Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 73 - 18. apríl 2002 Nr. 73 - 18. apríl 2002 9 Í dag fara 7 fyritøkur úr Klaksvík til Glas- gow, har tær teir næstu dagarnar skulu luttaka á eini altjóða framsýning innan fiski- og alivinnuna VINNULÍV Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Um 7 fyritøkur úr Klaksvík fara í dag við flogfarinum til Glasgow, har tær teir næstu dagarnar skulu luttaka á eini altjóða framsýning innan fiski- og alivinnuna. - Talan er um smærri veitingarfyritøkur, sum hava sligið seg saman um eitt samstarv á altjóða økinum, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaks- víkar Býráð. Alt á einum stað Framsýningin í Glasgow er ein útgerðarframsýning, sum vísir fram alt tað nýggjasta innan fiski- og alivinnuna. Hetta er ein framsýning, sum er ætlað veitingarfyritøkum innan hesi øki, og luttaka fyri- tøkur úr øllum heiminum á framsýningini. Síðan 1998 hava fyri- tøkur úr Klaksvík eisini luttikið á framsýningini, og so verður eisini í ár. Rani Nolsøe greiðir frá, at talan er um smærri fyritøkur, sum ikki eru nóg stórar til at klára seg einsa- mallar á eini slíkari stevnu. - Sum menningarstjóri er tað mín uppgáva at skapa eitt samstarv millum hesar fyritøkur, soleiðis at tær á tann hátt kunnu standa sterkari á tí altjóða pallin- um, sigur hann. Rani greiðir víðari frá, at endamálið við at fara á eina slíka stevnu er at kunna seg um allar tær broytingarnar, sum alla tíðina fara fram innan fiski- og alivinnuna. - Á eini framsýning sum hesi fáa vit alt á einum stað. Vit síggja, hvørjar broyt- ingar eru á veg innan vinn- una, samstundis sum vit eisini fáa heilsa uppá allar tær kontaktirnar, sum vit gera brúk av dagliga. Har- afturat fáa vit so eisini marknaðarført okkum á tí altjóða pallinum, sum ein slík stevna jú er, sigur Rani. Fyritøkurnar fara avstað tíðliga hósmorgunin, og byrjar framsýningin sama dag. Framsýningin hevur opið líka til leygardagin, og verða fyritøkurnar við allar dagarnar. ESE í Bruxelles Fyrst í næstu viku letur ein onnur stevna upp. Hetta er European Seafood Exhi- bition stevnan í Bruxelles, eisini kallað ESE. Og eisini á hesi stevnu luttaka før- oyskar fyritøkur. Her er talan um talan um fyritøkur innan føroysku útflutningsvinnuna, sum fara avstað fyri at finna útav, hvussu marknaðar- støðan innan hesa vinnu sær út í løtuni. Rani greiðir frá, at umráðandi er altíð at fylgja við teim broytingum, sum henda innan vinnuna, sum tú arbeiðir við. - Um fyritøkan hjá tær skal kunna veita optimala tænastu, so má hon hava eina dagførda vitan um tann altjóða marknaðin í dag. Her hugsi eg um, hvør tendensur rørist innan vinnuna júst nú, og eisini hvat marknaðurin spyr eftir í løtuni. Og tað er her, at slíkar stevnur kunnu nýtast sum eitt slag av marknaðar- barometri, sigur hann. Fyrireika alt árið Rani Nolsøe greiðir eisini frá, at fyrireikingarnar til hesar báðar stevnurnar hava verið í gongd alt árið. - Vit ynskja at luttaka hvørt ár, og tískil fara vit undir fyrireikingarnar til næsta ár, so skjótt sum vit koma heim aftur, sigur hann. Harafturat sigur hann eisini, at um alt gongur sum tað skal, so fara fyritøk- urnar avstað við teirra egna bási næsta ár. - Í ár hava fyritøkurnar úr Klaksvík ongan bás, har tær kunnu vísa teirra egna fram, men hetta skal broytast, sigur Rani. - Í ár 2000 høvdu vit ein føroyskan bás við okkum, og tað riggaði avbera væl. Tí er ætlanin, at vit næsta ár fara avstað við einum klaksvíks-bási, sum tær smærri fyritøkurnar allar standa saman um, sigur Rani at enda. Klaksvíkar Sløkkilið skipaði týsdagin fyri eini sløkkiliðsroynd umborð á bátinum Fram, sum liggur í Klaksví