Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-04-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. apríl 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3. apríl 1954 — Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 2172 Postbox 76 Prent: A. ØSTER Mjólkin jólk Ofta er bæði orðað og skrivað um mjólk og mjólkaneyð í landi okkara; skrivað og forhandlað um royndarstøð- ir og mynsturgarðar; jú, alt hetta er gaman i og sær stórt og gott út, men neyvan verður hetta at geva meira mjólk, fyrr enn tey, sum nú eru smá, eru tilkomin, og reiðiliga tað, meðan ' mjólkatrotið júst skal avhjálpast skjótt; aftrat hesum kemur so tann størsta vanlukkan. Um nog mikið var av mjólk, so hevur hann, ið eina mest treingir hana, ikki ráð at keypa hana. Tað kostar at keypa fleiri litrar um dagin fyri einar 75 til 80 oyrir liturin. Eftir tí nú gamla roynda framleiðslu- háttinum, eru vit ikki komnir longur. enn at mjólkin vanliga trýtur. og annars um nóg mikið var til, var hon ov dýr at keypa fyri fólk við smáum inntøkum (tað eru jú tey flestu). Tað hevur verið so, at um maður á ungum aldri var heppin og fekk eina trøð og við ungdómsins treysti ar- beiddi í hesi kørgu jørð, so vita vit, at endamálið frá tí fyrsta var at koma so langt. at hann kundi fóðrað eina kúgv. Endamálið er prísverdugt, og tøkk fái teir; nógvir hava vunnið á mål, Få- tæksligt mundi jarðabrúkið í Føroyum verið, um traðarmaðurin legði frá sær. teimum kunnu vit ikki takka nóg mikið fyri teirra lønarleysa slit. Aðrir mistu mótið á hálvvegnum; hvussu skal mað- ur orka alla ævi sína at arbeiða ímóti máli, hann næstan missur úr eygsjón, so langt burtur, tað er. Úrtøkan er næstan eingin hjá trað- armanninum, fyrr enn kúgvin er kom- in, og ringast av øllum, tá møtir hann ofta teim størstu vónbrotunum, keypir sær dýra >mjólkikúgv< (av besta slag 0. s. fr.), sum verður ein ónytta; her | var nakað at gjørt fyri avvarandi myn- dugleikar, reika fyri og bøtt um hetta ofta skilaleysa salg av mjólkineytum, sum tá samanum kemur einki geva av Lat okkum hugsa og spyrja: Kann FRAMSÝNING FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR . ikki traðarmaðurin fara annarleidis fram, so hann skjótari fær nyttu úr sínum arbeiði, kann fáa mjólk til seg og síni, tá tað mest treingir, — og soleiðis verða stuðlaður at halda fram við sínum fyri landið so virðismikla arbeiði: at grønka jørð okkara. Nógva staðni í útheiminum er geitin væl kend og verður hildin sum mjólki- djór. Í Hálandi t. d., er tað ikki lítið av arbeiðsfólki, sum hevur sær fram- íhjá eina geit, ella helst ein frísiskan mjólkiseyð. Hesin seyður er meira harðbalin enn geitin og mjólkar væl. Tá menn, ið fremstu londum í jarða- brúki, sum nú í Hálandi, reka geita- ella seydahald hví skulu vit so ikki eisini royna? Vit eru ikki so aðalborn- ir í jarðabrúki, at vit halda tað vera ov lítilátað at takast við. Er her ikki ein gøta? Væl er hon ikki nýggj, men lítið er hon traðkað. Fyri einum 40 árum síðani minnist eg onkran, sum hevði geit, og hon finst enn, men bert onkur einkult. Mær er sagt, at ein geit kann mjólka 3 litrar um dagin, og enntá meir. Skal henda mjólkin blandast helvt um helvt við vatni, og kann ein geit sostatt geva 6 litrar av mjólk um dagin; á hendan hátt skuldi verið nóg mikið av mjólk til húskið. Tá ein so hugsar um fóður til geit- ina, kann maðurin kanska uppá 2 ár velta sær til fóðurs, meðan hann hin vegin helst skal arbeiða í eini 15 ár, áðrenn hann rættiliga kann fóðra