Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 k if Í H 1 it Fx Nr. 11 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nøkur orð til og um Rubek Nielsen, lækna Læknastridid i Nordoyum hevur nå stadid vid i meira enn eitt år. Í alt ov stórari hampiligheit hava Nordoyingar barst fyri at behalda Halvorsen, lækna. Foikid var góðtrúgvið nokk til at rokna vid, at lækni Rubek Nielsen kundi skilja, at adressan hevdi tvær sidur — eina, fyri dr. Halvorsen, sum skrivaað varð og — eina ímóti dr. Rubek Nielsen sum einki var skrivað um. Tann 15. mars 1953 varð dr. Rubek Nielsen av trimum av fólk- sins kosnu monnum, ið gjørdu seg til Vágarnar einans í hesum ørindum — bønaður um at siga starvið sum lækni í Klakksvík frá sær, men skumpaði seg undan við tí meiningsleysa påskoti, at hann , áður enn hann gav svar (sum hann lovaði, men ongantíð virdi Nordoyingum), mátti hoyra ta støðu, felag hansara tók til hetta. Var tað læknafelagið, ið sendi inn umsókn fyri dr. Nielsen? Nei, felagið var eitt skálkaskýli — tað kunnu øll innsíggja. Ein og hvør Norðoyingur kann siga sær sjálvum, at tað eyðvitað varð dr. Nielsen persónliga støðutakan, tað her vardi um. Tað er eitt inngrógvið misålit, Nordoyingar hava til henda mann, m. a. elvt av slíkum atburði. Fólkið hevði vóna, at stríðið kundi verða lokið. uttan at avklæða dr. Rubek Nielsen, men sannleikin er tann, at hann sum lækni er ein óynsktur maður við sjúkrahúsið í Klakksvík. Hann hevur verið her sum lækni, og tað kann vera nokk. Klakksvík, tann 6. mars 1954. J. C. Simonsen, Páll Poulsen. Olaf Joensen. Fischer Heinesen, Poul Skarðenni. Hans Jacobsen, Palle Steinnberg, Viggo Joensen, E. Olsen, Poul J. Poulsen, J. P. Justesen, Ole J. Jacobsen. Sam E. Jacobsen, J. Fr. Isaksen. Jens Hansen. Anton Kruse. Elias Berg, Eliesar Joensen, Josefina Poulsen. Jona Poulsen, Mathea Skarð- enni. Andreas Olsen, Simun Hansen, Sigm. Heinesen, Súmal Johannesen, V. Eliasen, N. J. Joensen, Sigm. Mikk- elsen. Sigga Mikkelsen, Joen M. Johan- sen, O. Gilstón, Hans Chr. Jacobsen, Albert Simonsen, Volmar Johannesen. Sámal J. Heldarskarð, Jens Jacobsen, Mona Jacobsen, Johs. úr Hvalvik, Viels Lassen. Edvin Johannesen, Alexandra Johannesen, Leo Simonsen, Olantina Simonsen, Andreas Jacobsen. Hans A. Johannesen, Marita Johanne- sen, Óli N. Jacobsen. Maria Hansen, Joen M. Johannesen, Elly H. Johan- nesen, Axel Johannesen, Signhild Johannesen, Jóhan Simonsen, Albin Johannesen. Jógvan Sigurðsson, Jóhan E. Eliasen, Jógvan S. Højgaard, Eivind Eliasen, J. S. Danielsen, Christian Danielsen. Joen P. Bjartalíð, Niclas Niclasen, Olaf Ellingsgaard, Såmal J. Hendriksen, Esbern Christiansen, Julian Jacobsen, Hans J. Jacobsen, Artur Trygvasson. Absalon Jacobsen. ÚLVAR Í ROÐI A. T. og tjóðveldismenn Sum kunnugt vóru tjóðveldismenn á lingi ímóti at hjálpa arbeidar- og fiski- mannafyritøkuni A. T., tá hon fyri tveimum árum síðani var á tingi til viðgerðar. Allir menn, ið lisið hava 14. Sept. minnast, hvussu Erlendur Paturssonur hevur tikið sær fyri at liggja á kropp- inum á hesi andeilsfyritøku hjá arbeiðs og fiskimonnum á Tvøroyri. Allir arbeiðarar, allar arbeiðara- kvinnur. kommunan og havnarlagið høvdu í neyðartíðum, tá gamla Morten- sens virki raplaði tóku hendur saman og við státsins hjálp fingið A. T. hesa mest. desideraða smámannafyritøku. ið nakrantíð er stovnað, ígongd við einum trolara, fiskaturking og handils- virki. Arbeiðarfelagið átti tá bara 1500 kr fiskagentannafelag um kr. 7000 — tað var alt. ið var at taka til heima. Hartil kom, at havnarlagið lovaði kredit tey fyrstu árini, og kommunan garanteraði fyri 10.000. kr. Tað tíð felagið hevði virkað, áðrenn eftirkríggstrupulleikarnir komu, hevði tað givið fleiri milliónur um árið í hýrum og arbeiðslønum. Tað, kann ein siga uttan at