leygardagur 17. apríl 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Foroya Sosial-Demokratur
FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR
Nr. 16 | Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á | | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | 97. arg
Íslendingar krevja
sjómarkið flutt 16 sjó-
míl longur út á
Eysturlandinum
Sjey íslendskir tingmenn av Eystur-
landinum hava heitt á Altingið um
at flyta sjómarkið á Eysturlandinum,
frá Langanesi til Ingolfshøvda, heilar
16 sjómíl longur út enn tað er nú,
t. v. s. 16 sjómíl útum tað núverandi
markið. Hvørja lagnu hetta uppskot
hevur fingið, er okkum ikki kunnugt,
men ivaleyst verður ikki rættuliga
leingi, áður enn ein fær at frætta frá
støðu Altingsins.
Hákun Djurhuus aftur
úr Ruslandi
Við Tjaldrinum seinast kom Hákun
Djurhuus, landsstýrismaður, ið saman
við Knud Petersen, stjóra hevur verið
til sildasamráðingar í Moskva, aftur.
Hann letur væl at blidskapi og er
sjálvandi væl við úrslitið.
Føroyingar kunnu í ár selja 160.000
tunnur til Ruslands. Prísurin er heldur
minni enn í fjør: 127 kr. fyri tn. vid
færri enn 400 sik, í. 118 kr. fyri tn.
við 400—600 stk. og 105 kr. við 600—
800 stk.
Í fjør komu Føroyingar og undir-
bjóðaðu Íslendingar og seinni aftur
komu Íslendingar og undirbjóðaðu
Sjálvandi
nøgdir
Føroyingum munandi.
hevur hetta verið til skaða fyri prísin.
Tað er ti avgerandi, at sildasølulond
sum Føroyar, Ísland og Noreg sam-
arbeiða á hesum økj fyri at fáa sum
best fyri sildina.
Aftur at Ruslandssøluni kunnu vit
eisini selja nakað av sild til Svøríkis,
so í ár skuldi vit verið væl fyri.
Fyrispurningur til
Dimmalætting
Sambart frágreiðing í Dimm. fyri
27/3—1954 skal
Kjærbøl m. a. hava sagt:
»Konflikten vilde formentlig hurtigt
hvis
innanrikisråharri
blive bragt til afslutning,
Halvorsen ikke kunde varetage sit
hverv.«
Hvussi hesi ráharra-orð at
skilja?
Eru tey ynskji um sjúku yvir fólkið
eru
ella læknan, ella á hvønn hátt ynskist
læknin soleiðis fyrikomin, at hann ikki
kann røkja sítt starv?
Viggo Joensen.
27. juni fara 10
Havn til Noregs, har teir skulu vera
vid í fimleikarstevnu i Halden. Farið
verður við Tjaldrinum. Leiðari fyri
hesum mannsliðinum er Martin Holm.
fimleikarar úr
1. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu
Leygardagin 17. apríl 1954.
Helst ongar samráðingar
fyrr enn eftir páskir
Týsmorgunin í seinastu viku bjóðaði Fiskimannafelagið útgerðar-
monnum til nýggjar samráðingar — hesi ferð á heilt nýggjum grundar-
lag. Ikki fyrr enn leygarkvøldið kl. 8 komu partarnir saman og vardi
fundurin bert tveir tímar. Útgerðarmenn vildu hava nærri útrokningar
gjørdar í samband við tey framløgdu uppskot. Hetta hevur Fiskimanna-
felagið játtað, men væntuliga koma partarnir ikki saman aftur fyrr enn
eftir páskir.
Á fundinum seinasta leygarkvøld
møtti stjórnin fyri Føroya fiskimanna-
felag og fyri útgerðarmenn: Kjartan
Mohr, Peter Egholm, Poul Hansen og
Hans Oliver Højgaard. Uppskot Fiski-
mannafelagsins eru at fáa útgerðar-
menn at ganga saman við Fiskimanna-
felagnum fyri at fáa tingid at taka sær
av ymiskum spurningum í samband
við verkfallið — mest peningaligar
spurningar fyri at lætta um fiskivinnu-
raksturin, m, a. hevur verið nevnt, at
heitast skal á løgtingið um at tað skal
átaka sær alla lønjavning, alt Grøn-
landsgjaldið o. s. fr.
Í viðtalu við SOSIALIN
Erlendur Patursson, at tað tykist sum
útgerðarmenn hava hug at drála til teir
kenna støðu gerðarrættsins, ið kemur
sigur
saman leygarmorgunin kl. 10, og at
teir í løtuni eru mest hugaðir at fáa
Fiskimannafelagid dømt.
Tað avgerandi í løtuni er, at fáa
flotan loystan og at hjálpa fiskimonn-
um aftur til veiðu. Hetta er sjálvandi
aðalmál fiskimanna og fram um alt er
hetta ein samfelagssøk, ið viðkemur
hvørjum íbúgva landsins.
Hvør hugsandi Føroyingur veit, at
aðaltátturin, tað at tryggja fiskimonn-
um sámuliga úrtøku og livilig kor,
ikki við at
prosent vinnast í sjálvum sáttmálanum.
verður loystur nøkur
Hetta vil aldri loysa spurningin til
fulnaðar. Vinningurin av hesum vil
aldri vera annað enn ein dropi í hav-
inum í mun til tað, ið mist verður undir
longum verkfalli.
Vit hava alla tíðina víst á, at um
fiskimonnum skulu tryggjast livilig
kor, so má samfelagið alt standa aftan-
fyri, tá fyrstan kann henda tryggjan
gerast munandi og tá fyrstan kann
spurningurin loysast við einum úr-
sliti, ið allir partar kunnu verða væl
nøgdir við.
