leygardagur 1. mai 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
1. mei 1954
MINSTALØNIN - LØNJAVNINGAR-
GRUNNURIN - FORSKOTSRINDANIN
Fiskimannaverkfallið endaði við ti årslitid, at Landsstyrid gekk
við til at tryggja fiskimonnum eina minstaløn, id vil bøta so mikið
um kor fiskimanna, at vandin fyri hungri og halli er burturbeindur.
Men at vinna hetta úrslit hevur kostað fiskimonnum og øllum sam-
felagnum hóp av peningi. Kortini kundi alt hetta verið umgingið.
Verkfallið var óneyðugt, fiskimenn nýttust ikki havt ligið heima, sam-
felagið nýttist ikki havt mist tíggjutals miljónir av teimum støðugt
afturvendandi verkføllunum. At hesin spurningurin kundi verið loyst-
ur fyri mongum árum síðani, vilja vit vísa á her niðanfyri, við at
endurtaka søguna um minstulønina, lønjavningargrunnin og forskots-
rindanina.
Minstalønin.
Vit minnast øll, hvussu illa fiski-
menn vóru fyrikomnir í byrjanini av
seinasta heimsbardaga.
Hin gamli fiskiskapurin varð av-
lagdur og ferskfiskaveiðan tikin upp
í staðin. Men til hesa vinnu kundu so
fáir koma, og um hana var eingin
sáttmáli. Limirnir duttu burtur úr
fiskimannafeløgunum, ið so statt
gjørdust veik og mistu takið á fiski-
mannafylkingini til at kunna makta
at gera nakað munandi í teirri nýggju
umstøðum.
Úrslitið var, at fiskimenn heldur
enn at ganga heima við ongum vinn-
ingi til at føða konu og børn við fóru
at sigla við fiski uttan nakran ávísan
sáttmála — og teir vóru vanliga so
illa fyrikomnir, at teir tóku við tí,
teir fingu. Og tað varð í minsta lagi,
kunnu vit ætla. Tað vóru veruliga
menn, sum góvu seg til at sigla fyri
150 kr. fyri túrin, sum reiðarin vann
í tíggjutúsundatali fyri ikki at siga
hundratúsundatali uppá.
Hetta kundi ikki ganga søgdu
umboðsmenn javnaðarmanna á tingi. í
Javnaðarmenn útarbeiddu so eitt
uppskot, sum var framúrskarandi fyri
tíð sína og sum altíð vil standa sum
eitt lýsandi fyridømi um teirra mið-
vísa arbeiði á tingi fyri at bøta um
trongu kor fiskimanna.
Eftir hesum uppskoti skuldu allir
fiskimenn fáa í minstuløn 700 kr. um
mánaðin.
Harafturat skuldu fiskimenn hava
rætt til at fáa prosentligan part av
ágóðanum (søluni) og rætt til at fáa
lønina setta eftir rentabilitetinum og
kríggsvandaumstøðunum.
Og uppskotið hjá javnaðarmonnum
fekk ein meiraluta á tingi fyri sær og
varð samtykt, men tær 700 kr. vildu
afturhaldsflokkarnir ikki ganga við
til — tær vórðu kryplaðar niður í
500 kr.
Seinni varð henda minstalønar-
skipanin grundfest í javnaðarflokk-
sins uppskoti um
Lønjavningargrunnin
Upprunin til lønjavningargrunnin
var såttmålatrætan millum fiskimenn
og útgerðarmenn. Partarnir vóru
rendir fastir. Alt stóð í botni.
Tá komu javnaðarmenn við upp-
skotinum um lønjavaingargrunnin.
Henda grunnin kenna allir fiski-
menn, tí hann vann at enda ein meira-
luta fyri sær, og fiskimannastætturin
veit hvønn týdning hann mangan
hevur havt, sjálvt um tað hevur eydn-
ast afturhaldsflokkunum at krypla
hansara upprumaliga tilætlaða virki
rættuliga munandi. Tað kann altíð
henda fiskimenn, at teir koma illa fyri
við lítlum fiski, óhagþum. so íkki
| kann verða talan um stórvegis innløgu
av teirra fiskiskapi. Hesin grunnur
skuldi tí tryggja fiskimonnum tað
neyðturvuliga til lívsupphaldið. Bein-
an vegin vísti virki grunnsins, at hann
veruliga kom at roynast ein stovnur,
ið røkja skuldi grundleggjandi og
týdningarmikil lívsynjarmál fiski-
manna.
Men hóast hetta aftraðu aftur-
haldsflokkarnir sær ikki við at seta
uppskot um avtøku av hesum grunni.
Hetta uppskot varð eisini samtykt á
tingj av afturhaldsflokkunum, og har-
við var einasta veruliga tryggjan fiski-
manna fallin til jarðar.