SLØKKILIÐSROYND Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Týsdagin eftir middagsleitið fingu allir sløkkiliðsmennirnir í Klaksvík boð um, at eldur var í maskinrúminum um- borð á bátinum Fram. Tveir menn skuldu vera staddir í sama maskinrúmi, og tí ráddi um at skunda sær. Skjótt vóru allir mennir- nir á staðnum, og frosk menn fóru oman í maskin- rúmið at leita eftir hesum báðum monnum. Men illa gekst at finna teir. Trongligt var umborð, og tí var ringt at finna fram til, hvar mennirnir vóru staddir. Tískil tóku teir nýggja hitasøkjandi tólið hjá Sløkkiliðnum í brúk. Hetta er eitt tól, ið verður nevnt FireFlire, sum Klaksvíkar Sløkkilið hevur fingið sum gávu frá Norðoya Spari- kassa. Og tá gekk betur. Bert ein lítil løta gekk, áðrenn mennirnir í maskinrúmin- um vórðu funnir og bjarg- aðir upp úr maskinrúm- inum. Tástani fingu sløkkiliðs- mennirnir at vita, at talan bert var um eina roynd. - Neyðugt er við roynd- um alla tíðina, og vit eru væl nøgdir við úrslitið av royndini týsdagin, sigur Kári Kjelnes, formaður í Klaksvíkar Sløkkilið. - Skjótt var at finna fram til mennirnar í maskin- rúminum, og menn fóru fúsir til verka, sigur Kári í stuttari viðtalu. FYRISITING Jóanes N. Dalsgaard Í mars mánaða 1992 samtykti Føroya Løgting lóg um arbeiðsloysis- trygging í Føroyum. Lóg- in bar í sær, at ein fyri- sitingarligur myndugleiki var settur á stovn. Hesin skuldi standa fyri inn- krevjing av tryggingar- gjaldi og útgjaldan av trygging. Myndugleikin fekk heitið Arbeiðsloysis- tryggingin, stytt ALS. Endamálið við ALS er at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys og at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum. Har- afturat skal ALS umsita arbeiðsávísing fyri før- oyska arbeiðsmarknaðin. Hetta er ásett í lóg, sum løgtingið hevur samtykt. Virksemið hjá ALS verður fíggja við tvung- num gjøldum frá løntak- arum um løngjaldarum. Hetta er ásett í lóg, sum løgtingið hevur samtykt. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum velur eitt stýrið, at fyrisita og hava ábyrgdina av ALS. Stýrið, sum lands- stýrismaðurin velur, setur ein stjóra at hava dagligu leiðsluna av stovninum um hendi. Hetta er ásett í lóg, sum løgtingið hevur samtykt. ALS verður sum nevnt fíggjað við tvungnum gjaldi frá løntakarum og løngjaldarum. Støddin á tvungna gjaldinum má ikki fara uppum eitt há- mark, sum er ásett í løg- tingslóg. Men innanfyri lógarásetta karmin kann stýrið fyri ALS broyta gjaldið við kunngerð. Hetta er ásett í lóg, sum løgtingið hevur samtykt. Um fólk av einihvørji orsøk ikki gjalda tvungna gjaldið til ALS, kann stovnurin krevja gjaldið inn við panting. Hetta er ásett í lóg, sum løgtingið hevur samtykt. Kortini fastheldur stýr- ið fyri ALS, at stovnurin ikki partur av almennu fyrisitingini í Føroyum. Stýrið metir, at ALS meira at kalla er ein sjálvsognarstovnur. Stýrið fyri ALS tók eina so- nevnda prinsippavgerð um hetta, í september mánaða 1997. Stýrið sam- tykti við øðrum orðum, at ALS er ein privatur stovnur. FYRISITING Jóanes N. Dalsgaard Stýrið fyri Arbeiðsloysis- skipanini hevur avgjørt at ALS er ein privatur stovn- ur. Spurningurin um hvørt ein stovnur er almennur ella privatur snýr seg um, hvørt stovnurin kemur undir tað vit kunnu kalla fyrisitingarlóggávuna. Fyrisitingarlóggávan um- fatar fyrst og fremst fyri- sitingarlógina og lógina um alment innlit. Fyrisitingar- lóggávan er til fyri at tryggja borgaran ímóti til- vildarligari viðferð frá almennari síðu. Fyrisit- ingarlóggávan fyriskrivar hvørjar skyldur fyrisitingin hevur mótvegis borgarun- um, og hvørji rættindi borgararnir hava mótvegis fyrisitingini. Lóggáva, sum hevur til endamáls