Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-03-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í BUN DO e EA — Førova Sosial-Demokratur FRÆLSI Verkfallslysingin Verkfallslysingin kom ivaleyst held- ur snøggliga á útgerðarmenn, men út um tað. ið nevnt er aðrastaðni í blað- um, er einki beinleiðis frætt frá teim- um. Týsdagin kom Oyrasker á Havnina at "mynstra. Frá útgerðarfelagnum D. P. Højgaard fingu teir at vita, at tað loysti seg óivað ikki at fara, ti tað var vist verkfall í Havn. Oyrasker kom suður, men fór inn aftur sama dag og manningin til hús. Sjúrðarberg var byrjaður at taka ís. Teir gåvust, og manningin til hús. Manningarnar á Skálanesi og Borg- ini høvdu fingið boð at koma, men vóru ikki farnar frá húsum, tá ið av- boðini komu. SKIP FARIN Í gjár visti Dagblaðið at siga frå: Beinisvørð fór til fiskiskap eystureftir týs- dagin; sama dag sum verkfallið var lýst. Mikudagin mynstraði manningin á Varðberg í Havn. Trolarin fer fyrst niður eftir kolið. Í gjár skuldi Nýpuberg mynstrað, hann fer eisini niður Íyrst. Bræv frá útgerðarmonnum Í gjár fekk Fiskimannafelgið bræv frá útgerðarmonnum. Teir vísa til fundin hin 23 febr. og siga, at umboðsmenn fiskimanna ikki við einum orði bóru á mál um sam- ráðing viðv. sáttmálunum. Tvørturímóti varð einans tosað um landingarprísir í Grønlandi. Erlendur Patursson sigur; at hetta er als ikki samsvarandi verunleikan, tí í fundarinnbjóð- ingini varð sagt, at partarnir skuldu tala saman um landingarprísir og onnur mál. Í somu løtu J. H. Danbjørg bar uppá mál um såttmålarnar, rýmdu útgerðarmenn. — Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á | 1. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Leygardagin 6. mars 1954. | FISKARAVERKFALLIÐ | Útgerðarmenn siga hetta ikki verða vanligt stættarverkfall, men rættarverkfall Útgerðarmenn vilja ikki samráðast Tær samráðingarnar, ið áður hava verið millum fiskimenn og útgerðarmenn vóru úrslitaleysar. Nevndin, ið sett varð aftaná verk- fallið seinasta vár, kom onga leið við sínum arbeiði. Suðuroyar Fiski- mannafelag vendi sær fyrst til útgerðarmenn og bað um samráðingar, men fekk til svar, at einki var at samráðast um. Sum kunnugt hevur Suðuroyar fiskimannafelag ikki undirritað apríl-sáttmálan frá í fjør. Í Fiskimenneblaðnum verður eisini greitt frá støðu Føroya Fiskimanna- felags. Eisini teir søgdu sáttmálan upp, hóast hann var undirritaður at galda til 1. jan. 1955. Felagið segði útgerðarmenn at hava brotið sått- málan, serstakliga í samband við avrokningarfrestin. Brævaskiftið millum útgerðarmenn og F. F. var úrslitaleyst. Fiskimannafeløgini av- gjørdu ti at lýsa verkfall á øllum veiðiflotanum seinasta mánakvøld. Støða útgerðarmanna. Útgerðarmenn høvdu fund í Havn mikudagin. Hósdagin høvdu vit samrøðu við Jóhan Joensen, skrivara Reiðarafelagsins. Hann segði okkum, at útgerðarmenn als ikki vildu samráðast við Fiski- mannafeløgini, tí í somu løtu, teir hetta gjørdu, vildi tað siga tað sama sum, at teir viðganga sátt- málabrotini, ið Fiskimannafelágið skuldsetir teir fyri at hava gjørt. Útgerðarmenn halda ikki verkfall- ið vera vanligt stættarverkfall, men eitt rættarverkfall. Sum kunnugt hóttu útgerðar- menn við endurgjaldskrøvum, um Fiskimannafeløgini lýstu verkfall. Støða Fiskimannafelaganna. Vit hittu Erlend Patursson hósdag- in og spurdu hann um støðu Fiski- mannafelaganna. Hann sigur, at feløgini framvegis eru fús til sam- ráðingar, men útgerðarmenn vilja als ikki tala við teir, so har er einki at gera — verkfallið stendur | við. Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið BRÓÐURSKAPUR 27. árg Semingsstovnurin avvísir Vit spurdu í gjár hjá semingsstovn- inum um hansara støðu til verkfallið. Jóannes Rasmussen varasemings- maður svarðar soleiðis: Vit hava avvíst málið. Semings- stovnurin hevur onga lógliga heimild at leggja uppí eitt stríð, ið stendur um gildi sáttmálanna. men einans tá ið stríðið stendur um lønar- og onnur vanlig sátt- málakrøv partanna millum. Tá ið semingsstovnurin ikki kann taka sær av málinum, hava partarnir væl eingi onnur ráð at taka, enn at læta málið fara til rættaravgerð. Skiparafelagið hevði fund hóskvøldið. Til viðgerðar vóru felagsmál. Støða felagsins til verk- fallið er tann, at um verkfallið er ólóg- ligt, er felagið ikki bundið av nøkrum. Jóannes Patursson er í Onglandi, har hann skal í dokk. Annars var ætl- anin, at hann skuldi sigla annan mána- dag. ÍSFISKURIN (vrakað) J. Patursson 3734 kit (113) 8801 stp. Vón 589 kit (26) 2176 stp. Lissie 641 ks. 1750 stp. Tindhólmur 1504 kit (518) 2553 stp. —————<————iøvV——BE"—iøixWNVVO AA [ A[ [AA A[A[ [AA ————W#VWIWIKKKHWiNT—i€siA— Verður tað annað enn bluff? Landsstýrismaðurin Hákun Djurhuus helt fram í patetiskum tónalagi, hvussu umráðandi tað var at taka landshand- ilin av fyri at nýta 2 milliónur til skipa flotan. Javnaðarmenn vístu á, at tað var meiri enn ivingasamt, um hesin pening ur, ja um bara nakað av hesum peningi bleiv tøkur til fiskiflotan, og at tað Ongar vegmiljónir Veganevndin er komin við upp: skoti sínum til vegstudning. Einans 34 av 421.000 ella í alt 315.000 kr. til allar samferðsluvegirnar í Føroyum. Ikki eitt orð um tær 7 milj., ið teir einaferð settu eitt høvur og halaleyst uppskot um. Eingin fekk nakrantíð at vita um tað skuldi vera studningur, ella lán frá státinum, ella um teir eisini vildu biðja státin enduryvirtaka vegir- nar. At hetta ikki var annað enn til- ætlað valbluff, er væl eingin ivi um. Eitt fullkomuliga høpisleyst uppskot, so skilaleyst, at Kr. Djurhuus løgmaður mátti viðganga, at tað ikki kundi vinna nakran frama. | var ikki lukkuligt í fiskiskipamálinum at lulla seg sjálvan og fólk í blund við einari tátu, narrisutt. Og hvussu er myndin? Landshandilin eigur. Úti hjá fólki ............ ea. 1,1 mill. í vørum á goymslu … ca. 0,6 mill. í tøkum peningi ...... ca. 0,7 mill. kr. 2,4 mill. | Skuld til landskassan (statin) kr. 1,0 mill. kr. 1,4 mill. Allar tær kontantu 700.000 kr. og tær fyrstu kr. 300.000 av ti, sum kemur inn av útistandandi og vørum á goymslu, skulu soleiðis fyrst til at rinda ta eini milliónina. Og verða hesi 300.000 — og enn og minni nakað meiri — nakrantíð tøk? »Dingla og sleingja og venda reyvina til, tå id teir standa vid snørid« Fólkaflokksins orðførari á tingi í málinum um lønjavningargrunnin og forskotsrindanina, harra Bláhamar, tal- aði seg heitan og helt fyri, at tað var | betri, at eingin »vadskitagrunnur« var | tí hann hevdj gjørt stóran skaða. Hann visti, at nå var hópur av fiskimonnum, | ið ikki tímdu at standa við snørið. Teir stóðu og dinglaðu og slongdust og | vendu reyvina til snørið og tímdu ikki at fiska. Martin Holm, formaður »vadskita- | grunnsins< hevði eisini funnist at ella víst á veikleika hjá grunninum. Báðir talararnir hildu, at grunnurin skuld; helst bara verið fyri menn, ið vóru fyri øðrum óhappi. Hann talaði Í um, at tað skuldi kanska verið so, at skiparin skuldi givið monnum »attest« fyr; dúgileika umborð. Drottningin fór úr Keypmh. í gjár kl. 18. Verður her mánadagin. Tjaldur fer av Havnini til Keypmh. týsdagin kl. 10. Setiskipararnir verða lidnir við próvtøkuna mikudagin, Eitt sindur eru teir seinkaðir orsakað av, at Dánjal á Dul, kennari hevur verið sjúkur. | ” Ur Vågi Friggja- og leygadagin i hinu vikuni og seinasta sunnudag varð sjónleikurin »Annika í Dímun eftir H. A. Djur- huus framførdur fyri fullum húsi í húsi Vant hava tey tveir aðrar sjónleikir, ið nýggja arbeiðsmannafelagsins. framførdir verða nú beinan vegin. Tað er Sámal Johansen, kennari, ið stendur á odda. Isfiskurin i februar Seld vórðu 1.420.774 kilo av ísfiski til Onglandsí februar mánaði. Í peningi gav hetta kr. 1.426.639.12. Í februar mánaði í fjør vórðu seld 595.774,6 kg fyri kr. 718.470.52 N. Páll til Fuglafjarðar Til viðgerðar á løgtingi í gjár var áheitan frá Fuglfirðingum um 400.000 sum løgtingsstuðul til keyp av fyrrv. Nólsoyar Páll úr Onglandi. Parta- peningur felagsins er 100.000 kr. Kost- naður 1.600.000 kr. Tað, ið írestar fulla gjaldinum, skulu teir gjalda so við og við av innløguyvirskotinum.