leygardagur 8. mai 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19
Rættleiðing
Mín støða.
Síggi at 14. Sept. vil siga fólki, at
eg sum »fiskimannavinur« — blaðið
setur seinasta orå i gåsaeyga — ikki
skal hava viljad verid vid til at greida
atkvøðu fyri minstulønaruppskotinum.
Allir menn vita mína og javnaðar-
flokksins støðu til minstulønarspurn-
ingin. Tað eru vit, sum hava stríðst
harðast fyri hesum áhugamáli fiski-
manna. Og sjálvandi var eg heitur
fyri at fáa minstulønina hækkaða.
Okkara flokkur kravdi jú tingið sam-
an. Men tá er tað kanska neyðugt og
rættast at lýsa frá luti mínum í ting-
støðuni nú:
Við flokki mínum var eg við teimum
fyrstu at krevja tingið saman at hjálpa
fiskimonnum burtur úr stríðsfløkjuni,
ið Erlendur Paturssonur hevði rikið
teir úr í.
Tá ið F. F. í fjarriti bað meg vera
við til at fáa tingið saman, svaraði eg
uttan dvøl: ja.
Tá ið eg í radio frætti, at tingið var
samankallað, bað eg við tað sama um
pláss upp við »Tjaldrinum« fyri at
luttaka í tingarbeiðinum.
Komin til Havnar fór eg ikki heim
til húsar, men varð í Havn fyri at lut-
taka við javnaðarflokkinum í viðgerð-
ini av minstulønarspurninginum, til
tess figgjarnevndarformadurin kom á
fund javnaðar- og sjálvsstýrismanna
fyri at siga frá, at allir flokkar vóru
vorðnir samdir um minstulønarupp-
skotið.
Eg hevði ikki verið heima, og táið
eg havi ymist har at ansa, og eg skuldi
niður aftur við »Tjaldrinum«, vóru
vit samdir um, at tá ið allir flokkar
vóru samdir. leikaði einki á, um eg fór
suður tann eina fyrimiðdagin og kom
aftur um kvøldið ella morgunin eftir
alt eftir sum »Tjaldur« sigldi.
Henda dagin kom uppskotið, sum
vit allir altso vóru samdir um, í ting-
salinum og varð samtykt.
Hitt við avtøku av streiku — og
lockouttrættinum kom, sum 14. Sept.
sjálvur frágreiðir, sum tjóvur á nátt.
Tí eru eg og allir javnadarmenn ímóti.
So lønar Erlendur Paturssonur javn-
aðarmonnum, sum í evstu stund tóku
um endan og fingu eitt sindur burtur
úr fyri fiskimenn. At tingsamkoman
og samtyktin av teimum 800 kr. mest
er at takka javnaðarmonnum fyri, eru
allir fiskimenn greiðir yvir. Men bak-
sláttinum av lógarbroti og avtøku av
fiskimannsins einasta vápni kunnu vit
ikki í løtuni hjálpa fiskimanninum úr.
Í Havn, tann 7. 5. 1954.
P. M. Dam.
Nøkur orð um Sjúrð-
arbergsmenninar
Øgiligur og ósámuligur hevur ágang
urin verið móti Sjúrðarbergsmonnun-
um í 14. sept. bæði tað, ið staðið hevur
fyri blaðsins egnu ábyrgd, og so t. d.
tað, ið sett er uppá prent frá realskúla-
næmingi??!! úr klakksvík.
Skuldsetingar av versta slag falla
yvir menn, ið ikki hava gjørt seg
sekar í nøkrum, men afturímóti hava
gjørt lógliga starv sítt og verið við
til at veitt stóran fiskafarm til landið.
Hesir menn eru satniliga alt annað
ennn »rukkusvikjarar«, ið teir ferð
eftir ferð hava verið skírdir. Henda
skriving er so langt uttanfyri markið
av allari sidiligheit, at ein øtast við
at lesa tílíkt — og tó verður alt hetta
ódámliga endurtikið fer eftir ferð.