at verja borgaran mótvegis fyri- sitingini, er sjálvssagdur partur av lóggávuni í demokratiskum londum um okkara leiðir. Eisini í Før- oyum noyðast almennir myndugleikar at akta fyrisitingarlóggávu. Men lóggávan er bert galdandi fyri almennar myndug- leikar. Og stýrið fyri ALS hevur, sum nevnt avgjørt, at Arbeiðsloysistryggingin er ein privatur stovnur. Men hvussu kunnu vit skilja ímillum hvat eru almennir stovnar og ikki? Er tað nakað tann einstaka stovnsleiðslan sjálv avger? Um so er, ber til at hugsa sær, at Strandfaraskip Landsins ella Landsverk- frøðingurin í morgin eru privatir stovnar, tí at stovns- leiðslan hevur avgjørt, at so skal vera. Hetta hava flestu okkara ivaleyst ilt við at fáa at passa. Hin møguleikin er, at tað eru ávís atlit, viðurskifti ella eginleikar við tí ein- staka stovninum, sum eru avgerandi fyri, um stovn- urin er almennur ella pri- vatur. Um so er, ber til at taka dagar ímillum hvørt ein stovnur er almennur ella privatur, bara við at hyggja at, hvussu hann er skipaður, hvussu hann virk- ar ella hvørjar heimildir hann hevur. Um vit hyggja at ALS og lóggávugrundarlagnum undir stovninum, so er ymisk sum týðuliga bendir á, at talan er um ein al- mennan stovn. Í §9 í lógini fyri ALS stendur, at eftirstøður til stovnin kunnu krevjast inn við panting. Panting er, tá tað almenna tekur veð í ogn hjá borgara, fyri falna skuld, sum borgarin hevur mótvegis tí almenna. At taka sær av panting eru so- nevndir pantifútar. Virk- semið hjá pantifútunum í Føroyum er reglað (regu- lera) í "Bekendtgørelse nr. 9 af 11. januar 1936. Vej- ledning for pantefogeder på Færøerne". Í §1 í hesi kunngerð stendur: "Pante- fogeden kan kun foretage Udpantning for Kommune- skatter, Kongs- og Matrik- ulsskatter, Lejeafgifter af Statens Fæstegods og alle andre Afgifter til det offentlige". Tað merkis- verda í hesi lógargrein eru orðini "og alle andre Afgifter til det offentlige". Av hesum er týðuligt, at panting bara snýr seg um skattir og avgjøld til tað almenna. Tá ALS-gjaldið kann krevjast inn við panting má tað vera tí, at ALS-gjaldið er ein skattur ella eitt avgjald til tað almenna. Í §12, §13, §16, §20, §21 og §24 í lógini um ALS stendur, at stýrið fyri ALS hevur heimild til at gera kunngerðir. Ein kunngerð er ein fyrisitingarlig lógar- áseting, sum ein fyrisiting- armyndugleiki ger, vegna løgtingið. Oftast er tað landsstýrið sum hevur heimild frá løgtinginum til at gera kunngerðir, men eisini lægri fyrisitingarligir myndugleikar kunnu fáa slíka heimild. Men um vit hyggja at stýrisskipanar- lógini, so kunnu privatir stovnar ongantíð fáa heim- ALS – almenn ella privat? ALS - við løgfrøðini ímóti sær Norðingar fylgja við uttanlands Sløkkiliðsroynd í Klaksvík Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Býráð FYRISITING Jóanes N. Dalsgaard Í september mánaða 1997 tók stýrið fyri ALS eina sonevnda prinsippavgerð um, at ALS ikki er partur av almennu fyrisitingini í Føroyum, og at fyrisiting- arlóggávan tískil ikki er galdandi fyri stovnin. Avgerðina um, at ALS er ein privatur stovnur hevur stýrið fyri stovnin tikið av sínum eintingum. Tó valdi stýrið at ráðføra seg við ein sakførara áðrenn prin- sippavgerðin varð tikin. Sakførarin, sum søkti sær ráð hjá, sigur í skrivi til stýrið fyri ALS dagfest 29. mei 1997, at fyrisitingar- lógin og lógin um alment innlit er galdandi fyri ALS. Sakførarin meinar við øðrum orðum, at ALS er ein almennur stovnur, og hann er sostatt ósamdur við stýrinum fyri ALS, sum meinar at stovnurin er privatur. Stýrið fyri ALS velur ikki at lurta eftir sakføraranum, og tekur eitt hálvt ár seinni prinsipp- avgerð um, at ALS ikki er ein