hósdagur 18. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
5
Skrá til fyrilestrarøð
Hósdagur 2 mai.
Kl.
09.15
Bjóða verður vælkomin við tónleika-
framførslu.
09.25
Ráðstevnan verður sett, Eyðun Eltør,
landsstýrism. í umhvørvismálum.
09.30
Fólk og náttúra í orkusamfelagnum.
Føroya Náttúruverndarfelag, Kári
Thomsen, formaður.
09.50
Verandi orkunýtsla og útbyggingarætlanir
við serligum atliti til ravmagn.
SEV. Klæmint Weihe, stjóri.
10.20
Stuttur steðgur.
10.30
Veðurlagsbroytingar, Knud Simonsen,
havfrøðingur
10.55
Vindmátingar, Data Quality, Signar P.
Heinesen, verkfrøðingur.
11.15
Konsept fyri vindmyllufeløg,
projektmetingar og útinnan.
Tech-Wise, Bent Jørgensen, sølustjóri,
Danmark.
11.45
Døgurðasteðgur.
13.00
Vindmylluídnaðurin í dag og í framtíðini
á norðulendskum/altjóða støði.
Um vindmyllur, konstruktión og fram-
leiðslu, flutning og uppsetan o.a.
Um mylluveingir, design, konstruktión og
framleiðsla o.a.
Vestas Wind Systems A/S, Anders Amby,
sølustjóri. Danmark.
14.20
Steðgur
14.50
Íslendskur orkupolitikkur.
Hjalmar Arnason, Altingslimur og for-
maður fyri orku og handli.
15.20
Ísland í brennukyknuøldini.
Frá termiskari orku til brintorku.
Icelandic New Energy, Jón Bjørn
Skúlason, stjóri
16.05
Menningin innan brennikyknutøknina.
Ballard Power Systems GmbH, Dr. Werner
Tillmetz, sølu- og menningarstjóri.
Skrá til fyrilestrarøð
Fríggjadagur 3. mai.
Kl.
09.15
Bjóða verður vælkomin við tónleika-
framførðslu.
09.25
Umhvørvi, ein vistskipan í javnvág.
Náttúruvísindadeildin. Eyðfinn Magnus-
sen, lívfrøðingur.
09.55
Lokal Agenda 21. Finnbogi Joensen,
umsjónarmaður, Vestmanna
10.20
Stuttur steðgur.
10.30
Verandi ruskviðgerð og útbyggingar-
ætlanir. IRF. Poul A. Joensen, stjóri.
10.55
Frá ruski til tø og orku.
Sóptøð/biogasskipanir, tø og metan-orka.
Nordvestjysk Folkecenter for Vedvarende
Energi, v/ Preben Maegaard, stjóri og
næstformaður í EUROSOLAR, Europe-
iska felagið fyri varandi orku.
11.30
Umhvørvis- og náttúruverndarmál.
Umsiting og lóggáva.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Jákul Pauli
Joensen, deildarleiðari.
11.55
Døgurðasteðgur.
13.00
Alduorku- verkætlan í Suðuroy.
Jan Poulsen og Tórfinn Simonsen,
verkfrøðingar.
13.30
Sólkyknur.
Dansk Solenergi. (Siemens) Danmark. v/
Ken H. Jensen, verkfrøðingur.
14.00
Sólpanelir. Batec. Danmark. Emanuel
Brinder, stjóri
14.20
Steðgur.
15.00
Norðurlendskt umhvørvisarbeiði. Mál,
arbeiðsætlanir, orkusektorurin o.a.
Nordisk Ministerråd, embætismanna-
bólkurin v/ Håvard Turesen frá Norges
Miljøverndepartement, formaður fyri
Nordisk Klimagruppe.
15.30
Orku- og umhvørvispolitikkur í
Danmark. Svend Auken, fyrrv. ráðharri í
orku- og umhvørvismálum.
16.00
Skrá fyri framtíðar orku- og umhvørvis-
politikki. Katrin Dahl Jakobsen, løgtings-
limur.
Dagarnar 2. og 3. mai
verður Orku- og um-
hvørvisráðstevna í
Norðurlandahúsinum.
