Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya Sosial-Demokra tur FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR | i le eg | Bladid verður bflagt á posthúsinum, og | 97, årg FOROYSKUR GERÐAR- RÆTTUR SKIPAÐUR Tók landsstýrisflokkunum 5 tímar at troðka stórmál, ið rakar alt vinnufólkið í Føroyum, igjøgnum Týskvøldið kom rættuliga ferð i landsstýrisflokkarnar. Kl. 6 s. p. setti løgmaður fram uppskot um at skipa ein føroyskan gerdarætt, ið skal døma í øllum lønartrætum millum fiskimenn og reiðarar og arbeiðarar og arbeiðsgevarar. Tað tók landsstýrisflokkunum bert 5 tímar at troðka hetta stórmál ígjøgnum. Slíkur atburður finnur ikki sín líka í nøkrum fólkaræðistýrdum landi í vesturheimi. Mótmæli mianulutaflokkana vóru øll nyttuleys. kl. 6 s. p. týsdagin legði løgmaður uppskot á tingborð um skipan av ein- um føstum valdgerðarætti. J. P. David sen var fyrsti maður, ið hevði orðið. Hann segði seg altíð hava verið ímóti tvungnari voldgift; men tey mongu verkføllini, ið høvdu verið so drepandi fyri landið, høvdu fingið hann at snara hugsan hansara tann vegin, at nakað átti at verða gjørt fyri at tryggja arbeiðsfriðin. Næsti røðari var J. P. Henriksen. Hann spurdi løgmannin, um ætlanin var at samtykkja hetta uppskot í hesi tingsetuni. Um so var, vildi hann mót- mæla hesum uppá tað harðasta. Hetta var ikki mál, ið kundi troðkast ígjøg- num, Menn máttu hava góða tíð til umhugsunar, og eisini máttu øll vinnu- AV TVØROYRI Í løtuni er púrt einki arbeiði her. Útróðurin er heldur eingin vegna tey ringu streymlíkindini. Skipini eru nú flest øll farin, uttan A. T. skipini. Albert hevur fingið nýggjan Hunde- sted motor. Gekk 10 míl royndartúrin. Annað av teimum nýggju uppmálingar- skipunum, ið komin eru higar, kom á Tvøroyri hósdagin. Uppmálingarnar skulu byrja sunnanífrá. Arbeiðsmannafelagið Fylking verð- ur væntuliga at halda fund í kvøld. Menn eru ógvuliga misnøgdir við hin nýggja 3 pst. skattin og halda, at eisini arbeiðarar á landi hava rætt til eina hóskandi minstuløn. 3 umsóknir 3 eru umsóknirnar til leysa presta- embætið í Norðoya eystara presta- gjaldi. So skjótt sum líkindi eru til tess verður prósturin at fara til Hvannasundar til innstillingarfund. Væntuliga verður embætið sett um ein mánaða. Arbeiði Kommunan spílar seg alsamt út. Arbeitt verður uppá vegstrekkið Fornagarðar—Vág. Gravkúgvin úr Gøtu er høvuðsmaður fyri arbeiðinum. Nú trolárarnir hava verið heima, hevur verið væl av fiskaarbeiði. Tunnuvirkið er nú av álvara komið í gongd. Eisini har er arbeiði fyri nakrar hendur, feløgini fáa høvið til at siga sína hugs- an, Mælt; ti til, at málið varð goymt til Ólavskutingsetuna, men í hesum tíðarbili átti landsstýrið at samráðast við vinnufeløgini um spurningin. Vit Framhald á 2. síðu. Leygardagin 8. mai 1954. 59 ár síðan seinast Seinasti sunnudagur var rættur merkisdagur í Saxun. Henda dagin hildu báðir Norðurstreymoyarprestar- nir Petur Petersen og Højlund Kon- firmatión í bygdini. Har hevur eingin konfirmatión verið hildin í 59 ár. Útvarpið Sunnudagin 9 mai: Vikuyvirlit frá pres- sens radioavis — føroysk tíðindi — Ungur føroyskur skaldskapur, J. P. Heinesen. — Skaldið Hallgrímur Pétursson, A. Enniberg (upplestur). Úr skúlanum Skrivliga prógvtøkan hjá Real- oglV ml. byrjaði dag. Í realklassanum eru 12 næm- ingar, og 21 í 4. millum. Børnini høvdu fimleikaframsýning í seinastu viku, P. M. Dam fólkatingsmaður kom higar við Tjald- rinum seinast. Hann fór niður aftur við Tjaldrinum í gjár fyri at møta í Fólkatinginum, har hann hevur biðið um orðið, tá ið A. T.