almennur stovnur. Táverandi landsstýris- maðurin í arbeiðsmarkn- aðarmálum, Finnbogi Arge, tó í juli mánaða 1998 av- gerð um, at ALS er umfata av fyrisitingarlóggávuni. Hetta hevur landsstýrið heimild til sambært fyri- sitingarlógini og lógini um alment innlit. Landsstýrin- um er heimila at gera av, at ein stovnur er umfataður av fyrisitingarlóggávuni, og tað er tað heimildina Finn- bogi Arge hevur brúkt. Av skjølum frá ALS sæst, at stýrið á fundi 24. august 1998 hevur valt, at partvíst at geva seg undir fyrisiting- arlóggávuna. Tað merkis- verda í hesum er, at stýrið ikki viðurkennir avgerðina hjá landsstýrismanninum, sum bindandi fyri stýrið. Stýrið hevur valt at fylgja fyrisitingarlóggávuni, og stýrið kann til eina og hvørja tíð velja ikki at fylgja fyrisitingarlóggáv- uni. Tað var, sum sæst, í 1998 at stýrið fyri ALS gjørdi greitt, at tað ikki viður- kendi rættin hjá lands- stýrismanninum, at áleggja stovninum at fylgja fyri- sitingalóggávuni. Men hvussu er støðan í dag. Sosialurin hevur vent sær til stjóran fyri ALS Elisa- beth Gaardbo, fyri at vita, hvørja støðu stovnurin í dag hevur til avgerðina hjá landsstýrismanninum í 1998. - Støða okkara er óbroytt síðani 1998. Vit meta fram- vegis ikki, at ALS er ein almennur stovnur. Men vit hava valt at fylgja fyrisit- ingarlógini og lógini um alment innlit. Hetta hava vit valt at gera av praktiskum grundum, men ikki tí at vit meina okkum at hava skyldu til tað, sigur stjórin á ALS Elisabeth Gaardbo. Sosialurin hevur spurt núverandi landsstýris- mannin í arbeiðsmarkn- aðarmálum Bjarna Djur- holm, hvørja støðu hann hevur til, at stýrið fyri ALS ikki rættar seg eftir teimum áleggingum, sum komnar eru úr landsstýrinum. Í skrivið til Sosialin svarar Bjarni Djurholm m.a. so- leiðis: - Avgerðin hjá lands- stýrismanninum um at ALS er umfatað av løgtings- lógini um alment innlit, stendur framvegis við. Spurningurin um hvønn rættarligan status ALS hevur, hevur eisini týdning í mun til 1) um inntøkur og útreiðslur hjá ALS eiga at verða tiknar uppí løgtings- fíggjarlógina, 2) um ALS- gjaldið er umfatað av landsskassans roknskapar- og grannskoðanarreglum, 3) um ALS gjaldið er at meta sum ein skattur, sum skal játtast á løgtings- fíggjarlógini. Tað tykist ikki sum at semja er um nevndu spurningar, og hevur verið arbeitt við at seta arbeiðsbólk at útgreina spurningarnar. Bólkurin varð tíverri ikki settur, tá val til Løgtingið varð út- skrivað, men eg (Bjarni Djurholm, blm.) vil mæla til, at spurningurin um at seta arbeiðsbólk at gera útgreiningararbeiði við- víkjandi ALS verður tikin uppaftur beinanvegin eftir valið. Eftir stendur, at í 10 ár hevur ein privatur stovnur kravt skatt inn frá øllum løntakarum og løngjald- arum í Føroyum. Í 10 ár hevur ein privatur stovnur lóggivið og havt útinnandi vald í Føroyum. Í 10 ár hevur ein privatur stovnur havt ótarnaða atgongd til persónligar upplýsingar hjá Toll- og Skattstovu Føroya og Almannastovuni. Eftir stendur, at stýrið fyri ALS er ein statur í statinum. Og tað ætlar avvarðandi lands- stýrismaður heilt vist, at eftirmaður hansara eigur at seta ein arbeiðsbólk at kanna nærri. ild til at gera kunngerðir. Stýrisskipanarlógin, sum er ovasta føroyska lógin, ásetir í §1, at lóggávu- valdið er hjá løgtingi og løgmanni í felag. Stýris- skipanarlógin nevnir í hesum sambandi einki um privatar persónar ella stovnar. Privatir stovnar kunnu sostatt ikki hava lóggávuvald, og teir kunnu sostatt heldur ikki hava heimild til at gera kunn- gerðir. §1 í Stýrisskip- anarlógini sigur eisini, at útinnandi valdi er hjá landsstýrinum. Útinnandi vald hevur tann myndug- leiki, sum virkar við tí endamálið