gera av. bjargaði Tvøroyri undir krígnum, tá ið hini virkini á plássinum lógu at kalla still og »avvikladi«, Men A. T. skuldi skemmast. A. T. skuld; fellast, A. T. skuldi manast fram sum eitt annað kapitalistisk ódjór und- ir slíkum eyknevnum sum Sudurp6lur, ið var gingin saman við Norðpólinum. Aftaná henda skemdaratburð hætta hesir menn sær at taka orðið koopera- tión og andeilsfyritøkur í sín munn. Í tinginum var tann eini talsmaðurin fyri tjóðveldisflokkin undir viðgerðini av avtåkuni av landshandlinum so »fripostadur«. at hann helt, at tað var andeilsleiðin og ikki landshandilsleið- in, vit skuldu ganga. Tá ið so Dam svaraði honum, at við tí ræðuliga hørðu mótstøðu, sum allir flokkarnir, ikki minst tjóðveldisflokkurin hevði sýnt andeilsleiðini, vildi tað taka langa tíð. kanska 50 ár, áðrenn tann koopera tivi tankin hevði fingið ta rót undir seg sum í grannalondunum Danmark, Nor- egi, Svøríki, Íslandi og Stóra Brett- landi, so vit kundu fáa stórinnflytan av úlgerðarvørum á andeilsgrundarlagi, svaraði tjóðveldismaðurin, at tað kom at:taka styttri tíð enn so. kanska bara 50 dagar Hvat siga menn til tílíkan stívleika fyri ikki at siga frekleika ? Nú er 14. September aftur úti eftir Hann varpar Danir, at teir ikki megu fara at gera ta ræðuligu gerð at hjálpa ti at sanera skuld sína. Lat A. T. fara, rópar Erlendur Paturssonur. Hetta er >kooperatøruring! Og breggjar hann sær av drápsupp- skotinum hjá Tjóðveldisflokkinum móti A. T. hina ferð á sinni. Jú, tá skutu tjóðveldismenn til at hjálpa við endurreisingini við at læna 1 millión av marshallpeninginum. Tað var bara tað við hesum tá, at ikki eitt einasta oyra var tøkt og greilt at fáa av mar- shallpeninginum. Ta er fyrst nú, tvey År aftanå, tað er komið so vítt, at menn eru farnir at læna av marshallpening- inum. At skjóta uppá at læna av einum peningi, sum ikki var falur at fáa, var tað sama sum at siga, at fyritøkan skuldi detta niður fyri og doyggja. Men lopini og rópini um Suður- pólin ímóti arbeiðarafyritøkuni A. T. og so hetta uppskotið og tey nýggju álopini, sum nú aftur dynja í øllum teim borgarligu bløðunum hava jú tað einasta til endamáls, tað er við einhvørjum listi og tiltaki at drepa hesa arbeiðara- go fiskimannafyriløku. Til Dagblaðið Í Føroya Social-Demokrati nr. 9 svaraði eg aftur uppá grein í Dagbladnum nr. 14 frá einum sum nevndi seg >Hvalbingur<. Eg segði í grein mini, »at eg ikki fataði at blaðstjórin vildi taka ábyrgd av slíkum tvætli, men møguliga at hann var av sama slag sjålvur.« Í »Dagbladnum« nr. 17 svarar bladstjørin aftur, og vísir tað seg, sum at hesi orð hava sligið hann fyri bróstið. Heldur seg nú hálvavegna hava gitt rætt, at tað má vera hesin sami maður, sum eina tíð skrivaði í Sosialinum undir merkið >Hvalbingur<, men er ikki heilt vísir í síni søk, tí hann hevur eingi prógv fyri at so er, uttan bert ein giting, tí eg svaraði aftur í Sosialinum. Í sínum aftursvari sigur hann soleiðis: >Vit gittu tå at hesin ikki var úr Hvalba.< Tá ið tygum ordbera tygum soleiðis, so halda tygum, at allir Hvalbingar hava eina slíka virðing fyri og álit á >Dagblaðið< og tess fylgisneytum; men tað kann vera, at tygum fara heilt skeivur, tá tygum hava ein slíkan høgan tanka. Tað kann eisini vera, at tann virðing og tað álit tygum meta Hvalbingar at hava havt fyri Dagblaðnum, er við at hvørva sum døgg fyri sól. Eg sigi: >Tað kann vera,< annars skulu vit bíðja til heystar, tá vera vit at fáa ta rættu myndina av tí virðing og áliti tygum halda Hvalbingar hava fyri Dagblaðnum og tess fylgisneytum. Sum tygum síggja, so fáa tygum aftursvar í Sosialinum — og síðan kunnu tygum gita gátur í Dagblaðnum, sum tygum vilja og eisini nýta orðið »fals«, Orðið »fals« hóskar kanska best til tygum sjálvan í nógvum førum. Eg skal eisini