leygardagur 24. apríl 1954síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. apríl 1954
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR |
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. OSTER
Verkfallsfundurin
i Landsstyrinum
Eftir åheitan frå formanni Føroya
Fiskimannafelags hava hesir av nevnd
felagsins: Erlendur Patursson, G.
Hentze, Skopun, A. Vesturskarð, Kald-
bak, Frederik Hansen, Søldafirði, og
Andreas Jensen, Sørvági, verið til
fundar í landsstýrinum í dag kl. 14,
har nevndin gav frágreiðing frá støð-
uni og bar fram m. a. ynski um at fáa
tingið saman at finna ein veg burtur
úr verandi fiskivinnusteðgi.
So statt skal landsstýrið úttala:
Eftirsum tað av fiskimannafeløg-
unum 2. marts 1954 lýsta verkfall er
ein rættarkonflikt, sum hevur fingið
viðgerð í Føroya rætti og skotin burt-
ur haðani og síðan; av útgerðamanna-
feløgnum skotin inn til viðgerðar hjá
fasta valdgerðarrættinum í Københava,
sum 17. í hesum hevur sagt upp úr-
skurð, at verandi fiskivinnusteðgur er
ólógligur, og at Føroya Fiskimanna-
felag skal loyva sínum limum at fara
til skips beinanvegia, heldur lands-
stýrið hvørkk seg olla tingið hava
nakra heimild at taka dagar partanna
millum og kan heldur ikki geva seg til
at midla partanna millum, so leingi
verandi ólógligu viðurskifti valda.
Men beinanvegin sum verandi ólóg-
ligu viðurskifti eru av, sigur lands-
stýrið seg tilriðar at fáa partarnar
samaa Lil viðgerðar av lønarviðurskift-
um fiskimanna í tráð við ta avtalu,
sum liggur undir verandi lønarsátt-
málum, og um at royna at sleppa fiski-
monnum undan møguligari eadur-
gjaldsskyldu eftir gerðadómi.
Landsstýrið ynskir at skila til, tá
talan er um nýjáttanir úr landskassa-
aum, at landsstýrið er bundið av gald-
andi fíggjarlóg, og so sum longu
monnunum á fundinum sær
landsstýrið seg ikki í løtuni ført fyri ai
gera uppskot til inatøkulógir, sum
kunnu veita stórar nýjáttanir úr lands-
kassanum.
K. Djurhuus.
Løgmaður.
sagt
Håkun Djurhuus.
Landsstyrismadur.
MW. Ellendersen.
Skeiv
verkfallstidindi
Nógv hevur verið talað og skrivað
um følsk og skeiv verkfallstíðindi. Tær
mest løgnu søgur ganga úti á teim
ymisku bygdunum.
T. d. verður ságt, at tað vóru Dan-
bjørg og sóknarformaðurin í Klakks-
vík, Hans J. Frederiksen, ið nú er við
»Sjårdaberg«, ið ráðløgdu og fingu
verkfallið í lag. — Hesir menn hava tó
aldri borið orð saman um verkfallið.
Eisini verður sagt — við einum av
stjórnarlimunum í Føroya Fiskimanna-
felag sum heimildarmanni — at Dan-
hjørg segði Suduroyar Fiskimanna-
felag úr verkfallinum, uttan at hann
læt Føroya Fiskimannafelag vita av
hesum. Sannleikin var tó tann, at Dan-
bjørg læt Erlend Patursson vita av
hesum mánadagin fyri sum verkfalls-
avlysingin stóð i Dimmalætting miku-
dag.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
A. T. endurreisingin
Sum vit áður hava nevnt kom ikki
at ganga so væl við teirri endurreising-
ini av A. T., id fór fram i 1951. Nú
eru aðrar endurreisingarætlanir við
statsstudningi til umrøðu. Danski
vinstruflokkurin krevur nú kanning av
hesum virki og alla mannagongdini
lagda fyri Fólkatingið. Tá seinasta
endurreisingin fór fram, vórðu allir
roknskapir lagdir fyri tingið, men
vóru ongar atfinningar at gera —
øll roknskaparføringin var fullfiggjad
og fullkomuliga greið. Tó at einki var
at finnast at, viðtóku afturhaldsflokk-
arnir at seta stýrið, har P. M. Dam
hevði verið formaður, frå, og sjálvir
tóku teir ábyrgdina fyri leiðsluni.
Tað verður so helst Landsstýrið við
síni »åbyrgd«. ið kemur undir hesa
kanning.
