Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1. mei 1954 Til fiskimenn, bestamenn og skiparar FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR a —wwwdewwwdwwaaiaawwnnennwnnennnnnnnenn nn rn Nøkur orð um viðgerð av fiski umborð Ansa eftir, at skipið er í fullgóðum standi, tá ið tað legg- ur avstað. Lat mannskapsrúmini vera so rein og noslig sum yvirhøvur tilber, tí ikki er at gloyma, at hugni gevur betri arbeiðshug. Ver vissur um, at lastin er í besta standi, at hon er væl reinskað, at eingin leki og eingin gjóstur er í henni. Ansa ikki minst eftir at eingir Ojavnar eru á skottum og gar- nering, har fiskur kann verða hangandi fastur og skrædna ella meltast, Eins væl og gott salt er lívs- treyt í saltfiskaframleiðslu, er skitið og spilt salt drepandi, Ti má ansast eftir hesum við. Har neyðugt er at krøkja fiskin — ella go gg a hann, sum tikið verður til — má hann bert verða krøktur í høvdið, Krøk hann í kroppin — og ver vísur í einum: Í somu løtu er vinningurin, bæði hjá tær sjálv- um og lagsbrøðrum tínum, minkaður. — Fiskur, sum er krøktur í kroppin, missir altíð virði og verður ofta vrak. fFiskurin skal blóðgast beinanvegin, hann er komin á dekkið — og væl skal tað gerast. Sker hann niður — og gott nið- ur — á kvørkrarnar. Betri niður er skorið, lættari hjá felaganum at avhøvda. Lat fiskin bløða væl út, áðr- enn hann verður avhøvdaður. Annars setir blóðið í kroppin. (Minst til at stak nógv blóð er í upsa). Trolaramenn:;: Blóðgið altíð ein posa í senn annars fáa tit ikki so góðan fisk, sum tit eins og. aðrir kunna. — Tann fiskur, sum fyrst verður blóðg- adur, skal reinskast fyrst, Línumenn: Blóðgið frá línurulluni, men spillið ikki fisk- in við eisini at avhøvda frá rull- uni, Latið hann liggja ein til tveir tímar og bløða út, Umráðandi er at hava góð skott. Fiskurin má fura sum minst. Meir hann furar, ringari verður hann til góðsku. Tá ið fiskurin hevur ligið 1—2 tímar aftan á at vera blóðgaður, skal hann avhøvdast. Ansa eftir, at uggabeinið ikki verður leyst. Sker, men slít ikki høvdið av. Ansa eftir at nakka- beinið verður í fiskinum. Avhøvda aldri sum til ísfisk, tí so fæst ikki góður salt. ella klippfiskur burturúr, Betri fiskur fæst, um kruvt verður, áðrenn fiskurin verður lagdur á flekiborðið. Hann, ið kryvur má ansa eftir, at ongar garnar, einki rogn ella livur eru eftir í fisk- inum, Flek væl og virðiliga. Hann, sum sprettir oman, eigur at ansa eftir, at hann ikki gong- ur ov djúpt í ugganum. Far væl oman við fjaðrunum og ikki ov djúpt í stertinum. Flek fiskin heilt út í klingruna. Ansa eftir ikki at loysa ryggin longur aftur enn hagar, hann verður avhøgdur. — Ryggurin skal altíð høggast av á skák beint aftan fyri blóðgeislan, so at 8-talid kemur til sjóndar. Koyr fiskin beinleiðis av fleki- borðinum í damm ella vaskikar. Spill ikki væl blóðgaðan, av- høvdaðan og flaktan fisk við at vaska hann illa, Dammurin eigur at vera rúmligur, so at fiskurin verður væl skolaður. Dammurin má verða tømdur í botn, hvørja ferð hann er flakt- ur fullur, og hann má reinskast so ofta, at vatnið altíð er reint í honum, Ansa eftir at leyst blóð og livrabroddar ikki koma níður í dammin, K vis] er sera hóskandi am- boð í landbúnaðinum — men líka so óhóskandi umborð á fiskifari. Fiskur yvirhøvur, og serstak- liga stórur fiskur, eigur altíð at verða væl vaskaður við bust og blóðið vundið úr rygg- inum. Tak fiskin úr damminum og legg hann í ein rimakassa til at vatnrenna. Lat fiskin, tá ið hann er vatnrunnin, aka eftir segldúkssliðsk beint í lastina. Fiskur sum fær lov til at liggja í rúgvu í lastini verður aldrin fyrsta flokks vøra. Fisk- urin má leggjast og saltast bein- anvegin hann er komin í lastina. Ein høvuðstreytin fyri at fáa vælsaltaðan fisk er, at hann verður lagdur slættur og ikki ov tættur, . Koyr nógv salt á fyrstu ferð og ansa