kúgv. og soleiðis um hann er heldigur. fáa nakra úrtøku úr sínum arbeiði. Væl er tað so, at nógv siga seg ikki dáma geitamjólk, tó hetta man mest vera frammanundan — óvilji; tey flestu hava væl ongantíð smakkað geitamjolk, har aftur ímóti tey, ið von eru við hesa mjólk, vilja neyvan býta um við aðra, so tað vil so bert verða ein vanasak. Eg haldi, at hetta vildi verið lættasti og skjótasti máti at økt um mjólka- framleiðsluna; samstundis kundi mjólkin á henda hátt verið betri býtt út millum fólk. Tá kundi mangur, sum ongan møguleika hevur fyri at fáa kúgv, tó kunnað klára seg og síni við mjólk. Hóast eg ikki eri jarðabrúkari sjálv- ur, havi eg loyvt mær at bera mína hugsan fram. Kann vera, at eg eri á skeivari leið. Vit eiga lærdar menn í jarðabrúki, bæði i teori og praksis. Um hetta evnið sær so lítisvert út, kanska onkur vildi gjørt so væl og skrivað um tað í almennum blað. Um ein ella fleiri geitaeigarar søgdu frá sínum royndum, var tað allrabest. A.£. TORSHAVNAR TEKNISKI SKÚLI framsýnir næmingaarbeiðir og sveina- stykkir í Fimleikarhøllini sunnudagin 4. apríl frá kl. 1500—1800. Havnar Handverksmeistarafelag FÆRØSK MARGARINE VITA Ne1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Nr. 14 Sild og sildarveiðiútgerð Vit søkja samband við menn ella feløg, id ætla sær á sildarveiði. Vit selja sildina og útvega útgerðina. Lí. Samvinnufelag fiskimanna Bryggjubakki nr. 16, TIf. 1753 — 1553 — Tórshavn Foroya Bjór ØL- og MINERALVATNSVIRKI Máltráð 4 Citrén sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris EINAR WAAG, Klakksvík FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL Føroya Fiskimannafelags Skrivarastarv Føroya Fiskimannafelags verður her- Skrivarastarv upplýsingar um viðurskifti umsøkjarans, lærdóm, prógv og starv higartil. Endalig avgerð um løn verður tikin eftir samráðing millum felagsstjórn og viðkomandi. Umsóknir eiga at verða felagnum í hendi seinast 15. , apríl og stílast til formann felagsins, Tórshavn. | 8 Tórshavn, 27. mars 1954. við lýst leyst frá 1. juni í ár. Umsóknir skulu verða skrivligar og geva greiniligar FOROYA FISKIMANNAFELAG Telefon 1225 Tórshavn Skipafelagið Feroyar Kunngerð frá Skiparafelagnum Orsakað av tí. ið fram er komið í bløðunum, um at Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sagt sáttmálar við Føroya Fiskimannafelag upp. loyvir felagið sær at kunngera, at teir sáttmálar, ið eru millum Føroya Fiskimanna- felag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, eftir felagsins hugsan bert fata um at arbeiða fyri, at báðir partar eru felagslimir. Nevndin heldur fst um, at felagið ikki kann luttaka í verkfalli, so leingi tað ikki er greitt, um verkfallið er lógligt ella ikki. At hetta eisini er í tráð við felagsins støðu, áðrenn verkfalld varð lýst, vísur úrdráttur úr gerðabókini frá nevndarfundi hin 5. januar 1953. ið er soljóðandi: >Ein mevndarlimur talaði um spurningin um hvussu leingi felagið skuldi standa saman við fiskimanna- felagi undir streiku vildi ikki halda saman við nakað felag undir ólógligari streiku. men halda hart ímótis. Bókin er undirskrivad av hesum hjástøddu nevndrlimum: Thomas Thomasen, Ole Joensen, Viggo Dam, Sigmundur Heine- sen, S. Hansen, Edvin Thomsen og O. J. Viberg Viðvíkjandi sáttmálum við Fiskimannafelagið. Felagið hevur ikki havt í hugsan at siga nakran såtmåla upp. og heldur ikki at støða felagsins hevur givid orsøk til uppsøgn. Ole Joensen. O. J. Viberg. Sigmundur Heinesen. Viggo Dam. O. J. Jensen.