðis vildi tað verðið um vatn-
orkan varð nýtt. Men hvussu verður
við tí? Er tað einans ein dreymur ?
Hiðani úr bygdini eru mong menn-
iskjur deyð ta seinri tíðina.
Bóndin í Meileti, Jaspur Hammer
doyði á miðjum aldri fyri einum ári
síðan. Hann var av raskastu monnum.
Stutt eftir doyði ein vaksin dóttur
faðir hansara,
hansara og sum var
nakað gamal.
Nú í 1954 eru 3 menn deyðir. Karl
Tausen, Morten Hovsdal og Oliver
Midjord — allir at kalla ungir menn,
sum inntil fyri stuttum gjørdu alt
arbeiði bæði á landi og sjógvi.
Oliver Midjord búði
men var ættaður hiðani.
á Tvøroyri:
Hetta er alt verðsins gongd, og má
vera sum tað er. Aðraleiðis er við teim,
sum eftirliva og einki hava at arbeiða
og lítið og einki fáa av sjónum.
Vit vóna at nakað verður gjørt fyri
Nr. 9
P.F. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Suðuroyar deild..
TRONGISVAGI
Tlf, 32
Høvudsskrivstova:
TURSHAYN
Tlf, 1350
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4%, p. a.
Renta av bankab6k 37/2 %/o p. a. |
Bankin er opin 10—12 og 14— 16 — Leygardag 10—14 |
Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—015.
leygardag - - 10-12 og 13—14.
MYNSTRINGARBANN AVLÝST
Tað verður her við gjørt øllum limum okkara kunnugt, at
bann felagsins móti mynstring við skipum hjá p/f. J. Dahl á Gørð-
um í Vági er avlýst, og at tað her eftir er loyvt limum okkara at
mynstra við hesum skipum eftir teim fiskisáttmálum, sum Føroya
fiskimannafelag annars góðtekur.
Henda avlýsing mynstringarbannsins varð samtykt á stjórnar-
fundi Føroya fiskimannafelags, tá felagið hevdi í hendi hesi bæði
brøv frá stjórnini í p/f J. Dahl:
FØROYA FISKIMANNAFELAG,
Tórshavn.
Undirritaður Magnus Dahl, stjóri í A/S J. Dahl, Gørðum, ið
hevur sagt skiparan á "Johanne“, Clement Nicodemussen, upp við
tí grundarlagi, at manningin hevur nýtt sín frábýtisrætt, vil her
við vátta, at eg havi handla móti galdandi sáttmála millum Før-
oya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag og kalli míni orð
aftur.
Virðisliga
Magnus Dahl (sign.)
FØROYA FISKIMANNAFELAG,
Tórshavn.
Undirritaða stjórn í A/S J. Dahl, Gørðum, Vági, váttar hervið
at vit einki hava at útseta uppá skipara hr. Clement Nicodemus-
sen av Sandi ella teirri manning, sum var við "Johanne“ seinasta
ár.
Vit eru vitandi um, at skiparin á "Johanne“ hevur fingið
annað skip at fora í ár og at hann hevur bidid ta gomlu manning-
ina á "Johanne“ við sær, men ynskir hr. Cl. Nicodemussen skip at
føra frá okkum, vilja vit lata hann fáa skip at føra aftur og í sein-
asta lagi næsta vár, og vit vátta, at tað stendur honum og øllum
skiparum okkara frítt at biðja ta gomlu manningina og aðrar
Sandingar við og at galdandi sáttmálar verða hildnir.
Virðisliga
J. DAHL, Gørðum,
Magnus Dahl (sign.) . Johan Dahl (sign.)
Tórshavn 24. februar 1954.
Foroya Fiskimannafelag.
Almenn licitation.
Uppstoypan av nýggja kommunuskúlanum í Havn verður við hesum
útboðið í almenna licitation.
Frágreiðing og tekningar fáast frá fríggjadegnum tann 26/2 hjá Lam-
hauge & Waagstein, Sverrisgøta 8, móti kr. 50,00 í veðhaldi.
Tilboðini skulu í seinasta lagi verða innkomin til skrivistovu býarverk-
frøðingsins mánadagin tann 15. mars kl. 12.
LÝSING
Sethús kommununnar, matr. nr. 101, verður við hesum útboðið til
niðurrívingar. Nærri frágreiðing og treytir fáast á verkfrøðingarskriv-
Lamhauge á Waagstein.
stovu kommununnar.
Skrivligt boð í afturlatnum brævbjálva verða send verkfrøðinga-
skrivstovuni í seinasta lagi hósdagin tann 4. mars 1954, kl. 12 á mid-
degi.
Tekniska nevnd skilar sær rætt at velja ímillum tey innkomnu
boðini ella møguliga einki at taka.
Tórshavn, tann 23. februar 1954.
TEKNISKA NEVND TÓRSHAVNAR BÝRAÐS
at skapa arbeiði til allar hendur á landi
Úr vældum tilfari
gerast góðar og bíligar árar
Jákup Mortensen,
Argir
og sjógvi; men tað hastar, um lív skal
kunna bjargast her á landi ella má
alt rýma av landinum.
Hovbingar.