Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya Sosial-Demokratur FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR Nr. 18 | Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á Leygardagin 1. mai 1054, | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og 27. árg Í. mal 1. mai er stóri hátíðardagur hjá øllum ti arbeiðand; fólkinum kring um allan heimin. Á hesum degi fylkist 1. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Tað er menniskjan, tað umræður. Tað er verjan av rættindum menn- iskjans, ið er fremsta málið. Tað er mótmæli móti kapitalismuni, ið altíð hevur lyndið til at minka um rættindi teirra einstøku, eitt mótmæli móti tí kapitalistiska samfelaginum, ið altíð er útj eftir peningaligaligum vinningi og verju av teimum einstøku virkis- eigarunum. Hægsta evni menniskjans, hetta eyð- kenni av menniskjans virði, vórðu dømd til undirgang, takkað verið eyðræningini frá tí kapitalistiska sam- felaginum. Demokratiska-sosialistiska Framhald á 4, síðu. hin arbeidandi fjøldin undir merkjum sínum til kravgongur og hátíðarliga bera arbeiðaraleiðararnir fram í røðum krøvini um betri og tryggari livilikindi, mana til sterkari fylking og áhaldni og ágrýtni í menningar- og upplýsingarstarvinum, ið er leiðin til frigering av tí arbeidandi fjøldini. Logtingið saman at viðgera spurn- ingin um 800 kr. í minstuløn. KEMUR AT KOSTA SAMFELAGNUM 2,350.000 KRONUR Í gjár kl. 4 sp. kom Føroya løgting saman fyri at viðgera og taka støðu til yminstuløn tryggjaða ca. kr. 800 um mánaðin, sum tikið verður til í áheitan Føroya Arbeiðarafelags. J. Fr. Ørgaard, id er tingformaður í løtuni setti tingið, bað J. P. Henriksen og Poul Petersen vera skrivarar og gav sidan orðið til løg- mannin, ið legði fram álit og lógaruppskot um: Viðbót til minstuløn fiskimanna. Løgmaður greiddi frá tí, ið fram var farið seinastu dagarnar. Tá ið hann hevði hildið fast um ikki at kalla tingið saman fyrr enn verkfallið var av, var tað av prinsipiellum orsøkum, fyri at verja um virðing tingsins og fyri at tingið ikki skuldi koma at arbeiða undir trýsti av nøkrum slag. Hann greiddi frá lógaruppskotinum. Tá ið eingi tøl vóru nevnd í tí, var hetta orsakað av, at flokkarnir kundu taka støðu til endaligustøddina av minstu- lønini, aldursmark o. a. Í álitinum verður m. a. sagt, at lønjavningargrunnurin hevur givið fylgjandi yvirlit yvir veitta lønjavning: 1947 — 403 menn tilsamans kr. 332.475 1948 — 197 - — - 142.790 1949 — 376 - — - 807.000 1950 — 725 - — - 700.449 1951 — 960 - — - 607215 1952 — 608 - — - 580.125 1953 — 350 - — - 278.331 Leysliga mett vil tann minstalønin, ið veitt verður útyvir tær 500 kr., ið lætnar verða frammanundan, geva hetta úrslit: fyri 4 mánaðir av árinum: 1500 mans 100 kr. um mán. : kr. — 600.000 2000 - … + 1.600.000 2200 - i + + 2.640.000 Skattleggjandi inntøka fyri 1954/55 er ætlað til ......... kr. 53.000.000 við frádrátti av inntøkum undir kr. 2000 ...............200, kr. 6.000.000 Eftiri at skattleggja av 47.000.000 Henda skattskylduga inntøka gevur, tá ið roknað verður við: 1 pst. av 47.000.000 00000000 kr. — 470.000 2 pst. av 47.000.000 00… kr. 940.000 3 pst. av 47.000.000 ..…...ceeerr0000n kr. 1.410.000 4 pst. av 47.000.000 ......tprerkervet kr. 1.860.000 5 pst. av 47.000.000 eee kr. 2.350.000 Verdur prosentstigid 5 nytt, verdur fylgjandi eykaskattur at gjalda: av 2000 kr. „.eeee..... kr. 100 av 3000 kr. „meer Kr. 150 av 5000 kr. .......senn kr. 250 av 7000 kr. „..eereee..... kr. 350 avi0.000 kr. ......ee....... kr. 500 avi5.000 kk. „eee... kr 750 at20.000 kr. ...e.e...... &r.1000 Sum tað sæst av hesum, verður løgtingsskatturin ovurstórur um hesin peningur skal fáast til vegar við skatti, men tað eru ymiskar aðrar keldur, ið løgtingið kann troyta. Ein partur av hesum má so koma inn sum skattur, og. ein má rokna við. at tað kemur at verða hin størri parturin. Tingið kemur samanaftur í morgin kl. 10. Tá kemur málið til 1. viðgrð. Enn kann einki sigast um, nær málið verður endaliga avgreitt, men tingid ger í øllum førum sítt besta fyri at tað skal vera so skjótt sum gjørligt. kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið TÁ IÐ AVGERÐIN FALL og verkfallið endaði Drúgvar vóru samráðingar fyri at fáa løgmannin at kalla tingið saman. Týskvøldið var greitt, at allar royndir at royna uppaftur, vóru nyttuleysar Sovar tað, at Føroya arbeiðarafelag kom uppí. Kl. 914 f. p. mikudagin