Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mai 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Per: Vit áttu at fingið okkum eitt savn at goymt sovorðnar søguligar lutir í frá verk- føllum og tílíkum. Pól: Hvat fyri lutir skuldi tað verið? Per: T. d. knívin hjá Páll í Kirkjubø, jarnstongina hjá Dånjali o. s. fr. Pål: Ja, tað er nakað í hasum tú sigur, men tað er ikki alt sum kann goymast. Per: Hvat hugsar tú tá uppá? Pål: Ja, t. d. dampin á »Vesturskin«. *x Pápin: Hvat tú enn gert, sonur mín, so byrja altíð frá botninum av og arbeið so uppeftir. Sonurin: Ja, men pápi, hvat um eg nú skal gera ein brunn. Ý Smádrongurin var so óheppin at renna kaffikoppin um koll. Mamman var í øðini, men so helt ein av gestunum: — Kann vera at kaffiið fór um koll av sær sjálvum — tað var so veikt. * — Er kona tín økonomisk? — Ja, hon hevði bert 32 ljós á køkuni, tá ið hon fylti 40. x Teir vóru báðir sjålvbodnir fallskiggj- hermenn og sótu og prátaðu, áðrenn teir skuldu gera sítt fyrsta lop. Annar spurdi, hvussu høgt lopið skuldi vera. — Vit skulu leypa út í 500 m. hædd, segði offiserurin, — So. Mær tykir tað vera nógv ov høgt. Var tað ikki ráðiligari at lopið í 300 m hædd. Offiserurin greiddi frá, at hetta var ov lágt, tí tað kundi lætt henda, at ein ikki fekk fallskíggjan at opna seg, tá ið tað var so lágt. — Fallskíggj, svaraði hermaðurin undr- andi. Skulu vit brúka fallskiggj beinan vegin ? x — Påpi, eg kann gera eitt, sum tú ikki kanst. — Hvat er tað? — Vaksa. x Det var forbløffende, hvor godt mine medrejsende vidste besked om det, de ikke var inde i. (Steincke) *x — Ein má renna frá Herodesi til Pilatus- ar fyri at fáa hasa vanlukkutryggingina hjá manninum útgoldna. Við hvørt ynski eg, at hann ongantíð varð yvirkoyrdur. x Eitt egg er eitt egg, segði maðurin. Hann tók tað størsta. OKAUSSSALNLSSKÆNRDUSNUR ERU SGØUNN UA LUKU RE | SEV vígslan 5. mei SEV helt vígsluhaldið sítt 5. maí í Vestmanna, har bodnir vóru menn uttan og innanlendis, sum umboð fyri teir menn og fyritøkur ið høvdu við hetta stóra arbeiði at gera. Tjaldur fór av Havnini um morgun: in kl. 7, haðani á Sørvág, og var á Vestmanna um middag. Tíanverri regnaði tað illa; men tá meginpart- urin av veitsluhaldinum fór fram inni, gjørdi tað lítið. Bilar stóðu á bryggjuni til at koyra fólkið á støðina, har Hákun Djurhuus kvetti tráðin, og verkið var vígt. Aftaná varð farið til byrgingarnar. í fimleikarhøllini var borðreitt til um 250 fólk, hovmeistarin og tænarir á Tjaldur vartaðu upp, hjálptir av gentum úr bygduni. Gunnar Dahl Olsen bað gestirnar vera vælkomnar og helt stutta røðu, har hann millum annað segði, at hann í fleiri ár hevði glett seg til hesa løtu, at koma saman til ljósveitslu, sam- arbeiði við hini norðanlondini hevði gjørt tað, at hetta arbeiði nú var gjørt. Endaði við at takka øllum teimum ið høvdu lagt orku sína í hetta verk, frá tí hægsta til tann lægsta. S. P. Zachariasen tosaði um tann framskygna mannin Ólav á Heygum, ið hevði sæð, hvat, megi alt hetta regnið, ið