Týsdagin endar Dagblaðið eina
grein um hetta evnið við hesum orðum
>Vit kunnu bara siga um javnaðar-
risans
YMISK TÍÐINDI —
Rikard Long, landsstýrismaður er í
Danmark, har hann hevur samráðingar
við handilsmálaráð; um lærlingaviður-
skifti og navigatiónsskúlamál.
»Trondhjem« fór úr Keypmh. í gjár.
Á vegnum fer hon inn í Aalborg og
Lieth.
x
Ravmagn í Hvannasundi
Fleiri og fleiri bygdir fáa nú rav-
magn. Fyri stuttum lýsti bæði innan-
og ultandura í Norðdepli. Nú eru
Hvannasundsmenn eisini farnir undir
sítt privata ravmagnsverk. Teir hava
keypt ein 12 hesta motor úr Kollafirði
fyri 2000 kr. Hann kom til bíggjar tætt
framman undan páskahalguni. Annað
tilfar er einki komið enn; men teir
hava t. d. í boði sera ódýrar steyrar
og málarar. Motorhúsið, ið skal standa
miðskeiðis í bygdini er í gerð. Aftur
ímóti vetri verður so at lýsa í hvørjari
vrá. Í vetur vendu teir sær til tingið
og bóðu um peningaligan stuðul. Teir
einastu, ið talaðu til frama fyri máli-
num vóru Norðoya tingmenn og P.M.
Dam fyri javnaðarflokkin.
Hópur av Russum vitjar inn á
Hvannasund. Av og á eru menn um
borð og vitja teir, serliga ungdómurin
flokkast umborð um kvøldarnar at
hyggja at kvikmyndum. Hetta er
frálíkt í lítlari bygd, har eingin
kvikmyndahøll er — og so er tað
ókeypis.
Teir, ið eiga m/s »Vidanes« hava í
umbúna at keypa sær eitt far aftrat.
Talað hevur verið um Njarðling, men
endalig avgerð er eingin tikin enn.
Njarðlingur er í ringum standi. Hann
skal nú á sleipustøð, har kannast skal
eftir, hvørjar ábøtur tørva.
x
Av Viðareiði.
Veðurlagið hevur verið heldur
baldrut nú um páskahalguna. Kavin
hevur ligið rættuliga langt oman og í
erva í fjøllunum er væl av kava enn.
— Meginparturin av skipsfólkinum er
framvegis heima, einstakir hava valt
um vegir; teir flestu hava velt fittliga
væl og eru so smátt farnir at hugsa
um váringina. — Tað er nakað síðan
tey fyrstu lombini komu, men ikki
fyrr enn nú er farið at lemba av álvara.
— Presturin Børge Hersaa, ið hevur
verið her eini 9 ár fór langafríggjadag
aftur til Danmarkar, har hann hevur
menn, at teir kunnu lesa sær uppá
danska orðatakið >Hvo der graver
en grav for andre ...c
Av misgåvum hevur Dagblaðið iva-
leyst gloymt seinni helvt orðataksins.
ið sigur frá, hvat hendir við teimum.
Undirgravingar-
arbeiði
skrivar Dagblaðið um
verkfallsmálinum:
Týsdagin
dómin í
>Vit vilja skoyta uppí, at ikki verður
tað gott at hoyra javnadarmenn
hovera um henda dóm, tí tann synd-
arliga leið, sum ósemjan í fiskivinnu
ni nú hevur fingið; er krúnan á
verkið á tað undirgravingararbeiðið
sum javnaðarmenn í áravís hava
ført í Féroyum…«
Framh. á 4. síðu
fingið starv við kirkju á Frederiksberg.
Prestahúsini fáa nú nýtt tak — asbest
og so flag omaná.
x
7 trolarar tiknir.
Fyri stuttum vórðu 7 trolarar tiknir
í Íslandi fyri at hava trolað innan fyri
mark. Tað vóru 4 íslendskir, 2 enskir
og 1 belgiskur. Belgiski trolarin royndi
at flýggja, men flogfar eygleiddi hann
til verjuskipið kom til hansara. Heldur
ikki tá vildi hann geva seg. Verjuskipið
tók at skjóta við skørpum, men ikki
fyrr enn hann fekk eitt skot, ið fór
tvørtur í gjøgnum trolaran aftanfyri
brúnna, gav hann seg. Bótin. var
74.000 kr.. allan reiðskapin og allan
fiskin.
Grunningur siglir å marknadin vid
800 ks.
*x
Nýggjur skúli.
