leygardagur 6. mars 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10
Føroya
SOSIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
So ort kann tað sigast
Á Fiskimannafundinum segði ein av
umboðsmonnunum m. a. at fiskimenn
ikki undir nøkrum umstøðum mátti
fara í samgongu við Føroya Arbeiðara-
felag, tí harvið komu teir inn undir De
samv. Fagforbund, og so komu danir
at hava alt ræðið.
Ørari og vitleysari kann tað valla
sigast, men maðurin má umberast, tí
týðuligt er, at hann ikki hevur minsta
skil á, hvat t. d. De samv. fagforbund
er. Eftir orðunum at døma kundi Sam-
virkende verið hin versti mergsúgvandi
kapitallistiski arbeiðarafíggindi ella ein
hvør nazistisk bøðlasamgonga, og so
er samvirkende kortini ein dyggilig
samskipan av øllum tí arbeiðandi fólk-
inum í Danmark, arbeiðarar eins og
føroyskir arbeiðarar og fiskimenn;
arbeiðarar, sum í øldir hava barst ein
harðan og drúgvan bardaga fyri somu
rættvísiskrøvum sum okkara egnu ar-
beidarar og fiskimenn berjast fyri. Vit
eru onga leið komnir aftur ímóti
teimum, hvørki arbeidsliga, lønaliga.
sosialt, mentunarliga o. s. fr. Pårt onga
leið. Hesir eru tilreidar at rætta okkum
eina vinarliga brøðrahond, at taka eitt
brøðraligt ódnartak við tí vinnandi
fólkinum her á landi. Hjartaleysir,
kaldir og kyniskir politikkarar royna
víst at forða hesum og spræna eitur og
ósannindir í tað útrættu bróðurhond-
ina. men tess sterkari eiga arbeiðarar
og fiskimenn at standa fylktir og royna
at fella einhvønn, ið undir einum ella
øðrum skjól; vil leggja meinbogar fyri
menning, framburði og strembanini
móti betri og tryggari lívslíkindum hjá
hini vinnandi stættini her á landi. Fer
hin føroyski arbeiðarin og fiskimað-
urin at:nýta slíka øra fåvitskuhugsan,
at okkara brøður í Danmark, ið hava
stríðst hin sama bardaga sum teir,
skulu finna uppá at gera eitt einasta
lítið stig, ið á ein ella annan hátt verð-
ur okkara arbeiðarum ella fiskimonn-
um at ógagni, tå »lades alt håb ude«,
og tíverri >móti fåvitskuni berjast
sjålvt gudarnir til einkis«.
Arbeiðarar á landi!
Kammirátar! Miskunnarleys tykist
tilveran vera. Hevjid brandin, og lat-
um okkum mana hetta miskunnarloysið
og hetta órættvísið til jarðar.
Latum okkum fylkjast um sosialism-
una, ið sprottin er úr ti arbeiðandi
fjøldini, og sum søguliga er prógvað
at vera einasta farandi leið fjøldar-
innar. einasta leið til frígering teirra,
ið bera dagsins byrðir og eru horna-
steinurin og grundarlagið undir sam-
sjógvi og
felagnum øllum.
Veiðimaður.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
— YMISK TÍÐINDI
I
Í dag giftast í Nyborg Ida Magnus-
sen og Aksel Jacobsen úr Fuglafirði.
Somuleiðis í dag Poulina Augustin-
ussen úr Vági og Hans Vilhelm Joen-
sen av Sandi.
Ov fáir søktu annarlærarastarvið við
skúlan á Toftum. Nú er embætið lýst
leyst av nýggjum.
Spurningurin um at dypa >norðuri
vid Streym« hevur ofta verid til um-
røðu. Figgjannevndin hevur havt málið
til viðgerðar. Dýping verður eingin á
hesum sinni Í staðin fyri verður rav-
magnsljós frá SEV sett at lýsa á sjálva
siglingargeilina.
Hákun Djurhuus,” landsstyrismadur
er farin til Moskva i sildaørindum.
Tað er 30. mars at landslæknin fer
til læknasamkomu i Danmark og ikki
9, mars, soleidis sum vit sogdu frå i
seinasta blad.
Preliminerpróvtøkan á Tvøroyri
byrjaði 3. mars. Í gjár var roynd til
1. real.
Av Tvøroyri fóru 8 manns til fiski-
skaps í Íslandi.
Við Drottningini seinast fóru 5
unglingar úr Klakksvík á sjómannshá
skúla í Svendborg.
Í morgin kunnu Esther og Axel
Petersen, postavgreiðslum. í Klakksvík
halda silvurbrúdleyp. Tey fóru til Dan-
markar við Drottningini seinasta sunn-
ukvøld.
Eystur og vestur hittast.
Týsdagin kom hitt 3000 tons stóra
»Kadienka« á
russiska = eimskipið
Havnina at bøta uppá maskinuna.
MJØLL vaskipulvur
er samansett av ráevni, sum ger, at tað er tað best egnaða vaski- |
evni til toyvask her í Føroyum. Hartil kemur at MJØLL er tilsett
fibirevni sum ger at tað fer væl við vaskitoyinum.
