hósdagur 18. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
3
TÍÐNDASKRIV
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin hevur í
valstríðnum fingið sær ein
buss til vega, sum skal
koyra runt alt landið. Talan
er um ein 20 persónar buss,
sum flokkurin hevur leigað
frá Strandfaraskipum. Buss-
urin er síðan skrýddur uttan
við plakatum o.ø.
Bussurin, sum hevur
fingið heitið Leið 2002
Tinganes er farin at koyra,
og seinastu dagarnar hevur
verið koyrt runt til bygdir í
Norðoyggjum og Eystur-
oynni. Ætlanin er at bussur-
in skal vitja allar bygdir í
Føroyum, har koyrandi er
til, og sjálvan valdagin fer
bussurin at koyra fólk til
valstaðið í Havn.
Leikurin »Renn fyri vívi-
num«, sum Spírar spæla, er
nú spældur fyri 2700 fólk-
um kring landið.
Spírarnir hava umframt í
Havn verið í Klaksvík og í
Skopun, og allastaðni hev-
ur verið útselt og fólk hevur
latið ómetaliga væl at, siga
tey í Spírum.
Komandi leygardag verð-
ur leikurin sýndur í Eydnu-
ni á Oyrarbakka. Sýningar
verða klokkan 17 og klokk-
an 20. Atgongumerki eru at
fáa í Streymbúðini og við
dyrnar, um nøkur atgongu-
merki eru eftir.
Aftaná Oyrarbakka eru
ætlanir um at fara í Suður-
oynna at spæla.
Leikararnir eru kunnugt:
Aksel Joensen, Nikolaj
Falk, Heðin Johannesen,
Heini Poulsen, Ronni Poul-
sen,
Kristina
Ougaard,
Beinta Clotier og Hallur
Hjalgrímsson.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi
og bróðir okkara
Johan Joensen
andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. apríl,
63 ára gamal.
Jarðarferðin verður hósdagin 18. apríl kl. 13.00
úr Havnar kirkju.
Fyri tey avvarðandi
Nancy, Sólrun, Jan og Jón
»Renn fyri vívinum«
á Oyrarbakka leygardagin
Javnaðarbussurin – Leið 2002 Tinganes
Koyriætlanin sær annars soleiðis út:
Norðoyggjar:
koyrir í dag afturat
Eysturoy:
hevur longu verið í Eysturoynni, og
var sera væl móttikin
Norðstreymoy: 20. apríl koyrir bussurin á eystaru
síðu í Norðstreymi og 21. apríl
koyrir leið 2002 á vestaru síðu.
Vágar:
16. og 17. apríl verður bussurin í
Vágum
Suðurstreymoy: 22., 23., 24. apríl og flaggdagin
koyrir bussurin í Suðurstreymi
Suðuroy:
26., 27. og 28. apríl
Javnaðarflokkurin
hevur í valstríðnum
fingið sær ein buss til
vega, sum skal koyra
runt alt landið.
Føroyska ullin, sum á
dag fyri stóran part
verður koyrd burtur,
skal gagnnýtast, sigur
arbeiðsbólkur, sum
landstýrismaðurin
við vinnumálum
hevur sett
LANDBÚNAÐUR
Edvard Joensen
Føroyska ullin skal ikki
koyrast burtur, sum manga-
staðni verður gjørt í dag.
Hon skal savnast inn og
gagnnýtast, stendur í til-
mæli, landsstýrismaðurin
við vinnumálum hevur
fingið frá arbeiðsbólki,
sum hevur viðgjørt málið.
Arbeiðsbólkurin
er
samdur um at mæla lands-
stýrismanninum til at játta
eina hálva millión krónur
árliga í fimm á til eina
verkætlani við eini ullar-
móttøku.
Hendan móttøkan skal
virka eina tveir-tríggjar
mánaðar árliga. Ta tíðina,
gingið verður á fjall um
summarið, og meðan ullin
verður savnað.
Føroysk ull er ikki bara
ull sum so, tí seyðurin er
óvuliga ymiskt littur. Tí má
stórt arbeiða gerast fyri at
skilja ullina. Ikki bara í
góðskuflokkar, uttan eisini
í litir.
Alt hetta arbeiði skal
gerast á ullarmóttøkuni, og
tann parturin av ullini, sum
ikki kann nýtast, skal so
fyribeinast.
Umframt skal ullarmót-
tøkan eisini átaka sær at
turka og senda ullina víðari
til virki ella aðrar keyparar.
Tað áliggur eisini seyða-
ánaranum at viðgera ullina
og handfara hana soleiðis,
at bara fyrsta floks vøra
fæst burturúr. Hesum skulu
teir stuðlast í, verður sagt í
tíðindaskrivi, sum Vinnu-
málastýrið hevur sent út í
samband við verkætlanina,
farast skal undir.
Ullin, sum tikin verður,
skal avroknast eftir dygd.
Tí er sjálvsagt, at tann besta
ullin, fær besta prísin.
Sagt verður í tíðinda-
skrivinum, at miðað verður
eftir, at ullarmóttøkan skal
rekast
á
handilsligum
grundarlagi, men at ein
minstiprísur
tó
verður
ásettur.