Føroya Náttúru-
verndarfelag skipar
fyri stevnuni. Millum
røðarnar verður
Svend Auken, fyrr-
verandi ráðharri í
umhvørvismálum
RÁÐSTEVNA
Heri á Rógvi
Dagarnar 2. og 3. mai verð-
ur Orku- og umhvørvisráð-
stevna í Norðurlandahúsi-
num. Tað er Føroya Náttúru-
verndarfelag, sum skipar
fyri Ráðstevnuni. Ráð-
stevnan er fyri øll. Flestu
luttakarararnir á stevnuni
eru innbodnir, men fyri-
reikararnir vilja geva fólkið
møguleikan at vera við á
ráðstevnuni, og tískil hava
teir skipað soleiðis fyri, at
ein avmarkað mongd av
fólki kunnu fáa ókeypis at-
gongumerki við dyrnar.
Aðaltátturin eru verandi
og framtíðar orku- og um-
hvørvismál, ið m.a. verða
lýst av professionellum
fólkum umboðandi heim-
sins mest framkomu tøkni,
gransking og annars lóg-
gávu, politikk og umsiting-
ar- og útinnandi partar v.m,
skrivar felagið í tíðinda-
skrivi.
Millum fyrilestrarhaldar-
arnar er eisini Svend Auk-
en, sum er fyrrverandi for-
maður í Socialdemokratiet,
og hann hevur eisini verið
danskur ráðharri í orku- og
umhvørvismálum.
Kári Thomsen, fyrireik-
ari, sigur, at teir hava bjóð-
að honum við, tí hann hev-
ur ógvuliga stóran kunn-
leika til orku- og um-
hvørvismál.
Stór umhvørvisráðstevna
Til venjingina YTRA
2001 kundi tyrlupall-
urin við Landssjúkra-
húsið ikki nýtast. Ein
nýggj til og frá koyr-
ing er neyðug
BJARGING
Heri á Rógvi
Ein av niðurstøðunum í
eftirmetingini av venjingini
YTRA 2001 var, at tyrlu-
pallurin við Landssjúkra-
húsið ikki kundi nýtast til
venjingina. Tað var sjón
fyri søgn, tí tyrlurnar vórðu
noyddar at lenda á Eystaru-
vág ístaðin fyri á tyrlupalli-
num við Landssjúkrahúsið.
Heri Andreassen, politi-
assistent, sum var við til at
fyrireika venjingina og eis-
ini hevur verið við til at
skriva eftirmetingina sam-
an við Eivin H. Jacobsen og
William Askham.
Til og frá
Heri Andreassen sigur, at
tað í einari vanlukkustøðu
ikki ber til at flúgva fólk til
tyrlupallin
við
Lands-
sjúkrahúsið, tí sjúkrabilar-
nir hava so ringt við at
koma til og frá staðnum.
– Sjúkrabilarnir noyðast
at bakka niðanaftur. Teir
kunnu ikki venda, og bert
ein bilur fær koyrt eftir veg-
num í senn, sigur Heri
Andreassen.
Hetta ger, at sjúkrabilar
mugu standa og bíða eftir
hvørjum øðrum, og hetta
ber ikki til í einari bjarging
í sambandi við størri van-
lukkur.
– Tyrlupallurin riggar
væl, um tað altso bert er ein
sjúklingur, sum skal flytast
til ella frá, men tá tað kem-
ur til størri bjargingar, so
ber ikki til at nýta pallin,
sigur Heri Andreassen.
Hann sigur, at teir ikki
ætlaðu at royna sum frem-
sta endamál, hvussu tyrlu-
flúgvingin og møguleikar-
nir við hesari vóru, men
heldur varð hetta ein bjarg-
ingarroynd fyri flogvøllin.
Hann sigur, at teir mugu so
taka hetta omaná hitt, sum
kom burturúr.
At nýta Eystaruvág var
kortini ikki heilt av leið, tí
hetta lá rímuliga tætt við
Landssjúkrahúsið, har sjúk-
lingarnir
skuldu.
Heri
Andreassen sigur, at teir
hava gott samstarv við
Tórshavnar Havn, sum gev-
ur teimum góðar møguleik-
ar at rudda økið, tá tað er
neyðugt, men hetta er treyt-
að av, at umstøðurnar á
bryggjuni eru sum nú.
