leygardagur 3. apríl 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
peges
ER OO 3
+
Nr. 14
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
3. april 1954
Tær verunligu ors6kirnar til teir
stødugu verkfallsågangirnar
Verður úrslitið av afturhaldspolitikkinum ein
fullkomin kollrenning av samfelagnum ?
Óteljandi ferðir hava vit í hesum blaði víst á, hvussu vandamikil hin
harðrendi afturhaldspolitikkurin veruliga er fyri hin einstaka íbúgvan
og fyri samfelagið sum heild. Vit hava víst á, hvussu hin arbeiðandi
fjøldin í øllum okkara grannalondum hevur heyjað seg fram til
politiskt ræði í landinum og harvið tryggjað sær eins og øllum øðrum
stættum landsins tryggari og liviligari kor — so trygg og livilig tey
nú kunnu fáast undir teimum valdandi heimsumstøðum. Tó, tað hevur
verið eins og at tala fyri deyvum oyrum, og lí má tíverri svíða sum
svøllur.
>Arbeiðarar á sjógv og landi fylkist<
Hvat var ikki vunnið um hesi hern-
aðarorð javnaðarmanna vórðu gjørd til
veruleika. Fyrr enn allir arbeiðarar á
landi og sjógvi standa fylktir, er eingin
vón um fullan sigur og eingin vón um
eitt lív uttan ótta, uttan trot, og uttan
sakn fyri tey mongu í samfelagnum.
ið bera skulu ta tungu byrðuna og
meira enn onnur kenna møðina av ti
slitsama arbeiðinum at útvega ta neyð-
uga livibreyðið til landsins íbúgvar.
Fiskimenn, arbeiðarar og onnur starvs-
fólk mugu ganga somu fylkingarleið.
sum starvsbrøðurnir í øðrum londum.
og eins og hjá teimum má her heima
skapast haldgott grundarlag og tey
hollasta stríðslíkindi fyri bøtan av kor-
unum hjá teirri stóri fjøldini — bæði
teimum mongu, ið ikki eru fødd við
peningapunginum í hondini og teim-
um, ið altíð vera bundin at liva av
úrtøkuni av sínum handaarbeiði —
eini lívsstøðu, ið bæði arbeiðsliga og
lønarliga oftani er ógvuliga svikalig.
Tíverri eiga vit ikki hesa fylking,
heldur ikki hitt haldgóða grundarlagið
eins og tey hollu stríðslíkindini. Hetta
hava politiskir villmenn roynt at for-
komið og forbrongla, alt saman av
orsøkum. ið einki hava við fakliga
menning ella bøtan av korum fólksins
at gera. Nei, beint tvørtur ímóti; teirra
villingarstøða kann aldrið annað enn
leiða fjøldina av ti arbeidandi fólkinum
beinleiðis í avgrundina — men gudar-
nir skulu vita, um ikki hetta er teirra
veruliga ætlan.
Hvat gera okkara grannar?
Ongum skuldi tað verið lættari enn
okkara egnu fiskimonnum og arbeið-
arum at tikið støðu. Vit eru ungir á
leiðini, ongan veg komnir; og hava
sostatt almikið at læra av øðrum, Og
betri lærumeistarar kunnu vit ikki
finna á øllum knøttinum enn grannar-
nar fyri eystan og sunnan: danir. norð-
menn, sviar og bretar.
Har stendur hin arbeiðandi fjøldin
í sterkari fakligari og politiskari fylk-
ing. Fakliga hava teir ment seg stig
Íyrj stig, og nú eru teir í øllum hesum
londum fakliga ein so týðandi og sterk-
ur táttur. at tað í øllum førum má
røknast við teimum; teir hava alla-
staðni eitt stórt orð at hava sagt. Fylk-
ingin er so sterk. so væl skipað og
arbeiðir so midvist, at oyðandi verkføll
nú eru sjálvsamar hendingar. Tað er
fylkingararbeiðið, upplýsingararbeiðið
eins og dygga fakliga ávirkanin á alt
samfelagið. ið miðvíst toga tann rætta
vegin og dagliga bøta um livilíkindini.