-málið kemur fyri. Málið um tilskot til iskimenn samtykt á løgtingi Allir flokkar tóku undir við at veita tilskot til teir fiskimenn, sum ikki sjålvir fiska uppí kr. 800 um mánaðin. Vid 1. viðgerð fór fram orðaskifti, har J. Fr. Øregaard var fyrsti røðari: Tað man leingi hava staðið ting- | monnum greitt, at hetta mál fyrr ella | á | Framhald á 2. síðu. samráðingunum | millum føløgini, hevur sæð, at har | valla bleiv nøkur semja, tað er spell, | at partarnir ikki fyrr heittu á tingið, | seinri mátti koma til tingið. Hann, ið hevur fylgt við í tí so kundi nógv verið vunnið, sum nú er farið fyri skeytið. Tað fiskimenn nú ynskja av ting- inum er, at teimum verður tryggjað ein minstaløn uppá kr. 800. Um hetta er ræltasti vegurin at ganga ivist eg í. Lembingin Av tí at veðrið var frálíkt fyri 10 døgum síðani, kom tað monnum dátt við, at lemb- ingin skuldi eydnast so illa. Hóast menn ! dågliga hava verið burtur í haga, doyr frå hond. Hetta má sigast at vera syrgiligt. i Soleidis frættist, at Viðoyingar og Svinoy- ingar hava mist hépin av smålombum. Eisini norðan úr Sundi frættist frá stórum missum. Bert teir menn, ið hava seyðin við húsa, eru toluliga væl fyri. Skal løgtingið binda seg til at gjalda eina ávísa peningahædd til fiskimenn, Ísfiskurin Hesa vikuna hava selt: Poppy 997 . 1813 stp. Havsøki 327 ks. 696 st. Í apríl mánaði vóru 7 sølur, 278 tons fyri 339.000 kr. Sølurnar vóru hesar: Rólant 567 ks. 1945 stp. Grunn- ingur 813 ks. 3863 stp. — Dragasund 516 ks. 2378 stp. — Poppy 416 ks. 1357 stp. — Grunningur 842 ks. 2887 stp. — Kúrberg 777 ks. 2035 stp. — Dragasund 796 ks. 2767 stp. k mm Væl av sild hevur verið at fingið á Skálafjørðinum og Lamba. Í fyrradagin komu 31 tons og í gjár 1 tons í Lamba. FUNDUR UM LÆKNAMALIÐ HILDIN Í KLAKKSVÍK Hósdagin varð fundur hildin í Klakksvík um læknamálið. Til steðar vóru Elkjær Larsen, depardementsjefur, Elkær Hansen, skriv- stovustjóri í statsministeriunum og Lemberg, ið er økonomiskur rá- gevari og fyri adressufólkið: Einar Waag, Ficher Heinesen, Óla J. Jacobsen, Hans Biskupstøð og Pól J. Olsen. Klakksvíkingar góvu Dønum eina gjølla frágreiðing um læknamálið. Elkjær Larsen segði sína hugsan um málið og helt fram, at í fyrsta lagi mátti sjúkrahús- stjórnarspurningurin loysast. Hetta var annars bert ein »orienterandi« fundur. kostar kr, 2,20 + porto um fjordingsårid > Klakksvikar- tidindi Klakksvík. hósdagin. Útróður. Veðrið hevur verið vánaligt seinastu tíðina, og hevur útróðurin tessvegna verið nógv tarnaður. Bert einstakar løtur hava bátarnir roynt, men lítið er komið uppá land. >Eystnes< var einasti bátur, ið var útrógvin í gjár, teir veiddu 1600 p. Skipini. Fyrsta skipið, ið fór, var »Polar- stjørnan«; síðani eru hesi farin: Skálanes, Atlantsfarið og Lillian; tey skuldu til Grønlands. Sigurfarið, Esther, Streymoy, Gudrun og Hav- frúgvin eru farin til Íslands. Fugloy, Carrlton, Fimm Systrar og Nakkur eru klár at fara. Bíða verður eftir veðri. »Sjårdarberg« ið hevði 297 tons seinasta túr fór avstað aftur sein- asta sunnudag, og »J. Patursson« ið hevði 162 tons sigldi av Klakksvík mikudagin. Dragaberg og Polarfarið komu eystaneftir í dag; veiðan ávika- vist 200 og 95 tons. Viðoy er væntandi við 95 tonsum. Teir størru útróðrar- bátarnir »Eysturhévdi« >Fuglberge 0. a. fara til Íslands um 2 vikur. Lundin var á Klakksvík í dag. Í dag lá bert ein enskur trolari við bryggj- una, fiskiskapurin er smáligur í løtuni. »Polo« kom úr Halmstad við timbri i gjár. Sveinaroyndin Fyri fyrstu ferð hava sveinaroynd- ir verið tiknar her í bygdini. 24 luttóku og fingu teir allir prógv. 4 fingu heið- ursmerki, og vóru teir: William Han- sen, Guttorm Johannesen, Sverri Ham- mer og Karl Jákup Jacobsen. Luttak- ararnir fingu prógvini seinasta leygar- kvøld í tekn. skúlanum. Har varð hildin veitsla sama kvøld. Sunnudagin vóru lutirnir sýndir fyri fólki. Ítróttin: Kfarnir eru av álvara farnir undir fótbóltsvenjingina. HB kemur ætl. norður tann 16 mei við 3 liðum. Tá skulu spælast landskappingardystir. KÍ hevði annars aðalfund fyri stuttum Ídni form. felagsins John Reid Bjarta- líð, sum hevur verið form. í mong ár varð afturvaldur. Í nevndina komu annars, Óli Dahl, Sigurd Heinesen Julius Biskopstø og Jonhard Larsen. Kappróðrarbátarnir eru byrjaðir at venja. Úr Fuglafirði Úr Fuglafirði eru øll skipini farin uttan Kyrjasteinur, ið skal til Grønlands og Kros- steinur, ið ikki fer út fyrr enn til sildina. Eingin útróður seinastu dagarnar vegna vána veður. — Ernst Krenn Í kvøld kl. 8.30 verður sorgarmessa hildin fyri dr. Ernst Krenn, hesum kenda eysturríska Føroyavininum, ið doyði av vanlukku skírisdag. Ernst Krenn vitjaði Føroyar bæði undan og aftaná heimsbardagan og hevur skrivað nógv um Føroyar.