Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= ) Nr. 16 Uppskot til skipagerð Grunnur verður lagdur undir Før- oya Løgting (nevnd: 1 skipakønur, I fiskikønur og ein (cooperativt) sam- vinnuliga kønur maður, fyrisæti tæn- astumadur) við fyri fyrst kr. 4.800.000 ið fáast tilvega so: Logtingid, ið hevur 300.000 kr. á fíggjarlógini árliga, setur henda pen- ing í veð fyri rentuna av einum inn- lendskum láni (5 %) uppá 2 mill. kr. í 50 kr. eindum og verður hetta lánið boðið út sum premiulán, t. v. s. rentan verður lutað sum við happadrátti. Ríkið verður biðið um at lata 2 mill. kr. afturímóti fyri somu rentu umframt sum beinleiðis studning 20% av hesum 4 mill, also kr. 800.000 og hevur grunnurin nú kr. 4.800.000 at ráða yvir. Fyri henda pening letur grunnurin skip byggja í fríari kapping millum áhugaðar skipasmiðjur og eftir bestu manna tilætlan. Hugsa vit okkum t. d. 12 skip til 100.000 kr. stykkið, verða hesi skip „at lata út helst til manningar, ið hava hug at skipa seg samvinnuliga fyri at styrkja samtakshugin og røkjuskapin. Teir kunnu fáa skipið æntin til leigu ella keyps. men treytirnar eiga at vera tær somu. so manning, ið leigar, kann keypa og fáa leiguna avskrivaða sum avdrátt uppá skipið. Hugsa vit okkum FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR skip sum her til 400.000 kr. eiga tey at latast út fyri 400.000 + 20 % ið er 320.000 kr. at gjalda aftur við 32.000 um árið og rentuleyst. Fyri at menn skulu kenna sær ábyrgd av farinum eiga teir at vedtryggja leigu ella av- drátt persónliga vid minst helvt av 32.000, medan hin helvtin verdur at gjalda eftir fiski- og prisvånum, tó so, at kunnu teir i 2 ár fylgjandi ikki gjalda alt, verður skipið at henda aðrari samtøku. Skipið eigur at verða goldið aftur eftir 12 árum, t. v. s. vid 384.000 kr., her verður so 64.000 kr. meira enn prísurin og skal hesin peningur nýtast so; Æntin skipið verður selt ella leigað. eigur grunnurin at hava umsjón við tí í øllum førum inntil tað er fullt afturgoldið. T. v. s. at tá skipið verður tikið upp og eftirhugt út í æsur og sett í besta stand, so tað kann leggja frá landi so skjótt siglingaboð verða gjord og vistir, brenni og fiskiambod eru innskipað. Síðan verður samvinnuskipað keypi- miðstøð (og fiskasølustøð) stovnsett, so alt, ið skipum tørvar til útgerða og matna, kann útvegast til lættasta pris, og lógin um veð í veiði skuldi her verið hollasta fíggjan av hesum grunni. Tílíkar stórsamvinnufyritkur eru so margar og vælskipaðar, at ikki er neyð ugt at troytta við frágreiðing um tær her. Hvers er skuldin — Landsstýrisins ella Erlends Paturssonar — ella líka nógv hjá báðum pørtum Sama kvøldið. sum hetta Lands- stýrið varð sett, varð frá javnaðar- flokksins síðu hildið fram, at tess livi- tíð ikki kom at vera long, neyvan 4 ár. Tað er øllum greitt fyri langt síðani, at um Landsstýrið kendi sína politisku ábyrgd. so vildu teir fyri langt síðani haft givið frá sær. heldur enn at verið sitandi og latið fólkið sokki longur og longur niður í armóð, og landið farið út á sjógv. At hetta verkfallið eins væl og maj- mánaverkfallið og fiskimannaverkfallið síðsta ár beinleiðis er móti lí sitandi stýrinum og teim flokkum (sambands og