Arbeiðssteðgur, ásanna teir. er altíð
tap fyri allar partar. og tí royna teir
altíð at slappa frå al henda
neyðvegin.
Men
veruligan tryggleika í
ganga
samstundis ásanna leir. at
samfelagnum
eiga teir ikki, fyrr enn politiska valdið
er teirra. Hesa ásannan hava teir eisini
gjort til veruleika í tann mun, at bæði
í Danmark. Noreg og Svøríki eru tað
arbeiðaraflokkarnir javnaðarmenn
- ið sita við stjórnarvaldinum.
Hvat gera vit?
Í staðin fyri at fiskimenn, arbeið-
arar, øll frísinnaðu og sosialt rætthugs-
andi tóku lógvalak saman og settu eitt
arbeiðarastýri her á landið, hava vit
stokkonservativar afturhaldsflokkar sit-
andi við øllum tí politiska ræðinum.
Hvønn og hvørjar hesar afturhalds-
flokkar dugna mest er einki loyndar-
mál fyri føroyska fólkinum í dag.
Teirra er orsøkin, til tey støðugt aft-
urvendandi verkføllini, til arm6dina
og til misálitið millum manna til alt og
øll. Tíverri ein veruleiki, ið vit ikki
kunnu koma uttanum.
Í dag lata afturhaldsflokkarnir
skína ígjøgnum. at teir meta Erlends
Paturssonar politiska virki vera bein-
leiðis kommunistiskt. Kommunisma
trívst einans har neyðin og vesældømið
er slørst. Kommunistar eru allastaðni
kyniskir í tann mun, at teir beinleiðis
spekulera í armóðini og fátæktini.
Armóðin og fátæktina hava afturhalds-
flokkarnir sáað her á landi. Er Erlends
Paturssonar politiska virksemi komm-
unistisk. hava teir sjálvur elvt hana
fram: men so eru teir eisini seinir at
vakna.
Hví heili 5 verkføll?
Í knapt hálvt fimta ár hava vit havt
heili 5 verkføll. 3 ferðir hava fiskimenn
verið riknir út í verkfall, eina ferð
gjørdu skiparar verkfall og fimtu ferð
vóru tað arbeiðararnir uppi á landi,
ið riknir vórðu út í verkfall.
Einki fólk og einki land kann liva og
trívast á henda hátt. Hetta er ørskapur,
ið valla finnur sin líka í mannasoguni.
Skiparaverkfallið í 1950 er mett at
hava kostað landinum 5 milj. kr.
Arbeidaraverkfallié 5—6 milj. kr.
Fiskimannaverkfallið í fjørð 15 mil).
kr. Enn eitt fiskimannaverkfall hevur
verið. Tað ferðina vildu afturhalds-
flokkarnir taka bæði lønjavning og
forskot frá fiskimonnum. Teir máttu
tó dvína, og úrslitið var, at skipini at
enda sloppu út at veiða, áðrenn várið
heilt fór fyri einki.
Aftur í ár er verkfall. At kostnaðurin
av hesum verkfallinum ikki verður
minni enn í fjør, er øllum greitt, og
ottandi er fyri, at ein fylgjan av
arbeidsstedginum verður hin ramp húsa
gangur hjá mongum,
Hvørki fiskimenn ella reiðarar orka
at:taka og hera eitt verkfall á hvørjum
ári.
Kundi hetta verið annarleidis?
Vit, hvor einasti fiskimadur, hvor
reiðari og hvor rætthugsandi føroy-
ingur vil í dag ásanna, at øll hesi
mongu verkføll vildu verið óneyðug
um leir, ið ráða fyri borgum,
høvdu fylgt javnaðarmonnum og teirra
misvísa uppbyggingarpolitikki. Hetta
hava teir ikki gjort, og ti mugu leir
taka alla ábyrgdina av tí, ið hendir í
dag. Á teimum hvílir hin ræðuliga
tunga ábyrgdin.
