Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 73 - 18. apríl 2002 Nr. 73 - 18. apríl 2002 7 Eftir at hava gjørt tveir góðar túrar eystanfyri, er Enniberg nú á veg í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski FISKIVINNA Vilmund Jacobsen 500 tons í flaki í minni enn tveir mánaðir og góð søla í Grimsby. Tað er ein góður túrur hjá flakatrolaranum, Enni- bergi. Mortan Johannesen, reið- ari, sigur seg vera nøgdan við prísin, teir fingu fyri flakið í Grimsby. – Tveir keyparar vóru til lastina, sum meginparturin var toskaflak. Hann sigur, at Enniberg vanliga leggur veiðina upp í Grimsby, har teir hava rími- liga støðugar keyparar til fiskin. Væl at fáa eystanfyri Reiðarin sigur, at fiskiskap- urin eystanfyri hevur verið góður, bæði hendan túrin og túrin undan hesum, hóast hesin seinni túrurin var heldur betri í nøgd. – Áðrenn Enniberg fór eystureftir hesaferð, lá skipið nakrar vikur í Sal- tangará, har verksmiðjan varð broytt og nútímans- gjørd. Skipari á seinasta túrin- um eystanfyri var Sonni Johannesen. Manningartal- ið var 38. – Enniberg er nú liðugur við kvotuna í norskum sjógvi, men enn er nakað eftir av kvotuni í russiskum sjógvi, sigur Mortan. Í Irmingarhavið Enniberg roynir nú eftir kongafiski í Irmingarhavin- um. Fiskurin verður av- høvdaður og frystur. Skipari er Jógvan Líggjas Gregersen, og manningar- talið er 30. – Vit gjørdu tveir hampi- ligar túrar í Irmingarhavin- um í fjør. Í løtuni er ikki greitt, um vit gera ein ella tveir túrar í ár, sigur Mortan Johannesen, reiðari. Úr Barentshavinum í Irmingarhavið Um einar 10-14 dagar koma nýggju trol- bátarnir, Norðleivur hjá Kjartani Joensen og Fríðborg hjá Osmundi Justinussen, til Føroya NÝBYGNINGAR Vilmund Jacobsen Tveir nýggir og snotuligir trolbátar eru á veg inn í føroyska fiskiskipaflotan. Kjartan Joensen í Leir- vík, sum eigur Norðleiv og P/F Sæborg, sum átti Rað- hamar, hava latið tveir nýggjar trolbátar byggja á Ósey á Havnafjørðinum í Íslandi. Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi, og skipini eru bygd liðug í Íslandi. Norðleivur varð sjósettur í gjár, og ætlandi sjósettu teir Fríðborg á Ósey í gjár- kvøldið. Tummas Justinussen sig- ur, at ætlandi verða skipini í Føroyum um einar 10-14 dagar, og bæði skipini koma í senn. Hann sigur, at byggitíðin hevur ikki hildið heilt, og tað var ikki so óvæntandi, tí leveringstíðin var so stutt. – Vit frættu um tveir skrokkar úr stáli, ið stóðu á Ósey, sum ikki vóru seldir. Vit gjørdu sáttmála við skipasmiðjuna, og bygging- in byrjaði ikki fyrr enn í fjør heyst. So, eg haldi, vit kunnu siga, at arbeiðið hev- ur gingið hampiliga væl, sigur Tummas. Norðleivur og Fríðborg hava eitt systurskip í Ís- landi, sum hevur riggað sera væl, og tí hava teir góðar vónir um hesar báðar trolbátarnar. Skipini eru 19,40 metrar long og 5 metrar breið. Maskinurnar eru 425 hk. Sum skilst, hevur Ósey bygt fleiri smáar bátar sum hesar. Byggihøllin á skipa- smiðjuni er 55 metrar long, 22 metrar breið og 18 metr- ar høg. Ólíka umstøður Kjartan Joensen sigur, at umstøðurnar umborð á nýggju trolbátunum kunnu ikki samanberast við um- støðurnar umborð á eitt nú Norðleivi og øðrum goml- um trolbátum í okkara fiskiskipaflota. – Norðleivur, sum er gamli Stigabarmur, er 35 ára gamal. Vit gjørdu nakað við skipið, tá ið vit keyptu tað, men hetta er framvegis eitt gamalt skip og eitt gamalt »amboð«. Kjartan heldur, at orsøkin til, at fólk yvirhøvur fæst at sigla við hesum bátunum, er, at tað gevur úrtøku, men manningarumstøðurnar eru vánaligar. – Tú