leygardagur 20. mars 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
20. mars 1954
FRAGREIÐING
frá Foroya Reiðaraíelag
Tað verkfallið, sum í dag hevur
lagt stóran part av fiskiflotanum
lamnan, er av einum serligum
slag, sum ikki áður hevur verið
kent í føroyskum fiskivinnuni.
Eftir teirri ábyrgd, ið føroyskir
reiðarar kenna seg at hava fyri
samfelagnum, eru teir sera harmir
um hesa støðu.
Tað hevur áður verið siður her
á landi, at orð, avgerðir og sátt-
málar skuldu verða hildnir. Hetta
man frá fyrndartíð hava eyðkent
hetta fólk, hin einstaka eins og
felagsskapin.
Í semingini 19. apríl 1953 varð
sáttmáli gjørdur ið tryggjaði ar-
beiðsfrið millum fiskimenn og reið
arar til 1. januar 1955. Hetta vóru
feløgini komin ásamt um og eingin
vardi at hesi lyftir, ið enntá vóru
skrivlig, skuldu verða brotin.
Hin 30. desember 1953 hendi
so tað, ið ikki áður er kent í føroy-
skum organisatiónslívi, at Føroya
Fiskimannafelag sigur seg leysan
av teim sáttmálum, ið teir við
undirskrift eru bundnir av. Hetta
varð gjørt í bræði til Føroya Reið-
arafelag, og kom tað sum ein
heldur óhugnalig nýggjársheilsan.
Undirritaða felag hevur ongan-
tíð verið í iva um, at teir undir-
ritaðu sáttmálarnir framvegis vóru
í gildi og eru vit av teirri áskoðan,
at tann dómurin, ið fall í rætti-
num seinasta mikukvøld, hevur
givið okkum viðhald í hesum.
Áður enn trætumálið varð
skotið inn undir rættin at avgera,
hevur felag okkara ferð eftir ferð,
bæði í brævaskifti, í lýsing, í
bløðunum og munnliga roynt at
greitt Føroya Fiskimannafelag frá
tí ólógligu støðu teir hava tikið í
hesum máli, Hetta tykist tó ikki
at hava rinið á felagsstjórn teirra
ella á formanninum í Føroya Fiski
mannafelag.
Úttan nakran freist, hvat eisini
er óvanligt, lýsti so formaður
Føroya Fiskimannafelags verkfall,
í bløðunum fastalávintstýsmorgun.
Aftaná lýsingina um verkfall,
og okkum vitandi ikki framman-
undan, vendi so felagsstjórnin í
Føroya Fiskimannafelag sær til
limir sínar runt landið til viðgerð
av verkfalli, Eisini henda áheitan
fór heldur óvanliga fram, m. a. í
tí, at limirnir í Føroya Fiskimanna
felag samstundis fingu aðrar
spurningar at greiða atkvøðu fyri,
enn teir ið viðvíkja sjálvum sátt-
málanum, ella sum nøkur træta
hevur staðið um millum feløgini,
sum t. d. fiskaprísin í Grønlandi
til komandi summar. Feløgini,
eisini Føroya Fiskimannafelag,
vóru frammanundan samd um, at
ikki bar til at avgera henda spurn-
ing fyrrenn í apríl mánaða, orð-
sakað av søluviðurskiftum í Italiu.
Henda atkvøðuhátt halda vit vera
heldur ókendan í vesturdemo-
kratiskum londum.
Eftir okkara áskoðan er alt verk
fallið lagt inn á eitt annað plan,
enn til at umfata fakligar spurn-
ingar. Hóast alt hetta, so hevur
Føroya Reiðarafelag, av ábyrgd
fyri samfelagnum, sínum egnu
limum, eins og limum Føroya
Fiskimannafelags roynt at fingið
eina skjóta avgerð, sum kundi fáa
ein skjótan enda á hesum ólógliga
verkfallinum. Fyri at fremja hetta
endamál, skutu vit upp, at
træturnar skuldu verða avgjørdar
við gerðarrætti. Føroya Fiski-
mannafelag afturímóti hevur av-
víst allar skjótar avgerðir, og
noyddust vit tí at leggja málið
fyri rætting
Undir „hesum sakarmáli var
semingsroynd gjørd, har Føroya
Reiðarafelag hóast tað ikki hevði
skyldu til tess, royndi at bøta um
sáttmálan, men aftursvarið frá
leiðsluni í Føroya Fiskimanna-
felag var bert, at teir settu ovur-
stór krøv fram, Ábyrgdin fyri, at
henda semingsroynd misseydn-
aðist, má tí vera løgd á samráð-
ingarnevndina i Føroya Fiski-
mannafelag.