Manning Sjúrðarbergs eru alt vala-
menn, allir av bestu sjómonnum, ið
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
ÅÉÉ[[[J[y[fAAA AAA AA ff AA AA AA ff AAA AA [AA [ [ff [ff [ff [ [ [ff ff ff ff [ ff [ff [ [ff [ff [ff LIL
av sonnum taka eitt valatak fyri fólk
og land. Eingin kann við minstu rætt-
ferðarkenslu miskenna teir fyri tað,
at teir hava hildið seg uttanfyri eitt
ólógligt verkfall, eittverkfall, ið end-
aði við ti úrslitið, at ikki ein stavur
varð broyttur í teim av fiskimonnum
fordømdu sáttmálum sum eitt mis-
fostur — ja sum ein misgerð móli
fiskimonnum av teimum, ið teir hava
gjørt.
Eg vil-tí siga við tykkum, ið hava
tílíka skriving fyri: Haldið uppat. Tit
vinna einki við tí. Tit seta einans ein
ljótan skamblett á tykkum sjálvar. At
Erlendur Patursson, ið ongantíð hev-
ur staðið á skipabunka, kann finna
uppá slíka skriving, kann ein lættliga
fata við bert at lesa nakrar fáar 14.
sept., men at ein Klakksvikingur kann
finna uppå at dålka sinar bygdamenn
soleiðis kann aldri annað enn vekja
anstygd millum øll hampafólk.
Klakksvíkingur.
5 føroyskir sjómenn bjargaðir úr havsneyð
Undirritaði hitti nú ein dagin harra , klæðum. Men summir av monnunum
Jákup Hejnesen, í Porkeri, sum beint | fullu frá so við og við. Vit reyndu at
nú er heimkomin úr Íslandi.
Eg spurdi hann um ymisk viður-
skifti, men fyrst segði eg, at eg hevði
frætt um tann stóra vanda, sum
hann og aðrir høvdu verið í, og eg
bað hann greiða mær eitt sindur frá
hesari hending. Jákup tekur soleiðis
til orða: Eg róði út við báti úr Vest-
mannaeyjum, einans 18 tons á stødd
z
við 160—180 hk. motori. Veðrið i
vár var út av øllum lagi ringt, og har-
fyri varð nógv tillagt, tí annans fekst
púra einki. Vit vóru hvørja løtu, tá
ið farandi var — bæði yrkt og heil-
agt. Tað óhappið vit vóru úti fyri,
hendi pálmasunnudag. Vit fóru út um
morgunin eins og aðrir bátar. Veðrið
var vánaligt og versnaði, meðan vit
sigldu út eftir, og allir bátarnir fóru
tessvegna skjótt aftur at landi, og vit
lógu einsamallir úti eftir. Veðrið harð-
nad; til orkan, og vit noyddust at leita
inn móti landi. Einans tveir íslend-
ingar vóru við bátinum. Teir báðir
áttu bátin. Annar passaði motorin, og
hin stýrdi. Teir lótu motorin ganga
tað mesta, hann orkaði, og hetta toldi
báturin ikki. Knappliga reistist báturin
høgt upp og brast so harðliga niður
aftur, at hann skræddnaði í bæði borð.
Vit royndu at oysa, men um eina lítla
løtu stóðu vit undir hendur í sjógvi
í lastini, og tá tveittu teir gummibátin
út, og vit lupu í hann allir átta. Hetta
eydnaðist væl, men vit vóru tó illa
fyrikomnir. Allir vóru so flotvátir, og
kalt var í veðrinum. Sjálvur var eg í
góðum føroyskum undirklæðum, og
tessvegna var eg frægast staddur, og
onkur annar, ið eisini var í føroyskum
Fimleikarfram-
” . .