Nevnt verður í viðmerk-
ing, at prísurin, sum í dag
er galdandi, er fýra krónur
fyri kilog, og verður tí
gingið út frá, at hesin prísur
verður settur sum minsti-
prísur frá ullarmóttøkuni.
Seinnu árini hevur før-
oysk ull ikki verið serligt í
metum, sæst á teimum
rúgvum, sum liggja víða
hvar við rættirnar ymsa-
staðni í landinum.
Føroyingar hava heldur
ikki gjørt nakað soleiðis
fyri at fáa nakað burtur úr
ullini. Hugsað hevur verið
um kjøt. At fáa so nógva
vekt sum gjørligt upp á
krovið.
Ullin er so komin í aðru
røð, ella als ikki hugsað
um. Tað kemur til dømis
týðuliga
til
sjóndar
í
litinum, føroyski seyðurin
hevur. Her verður einki
kynsbótararbeiði gjørt til
tess at fáa einlittan seyð.
Og tað sum verri er - ikki
bara fyri ullina og ullar-
móttøkuna, uttan mest fyri
seyðin sjálvan - eru tær
mongu pesjurnar, sum eru
at síggja ymsastaðni.
Eitt er, at menn ikki tíma
at taka ullina upp av
rættini, tí tað ikki loysir
seg. Men at heilar gongur
ganga við pesju, tí ikki
verður roytt á sumri, líkist
ikki nøkrum. Haðani er so
einki at vænta til nakra
ullarmóttøku heldur enn
skinnasølu á heysti.
Ull til heiður og æru
Umframt at ein sovorðin pesja ikki kann brúkast til nakað sum helst, er tað ringt fyri seyðin at
ganga soleiðis. Ullarmóttøkan skal stimbra seyðaánarum í at leggja seg meira eftir ullarrøkt
Mynd: Edvard Joensen
Várútgávan av
limablaðnum hjá
Føroya Heima-
virkisfelag er
komin. Blaðið
verður givið út tvær
ferðir árliga
ÚTGÁVA
Føroya Heimavirkisfelag
hevur latið várútgávuna
av limablaðnum úr hond-
um. Innihaldið er greinar
um ymiskt heimavirki,
eins og onkur ferða-
frásøgn eisini er.
Limablaðið er prentað í
A5 stødd og telur 28
blaðsíður.
Umframt
greinar og hugleiðingar,
er eisini innan í permuni
prentað skráin hjá Føroya
Heimavirkisfelag
fyri
árið 2002.
Eitt mál, sum er til við-
gerðar í felagnum, er
skipan av økisfeløgum
undir Føroya Heimavirk-
isfelag.
Hetta
verður
viðgjørt í oddagrein eins
og í greinum inni í blað-
num.
Annars eru frásagnir
frá ymsum tiltøkum, sum
hava við heimavirki at
gera, umframt ein grein
um føroyskan bát.
Føroya Heimavirkis-
felag boðar eisini í blað-
num frá eini sonevndari
Vættrakapping, har kapp-
ingin er um at gera eina
føroyska vættur, sum
seljast kann sum »sou-
venir«. Kappingin stend-
ur við til hálvan juli.
ej
Heimavirkisblað komið
C
M
Y
K
3
2
V I N N U M Á L A S T Ý R I Ð
team85
Er tað tær vit leita eftir?
Vinnumálastýrið sóknast eftir einum fólki til journalleiðarastarvið í
stýrinum. Starvið verður sett undir Aðalskrivstovuni. Umframt aðalskriv-
stovuna fevnir Vinnumálastýrið um 3 deildir fyri ávikavist vinnu-, sam-
skiftis- og veterinermál, og hevur stýrið sum høvuðsuppgávu at standa fyri
at umsita vinnu-, samskiftis- og veterinermál hjá landsstýrinum.
Vinnumálastýrið umsitur málsøki í m.a. ídnaði, handli, landbúnaði, aling,
mati og umhvørvi, arbeiðsmarknaði, samskifti, samferðslu, herímillum
fyrireiking og eftirlit við lógum, kunngerðum og reglugerðum.
· skrivstovuútbúgving ella líknandi
· dugir væl føroyskt og danskt umframt kunnleika til enskt
· kunnleika til EDV á brúkarastigi
· góð samstarvsevni
· at journalisera og avgreiða post
· ymiskar skrivarauppgávur fyri fulltrúar, deildarstjórar og
aðalstjóra
· aðrar skrivstovuuppgávur
· eitt spennandi og læruríkt starv, sum tú sjálv/ur ert uppi
í at skapa, viðhvørt strævið, men samstundis sera áhuga-
vert og avbjóðandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingar-
møguleikum.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið. Setanarøkið fevnir um Vinnumálastýrið og stovnar undir tí
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri.
Hevur hetta tín áhuga, er tú vælkomin at senda eina umsókn við prógv-
um, viðmælum o.ø. til:
innan 1. mai 2002.
Upplýsingar um starvið fært tú frá Ara Johanneson, deildarstjóra í Vinnu-
málastýrinum, á tel 35 60 60.
Tín førleiki:
Tínar uppgávur:
Vit bjóða tær:
Løn- og setanartreytir
Umsóknir
Vinnumálastýrið
Postboks 377
Tórshavn