Úrslitið av dóminum var, sjálvt
um sakin var avvíst, at tað í pre-
missunum verður sagt, at verk-
fallið má haldast at vera ólógligt.
Í hesum sambandi skulu vit undir-
strika, at premissirnar í dóminum
ikki blivu tiknar við í blaðið hjá
felagsformanni Føroya Fiski-
mannafelag, fyri at fjala fyri fólki
hvat ið rætturin hevur sagt um
málið.
Aftaná, at dómurin fall, hava
úrslitaleysar tingingar farið fram,
har eisini sakførarar felaganna
hava lut í.
Beint aftaná, at dómurin var
fallin, setti Føroya Reiðarafelag
seg í samband við jur. ráðgevara
í Keypmannahavn, sum í fjarriti
hevur sagt frá, at hin fasti gerðar-
rætturin í Keypmannahavn kann
taka endaliga avgerð í málinum,
og longu í gjárkvøldið, varð ráð-
gevari okkara í Keypmannahavn
biðin um at leggja málið fyri
henda rættin, og kann henda av-
gerð m. a. føra við sær, at Føroya
Fiskimannafelag fellur í »Bod«.
Orsakað av teimum villeiðandi
skuldsetingum í 14. september nr.
32 um, at reiðarar senda følsk
tíðindu út á bygdirnar, loyva vit
okkum at senda bløðunum hesa
frågreiding.
Føroya Reiðarafelag
Meira i samband vid eplahandilin
Tann skipan fyr; eplahandli, ið
prentað varð her í blaðnum, er sam-
tykt av nýggjum av stjórn Føroya
Búnaðarfelags síðsta ár.
Framleiðari, sum skal selja undir
hesum treytum, má hava eitt sindur av
útgerð — um ikki annað so eina goyms
lu og eitt amboð at skilja við. Hetta
nýtir ikki at kosta nógv.
Goymslan.
Ein eplagoymsla skal vera a) turr,
b) løtt at halda rein, c) løtt at lufta út,
d) hitaisolerad og e) so råmlig at epl-
inj eru løtt at koma til. Síðani gerið
bert hvor einsærur sum bíligast.
a) og b) verður í lugi um veggirnir
eru av sterkari betonblanding, gólvið
eisini og á góðari steinseting. Tá ið
nú flatin inneftir er væl smurdur við
sementvatni so poknurnar eru fyltar,
ber væl til at gera húsið heilt reint
hvørt ár áðrenn nýggj grøði kemur
innaftur, skola og hvítta so alt er reint
og nosligt og bakteriur og soppur
dripið. Takið er bíligast av tjørupapp
á pløgdum tróðri.
c) Luftskifti. Einki er so argt at rota
í goymsluni sum innibyrgd luft. Ti
mugu opilsi vera á rúminum: Ein
rúmlig renna undir heilum eitt stykki
frá húsinum munnar upp í miðjum
gólvinum og ein rúmligur skorsteinur
(einar 40 cm? fyri hvønn m? av gólv-
øki). Tað er eisini klókt at hava eina
hurð, sum gongur inneftir ið er rimað,
og eina, ið gongur úleftir, ið er tøtt.
Henda uttara hurin verður so bert latin
aftur tá ið vandi er fyri frosti, meðan
hin rimaða hurðin er fyri í vanligum
veðri. Luftin verður tá líka frísk inni
sum úti.
d) Hitaisoleringin. Her er baking
við flag og flag á takið best og bílig-
ast. Ganga høsn leys og vandi er fyri
at tey skava flagið, ber til tá ið takt og
bakað verður, at leggja eitt høsnanet
niðuryvir flagið, hefta tað við trækílum
so grør tað niður í og verjur fyri
skavi alleingi. Skorsteinurin eigur at
vera bendlaður sum gamalt er, tí tað
er umráðandi at hann eisini er væl
isoleraður — og skal vera eitt gott tætt
lok at leggja yvir hann tá ið frost og
kavafall er. Húsið verður nú lokað
ella opað eftir veðurlagnum og tað er
umráðandi, at tað verður ikki lokað
meir enn neyðugt er fyri at verja móti
frosti og innkaving.