dundi niður á oyggjum okk- ara ár út og ár inn, kundi geva okkum. Departm. Elkjær Larsen tosaði um teir stóru trupuleikar, ið verið høvdu á hesum oyggjum tey seinastu árini, men SEV vísti, at fólkið her ikki var fallið í fátt. Ikk; bar til í eini stuttari røðu at nevna alt, ið komast kundi av skafti við hjálp av SEV. SEV vísir, hvat koma kann av skafti ta sam- arbeiði við stórum áhuga, tíanverri hevði Kampmann í síðstu løtu verið noyddir at sent avbod. Håkun Djurhuus tosadi um tað virðisøkjan, ið fer fram, tå menn arbeiða. tå øll leggja herar til fyri at fáa eitt arbeiði gjørt — størsta fíggjar- liga tak í Føroya søgu er hetta; ynskir at tað má eydnast so væl við hesum arbeiði, at peningurin, ið settur er i hetta, skal koma aftur vid rentu og rentu av rentu. Mintist tinæst undan- gongumenninar Olav å Heygum og Fonsdal. J. E. Gregersen greiddi frå søgu verksins. Højgaard tosaði um, hvussu væl nøgdir teir vóru við tann føroyska arbeiðsmannin, og um tað stóra fyri- reikingararbeiði, ið Fonsdal hevði gjørt. Hjort takkaði fyri tað stóra álit, ið sær var víst, var vissur í at henda megin kundi nýtast til nógv meira enn hon varð nýtt til í dag, heitti á kvinn- una um at nýta hesa megi til at gleða menninar við. Takkaði feløgum og tí almenna fyri stuðul. SEV kom at verða stuðulin undir Føroya ídnaði í fram- tíðuni, endaði hann við. Ríkisumboðsmaðurin tosaði um tað stóru broytingartíð, vit hava her á landi, ið ger, at mangt nýtt stingur undan og kann koma at bera stóran ávøkstur, sum við hesum verki; sam- arbeiði var tað alt umráðandi. Sigurd Joensen las upp fjarrit ið komin vóru. J.P. Henriksen bar heilsu úr Havn- ini. ið er stórur avtakari av streymi frá SEV. Ejdesgaard úr Oyndarfjørði tosaði sum umboðsmaður fyri eina sókn, ið enn lá myrk, men teir høvdu virkað tað teir kundu fyri at fáa høvuðsverkið liðugt, tí teir vistu, at uttan samar- beiði mundi lítið koma av skafti. Teir settu nú álit teirra til, at menn gjørdu, hvat teir kundu fyri at fáa teimum myrku bygdunum ljós sum skjótast. P. M. Dam: Øll orka má leggjast saman, so samanspælið kann geva ávøkstur, nú var 1. stigið komið. Bláhamar segði hetta vera størsta hátíðardag í Vestmanna søgu, og var hetta takkarveitsla, takkaði øllum, ið lagt høvdu orku sína í hetta arbeiði, fyrst og fremst Fonsdal fyri hansara stóra ágrýtni. Sigurd Joensen las yrking ið hann sjálvur hevði gjørt. Eyðun á Heygum takkaði vegna familjuna fyri, at fólk her mintust pápa hansara. Thrige bar heilsu sína til kvinnuna, ið nýta skuldi hesa megi í tí dagliga. Ernst takkaði fyr; tað góða sam- arbeiði, ið verið hevði millum arbeiðs- fólkið, og mintust teir, ið skaða høvdu fingið. D; Niclasen, ið valdur varð til orð- stýrara bar kvøðu sína fram til síðst. Undir borðhaldinum varð sungin ein rúgva av sangum, ið yrktir vóru til dagin. G. Dahl Olsen bað vælgagnist og segði, at kaffiborðið var klárt umborð á Tjaldrinum. Tjóðsanginir vóru sungnir, áðrenn fólkið fór frá borði. ' Aftaná at kaffi var drukkið, var dansað til