AS. OKKARA, Tórshavn
Tøkk
Hjartans tøkk siga vit øllum teim-
um, sum luttóku í tungu sorg okkara,
tá ið kæri maður mín. pápi. verðfaðir
og abbi okkara
Peter Olaf Næss
doyði og varð jarðaður. Tøkk til Joen-
sen, próst, fyri troystarrík orð í kapell-
inum, til teirra, ið komu saman har, til
teirra, ið vístu hjálpsemi á hospitali-
num, til teirra, ið talaðu heima og til
Vilhelm, prest, fyri troystarríka talu í
kirkjuni. Tøkk til teirra, ið sendu
kransar og til øll. sum fylgdu honum
til hvíldar.
Hvalba. hin 1. mars 1954.
Fyr; tey avvarandi
Frida Næs
Mikudagin sveimadi amerikanskt flog-
far tætt oman fyri mastratopparnar
hjá russinum.
»Oyrnafjall« kom til Port Sudan
mikudagin.
Ongan stats-
studul
Ur »Arbeiderbladet« Oslo 23/2.
»Selkvinnen« ikkj nóg góð.
Fær ongan statsstudul.
Janus-film fekk í gjár boð um, at
stjórnin hevur noktað at lata stats-
stuðul til norska filmin »Selkvinnen«
Sagt verður. at filmurin ikki er nóg
góður.
— Vit halda tað vera syrgiligt, sigur
formaðurin í Janus-film. Arne Dahl,
advokatur. |
— Vit høvdu væntad, at statsins
filmráð vildi virðismeta filmin til ein
stuðul upp á 350.000 kr.
|}
|
|
|
|
|
|
|
————iw""—
Kunngerð
frá Prístalsútrokningarnevndini
Tær prísuppgávur nevndin hevur sent út til handlar mega gjølla
útfyltar sendast sýslum ella fúta aftur 10. mars 1954.
Undanførslur koma undir sekt eftir galdandi lóg.
Prístalsútrokningarneyndin, tann 4. mars 1954.
———————————W————" = SG
Bleyt sápa
Biðið um feroyska bleytsápu.
Fæst í pakkum og leysum.
A; OKKARA, Tórshavn
ma [|— | [+
6. mars 1954
Endurnyggja
skipaflotans
ØL vid tá ið hitt stóra takið skal
takast.
Undir viðgerðini av landshandils-
málinum, har afturhaldsflokkarnir
løgdu so stóran dent á at fáa hendur av
møguliga avlopinum til endurnýggj-
an av skipaflotanum, segði P. M. Dam
m. a.: Hesin peningur, ið her er talan
um, er einki annað enn ein táta — ein
narrisutt, sammett við tað, ið skal til
fyri eina fullkomna endurnyggjan av
okkara skipaflota. Nei, tað skal meira
peningur til enn so, og tá ið hetta
stóra takið skal takast megu bæði
lærarar, sakførarar, syslumenn og
aðrir leggja rygg til — fyrr verður hin
sanna endurnýggjanin einki at muna
og fyrr verður ikki hugsandi um at
veita okkara fiskimonnum nog nógv
og nog nýmótans fiskifør í bræði, —
fiskiførini, ið eru treytin fyri øllum
lívi og allari menning her á landi.
Teir kollraka smá-
mannin i Føroyum
Við miklum málageipi samtykti
meirlutin, sambandið og fólkaflokkur-
in. á sinni 15 % tollin á allar klædna-
vørur og søgdu, at tollpeningurin
skuldi verða brúktur til lækkan av
prísunum á neyðsynjarvørum hjá fólk-
inum.
Hesin tollur var eitt hitt meinasta
slagið, ið afturhaldið á tingi hevur
givið smámanninum í Føroyum.
Uggin, at peningurin skuldi nýtast
til vørupríslækking, er nú burtur,
einans kr. 150.000 standa nú eftir av
teirri um hálva aðru millión av sats- og
løgtingstilskotinum til at gera vørurnar
bíligari.
Soleiðis kollrakar afturhaldið --
sambandið og fólkaflokkurin — smá-
mannin í Føroyum.
Tingsetan endar
Talan varð um at tingsetan skuldi
enda í hesi vikuni, men helst verður
nakað at ganga av fyrstu viku, áðrenn
afturhaldsflokkarnir í øði fáa avgreitt
tey seinastu málini.
—
Eingin 3. heims-
bardagi
Undir viðgerðini av landshandils-
málinum fingu tingmenn at vita, at
eingin vandi er fyri einum 3. heims-
bardaga. Tad var Håkun Djurhuus, ið
tók soleiðis til: >Hvørki Churchill ella
vit (landsstýrið) rokna við einum 3.
heimsbardaga.«
Seinni segði Martin Holm: >Ég má
smírast, tá ið menn, ið als onga reella
vitan hava, standa her og tosa um
kriggsvandaumstøðurnar.e
Skattaprosentið í Sørvági verður 8.
Skattainntøkan 1,4 milj. kr.
le
SOK DN