lata blaðstjóran á Dagblað- num vita, at mær ikki nýtist at skriva ábreiðslur móti Dagblaðnum ella øðrum undir >huldimerki<. D. J. Sørensen Úr tinginum Umsókn úr Fuglafirði um lån til trolarakeyp. Á síðsta fundi áðren tingið fór heim kom málið til 2 viðgerð. M. Holm. Fuglfirðingar hava í kvitt- an at stovna partafelag við partapen- ingi 100.000 kr. og ætla at læna 500.000 móti 2 veðrætti. Ætlanin er so at keypa Nólsoyar Páll og rokna teir við at seljarin vil lata 1. millión standa sum I veðrætt í bátinum. Fíggjarnevndin hevur kanna um tað er møguligt at fáa Marshallán, men hetta tykist ikkj at vera møguligt. Málið er ikki nóg væl upplýst, og má kannast nógv gjøllari áðrenn støða kann vera tikin til tað. Meiralutin (sambandog fólkaflokkur) setur ti uppskot um at Landsstýri verð- ur biðið um at halda fram við samráð- ingunum. J. Fr. Øregaard. Endurnýggjan av skipaflotanum er sjálvandi týdningar- miklasta mál á tingi í hesi tingsetu, ti einki er meira tørvur á enn at Táa skip til landið, arbeiðisamboð til fólkið. 13. mars 1954 Á fyrstu síðu er tað stóra misprent komið í, har tað stendur: > . . verða allir sáttmálar millum felggini galdandi til 1 januar..«, at hitt avgerandi árstalið »1955« ikki er komið við. Løgtingið hevur fyri fáum døgum síðani samtykt uppskot um endurnýggj an av skipaflotanum, hvareftir tað kan vera møguligt at veita sum lán til nýggj skip 60 % av keypipeninginum og 30 % í tilskot (15 % frá løgtingi og 15 % frá stati) meðan keyparin sjálv- ur skal skaffa 10 %. Henda samtøka, nú søkir um lán hevur í partapeningi 100.000 kr. og rokna við at hesin pen- ingur kann økjast upptil 150.000. Um nú tingid gongur umsøkjarunum á møti við at veita teimum 15 % í stud- ning og 400.000 i lån, sum ikki er meira enn 27 % av keypikostnadinum vilja teir hava í tøkum peningi til rakst ur og annað kr. 275.000. Har afturat vilja eigarnir hinda seg til at seta sum trygd fyri afturrindan av láninum 1/5 av hýru sýni. Tad er upplýst at lø manningin á Jóannes Patursson ið ár fekk í hýru 750.000. Nólsoyar Páll er skip av sama slag. Tað skuldi so- statt verið líkindi til at gingið umsøkj- arunum á møti. Poul Petersen. Eg kann ikki taka undir við minnilutanum, nú beinan vegin at taka støðu til málið, men eg vil visa til punkt B. hjá fiskivinnu- nevndini (sum er soljóðandi: »Lands- stýri verður bið; saman vid fólkatings- monnunum at føra tingingar við dansk ar myndugleikar um finansiering av hesum málið (endurnýggjan av skipa- flotanum) og eg ivist ikki í at tað skal eydnast at finna ein loysning sum har skotið uppá. Uppskot. Javnaðar- og sjálvstýris- flokksins. SÍ. Landsstýrið verður heimilað úr lands kassanum ella av tí peningi, ið er av- lagdur til endurnýggjan av skipaflot- anum at jåtta samtøku í Fuglafirði til keyp av s/tr. Faraday (Nólsoyar Páll): 1) kr. 225.000. — í studningi svar- and; til 15 % av keypipeninginum, 2) kr. 400.000. — i låni til treytir, id landsstýrið heldur vera hóskandi og ríma við tað, ið ætlast at verða við øðrum lánum til endurnýggjan av skipaflotanum. Studningurin og lánið verða annars treytað av, at samtøkan í minsta lagi hevur tøkan partapening uppá kr. 150.000 — ella 10 % av keypikostnað- inum, og at lógir samtøkunnar eru skip aðar soleiðis. at landsstýrið kann góð- taka tær. Uppskot: manna. Landsstýrið verður hiðið um at halda fram við samráðingunum. Tjóðveldisflokkurin hevði einki upp- skot. fólkaflokks-sambands- Klædnatollurin Hesin tollur, ið er tann mest órætt- vísi hetta stýrið hevur ábyrgd fyri, setti javnaðarmenn og sjálvstýrismenn upp- skot um at taka av. Men uppskotið varð felt. Tó førdi javnaðarmenn stríðið til at tollurin á oljuklædi og sjóklæði av plastikk varð avtikin. —— Tysdagin 16. mars fyllir Poul Olsen, Funnings-P6l Vestmanna 75 ár. TO" i See Se