Fiskimenn gjørdu verkfall móti
løgtinginum, og aftaná harðar og
drúgvar tingingar í tinginum, fekst ein
skipan aftur í lag, men tíverri var
hon ikki so mikið sum til helvtar so
góð, sum tann skipanin, ið javnaðar-
menn høvdu uppskot um av fyrstun
tíð.
í
Hetta árið fingu tí fiskimenn ikki
fulla minstuløn.
Verkfallið í ár, sum eftir tí, ið
omanfyri er nevnt, kundi verið um-
gingið bert allir flokkar høvdu havt
tikið undir við støðu javnaðarmanna,
endaði so við, at tær av javnaðar-
monnum framsettu tryggingarætlanir
verða settar í gildi.
Forskotsrindanin.
Royndirnar tey seinastu árini hava
víst, at hin størsti vansin hjá fiski-
monnum hevur verið, at teir ofta ikki
í eitt heilt ár og meira hava fingið
eitt oyra fyri fisk sín ella sum løn
hjá illa á holdum komnum útgerðar-
monnum.
Viðgerðandi hesa ringu støðu hjá
fiskimonnim kom formaður Suður-
oyar fiskimannafelags J. H. Danbjørg
fram við tankanum um eina forskots-
rindanarskipan.
Ár tingið setti javnaðarflokkurin
uppskotið um forskotsrindanina.
Hetta uppskot varð samtykt saman
við einum fólkaflokksmeiraluta og
sjálvstýrismonnum.
Landsstýrið fekk í hendi at seta
lógarfyriskipanina í kraft, og hetta
kom at liggja undir Kr. Djurhuus,
men synd var at siga, at eldur var
undir fótum hansara at fáa málið
framt til lítar. Eftir er nú at fáa hesa
skipan at virka so fullfíggjaða sum
ætlað eftir andanum í lógini.
SEINASTU HENDINGARNAR
UNDIR VERKFALLINUM
Sunnudagin 25. apríl.: Fiskimanna-
mannafelagið fær frænir um, at
Vesturskin, id liggur á Havnini ætlar
at sigla. Erl. Patursson fer á Skála-
fjørðin við >Dúgvuni< eftir fólki fyri
at steðga trolaranum. »Vesturskin«
hevur 25 manns umborð og er í ferð
við attoga akkerið inn, tá ið Dúgvan
leggur at borði. At byrja við gongur
tað heldur harðliga fyri seg, men at
enda eydnast tað Erl. P. at fáa mann-
ingina í land. Manningin noyðist at
fara til húsar aftur. Áður enn leikur
endaði umborð á »Vesturskini« var
politimeistarin og ein politistur
komnir umborð. Seinni kom »Vestur-
skin« at kai og sigldi sama kvøldið
á Vestmanna.
x
Mánadagin 26. apríl: Eftir áheitan
frá Fiskimannafelagnum stevna fiski-
menn av Skálafjørðinum og øðrum
bygdum úr Eysturoy, Skopuningar,
Sandingar, Nólsoyingar o. a. til Havn-
ar fyri: at krevja løgtingið saman.
Sama dag koma løgtingsmenninir J.
Fr. Øregaard, Einar Waag og J. Chr.
Olsen til Havnar. kl. 5 s. p. varð
fundur hildin i kommunuskúlagarð-
inum, har stjórn Fiskimannafelag-
sins segði frá krøvum sínum: at fáa
tingið saman fyri at tryggja fiski-
monnum sámulig lønarlíkindi. Aftaná
fundin var kravgonga út í Tinganes,
har Hákun Djurhuus var staddur.
Løgmaður var í Suðuroy og Rikard
Long í Keypmannahavn. H. Djurhuus
lovaði at svara kl. 10. Hann hevði
síðan samráðingar við løgmanni.
KI. 10 kom svar landsstýrisins, ið
segði, at tað ikki vildi kalla tingið
saman fyrr enn verkfallið var avblåst.
Um somu tid varð stevat til fundar í
løgtinginum, har møttir vóru umboðs-
menn fyri Fiskimannafelagið og løg-
tingsmenninir: J. Fr. Øregaard, J.
P. Henriksen, Einar Waag, D. P.
Danielsen, Hanus við Høgadalsá og
Poul Petersen. H. Djurhuus og Martin
Holm høvdu eisini játtað at koma,
men ncktadu seinri. Í tinginum varð
hildin drúgvur fundur. Teir hjástaddu
løgtingsmenninir søgdu seg vilja gera,
hvat teir kundu fyri at fáa tingið sam-
an og finna eina loysn á verkfallinum.