fólkaflokkinum). sum styðja Lands- stýrið, er eisini øllum greitt. Nú var at vænta. at hetta stýrið, sum hevur ført fyrst og fremst fiski- menn og harvið alt fólkið út í hesa vanlukku, fór at gera eitthvat fyri al koma okkum burtur úr hesi fløkju, viðkenna sær ábyrgdina og antin leggja frásær. ella gera tað, ið neyðugt er. so fólkið aftur kann koma í arbeiði. so ikki alt div her á landið skal følna og doyggja. Men stýrið ger einki. og teir sum Landsstýrið bands. og fålkaflokku; einki. Dimmalætting, sum í styðja sam- gera heldur mongum førum er málgagn fyri báðar flokkar: nar. hevur funnið út av. at best man vera at leiða fólks hugsan burtur frå verunleikanum við at leggja eftir >Arbeiðaranna Trolaradrift< á Tvør- oyri. Nei Dimmalætting, og sambands- flokkurin allur, her dugur ikki at krúpa uttanum. Annahvørt A. T. far eitt lán frá danska stati ella ikki, so vera Før- oyingar hvørki ríkir ella fátakir av ti, her leikar annað og meira á. Men hann, sum hevur fylgt við í føroyskum politikki tey seinastu árini, kundi heldur ikki væntað annað, enn at endin fór at vera ringur. Fiskimenn og arbeiðarar eru dýktir undir í tolli og gjøldum av øllum sløgum, meðan tað eina embætið fyri og annað eftir €r sell á stovn og sjálvandi sambands- ella fólkaflokksmenn í plássið. At Erlendur Patursson nú er farin at gera tað sama innanfyri sítt økið er eingin bót. Annahvørt fiskimenn við samráðing vinnu 1 % ella 2. fáa 100 ella 200 kr. meira í ársvinnu so leysir tað ikki spurningin. Tað, fiskimenn eru ónøgd- ir við, hevur djúpari røtur enn so, ti teir eru vegna tann politikk, sum sambands- og fólkaflokkssamgongan hevur ført, komnir í so stórar økonom- iskar trupulleikar, at tað skal annað og meira til enn bert smáputl. 2 % vunnin í ár er ikki meira, enn tað, teir taptu síðsta ár við tann sålimålan sum Erlendur Patursson, tå bant teir til. Nei hesin spurningur má loysast við kili, loysast frá grundini av, og tað kan ætlandi bert eitt nýtt løgting gera. Hví hevur læknafelag 17. apríl 1954 ð í Føroyum farið fram, sum tað hevur, í læknastríðnum í Norðoyum ? Nøkur orð um atburðin viðvíkjandi setanina av lækna R. Nielsen. Tann 18/3 1954 komu nakrir a yadressumonnunum< saman við organisatiónsmanni, H. D. Joensen, á hotel »Klakksvik« á kvøldi kl. 9,45. Vit fingu høvi til at framseta nakrar spurningar, viðvíkjandi framferðini við setan av læknanum við sjúkrahúsið í Klakksvík. Til spurningin, um tað stóð nakað í lýsingini um, at læknin skuldi vera limur av læknafelagnum, svaraði H. D. Joensen nei. Harnæst bleiv hann spurd ur, hvussi nógvar umsóknir vóru, og svaraði hann 4, men at tað bert blivi 3 til at velja ímillum, og var Halvorsen ein av teimum. Næsti spurningur var so, um einkið var, ið forðaði fyri, at Halvorsen kundi fáa starvið, og hartil svaraði hann nei, men sjálvur hevdi hann tikid tað støðu, at hann, sum skuldi røkja hetta starv. skuldi kunna hava upp til 500 sjúkrakassapatientar. Hetta var H. D. Joensens privata meining. Hartil var svarað, at Halvorsen heyði boðið seg til at røkja starvið bert sum sjúkrahúslækni. Hetta sær alt ógvuliga løgið út fyri mær, eg havi ikki skilt tað ørðvísi, enn tað, at tað hevur nettupp verið tað, ið hevur forðað