Tað er ti lågid, at útgerðarmenn
ikki beinan vegin eru til reiðar at
venda sær til tingið, tí hetta er av
sonnum eitt mål, ið hastar. Vilja út-
gerðarmenn hava Fiskimannafelagið
dømt, so er hetta eitt mál fyri seg,
eitt stig, ið altíð kann takast — eisini
aftaná at verkfallið er lokið.
Størsta áhugamál hjá øllum pørtum
er at fáa skipini út aftur at veiða, og
tí ræður um at leita tær leiðir, har
líkindi eru fyri
úrsliti.
einum sámuligum
Sameinast partarnir ikki umhetta,
er heldur eingin von um at tryggja
fiskimonnum hampulig livikor. Í dag
bløðir alt samfelagið, og tað er tí
samfelagsins skylda at lækna hesi sár,
áðrenn útbløtt er.
kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið
SEV vígt 5. mai
SEVverkið í Vestmanna verður vígt
ð mai.
Skráin fyri vígsludegnum er henda:
»Tjaldur« fer úr Havn kl. 7.00, í
Sørvági 9,30 úr Sørvági 12.00, í Vest-
manna 13,30. Farið verður á kraft-
støðina kl. 14.00 og síðan til byrg-
ingarnar. Døguri í fimleikarhøllini
kl. 18.00. Samvera við kaffi umborð á
»Tjaldrinum« kl. 21.00. 6/5 kl. 06.00
verdur farid sudur aftur til Havnar vid
Tjaldrinum.
Norðoyastevnan
plagar at verða hildin fyrsta leygar- og
sunnudag í juni. Í ár er hvítusunnu-
halgan um hetta mundið og tessvegna
verður Nordoyastevnan i ár hildin i
døgunum 29 og 30 juni.
Fiskimenn fylkjast um uppskot
okkara
Í næstseinasta blaði settu vii fram
uppskot um hvussu vit skuldu bjarga
fiskimonnum livilig kor og harvið
leysa fiskimannaverkfallið. Ein upp-
gerð millum fiskimenn og reiðarar vil
aldri føra til annað, ja, í besta lagi,
Úr Vági
Norðfarið og Yvonna eru farin til Grøn-
lands, Tey eru sostatt fyrstu Grønlands-
skipini í ár. Nøkur av skipunum hiðani eru
í Íslandi, men fiskiskapurin hevur verið
smáligur. Sant Jaques man vera besta skipið,
teir høvdu fyri viku síðani umleið 200 skp.
Borgin, ið er við gørnum fyri fyrstu ferð,
hevur fingið heilt lítið. Fiskurin er lítil og
veðurlagið úr lagi ringt.
Her liggja framvegis fleiri skip: Stanley,
Carl, Agnes Louisa, Maritana, Suðurland,
Selnes og Elin. Hesi skip hava meginpartin
av manningini norðanífrá og kunnu sostatt
ikki fara vegna verkfallið.
Her hevur verið væl av fiskaarbeidi í vetur,
men nú er nærum allur fiskurin turkaður.
Tað sigst at einstøk konufólk hava vunnið
einar 6000 kr. bara við fiskaarbeiði.
Skúlabyggingin
Sum kunnugt fekk Magnus Tórsheim o. fl.
framhaldið av nýggju skúlabyggingini at
gera. Kjallarahæddin er liðug stoypt framm-
anundan. Tær eru hinar tvær ovaru hæddir-
nar, ið teir nú eru farnir at fyrireika.
til, at fiskimenn kanska fáa 1 ella hægst
2 pst. aftrat, men fyr; tað er neyðin
líka stór í hvørjum fiskimannaheimi.
Tað loysir ikki hin stóra spurningin,
at skapa fiskimonnum livilig kor i
landi okkara.
Vit søgdu tí, at nú er løtan komin,
tá id løgtingið má taka sær av spurn-
inginum og ganga fiskimonnum 100%
| á møti í sínum krøvum.
Hetta uppskot okkara hevur fingið
eina óvanliga góða móttøku millum
fiskimenn.
Fiskimenn siga beinleiðis, at hetta
er einasta sanna uppskot, ið fram er
komið um at loysa verkfallið. Alt annað
er einkisigandi ímóti hesum. Nú fiski-
menn, óivað einmælt, taka undir við
okkum, er væl einki annað at gera,
enn at tingið verður kallað saman og
tekur spurningin til viðgerðar við tí
úrslitið, at allir flokkar mugu semjast
um at bjarga okkara fiskimonnum —
teimum, ið halda landinum uppi —
góð og livilig kor. — Løgtingið kann
gera tað um tað vil — tí má tað eisini
gerast. Tað er okkara og tað er fiski-
manna samfelda krav.
361 norskir arbeiðarar domdir at
gjalda eina kvart miljón
Undir fiskimannaverkfallinum hevur almikið verið tosað um lógligt
ella ólógligt verkfall. Vit hava víst á, at tað karn verða vandamikið at
leggja út í ólógligt verkfall. Vit hava óhugnalig dømi frá okkara granna-
londum. Nýliga hava 361 arbeiðrar á einari norskari verksmiðju verið
í ólógligum verkfalli í 25 dagar. Verkfallið var orsakað av, at ein av
álitismonnunum varð uppsagdur. Nú eru arbeiðararnir dømdir at
gjalda arbeiðsgevaranum 270.800 kr. í endurgjaldi. Hvør av arbeiðar-
unum skal gjalda 800 kr., hvør av stjórnarlimunum í felagnum 3000
kr. og sjálvt felagið 25.000 kr. Hetta er øgiligur missur fyri arbeiðar-
arnar, men soleiðis hevur arbeiðsrætturin dømt og hervið er einki at
gera.