e) Rúm í goymsluni. Best er at hava
eplini í rimaðum krubbum — eisini
rimar í botninum somikið frá gólvinum
at ein kustur fæst inn undir. Hæddin
á eplaflánni er beinast ikki at hava
hægri enn 1 m. Er tað fyri neyðini at
hava hana hægri fyri at brúka húsa-
rúmdina, ber til at skjóta leys millum-
gólv inn. Frammanfyri krubburnar
má vera rúm til, at lata eplini úr
krubbu rapla fram á gólv og hartil
rúm fyri skiljingaramboð at standa.
Tað er umráðandi, at krubburnar eru
gjørdar so, at alt træverkið kann tak-
ast niður og berast út tá ið reingerast
og kálkast skal. Í einari sovorðnari
goymslu, skuldi so verið tey bestu
líkindi at vart eplini móti stórvegis
svinni. — Men tey mugu røkjast gjøgn
um goymingartíðina. Tá ið upptikid er.
mugu tey skiljast áðrenn tey vera løgd
í goymslu. Víðari mugu tey eftirhyggj-
ast tíðum meðan tey eru á goymslu,
og tá ið tað tykist neyðugt má takast
frá krubbuni frammanfyri so tey rapla
fram á gólv, síðani skumpast yvir
skiljingaramboðið aftur í krubbuna,
so rotin eplir fáast burturúr.
Skiljingaramboðið.
Hetta kann vera so einfalt ,at tað er
bert eitt net við 314 cm meskum, spent
uppá ein trækarm og hongt í bondum
upp í hóskandi arbeiðshædd. Við hes-
um ber til at fáa mold og småeplir frá
tí salgbæru grøðini og skrædd eplir
kunnu hentast omanav. Men tað er sjálv
andi hentari at hava eisini eitt fínari
sold, sum kan skilja smáepli frá
moldini ok kanska eitt grovari sold.
sum skilir ov stór eplir frá. Men so eru
vit longu inni á tí vanliga eplaskiljar-
anum, ið er eitt amboð, har hesi sold
verða sett inn í ein stól, sum er inn-
rættaður so, at soldin; fåast at rista,
tá ið vundið verður annaðhvørt við
hond ella maskinmegi. Eitt sovorið
amboð er ført fyri at gera arbeiði fyri
fleiri menn, er lætt at flyta og fast væl
fyri einar 200 kr. kann eg ætla.
Tað er umráðandi, at eplini eru
toliliga turr áðrenn tey koma á goyms-
lu. At stoyta tey á vøllin at turka tå
ið upp verður tikið er ein hættisligur
máti, tí tey tola ikki ljós um heystið.
Ein løta ger tó ongan skaða; men
hvussu ofta er tað ikki, ein verður kall-
aður hastiliga frá sínum arbeiði og
verður forðaður i at taka eplin; aftur
eftir ætlan. Og liggja tey nakrar tímar
er skadin skeddur. Nei, eitt gålv at
leggja tey á og posa fyri vindeygað,
so kunnu tey liggja og torna nakrar
dagar.
Nú fast eitt tilfar at ríðja á etinga-
eplir um heystið, sum ger at tey spíra
ikki. Tað hevur leingi verið roynt við
hesum, og nú sigst frá at tað virkar
væl. Men annans skuldi eitt vanligt
ár verið útvegir til at hildið eplin; frá
at næla stórvegis fyrr enn úti á vár-
inum. Og her er tað aftur umráðandi,
at tey verða goymd turr og frískari luft
H. J. Jacobsen
Fiskimenn.
48 fiskimenn og trolaramenn, línu-
menn og kokkar, sleppa til Íslands við
Drottningini næstu ferð,
Boðið frá sum skjótast.
Føroya Fiskimannafelag.
telf. 1569.
Aðalfundur
Havnar Sjónleikarfelags
verður mikukvøldið 31.
mars kl. 9.
Dagsskrá samb. lógirnar.
Nevndin