fekk løgmaður soljóðandi bræv frá Føroya arbeiðarafelag: Til Løgmann K. Djurhuus. Tá tað nú av Føroya Fiskimanna- felag er heitt á okkum umboðum fyri Føroya arbeiðarafjøld um at ganga teimum á møti í krav teirra til ting- menn og landsstýrið um at taka støðu til verkfallið, soleiðis at teir fáa ta hjálp teim tørvar fyri at fáa livilig kor. Tá tað nú er gingið long tíð síðan verkfallið varð lýst, so at menn eru troyttir, og roknað kann verða við at einki av fiskiførunum fer avstað, rokna vit við at tað lemjir landi so- leiðis, at tað verður ikki liviligt, hvørki fyri fiskimannin ella fyri onnur. Henda okkara áheitan verður gjørd av teirri orsøk at tað eru nógvir fiski- menn komnir til Havnar og týðir tað uppá teirra rættvísu krav og síggja vit tað soleiðis at eingin kann svara fyri hvat kann henda um so er at øll krøv verða avvíst. Vit vilja ti biðja tygum um at ganga fiskimanninum á møti í krøvum teirra. At kalla tingið saman beinanvegin, soleiðis at teir fáa sína minstuløn tryggjaða ca. kr. 800 um mánaðan. Vegna umstøðurnar mugu vit krevja tygum um svar innan ein tíma. Hetta bræv var undirritað av nevnd Føroya Arbeiðarafelags og nøkrum unf>oðsm. f. bygdafeløgini. x Magnus Tórsheim, formaður F. A.s var allan hnda fyrrapartin til samráð- ingar við løgmanni. Hann greiddi hon um gjølla frá, hvussu álvarsom støðan var og hvat kundi henda, um hann ikki gekk F. A. á møti. Aftaná hesa frágreiðing gekk løgmaður við til at kanna allar møguleikar,men helt fram- vegis fast um, at verkfallið mátti av- blåsast fyrst. Hetta var sjálvandi ringt at koma til rættis við. J. P. Davidsen, løgtingsmaður, fór so seinni til løgmanns, tosaði við hann og setti so hitt avgerandi uppskotið fram. Løgmaður og Fiskimannafelagið skuldu samstundis binda seg til ávika- vist, at verkfallið varð avblást beinan vegin og at løgmaður samstundis kall- aði tingið saman. Hetta uppskot sam- tyktu báðir partar og kom sostatt at verða tað, ið gjørdi enda á verkfall- inum, samstundis sum tað fullvissaði fiskimenn um, at tingið nå kom saman fyri at tryggja teimum eina hóskandi minstuløn. Úrslitið av avgerandi semingsupp- skoti og kravi J. P. Davidsens fekk Føroya arbeiðarafelag í hesum skrivi: Í brævi frå 27. april 1954 — mót- tikið 28. apríl kl. 9.30 — hevur Før- oya arbeiðarafelag heitt á løgmann um at fáa tingið inn beinanvegin til tryggingar av eini tilskilaðari hægri minstuløn fiskimanna. Løgmaður ger felagnum kunnugt, at hann er tilreiðar at fáa tingið inn og seta fram lógaruppskot til trygg- ingar av einari eykaviðbót til galdandi minstuløn fiskimanna, men treytin er, at tingið fær tann arbeidsfrid, sum tað eigur, og so statt má løgmaður krevja, at verandi arbeiðssteðgur á sjógvi og landi er hildin uppat í dag, samstundis sum bodsending til tingmenninar fer ut. K. DJURHUUS, Løgmaður, 29. april sendi F. A. soljóðandi skriv til Føroya Landsstyri: Við tøkk fyri skriv av d. d., sum svar uppá tað av okkum framsetta krav í morgum dagsett 27/4, vilja vit hervið gera heiðraða landsstýri kunn- igt: Stjórnin hevur viðtikið beinleiðis at avlýsa øll verkbann, eisini ætlaða eykaaðalfund. Vit hava sent fjarrit til allar limir pkkara. ið kunngera hetta kl. 18.50 Við tøkk fyri góða viðger og kvøðu arbeiðaranna. Fyri F. A. Andrea Árting skrivari Ísfiskurin Kúrberg 778 ks. 2025 stp. Dragasund 796 ks. 2767 stp. Úr Fuglafirði Seinastu vikuna fingu bátar væl við snøri. 8 mannafar, ið var úti á havi fekk 800 p. Kallsoy fekk ein dag 1200 p. Oynd- firingar eru herfyri komnir uppí 2700 p. við snøri á Norðhavinum. Erik, ið hevur ligið undir - verkfallinum, er nú farin aftur at veiða, Fyrsta túrin hevði hann 2200 p. Tá ið vit høvdu nøvnini á teimum, ið tóku setiskiparaprógv, høvdu vit av misgávum gloymt Petur Midjord úr Fuglafirði, ið fekk 56. Trondhjem kom úr Keypmannah. hós- kvøldið, Tjaldur fór úr Keypmannah. fríggja dagin. >Vælfarið< var vestanfyri við snøri týs- dagin. Veiddi eini 1000 pund. Fer til Íslands í dag. ——— Útvarpið í morgin: Vikuyvirlit frå pressens radioavis og veð- urtíðindi. — Føroysk tíðindi — Um fugla- rannsóknir í Føroyum, Arne Nørrevang, cand. mag. — Samrøða við Bartholdy, prest — Ein gomul Havnarkona um Havnina í gomlum døgum. —— = —————————————iIWOY——NA—w— | Verður valdgerðarrættur skipaður? Løgmaður segði á tingfundi í gjár, at hann hevði í hyggju at seta upp- skot um at stovna valdgerðarrætt til at avgera arbeiðsósemjur,