syningin
Tvær reisur hevur Havnar fimleikar-
felag havt framsyning. Bådu ferdir
var væl av fólki, men nógv minni enn
ein kundi vænta, ti tad er so sjåldan,
at ein kann fáa so nógv fyri peningin,
sum tá ein fær høvi at síggja kimi-
leikan og vakurleikan hjá blómuni av
okkara ungdómi. Tíverri, alt ov lítlan
ans vísa vit hesum. Fyri øll tey. ið
vitjaðu fimleikahøllina, var hetta ein
lívgevandi løta. Hetta var frægari
kostur, enn vit mangan fáa í kvik-
myndahøllunum. Hetta var okkara
egni, sunnur og vælvandur ungdóm-
ur, ið sýndi, hvussu vit kunnu menna
ungdómin likamliga. Hvat kann betri
vera? Tøkk fái øll tey, ið luttóku í hesi
frálíku framsýning. Eina serliga tøkk
eiga hjúnini Kirstin og Martin Holm,
sum bæði tvey ótroyttuliga í áravís og
við besta úrsliti hava gingið á odda í
íðkanini av hesi okkara bestu og
fremstu ítróttagrein.
Ein grein frá J. H. Danbjørg kem-
ur í næsta blað. Tað er ein frágreið-
ing viðvíkjandi verkfallinum.
vakja teir og rista í teir, so teir ikki
skuldu stirðna í hel. Vit sótu í bátinum
frá sunnumorgunin kl. 11 til mána-
morgun kl. 9, tá kom ein enskur trol-
ari og tók okkum upp og setti okkum
á land í Reykjavík. Vit mentu okkum
allir skjótt aftur og fóru so til Vest-
mannaeyjarnar, har vit fingu arbeið á
landi; men eg fór heim við >Mars-
hall« og fari nú við hesum skipi til
Grønlands. Tveir av monnunum fóru
við einum trolara og hinir arbeiða í
Vestmannaeyjum.
J. H. Danbjørg
Málið um tilskot . . .
Framhald av 1. síðu.
so kundi tað eisini verði gjørt við at
latið eitt uppískoyti til fiskaprísin.
Men nú er tað so, at fiskimannafelagið
ynskir tilskotið veitt sum uppískoyti
til minstulønina, og gongur lógarupp-
skotið út uppá at so verður gjørt. Javn-
aðarflokkurin vil ganga fiskimonnum
á møti og viðgera málið skjótt og væl.
Hanus við Høgadalsá segði fyri
Tjóveldisflokkin, at teir ikki vildu
taka dagar millum partarnar í sátt-
málastríðnum, men bert vera við til
at hjálpa til so skipini komu avstað.
Fiskimenn høvdu biðið um uppískoyti
til minstulønina, og tað vildu teir
ganga við til.
Hvussu tingið skuldi skaffa inntøkur
til hetta kundi hugsast um, men hann
helt at tað eisini kundi verið gjørt við
at lagt hægri gjald á útflutningin.
Hákun Djurhuus helt at tað mundi
vera aðrastaðni enn í Føroyum at
menn í niðurgongutíðum komu í
vanskulig kor, tí inntøkur teirra ikki
rukku til. Hetta var mangarstadnir
orsøk til ósemju og ófrið, men tá nú
málið er komið til tingið, ivist eg ikki
i, at tingið vil finna veg til at loysa
málið. At vit megu betala tað, tað
kostar og at byrðirnar megu leggjast
á Føroya fólk er ein sjálvfylgja.
Trygvi Samuelsen helt at tað var
bæð; merkiligt og keðiligt at hetta má"
var komið á ting, feløgini átti sjálv
at greitt henda spurning. Sjálvan sátt-
málan kann tingið ikki blanda seg uppí
hann eigur at verða hildin heilt uttan-
fyri.
J. Kallsoy fanst at, at ikki feløgini
fyri langt síðani vóru komin til tingið
við hesum málið.
Ein vinnustøðgur innan fiskivinn-
una virkar so drepandi uppá alt lív
her á landi, at alt eigur at vera gjørt
sum gerast kann, at hetta ikki verður
at henda á hvørjum árið. Men fyri
hesa ferð, er neyvan nøkur onnur
loysn, enn tann sum skotið er upp í
uppskotinum.
J. P. Davidsen helt at hetta upp-
skotið nærmast var at fata sum sosial-
hjálp til reiðararnar, vanligt var at
ein arbeiðisgevari sjálvur lønti sínum
arbeiðisfólki, men her skal tingið við
at skriva skatt út uppá allar inntøkur
skaffa reiðarunum gratis arbeiðiskraft.