Ein fyrimunur við at
lenda á Eystarubryggju
ístaðinfyri á Boðanesi, har
tyrlur vanliga lenda í Havn,
er, at bert fáir vegir skulu
sperrast av, og hetta klárar
løgreglan rímiliga lætt at
taka sær av.
– Tað er ein fyrimunur
fyri okkum at vera har
ístaðinfyri á Boðanesi, har
vit skulu koyra gjøgnum
nógva ferðslu, men sjálv-
andi hevði tað verið best at
verið so tætt at sjúkrahúsi-
num sum gjørligt, sigur
Heri Andreassen.
Hava upplivað óhapp
Heri Andreassen sigur, at
teir hava upplivað, at ein
sjúkrabilur er farin av veg-
num til tyrlupallin, og hetta
er ótrúliga óheppið.
– Tað ber til at nýta tyrlu-
pallin, eisini hjá rímiliga
stórum tyrlum, men hetta er
ikki optimalt. Neyðugt er
við einari til og frá skipan,
ið kann nýtast í størri bjarg-
ingum eisini, sigur Heri
Andreassen.
Hann sigur, at tað er ein
politisk avgerð um, hvørt
tað er rætt at gera nakað við
tyrlupallin ella ikki.
YTRA 2001 er ein bjarg-
ingarvenjing, ið varð hildin
2. november 2001. Venjing-
in varð hildin fyri at royna
tilbúgvingina í sambandi
við Vága Floghavn, og tað
var talan um ein stóra venj-
ing, har nógv fólk luttóku.
Tilgjørda vanlukkan var, at
ein flúgvari var farin av
breytini í Vágum og eldur
var komin í. Hópin av fólki
vóru skadd, og eisini var
okkurt deyðsfallið.
Eivør Pálsdóttir, sum
fyri eini tíð síðani fór
yvir til Íslands at
hvíla seg, fær góð um-
mæli í íslendskum
bløðum. Hon verður
skírd "...skærasta tón-
listarstjarna Færey-
inga..."
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Tað er ikki bara Týr, sum
fær góð ummæli yviri í Ís-
landi. Eivør Pálsdóttir, sum
seinastu tríggjar mánaðar-
nar
hevur
búleikast
í
Reykjavík, fær stak góð
ummæli frá íslendskum
bløðum, sum nú hava latið
eyguni upp fyri føroyska
songfuglinum. Okkurt av
bløðunum vil vera við, at
hon kundi væl klárað seg á
útlendska tónleikamarkn-
aðinum við rødd síni.
Íslendska Morgunblaðið
heldur, sum so mong
onnur, at Eivør viðhvørt
minnir ikki sørt um kendu
íslendsku songkvinnuna,
Björk. Men sum allar hinar
ferðirnar avnoktar Eivør, at
hon vil ikki líkjast Björk.
– Eg lurti sjálv ikki nógv
eftir Bjørk, sigur Eivør við
Morgunblaðið. Hon sigur,
at Clickhaze hellir meira til
jazz og "þljóðlegar hefðir".
Eisini er hon av teirri
áskoðan, at øll eiga at
syngja á sínum móðurmáli.
Av tí, at í løtuni verður arbeitt við at gera
nýggja og dagførda lóggávu fyri sjúkra-
systraútbúgvingina í Føroyum, so verður
ikki klárt at taka nýggjar næmingar inn á
skúlan fyrr enn í jan./feb. 2003. Tí
verður tað mett óheppið at taka inn les-
andi eftir eini útbúgvingarskipan, sum
væntandi verður broytt fáar mánaðar
seinni.
Umsóknarfreistirnar í sambandi við
upptøku til sjúkrasystraútbúgvingina
verða kunngjørdar seinni.
– ib
Sjúkrasystraskúlin
tekur ongan inn í heyst
Eivør góð ummæli í Íslandi
Eivør Pálsdóttir fær góð ummæli í íslendskum bløðum.
Tyrlupallurin kann ikki brúkast
– Tað ber til at nýta tyrlupallin, eisini hjá rímiliga stórum tyrlum, men hetta er ikki optimalt.
Neyðugt er við einari til og frá skipan, ið kann nýtast í størri bjargingum eisini, sigur Heri
Andreassen.
C
M
Y
K
5
4
Fleiri kvinnur á Ting
www.javnratt.fo
Lesið hvat
halda
Helena D. á Neystabø
Heri Kragesteen
Jógvan Mørkøre