Poul Petersen, ið skuldi fara avstað
áðrenn fundurin var lokin, var av
eini miskiljing tíkin uttanfyri ting-
húsið og tveittur innaftur, men fekk
seinri eltir áheitan stjórn Fiskimanna-
felagsins loyvi at fara frá tinghúsinum
í øllum góðum. Seinni kom Erl. P. og
las eina frágreiðing frá fundinum og
segði frá, at javnadarmenn, sjálvstýris-
menn og tjóðveldismenn vóru samdir
um at kalla tingið saman eins og
hvørjir tingmenn høvdu verið til
steðar og hvørjir vóru í Havn, men
ikki til steðar í tinghúsinum.
x
Týsdagin 27 upríl: Tingmenninir
J. P. Davidsen, J. Kallsoy og S. P.
Zachariasen komu til Havnar. KI. 114
kemur løgmaður aftur úr Suðuroy við
1
Ternuni. 200 fiskimenn taka ímóti
honum. Tingmenn frá javnaðarflokk-
inum og sjálvstýrisflokkinum og um-
boðsmenn fyri fiskimenn gera fleiri
royndir at fáa løgmann at kalla tingið
saman, men hann heldur fast við
støðu sína: verkfallið skal avblásast
fyrst, síðani vil hann kalla tingið
saman, men útum tað vil hann eingi
lyfti geva.
KI. 6 s. p. heldur Havnar arbeiðs-
mannafelag fund í kommunuskúla-
garðinum og lovar fiskimonnum at
styðja teirra krøv. Føroya arbeidara-
felag verður kallað saman til fundar.
Kl. 1114 verður fundur aftur hildin
í kommunuskúlagarðinum. Um eitt-
tíðina verður boðað frá, at Føroya
arbeidarafelag er farið til løgmanns
at krevja tingið saman og vil hava
svar innan ein tíma. Annars verður
F. A. at gera samhugarverkfall um alt
landið. Leitað verður eftir løgmanni
alla náttina, men hann er ikki at finna.
Leysasøgur søgdu, at lovað varð hon-
um, ið fann løgmannin, 1000 kr. í
virðisløn.
Sama dag fer m/b »Brynhild« til
Klakksvíkar fyri at steðga >Polar-
stjarnuni«, ið er til reiðar at fara
avstad. Seinri um dagin kemur
»Brynhild« aftur til Havnar, men
manningin á >Polarstjørnuni< noktadi
at fylgja boðum Fiskimannafelagsins.
*
Mikudagin 28. april: Kl. 7 á morgni
boðar norska útvarpið frá alverkfallið
um alt landið. Kl. 914 fær løgmaður
skriv Føroya arbeiðarafelags. Umbóðs
menn fyrj landsstýrisflokkana: Martin
Holm, Trygvi Samuelsen, J. Chr.
Olsen og Poul Petersen stevna til fund-
ar saman við landsstýrinum. Løg-
maður boðar frá, at hann vil svara
innan kl. 6 á kvøldi, hvat er langt
uttanfyri = tíðarfreist F. A.s, sum um
middagsleitið sendir boð um alt landið
at gera fyribils samhugarverkfall. Kl.
1 s. p. heldur Havnar arbeiðsmanna-
felag fund í Tórshøll um víðari fram-
hald av verkfallinum, og F. A. stevnir
til eykaaðalfund í Havn hósdagin fyri
at viðgerða sama mál. Umboðsmenn
fyri mótmælisflokkarnir hava sam-
ráðingar við landsstýriðið, ið heldur
fast um, at verkfallið skal avblásast
fyrst. At enda gongur landsstýrið við
til at geva Føroya Arbeiðaraf. skrivliga
váttan um, at teir vilja tryggja fiski-
monnum eina hóskandi minstuløn og
kalla tingið saman kl. 4 s. p. fríggja-
dagin, men framvegis við somu treyt-
um, at verkfallið verður avblåst beinan
vegin. Stjórn Fiskimannafelagsins og
3 umboðsmenn fyri hvørja sókn halda
drúgvan fund í tinghúsinum. Nærum
hvør maður hevur orðið. At enda
eru allir samdir um at taka við til-
boðnum. Eftir er at boða teirri stóru
fiskimannafjøldini frá hesum. Hetta
verður gjørt í kommunuskúlagarð-
inum, Menn vóru ymiskir á máli um,
hvussu fiskimenn fóru at stilla seg,
men allir sum ein tóku við boðum
felagsins um at avblása verkfallið
beinan vegin. Samstundis sendi F. A.
boð um alt landið at avblása teirra
samhugarverkfall. Stutta løtu aftaná
stevndu fiskimenn úr aftur Havnini
aftaná at hava verið her útvið 3 sam-
døgur.
Crepe nylon-sokkar.
Crepe nylonsokkar verða nú so væl gjørdir
at teir av røttum áttu at borið navnið »f6lka-
sokkar, At byrja við vóru teir so sum so,
men nú er annaleiðis, Í dag eru teir samsvar-
andi krøvini um einar góðar, sterkar, men
hóast tað vakrar sokkar til skrivstovu- og
krambúðarkvinnuna,< — stutt sagt til allar
kvinnur, bæði húsmóður og arbeiðskvinnur.
Crepe nylon-sokkarnir kosta 16 kr. parið,
men tá ið teir halda leingi, eru teir væl
ódýrari enn vanligir nylonsokkar. —