eftir, at hvør fiskur fær salt. e Ongatid er so væl saltað, at tad ikki er neydugt at riva fiskin um Lít ikki á at godskan í fiski, sum fyrstu ferð hevur fingið ov lítið salt, tekur seg fram við umrívan. Salta tí væl og rív fiskin um. Nýt í minsta lagi 35 kg av salti til hvørji 100 kg av flaktum fiski fyrstu ferð, ið saltað verður, og minst 15 kg til hvørji 100 kg, tá ið umrivið verður. Best er — har tað ber til — at fiskurin verður umrivin í fyrsta lagi 2 samdøgur aftan á at hann er saltaður fyrstu ferð. Tó eigur tað í seinasta lagi at verða gjørt 4-—5 dagar aftaná. Ansa eftir, at tann umlagdi fiskurin ikki hongur á skotti ella garnering, soleiðis at fiskurin skrædnar. Ansa væl eftir, at krubban er slætt løgd, at saltið ikki skal renna av. Umrivin fiskur uttan salt verður ongatíð góður fiskur, Hití frá maskinskotti kann vera orsøk til pink í fisk- inum. — Ansa eftir, at væl er garnerað, Føroya S0SIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 2172 Postbox 76 Prent: A. OSTER Verkfallið — framtíðin Verkfall Føroya fiskimanna- felags, ið staðið hevur við í 57 dagar, er av. Togað hevur verið aftur og fram síðani fyrst í januar mánaði. Allar samráðingar part- anna millum endaðu úrslitaleysar. Seinast varð verkfallið dømt ólóg- ligt. Tá søgdu útgerðarmenn bart út nei fyri øllum víðari samráð- ingum, Sáttmálabroytingar var tí einki at hugsa um, og ivaleyst var heldur einki at vinna har. Hetta ásannaði Fiskimannafelagið eisini og fráfall tí øllum krøvum tann vegin. Eftir var at royna løgtingið. Eisini her vóru trupulleikar. Løg maður og landsstýrið vildu einki gera so leingi verkfallið helt áfram. Bert 10 tingmenn fingust at krevja tingið saman (6 javnað- N 2 pe BL. p UR KOBENHAVN: | Fríggjadagin 30. april kl. 20 | > 14. maí > 20 » 28. « » 20 | > 11. juni > 20 Týsdag - 22. > > 24 Fríggjadag 2. juli > 20 Týsdag 13. » » 24 | Fríggjadag 23 > > 20 Týsdag 3. aug. > 24 | Fríggjadag 13. > > 20 | Týsdag 24. > > 24 Fríggjadag 3. sept. > 20 » 17. > >20 » 1. okt. » 20 » 22. > > 20 » 5. nov. » 20 Leygardag 20. > > 18 Friggjadag 10. des. > 20 FERÐAÆTLAN FYRI 1954 NN | Felagið vissar sær rætt at broyta ferðaætlanina uttan ávaring Pf. SKIPAFELAGIÐ FOROYAR A [AAA ÅÉÉ[ÉÉ É AA ÉÉ [AAA | [[————— Nr. 18 armenn: P, M. Dam, ið staddur var í Keypmh., J. Fr. Øregaard, J. P, Henriksen, Einar Waag, J. P. Davidsen og J. H. Danbjørg, tveir sjálvstýrism: J. Kallsoy og S. P. Zachariasen og og tveir tjóð- veldismenn: D. P. Danielsen og H. v. Høgadalsá). Hetta var ein" asta leið. Ferð eftir ferð í mong ár hava javnaðarmenn borið síni krøv og uppskot fram á tingborð um at tryggja fiskimonnum hósk- andi minstuløn, men altíð hava afturhaldsflokkarnir = vent hitt deyva oyra til, Nú verða hugsjónir javnadarmanna at sigra í hesum máli, men — tíverri — ov seint, tí hvat kundi ikki verið vunnið, um hetta varð gjørt fyrr. Tað er eingin ivi um, at fleiri verkføll kundu verið umgingin og fiski- menn og landið alt vildi harvið verið ríkari og betri stillaði í dag, misálit og mistreyti, ið nú hevur havt so góð gróðrarlíkindi vildi verið burtur, men tað, ið farið er vinst ikki aftur. Eftir er at fara undir tað stóra takið: at endur- nýggja fiskiflotan. Tað, ið nú er hent, er bert ein fyribilshjálp. Fyrr enn okkara fiskimenn hava góð og nútíðarhóskandi arbeiðs- amboð er ikki vunnið á mál. Vón- andi vera nú allir partar samdir um at taka hetta ódnartakið. Her mugu øll vera við, hvør einasti samfelagsborgari, hvørjum stætti hann enn er av. ÚR FØROYUM Fríggjadag 7. mai kl. 18 » 21. > » 18 » 4. juni > I8 » 18. » > 18 Leygardag 26. > > 18 Friggjadag 9. juli « 18 Leygardag 17. > < 18 Friggjadag 30. > « 18 Leygardag 7. august > 18 Fríggjadag 20. > > 18 Leygardag 28. > »p 18 | Friggjadag 10. sept. > 18 » 24. > > 18 » 8. oktob. > 18 » 29, 6 > 18 > 12. nov. > 18 Tysdag 30. > > 10 Fríggjadag 17. des. > 18