arbeiðir á dekkinum og í lastini undir ringum umstøðum, og tá ið tú fert í koyggjuna, noyðist tú at hava plastik omaná dýnuni fyri at sova nøkulunda turr- ur. Bæði Tummas Justinuss- en og Kjartan Joensen eru væl nøgdir við apeteringina umborð á nýggju trolbátun- um, sum gevur manningini nógv betri umstøður, enn teir eru vanir við umborð á gomlu trolbátunum. – Vit halda, at tíðin var komin at skifta trolbátarnar út, siga teir báðir. Bæði Norðleivur og Fríð- borg koma inn fyri trolbát- ar, sum hava loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar, og báðir lúka tær treytir, sum her eru galdandi. Norðleivur sjósettur týsdagin Enniberg er liðugur við kvotuna í norskum sjógvi, men enn er nakað eftir av kvotuni í russiskum sjógvi, sigur Mortan Johannesen, reiðari Manningarumstøðurnar umborð á systurskipunum, Norðleivi og Fríðborg, kunnu ikki samanberast við umstøðurnar umborð á gomlu trolbátunum. – Vit halda, at tíðin var komin at skifta trolbátarnar út, siga Tummas Justinussen og Kjartan Joensen. Myndin er av einum systurskipi Tað er skeivt, at ein inntøka upp á hálvtannaðhundraðtú sund krónur skal toppskattast. Stigin skal broytast, og loftið hækkast, sigur fólkafloksvalevni til løgtingsvalið LØGTINGSVAL Edvard Joensen Skattastigin skal broytast, so hann stendur í lutfall til tað, hann var, tá broytt varð seinast, sigur Ingi Olsen, sum er uppstillaður til løgtingsvalið á fólkafloks- listanum í Norðurstreymoy. – Tað er ikki rætt, at ein inntøka upp á hálvtannað- hundraðtúsund krónur skal roknast sum ein háinntøka og verða skattað sum so- vorðin, sigur hann. Tað stendur ikki mát við veru- leikan, vísir hann á. Ingi Olsen er 33 ára gamal. Arbeiðir í Føroya Banka í Vestmanna og í Vágum, har vit hitta hann í bankanum í Miðvági. Maðurin er kendur hond- bóltspælari og ein av ber- andi kreftunum á fyrsta mansliði hjá VÍF mongu seinnu árini umframt eisini á landsliðnum. – Sum bankamaður, sigur hann, dugir ein at síggja tað órímiliga í, at skattastigin er, sum hann er. Tað er heilt greitt, at tað er torførari hjá einum, sum hevur eina vanliga arbeiðs- mannløn, at fáa sømdir, enn hjá einum, sum hevur eina fasta, og ofta hægri, løn. Og tað botnar so aftur í, at tað verður ov lítið eftir hjá tí, sum hevur lægru lønina, sum kortini verður skattað sum ein toppløn. – Tað er eingin ivi um, at vit eiga at broyta skatta- stigan soleiðis, at inntøkan ikki verður toppskattað, fyrr enn hon er komin á eina hædd, sum í lutfallið svarar til tað, toppurin var, tá stigin varð broyttur sein- ast. Skal geva avkast Ingi Olsen heldur, at tað eru ov nógvir almennir stovnar og grunnar, sum kappast á ólíka føti við privat feløg av sama slagi. Eitt nú nevnir hann Ílegg- ingargrunnin (60 millióna grunnin) og Húsaláns- grunnin, sum báðir læna pengar út í kapping við peningastovnarnar. Men teir kappast ikki á handilsligum grundarlagi, fýlist hann á. Tað skuldi verið kravt av teimum, at teir geva eitt avkast, sum í minsta lagi skal vera tað sama, sum fæst frá líknandi privatum fyritøkum, sigur hann. Hann vísir til ymisk al- menn partafeløg, sum eftir hansara tykki leggja ov lítið aftur til eigaran, sum er landskassin. Viðhvørt um- vegis ymsar grunnar. – Tað eru bara Føroya Banki, og so nú eisini Før- oya Tele, sum geva nakað avkast yvirhøvur, sigur hann. Og tað eigur at verða broytt, so treytir verða lagdar á hear fyritøkurnar, at tær geva nakað aftur fyri pengarnar, tær fáa. Hann heldur, at tað er rætt at privatisera so nógvar almennar fyritøkur, sum vit kunnu. Ingi Olsen heldur ikki, at