Endurnýggjan skipaflotans.
Longu í 1914 settu javnaðarmenn
fram fullfíggja uppskot um endur-
nýggjan av skipaflotanum. Tey flestu
kenna hesi uppskot,ið prentað eru i
bóklinginum >Arbeiði til øll á sjógv og
landi<. Her varð greinliga víst á hvørji
skip, vit skuldu hava, hvaðani pening-
urin skuldi fáast og hvussu endur-
nýggjanin skuldi fara fram. M. a. var
uppskot um at keypa 25 nýggjar
trolarar. Hvønn ómetiligan tydning
vildu teir ikki havt í dag? Tá var
peningurin tøkur. Meira enn 60 milj.
kr. áttu vit tøkar í Onglandi. Í bankum
og sparikøssum var hópur av peningi.
og lán kundu útvegast í stórum. Um
vit tá høvdu fingið teir 25 trolararnar
og mong onnur nýmótans før, vildi
støðan verið annarleiðis í dag. 01 tey
mongu verkføllini vildu verið óneyðug.
Einki verkfall vildi verið í dag. Hvør
einastj fiskimadur vildi verið í góðari
vinnu og vunnið hópin av peningi.
Samanbera vit, hvat fiskimenn við
teimum stór utrolarunum vinna í dag,
vildu umleið 1000 fiskimenn havt eina
ársinntøku millum 15 og 20.000 kr.
Við tílíkari innløgu vildu øll verkføll
verið óhugsandi; hvør einasti føroy-
ingur vildi havt gott og lønandi arbeiði
Men alt hetta kveistraðu afturhalds-
lokkarnir burtur, Hesa syndagerð móti
Føroya fiskimonnum og Føroya fólki,
kunnu teir ikki tvåa av sær. Eingin
fiskimaður eigur at gloyma teimum
hetta. Fyri hesa misgerð eiga fiskimenn
at:syrgja fyri, at teirra dagar verða
taldir, tá ið tað aftur kemur at heysti
í ár.
Lonjavning og forskot.
Javnaðarmenn fingu bart ígjøgnum,
at vissast skuldi okkara fiskimonnum
ein mánaðlig minstaløn og eitt mánað-
arligt forskot til konu og børn, meðan
maðurin var burtur. Bæði minstuløn
og forskot hava teir kryplað niður í
lítið og lætt, ja, teir hava enntá bein-
leiðis avtikið bæði tvey, men hart
trýstir máttu teir seta bæði tvey, aftur
í gildi. Uppskot javnaðarmanna miðaði
ímóti, at minstaløn fiskimanna ikki
skuldi vera minni enn 700 kr. um
mánaðin. Fylgdu teir hesum uppskoti,
vóru fiskimenn væl betur tryggjaðir,
og verkfallsorsøkirnar samstundis nógv
minni. Men tíverri eisini her rakk oyð-
ingarhond teirra alt ov langt.
Frábýtisrætturin.
Ein verkfallsorsøkin í fjør var frá-
býtisrætturin, men fullkomuliga óneyð-
ugt vildi verið at gjørt verkfall um
henda spurning, um afturhaldið hevði
fylgt javnaðarmonnum. Ferð eftir ferð
hava javnaðarmenn við lóg viljað havt
tingið at skråseta henda náttúrliga rætt
fiskimanna,
men tað hevur verið fullkomuliga vón-
leyst at tala afturhaldsmeiralutan til
rættis. Eisini hesi verkfallsorsøk mugu
teir taka alla ábyrgdina av.
Avrokningarnar.