at uppfylla ásetingar í lóg. At útinn- andi valdið er hjá lands- stýrinum merkir, at bara landsstýrið ella stovnar undir landsstýrinum kunnu hava til uppgávu at upp- fylla ásetingar í lóg. Venda vit nú hesum báðum áset- ingunum í Stýrisskipanar- lógini við, so síggja vit, at einhvør stovnur, sum frá løgtinginum hevur fingið heimild til at gera kunn- gerðir, er partur av tí lóg- gevandi valdinum, sum liggur hjá løgtingið og løgmanni í felag. Somu- leiðis síggja vit, at einhvør stovnur, sum hevur til uppgávu at uppfylla áset- ingar í lóg, er partur av tí útinnandi valdinum, sum liggur hjá landsstýrinum. Stýrið fyri ALS hevur fingið heimild frá løgting- inum at gera kunngerðir, og er sostatt partur av lóg- gevandi valdinum. Somu- leiðis hevur stýrið fyri ALS til uppgávu at uppfylla ásetingarnar í lógini um ALS, og ALS er tí ein stovnur undir landsstýr- inum. Við øðrum orðum: ALS er ein almennur stovnur. Í §27 í lógini fyri ALS er ásett, at ALS kann útvega sær upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya og frá Almannastovuni. Í §27 í fyrisitingarlógini stendur, at slíkar "upplýsingar... kunnu latast víðari til ann- an fyrisitingarmyndugleika tá...tað fylgir av lóg...at upplýsingin skal latast víðari". Um ALS hevur krav uppá at fáa slíkar upplýsingar, so má ALS sambært fyrisitingarlógini vera ein almennur stovnur. Sostatt er nógv sum talar fyri, at ALS er ein al- mennur stovnur. Men stýrið hevur enn ikki megna at geva føroyska almenninginum eina tað einastu sakligu grundgev- ing fyri, hví ALS ikki skuldi verið ein almennur stovnur. ∆ ALS - ein statur í statinum - Avgerðin hjá landsstýrismanninum um at ALS er umfatað av løgtingslógini um alment innlit, stendur framvegis við. Spurningurin um hvønn rættarligan status ALS hevur, hevur eisini týdning í mun til 1) um inntøkur og útreiðslur hjá ALS eiga at verða tiknar uppí løgtings- fíggjarlógina, 2) um ALS-gjaldið er umfatað av landsskassans roknskapar- og grannskoðanarreglum, 3) um ALS gjaldið er at meta sum ein skattur, sum skal játtast á løgtingsfíggjarlógini. Tað tykist ikki sum at semja er um nevndu spurningar, og hevur verið arbeitt við at seta arbeiðsbólk at útgreina spurningarnar. Bólkurin varð tíverri ikki settur, tá val til Løgtingið varð útskrivað, men eg vil mæla til, at spurningurin um at seta arbeiðsbólk at gera útgreiningararbeiði viðvíkjandi ALS verður tikin uppaftur beinanvegin eftir valið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Táverandi landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Finnbogi Arge, tók í juli mánaða 1998 avgerð um, at ALS er umfatað av fyrisitingarlóggávuni -Vit meta framvegis ikki, at ALS er ein almennur stovnur. Men vit hava valt at fylgja fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit, sigur Elisabeth Gaardbo, stjóri á ALS C M Y K 9 8 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Almera 1,5 Comfort bláur, 5 hurðar, árg. 2001, 10.000 km. 120.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 306 XS 2,0 St. Car Ljósa bláur, 5 hurðar, árg. 1999. 130.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Saab 900 S reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 119.000 km. 98.000 Toyota Starlet bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 60.000 km. 65.000 Mazda 323 F 1,6i GLX vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 116.000 km. 77.000 Seat Cordoba Vario 1,4 bláur, 5 hurðar, árg. 1999, 25.000 km. 89.000 Ford Fiesta bláur, 5 hurðar, 130.000 km. 22.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,6 reyður, 5 hurðar, árg. 1999, 52.000 km. 119.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000