skipið fór av Vestmanna kl. 6 Øll vóru samd um, at hetta var ein frálík veitsla, og takka vit øllum í Vestmanna fyri stórt gestablídni. Sjúkrakassin Á aðalfundi sjúkrakassans, ið var hildin fyri stuttum, segði form. at kassin hevði staðið seg væl seinasta ár. Rakstraryvirskot kassans var 19.074,47 kr. Eisini fluttningskassin og jarðaferðarkassin = høvdu yvirskot. Viðtikið varð at kanna møguleikarnar fyri at fáa massøsu til bygdina. Somu- leiðis var viðtikið at sjúkrakassin frá 1. mai í ár skuldi hækka studningin til sjúklingar, ið fara uttanlands at søkja sær heilsubót frá 150 til 204 kr., hetta svarar til kostnaðin á 2. plássi við >Tjaldrinume. Fyrr hava sjúklingar ofta verið noyddir til at ferðast á 3. pr Próvtøkur í Danmark Poul Mortensen úr Froðbæ hevur tikið skipsføraraprógy í Keypmannahavn, — Niclas Niclasen av Velbastað hevur tikið stýrimannsprógv. — Elmar Abrahamsen úr Oyndarfirði hevur tikið sveinaprógv á skræddaralærlingalieiminum við bronsu- medalju. Eystaneftir frættist, at trolarar hava fingið uppí 15 tons um dagin. likkistugoymsla hevur telefon nr. 2206 | i — SMikkari ymiskir prisir MICLL Tórshavnar JACOB C. JOENSEN vaskievni er gamalkent her í Feroyum 8. mei 1954 MAI 1954 s M TI M MH FL 1 2 3 45 6 7 8 9 10 íli 16 17 18 4 MERKISDAGAR: 14. Dýri biðidagur. 15. Halvarðsøka. 25. Fyrsti summardagur (summarfjórðingsár byrjar) 27. Kristi himmalsferðardagur. MANASTØDURNAR: 3. næstur jørðini. 9. fyrra kv. 15. longst frá jørðini. 17. full sól. 25. seinna kv. 80. næstur jørðini. SKIPINI: »Tjaldur«: 7. år Føroyum. 14. úr Keypmannah. 21. úr Føroyum. 28. úr Keypmannah. »Trondhjem«: 7. år Keypmannah. 14. úr Føroyum. 21. úr Keypmannah. 28. úr Føroyum. 7. Próvtøkurnar á læraraskúla byrjaðar. 8. Elsebeth Heinesen Norðagøtu 85 ár. Alma Albinus úr Fámjun og Svend Petersen úr Keypmh. og somuleiðis Helma Johannesen úr Fuglafirði og Johan Hansen úr Keypmh. og Lis Peter- sen og Jógvan Danielsen úr Havn verða vigd í Keypmh. Í Noreg verða vígd Gunhild Petersen av Tvøroyri og Harry Hagen. — Kristian Joensen Gjógv 70 ár, — Føroya Ferðamannafelag ger útferð inn á Toftir og ætlar at framføra skemtanina >Skræddarahjørnið<. 9, Elsebeth Mørkøre Klakksvík 60 ár — Konfirmatión á Tvøroyri, bert 3 kon- firmantar. 10. Kathrina S. Hansen Mikladal 75. — Studentarpróvtøkan í Havn byrjar. 11. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur árs- aðalfund í Klubbanum kl. 20, 18. Sakarmálið móti Sjóvinnubankamonn- unum fyri rættin í Havn. 20. Skipafelagið Føroyar hevur ársaðalfund kl. 20 í Klubbanum. — P/f Álaker hevur eykaaðalíund á skrivstovu felagsins kl. 11. 29. Norðoyastevna. Á TA sápuspenir | | | | eru tiltiknar Føroya fyri góðsku D. F. D. 8. FARTPLANS-ÆNDRING M/S »Dronning Alexandrine« afgaar fra København til Færderne og Island den 1/6 og 15/6 (i Stedet for S/S »Frederiks- havn«). Afgangen fra Thorshavn til København bliver henholds- vis 10/6 og 24/6. S/S »Frederikshavn« udgaar af Planen, DET FORENEDE DAMPSKIPS-SELSKABS EKSPEDITION I THORSHAVN a si