Ferð eftir ferð hava javnaðarmenn
roynt at fingið afturhaldið at gingið
við til, at tryggjast skuldi fiskimonnum
við lóg ein minstafreist til teir fingu
peningin; men afturhaldið hevur alla
tíðina verið ímóti. Fylgdu teir javnað-
armonnum vildu ein hin størsta verk-
fallsorsøkin í dag verið fullkomuliga
burturbeind fyri mongum árum síðani.
men nå må svíða sum svøllur. og
afturhaldsflokkarnir mugu átaka sær
alla ábyrgdina av tí, ið hendir í dag.
Í seinastu tingsetu eydnaðist tað P. M.
Dam. og J. H. Dangjørg aftaná drúgva
togan at fáa fiskivinnunevndina og
seinni løgtingi at ganga vid til at
tryggja fiskimonnum eina nærri ásetta
avrokningarfreist; men hetta skuldu
teir bert hava gjørt fyri fleiri árum
síðani. Vit kunnu so statt eisini kanna
afturhaldsflokkunum hesa verkfallsor-
søkina.
Fiskasølan.
Tað er óneyðugt at taka uppaftur
hina dapru søguna um javnaðarmanna
áhaldandi bardaga fyri at tryggja
fiskimonnum helmingin av nevndar-
Fiskasøluni. Afturhalds-
monnum i
manna útihýsan av fiskimonnum i
Fiskasøluni hevur verið ein lands-
ólukka, men ov seint fingu teir eyguni
upp fyri, at tad aldri loysir seg at
trælka fiskimannastættin,
Útgerðarinnfluttningurin.
Hvort mannskykt veit, at tað altíð
er ein ovurstórur fyrimunur at flyta
inn í stórum. Keypsprisurin verður
minni, fluttningsgjaldi minni o. s. fr.
Men hóast alt hetta og hóast tað, at
allir vistu, at landshandilin í fjør
kund; útvega útgerðarmonnum og
fiskimonnum sildagørn fyri 40 kr.
bíligari enn nakar annar, tóku teir
henda handil av og fyri hesa misgerð
má tjóðveldisflokkurin taka sína fullu
ábyrgd. Her høvdu vit miðstøðina fyri
landsinnfluttningi av øllum útgerðar-
vørum til fiskivinnuna, men tað eru
stórmenninir, ið skulu lívgast, teir
skulu fáa loyvi at spekulera og okur-
dýrka útgerðarvørurnar, áðrenn tær
koma umborð á skipini. Hesa okur-
dýrkan skal so fiskivinnan gjalda og
tá fyrst og fremst fiskimenn sjálvir.
Hákun Djurhuus og aðrir stóðu á
tingi og lovprisadi okkara heilsølu-
monnum og keypmannastætti sum
heild. Men ikki eru allir einglar. Dan-
ka útvarpið boðaði fyri stuttum heim-
inum frá stórum svikum. Svikararnir
vóru mangir í tali, men Føroya fólk
fær ikki hesar svikarar at kenna, tí
sjálvt landsstýrið heldur sína hond
yvir teir. Føroya fólk skal við øðrum
orðum ikki sleppa at verja seg fyri
teimum.
Sannleikin er tann, at tað ýður av
svikarum millum keypmannastætt okk-
ara. Harmandi mátti tað verið hjá
teimum rættlyntu sølumonnum at ligið
undir tílíkum felagsskuldsetingum.
Nógv er framkomið um svik, men
Føroya fólk kann vænta nógv aftrat.
Niðurstøða.
Sambært tað, ið her er drigið fram,
er tað øllum greitt, at tað eru aftur-
haldsflokkarnir, ið hava skuldina fyri
tey mongu verkføllini og landsins støðu
í dag, Høvdu vit afturímóti havt javn-
aðarmenn sitandi við ræðinum, vildi
ikki eitt av øllum hesum verkføllunum
havt verið. Men tíverri hava javnaðar-
menn verið ov fáir. Tað sindrið, ið
tað hevur eydnast javnaðarmonnum al
fingið ígjøgnum hevur verið ov lítið
at bjarga Føroya fólki frá teimum
mongu og miklu ólukkunum. ið hava
riðið inn yvir landið.