Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Ki Bl Nr. 13 pe [| [fy [ fy [fy [oh AVSANNAN Í 15 år havi eg verið ålitismadur fiskimanna í Suðuroy. Eg veit, at fiskimenn hava haft álit á mær. Og eg hugsi, at eg tori at siga, at teir ikki hava minni álit á mær í dag. Mín støða og hugur hevur verið at vart arbeiðara- og fiskimanna áhuga mál og stríðst fyri teimum. T8 er ti nógv fyri nú aftaná at hava tænt og stríðst fyri fiskimannin í so nógv ár at fáa heft svíkjara navnið á seg av manni, ið einans hevur verið uppi í í tvey ár, og sum seinasta ár tók meg og okkum allar Suðuroyingar, ja fiskimenn yvirhøvur av fótum og legði okkum í trælaleinkjur fyri tvey år, leinkjur, sum hvørki eg ella nakar Suðuroyar fiskimaður droymdi um at verða bundnir í. leinkjur, sum allir Suðuroyingar vilja vera fyrstir menn at slíta, so brátt vit hava megi til tess. og tað kann gerast á lógligan hátt. utttan at tann einstaki fiskimadurin váðar tað sindrid, hann við sliti og sleipi hevur vunnið, og verður á ór- mindahúsi við hungur og halli fyri konu børn. Eg og mínir kammirátar í Suður- oy í fjør vildu stríðast fyri at vinna tað, ið leikar á í dag, og vit høvdu dubbað okkum til stríðið og høvdu sigurin í hondum, bert vit vildu taka ímóti fylkingarhjálpini frá okkara 700.000 kammirátum í Danmark. Men tá kvetti Erlendur Paturssonur, ið er ein ársungi í organisatiónarlív- inum — tá kvetti hann okkum burtur frá sigrinum við at binda okkum til armóðssáttmálan fyr; tvey ár. Var tað óvit? Ella var tað svik? Var tað fakligt óvit? Ella var tað fakligt svik fyri at fremja annað? Hvør kann halda sítt. Ég havi mína meining, Erlendur Paturssonur. Nei, hvork; eg ella nakar Suduroy- ingur er svíkjari í stríðnum í dag. Men vit eru harmir yvir at vera niðurbund- nir av Erlends Paturssonar sáttmála. Eingin vild; sum sagt fegnari enn vit sprongt hann í spønir. Men vit kunnu ikki gera tað á ólógligan hátt. Vit kunna ikki gera tað á tann hátt við at leggja høvdið á fiskimanninum undir øks útgerðarmannsins ella geva hann upp til miskunn og náði útgerðamann- sins. Vit kunnu ikki, Erlendur Paturs- sonur, vaska missgerð tygara burtur við at leggja út í streiku, sum vit ikki vita er lóglig, ja, sum vit síggja, at landsins = einsvorni rættvísismaður, dómarin, beinavegin sigur er ólóglig. Vit eru nógv betri at okkum komnir enn so, nógv betri organisatiónarmenn enn at vit ikki eru klárir yvir hvat id vit geva okkum út í, um vit seta landið á endan við einari ólógligari streiku. Vit kenna arbeiðaranna stríðssøgu og vita, hvat ið teimum arbeiðara- feløgum er vorðið burtur úr. sum hava váðað sær út í ólógliga streiku. Hetta var tað fyrsta, ið tygum Erlendur Paturssonur skyldaði at upp- ) PI FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR lyst limirnar um, áðrenn tygum spurdi teir, um teir vildu halda fram streik- una, um hon var ólóglig. Tað er ein missgerð uttan líka ikki at hava gjørt hetta. Tað dugir ikki Erlendur Patursson- ur at kasta sær við ósannindum og briksli. Tað kemur afturumaftur í gráum kálvaskinni. Í frágreiðing tygara um ferð S/T JÓANNES PATURSSONAR til Tvør- oyri illgita tygum ella beinleiðis lata fólk skilja, at