tað almenna skal liggja og blanda seg upp í arbeiðs- marknaðarmál. Gjørdar eiga at verða rammulógir, sum arbeiðs- marknaðurin so heldur seg innanfyri. Soleiðis kann vinnulívið eisini kenna seg tryggari, tá tað fær frið at arbeiða. – At tað almenna leggur upp í ítøkilig mál, eigur ikki at koma fyri, sigur hann. Tað skulu partarnir sjálvir avgreiða. Pensión Pensiónsmálið er tungt at syfta, heldur Ingi Olsen. Nóvir hava roynt, og nógvar eru hugsaninar um, hvussu tað skal gerast. Men stríggið er. Og púra vist er, at tað tekur ár at gjøg- numføra eina pensiónslóg. Ingi Olsen vísir á, at tað verða alt færri fólk at gjalda eina pensíonsskipan. Meðalaldurin hækkar, og fleiri pensionistar vera tí, samstundis unga fólkið lærir longri og byrjar seinni at vinna pening til at gjalda í pensiónskassar. Tí heldur Ingi Olsen, at rætta loysnin er, at hvør rindar til sína egnu skipan. Eina privata tryggingar- skipan. Hann ásannar tó, at neyð- ugt verður hjá tí almenna at hava eina almenna fólka- pensión. Tí tað verða altíð nøkur, sum ikki hava pri- vatar skipanir, og tey skulu sjálvandi eisini upp í part, tá teirra tíð kemur. Samferðslan Ungi fólkafloksmaðurin í Norðurstreymoy, sum hev- ur havt sæti rímiliga reglu- liga á tingi seinnu helvt av seinasta valskeiði, heldur, at ikki er ráðiligt at lova ov nógv. Heldur vil hann vísa á ymiskt, sitandi samgonga hevur gjørt, og sigur, at tá hann kemur aftur á ting, heldur hann ikki vera fyri neyðini at broyta kós men arbeiða eftir sama leisti, sum higartil. Eitt nú innan samferðsl- una, vísir hann á. Tvær ferj- ur hevur samgongan fingið hesi árini. Teistin er farin at sigla, og Smyril er í gerð. Eisini er lóg komin, sum tryggjar, at kommunur, sum hava ferjulegur, ið verða niðurlagdar, fáa endurgjald fyri hesar. Her hugsar í fyrsta lagi um Vestmanna. Og seinni verður Leirvík eisini aktuell, tá undir- sjóvartunnilin kemur har. Men skal Vestmanna verða lív lagað í framtíðini, má ferðslan leggjast um, og eitt hol gerast at koyra ígjøgnum, sigur hann. Tað kann henda, at tað verður ikki sami regularitetur á Vestmannavegnum alt árið, sum tað er nú, flogrutan dagliga koyrir har, óttast hann fyri. Vestmann fer at liggja sum ein blindtarmur, og tá er skjótt at verða burturgloymdur eina løtu. Vallyfti Annars heldur Ingi Olsen ikki, at tað er so øgiliga skilagott at geva nogv og dýr vallyfti. Hendan egn- ingin, sum er upp undir val, man ikki geva tað stóra. Uttan í mongum førum ein trupulleika at greiða frá, tá fýra ár eru farin hvat varð av øllum lyftunum, givin vórðu. – Soleiðis vænti eg, at Javnaðarflokkurin fer at hava tað, tá næsta valskeið er av, um teir koma í sam- gongu. Og júst her er tað, alt botnar. Tú kanst lova í eyst og vest, men tað ræður rættiliga nógv um, hvørjum tú kemur í samgongu við, um tú fært nakað gjøgnum- ført av øllum tí, tú hevur lovað. – Eg meti sjálvur, at tað er rættast at hyggja at, hvat gjørt er undanfarin ár og vísa á tað. Tí í sama anda fara vit at arbeiða víðari, sigur Ingi Olsen, fólka- floksvalevni í Norður- streymoy. Skattastigin eigur at broytast At geva gylt vallyfti við nógvum tølum, gevur bara ein trupulleika við at skula greiða frá, hvar alt fór, tá valskeiðið er endað, sigur Ingi Olsen Mynd: Edvard Joensen Skattastigin skal broytast. Ein inntøka, sum var háinntøka, seinast broytt varð, er í dag ikki háinntøka meira. Tí má stigin broytast í mun til tað, inntøkugrundarlagið er broytt, sigur Ingi Olsen, valevni Fólkafloksins í Norðurstreymoy Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6