Skúlaviðurskiftini i Oyndafird; hava
verið ring tey seinastu árini. Skúla-
stova hevur eingin verið. Eina tíð varð
skúli hildin í missiónshúsinum og nú
tey tvey seinastu árini hevur skúli
verið hildin í einum sethúskjallara.
Nú verður nýggjur skúli gjørdur.
Seinasta mikudag byrjaðu menn at
grava fyri grundini.
Útskiftingin í Vági.
Vágur.
Útskiftingin, ið farin er fram 8 tey
seinastu árini, er nú endiliga liðug.
men innan millum húsini er tó ikki
rættuliga liðugt at seta mark. Ikki er
greitt enn, um menn fara at appelera
ella ikki. Húsabygging, ið hevur verið
nógv forðað av hesi útskifting, fer fram
í stórum nú.
Til kappróður gera Vábbingar nýtt
10-mannafar. Tað er Símun Hammer,
ið ger bátin. Hann hevur somuleiðis
gjørt l0-mannafarið hjá næminga-
felag Studenta- og preliminerskeiðsins.
Peningurin er fingin til vegar við
basari og sjónleiki, sum áður umrøtt í
hesum blað. Báturin verður liðugur til
kappróðurin í summar.
Vágbingar fáa væl av fiski nú,
installeringar fáa upp til 30 sentnarir.
Úr Hovi.
Seinasta vetur hevur eingin stubbi
verið gjørdur av Oyggjarvegnum.
Áður hava myndugleikarnir skotið seg
Nr. 17
undir, at teir ongan veg kundu fáa at
gera í Hovi, fyrr enn vegformaður
varð valdur. Hóast fleiri mánaðir eru
farnir, síðani hesin varð valdur, er
ikkj annað komið burtur úr, enn at
maður hevur verið her suðuri og mált
veg uppaftur av nýggjum.
Porkeringar hava í vetur vælt um
vegin Porkeri-Hov.
*x
Av Tvøroyri.
Lítið hevur verið at fingið hjá út-
róðranbátunum hesa seinastu vikuna,
— almikið av hávi hevur verið. Rankin
stendur á Skipasmiðjuni í Havn og
skuldi havt verið liðugur seinast i
hesum mánaðinum men bíðar nú eftir
ketilrørunum. Hans Mortensen (Hans
hjá Palla í Mýruni) verður skipari.
Lítið hevur frættst frá fiskiskapi úr
Íslandi men er veðrið gott nú. Sjúrða-
berg hevur fiskað saltið upp.
*
Uratkvøda F A.s
Uratkvøða Føroya Arbeidarafelags
um samhugarverkfall við fiskimonnum
er liðug. Stórur partur av limunum
hava atkvøtt blankt, men endaliga
teljingin var so ikki liðug í gjár, og
tað er ein spurningurin um henda
uppteljing yvirhøvur verður gjørd.
aftaná at verkfallið er dømt ólógligt.
Suðuroyingar noktaðu at taka lut í
hesi atkvøðing.
Tað er óhugsandi, at F. A. kann
styðja verkfallið aftaná at tað av fasta
gerðarættinum er dømt ólógligt.
%
Mau-mauarar.
Síðan læknastríðið í Klakksvík
byrjaði hevur onkur havt frægd av at
skýrt Klakksvíkingar fyri Mau-mau-
arar. Fyri stuttum fóru 12 ungfólk á
internationala háskúlan í Helsingør,
teirra millum vóru fleiri úr Klakksvík.
Á hesum háskúla hevur hin kndi Mau-
| mauara leiðarin gingið í síni tíð.
AT um javnaðarmenn høvdu havt
rátt í Føroyum hevði einki verkfall
verið í dag.
AT vit sambært uppskotið um
>Arbeiði til øll á sjógv og landi, í dag
vildu havt ein fult út nýmótans fiski-
flota við t. d. 25 1ýmótans trolarum.
AT hvør einasti fiskimaður vildi
havt fyrstaflokks far og fyrstaflokks
arbeiðsamboð.
AT frábýtingarrætturin fyri fleiri
árum síðan vildi verið skrásettur við
lóg.
AT minstaløn fiskimanna vildi verið
700 kr. um mánaðin.
AT hvør einasti fiskimaður vildið
fingið fult forskot.
AT avrokningartíðin vildi verið skrá
sett við lóg og
AT fiskimenn vildu fingið avrokn-
ingina gjøgnum Fiskimannafelagið.
AT øllum hesum uppskotum hava
fólkaflokksmenn og sambandsmenn
verið ímóti og felt.