8. mei 1954
Sum alt er komið at liggja fyri nú, var
kanska eingin onnur leið at ganga, um
málið skuldi loysast í bræði, og tað
var sjálvandi tiltrongt so skipini komu
út í ár.
Við 3. viðgerð var málið einmælt
samtykt av øllum tingflokkum og
øllum hjástøddum tingmonnum.
Okkum kunnugt vóru J. H. Dan-
bjørg og P. M. Dam fyrstu tingmenn,
ið kravdu løgtingið saman til viðgerðar
av hesum máli.
Gerðarrætturin . . .
Framhald av 1. síðu.
høvdu áður havt slíkan gerðarætt, men
tá vóru tað ymisk vinnufeløg, ið gingu
á odda fyri at taka hann av aftur,
hvat eisini varð gjørt.
Kl, 9 á kvøldi varð nýggjur fundur
settur, og nú var tað tydiligt, at lands-
stýrisflokkarnir vildu troðka málið
ígjøgnum. Allir minnulutaflokkarnir
mótmæltu, men nyttuleyst. Allir fólka-
flokks- og sambandsmenninir atkvóðu
fyri uppskotinum, ið sostatt var sam-
tykt.
Undir verkfallinum varð landsstýrið
tvingað at kalla tingið saman fyri at
bøta um kor fiskimanna. Nú hava
landsstýrisflokkarnir nýtt høvið at
»hevna« hesa tvungnu innkalling við at
skipa henda gerðarættin uttan at
spyrja nakað vinnufelag eftir. Verk-
fallsrætturin er eftir hesi lógargerð
beinleiðis avtikin, men um hetta verð-
ur at hava eina bindandi ávirkan á
arbeiðsfriðin í komandi døgum, er
ein annar spurningur. Hvat fiskimonn-
um viðvíkir, eru sáttmálarnir fram-
vegis úrlagi ringir. Ein má minnast
til, at hesir sáttmálar, ið fiskimenn
hava noktað at siglt fyri, einaferð
mugu broytast. Tann núgaldandi
minstalønin er bert fyribils. Men
hóast hesa harðrendu framferð lands-
stýrisflokkana eigur alt at verða gjørt
fyri at forða arbeiðssteðgum og fram-
leiðslumissum. Hvørki fiskimenn, ar-
beiðarar, útgerðarmenn ella samfel-
agið verða í longdini at tola hetta. Her
má løgtingið gera sína skyldu — og á
annan hátt enn nú. Alt Føroya fólk
verður at taka eitt ódnartak, men fyrst
má tingið mannast við monnum, ið
vilja ganga hini arbeiðandi fjøldini
z
á møti.
Danskir tænastumenn
fáa lonhækking
Samráðingar hava farið fram mill.
um tænastumenn og fíggjarmálaráð-
harran í Danmark. Úrslitið er, at tæn-
astumenn frá munandi lønhækking.
Meginparturin av tænastumonnum
fær i år 600 kr. aftrat og næsta år
168 kr. aftrat — i alt 768 kr. Henda
lånhækking umfatar postboð, pot-
tørar, politimenn, tollarar, lokomotiv:
fýrbøtarar, yvirportørar, yvirpostboð,
fongsultænastumenn, hitapassarar og
ministerialtænastumenn.
Tokskiparar, = lokomotivskiparar,
rangermeistarar, yvirpolitimenn og
aðrir av sama lønarklassa fáa aftrat í
ár 696 kr. og næsta år 204 kr., ella
tilsamans í 2 ár 900 kr.
Skrivstovustjórar hjá státinum fáa
1438 kr. í ár og 468 kr. næsta ár, og
departementstjórar 2093 kr. í ár og
722 kr. næsta ár. Hettar er munandi
lønhækking hjá flest øllum tænastu-
monnum. Hetta kemur at kosta státi-
num 55 milj. kr. í ár * 15 milj. kr.
næsta ár. Tænastumenn fáa sostatt eina
lønhækking uppá 70 milj kr. í tvey
ár.