fyri. at fingið okkara ynskta lækna O. H. settan. Afturat hesum loyvi eg mær at nerta eitt sindur við okkara sjúkra- hússtjórn. Tað stendur jú úttrykkiliga, at tað skal vera eitt sjúkrahússtýri fyri hvørt sjúkrahús í Føroyum (ikki at tað kann vera) hartil siga teir góðu harrar, sum hava skipað hetta stýrið, al staturin setti sínar tveir menn og vit settu okkara 3 menn við tí fyri eyga, at samla alt til eitt. Hvat ið hetta er meini við, hevði verið forvitnisligt at vita. Eftir hesum at døma er tað ógvuliga ivasamt um tað yvirhøvur er nakað sum helst høpi í, at felagsskapurin er lagdur til grund fyri. at 95 % av fólkinum í Norðoy- um skulu vera tvingaði til at taka nakran annan lækna. enn tann, tey her hava ynskt og framvegis ynskja. Eg vil ráða øllum mynduleikum til, at hetta mál verður kannað av nýggjum. Eftir hesum omanfyri nevndu upp- lýsingum er tað ikki læknafelagið, sum skuldi blandað seg uppí hetta siríðið. sum einans skuldið ligi í hond- um hjá okkara Løgtingi og Lands- stýri. og um nú okkara samleða Løg- ting setur okkum O. H. í starvid, tå i8 95 % av nordoyingum vilja hava hann, so gera tit eftir minari hugsan einki lógarbrot. men virka á lógligum grundarlagi. Læknafelagið hevur klokkerað sjúkra- húsið. í Klakksvík. men læknafelagid má vita, hvat tað ger. Læknafelagið veit saktans, at ein sjúkrahúslækni ikki er tvingaður til at vera í lækna- felagnum. Er tað ikk; so? Nú hevur R, N. stevnt O, H. fyri at hava skrivað, at myndugleikarnir vilja tvinga ein lækna uppá norðoyingar — ein, sum teir ikki vilja hava. Hetta er jú einki fyri hann at taka fornermilsi av. Tá norðoyingar ikki mugu fáa tann lækna, sum teir vilja hava, so er tað jú prógv nokk fyri, at myndugleikarnir vilja tvinga ein annan lækna uppá okkum. »Av grundum, sum ikki er nøkur hemmeligheit« roknar hann fyri annað fornermilsi. Tað er einkið at tjakast um ella skriva um, Um norðingar ikki hildu O. H. vera betri lækna enn R. Nielsen, vildi hetta stríðið aldrin havt staðið, og heldur ikki hevði verði nøkur adressa sett í gongd — at koma við einkultheitum har skuldi verið óneyðugt. Eg kann ikki lata vera vid at nerta eitt sindur við Kjartan Litzen. Tað er nokk so nógv fyri, at tú, sum ikki tjenar til ifyllu skal vága tær til al skriva um tað — eg meini, millum tað ífyllu, tú sipar til. Tað er møguligt, at onkur kann brúka teg til ífyllu. Tann, ið brúkar teg til ífyllu, man hava væl jarnarmerað dekk yvir, tí tað vil skjótt tømast, og so dettur alt niður og skaðin kann vera stórur. Eg vil enda hetta skriv við at venda mær til formannin í læknafelagnum, hví tit mótmæla at lata norðoyingar fáa O. Halvorsen til lækna, tá ið felags- skapurin ikki hindrar fyri tí? Og hví hava tit blokkerað sjúkrahúsið í Klakksvík ? Ole J. Jacobsen Det lyder op- timistisk — men er let- opnåeligt for enhver. De nye ovntyper fra HESS gi- ver økonomisk ærme, samtidig med it ovnene skaber et eget præg over hjem- met. Kommer De forbi vor forretning, så se ind og lad os demonstrere ovnenes egenskaber for Dem. Valdemar Liitzen eif 1020 HESS VEJLE Fin menniskja eigur aldri at rodna. ti hon må vidganga at hava gjørt órætt. Við at viðganga hetta vísir ein bert, at ein er vísari í dag enn Í gjár.