eg skal hava verið millum maður ella manningshvervari fyri Kjøl- bro á Tvøroyri tað er ikkj eitt erð satt í hesum, eg havi ikki bidid ein einasta mann, at eg saman við Danbjørg skal hava tikið nakra serstøðu ella serliga av- gerð við at geva limagjaldskvittan til teir Suðuroyingar, sum fóru við s/t J.P. — hetta er eisini villeiðandi. Søgan og støðan er hendan: Erlendur Paturssonur ringdi meg upp um 11 tíðina leygarkvøldið 20. í h. m. Hann helt fyri: Nú komu vit báðir eitt sindur tvørt fyri hvor av øðrum. Men tað gerst ikki við. — So er, helt eg. — Vit hava heitt å tykkum Suduroy- ingar ikki at fara umborð i skip norðanfjørðs, sigur hann. — Havi sæð tað. ásannaði eg. — Jóannes Paturssonur er á veg til Suðuroyar eftir fólki, sigur hann. — Havi frætt tað, segði eg. — Hann segði. at tað vóru bara officerar umborð. Havi hoyrt, at onnur manning er eisini umborð. segði eg. Fara Suðuroyingar við, spurdi hann. Visti um menn, sum ætlaðu sær við segði eg. — Vilja tygum geva mær nøvnini á hesum, bað hann. — Kenni tey ikki svaraði eg. — Fara tygum at geva teimum kvittum, spurdi hann. — Ég og formaður Suduroyar Fiski mannafelags høvdu tosað um kvittun- gevan, svaraði eg, (tå ið støðan var tann, at Suduroyar fiskimannafelag ikki var i streiku, høvdu allir fiskimenn ífylgju ta principiellu støðu, sum hevur verið felaganna millum, rætt til at gerast felagslimur og fáa limagjalds- kvittum) So, so, segði Erlendur Patursson- ur. Mín svíkjarastøða er so statt bert tann, at eg havi givið limagjaldskvittun til fiskimenn, sum eg ikki hevði rætt til at sýta hesa kvittun. Hevdi Erlendur Paturssonur fylgt okkum Suðuroyingum ífjørð og gingin inn í samfylking við Føroya Arbeiðara felag eg harvið fingið fiskimonnum tann neyðuga styrk frá okkara norðan landa starvsbrøðum at stridst til sig: urin var vunnin, var eingin streika í ár. Á Tvøroyri. 25/3-—1954. Reinhold Sýlá Eitt svar til Kjartan Litzen Vegna grein í DIMMALÆTTING undirritað Kjartan Liitzen loyvi eg mær at siga, al eg í 10 ár havi verið við MEDICUS. Aftaná Stærmose, sála, hava vit haft 10 læknar, tað sama sum eitt stúku- skifti hvør lækni. Vit Norðingar fingu so hendan nógv umtalaða lækna Hal- vorsen, sum tann slørsli parturin av Norðingum og Eysturoyingum eru væl nøgdir við. Í fyrsta stykki av greinini umtalar hann Jens Chr. Simonsen, sum er bróð- ur mín, við ógvuliga ljótum orðum, sum ger mær ilt at hoyra, og aðrar við honum. Eivind R. Nielsen lækni kenni eg eitt sindur, og hoyri, at hann er væl umtóktur, har hann er, og tað er bara gott — Suðuroyingar treingja líka væl góðan lækna, sum vit her norðan- fjørðs. Vóni eg, hann blívur verandi, har hann er. so læknafløkjan kann greiðast í øllum góðum. Fyri hann at koma her verður ikki nakar dansur á rósum, tað veitst tú, R. Nielsen, líka væl sum eg. Minnst til orðatakið: »Hann er ikki óður, ið ilt ræðist<. Skittin stendur í greinini, at sjúkrahúsperso- undir fótinum sum tað nale er, kann eg mótmæla hart. Ég eri ein av teimum, og havi eg ikki verið hampuligari vidfarin, enn tað sama. Tað háð og spott, tú Kjartan leggur slíkar menn undir, kemur tú sjálvur at standa til svars fyri, tí sannheitsorð sigur: »Spottarin kemur í spottarans hås«, so brúka tå bara ljót og óhøsk- andi orð um Halvorsen, hann er líka góður lækni fyri tað. Tey fólk, ið ikki vilja nýta Halvor- sen lækna, vil eg við gleði føra burtur við MEDICUS til tann lækna, tey ynskja — við loyvi frá Halvorsen, lækna, og O. F. Joensen. Klakksvík, tann 25. mars 1954. Martin Simonsen førari á MEDICUS, læknabáti. Nýggj skatta- lóggáva Munandi skattalætti Viggo Kampman, figgjarmålaråd- harri hevur i fólkatinginum sett fram uppskot um broytan av skattalógini. Minsta markið fyri státsskatt verður hækkað frá 2000 kr. upp í 2400 kr. Harvið sleppa 80.000 skattaborgarar frá at gjalda frá 20 til 37,50 kr. í státsskatt. Av 3000 kr. skulu gjaldast 70 kr. móti 90 kr. áður. Av 6000 kr. 130 kr. móti 450. Av 8000 kr. 710 kr. móti 720. Allar inntøkur uppí 15.000 kr. fáa ein lætta uppá 10 kr. Skatturin á inntøkum oman fyri 15.000 kr. verð- ur hækkaður t. d. 20.000 kr. við 110 kr., 50.000 kr. við 1060 kr. o. s. fr. verða i Sambært myggju lógina 200.000 íhúgvar frítiknir frá at gjalda hin sokallaða »værneskat«, ið er rættu- liga munandi. 27. mars 1954 Ábyrgdin er landsstýrisins Aftur hevur læknamálið verið til um- røðu millum danskar stjórnarmenn. Útvarpið hevur greitt frá málinum. Vit hava áður greitt frá støðu stjørnar- innar, og hon er sjálvandi framvegis hin sama: ábyrgdin er landsstýrisins og løgtingsins. Hetta er føroyskt mál, ið avgerast má av okkara heimligu myndugleikum, tó er danska stjórnin framvegis til reiðar at gera sítt besta fyri at fáa eina loysn um heitt verður á hana av okkara egnu mynduleikum. Annars hevur landslæknin verið í Klakksvík fyri at sýna lendið til nýggj- an kirkjugarð. Klakksvíkingar nýttu høvið til at tosa við hann um viður- skifti í samband við læknamálið. 60 ár Í morgin verður ein kendur før- oyingur — Victor Danielsen, trúboð- ari — 60 ár. Hóast Victor Danielsen hevur verið sera íðin tråbodari, hevur hann kort- ini greitt ótrúliga nógv úr hondum, hvat føroyskum bókmentum viðvíkir. Størsta verk hansara er umsetingin av bíbliuni. Aftrat hesum hevur hann eivið út fleiri songbøkur á føroyskum málið. Úr enskum hevur hann umsett fleiri bøkur, og er sostatt ein teirra, ið eina mest hevur avrikað fyri at móðurmálið kann koma til sín fulla rætt í teim kristiligu samkomunum. Landslæknin H. D. Joensen hevur fingið doktor- disputas sín: »Studier over bryst- ernæringens udbredelse og betydning« góðkendan. Hann er fyrsti føroyingur við heitinum dr. med. *x Í dag giftast: Í Havn Thordis Poul- sen úr Hvalba og Karl Johan Hansen úr Havn. Í Vestmanna: Jona Johannesen og Hanus Zachariasen. P. M. Dam, fólkatingsmaður kom við Drottningin; seinast. Hann fer niður aftur við Tjaldrinum. Við Drottningin; komu eisini donsku limirnir av Marshallnevndini. Aðalfundur Havnar sjúkrakassi, Flutningskassin og Begravilsiskassin halda aðalfund í losjusalinum hóskvøldið 1. apríl 1954 kl. 8, við hesi dagsskrá: 1. Frågreiding um virkið seinasta ár. 2. Roknskapini verða framlógd til góð- kenningar. 3. Val av formanni. 4. Val av nevndarlimum og tiltaks- monnum. 5. Val av grannskoðara og tiltaks- manni. 6. Ýmist. Havn tann 23. mars 1954. Formaðurin Í