leygardagur 15. mai 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20
Óskerd lønarviðbót
til allar fiskimenn
Tá fiskimenn sum vituligt er ikki
vildu sigla fyri Erlends sáttmálan setti
»Føroya Sosialdemoratur« beinavegin
(í bladnum 27/3 í år) framm krav til
Tingid at koma saman at ganga fiski-
monnum á moti og jåtta krøvum teirra
fult út. Skilað var til, at kundi mark-
naðurin ikki veita betri prís mátti
Tingið skoyta upp í inntil
vinnan var sámulig at liva av.
Nú Erlendur Patursson ikki
mentur at fáa so mikið sum ein stav
broyttan í sínum sáttmála, ei heldur
prísin
var
at tryggja ein betri pris, leyp hann á,
har garðurin so at siga lá niðri, leyp
á Tingið. ið stýrt er av einum meira-
luta, sum flestu munnu vita bert er á
Tingi og ikki millum fólkið. Hetta
Tingið eftirlíkaði so fiskimonnum
800 kr. í minstuløn fyri teir, sum eru
omanfyri 18 ára aldur tå teir mynstra.
Men í Dagbl. týsdagin er
annar av stjórnarflokkunum longu
farin at mága burtur av hesum ágóða
fiskimanna og sum væntandi fyri ti-
líkar harrar. blaðið skilar teimum
rætt til, um eykaskatturin ikki skuldi
rokkið, at skarva av hjá teimum
undir 18 ár, ið eiga 500 kr. inntil teir
eldru hava fingið nógmikið.
Hetta blað vil beinanvegin nú siga
hesum monnum, at hetta fer ikki at
bera til. Grunnurin má gjalda hesum
monnum teirra 500 kr. um hann
annars hevði orku til tess eftir gomlu
skipan og her verður ikki told nøkur
avstøka fyri kanska at lætta Tinginum
um eykabyrði tess.
Vit koma aftur til tær vinnuvegabøtur
ið væl vilja } okkum eitt dik
bera
frammá, fólkinum at gagni.
Frá gerðarættinum
Gerðarætturin kom saman týsdagin
í Keypmannahavn fyri at taka støðu
til endurgjaldskrøv útgerðamanna móti
Førova fiskimannafelag. Einki er frætt
frá nøkrum úrsliti. Fyri ta tíðina skip-
ini hava ligið krevja útgerðarmenn nú
dagpening, fyri snørisskip 200 kr.,
línuskip 275, smærri trolfør 225,
garnaskip 500, trolarar 500 og trol-
ararnar Vesturskin og Kallsevni 1000
kr. fyri hvønn.
Sjómarksmálið
Hósdagin hevði 14.
grein um sjómarksmálið, og nevndi í
samband við hetta Óla Jákup Jensen,
skipara, ið hevur verið við í samráð-
im við Bretar.
jár sigur Dagblaðið, at tað er
Sosialinum, ið 14. sept. tekur
sjómarks-
september
Í
eftir
hetta sleygid uppaftur. Tá ið
málið var frammi, søgdu vit, at tað
hevði verið meira hóskandi, um lands-
stýrið hevði latið ein útróðrarmann
úr Klakksvík ella Vági verið til sam-
ráðingarnar, heldur enn skiparin Óla
Jákup Jensen, ið er umboðsmaður fyri
ensk trolarafeløg.
Hetta fara ivaleyst allir
útróðrar-
menn at halda við okkum.
AV TVØROYRI
Uppmåtingarnar byrjaðar.
stuttum komu tey bæði upp:
mátingarskipini >Tycho Brahe« og
„Ole Rømer til Føroyar. Tað eru
ceodætisk institut, ið skulu
menn Írá
uppmåtingar og kortleggja
gera
Føroyar. Seinni koma amerikumenn
við flogførum at hjálpa til við arbeið-
inum. »Tycho Brahe« hevur ligið á
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Tvøroyri og er nú farin til arbeiðis.
Jens í Dal; åtskiftingarstjori er teim-
um til hjálpar.
Johs, Enni, lærari fyrireikar nú fyri-
lestrarkvøld. Fyrsti fyrilestur varð
hildin næstseinasta hóskvøld. Eivind
Wilhelm. prestur, helt fyrilestur um
Jákup Dahl, próst.
Stóri Albert hevur fingið nýggjan
200/240 hk. Hundested motor, men
trupulleikar vóru við at fáa hann at
ganga. Umstýringslegan gekk heitt,
men nú hava teir verið á Havnini og
fingið motorin í rættlag.
Sakarmál P.M. Dams
móti Erl. Patursson
Hjá semingsmanninum møttj Erl. P.
ikki. Fyrsta rættarfuninum møtti hann
men mánadagin. tá rættarfundur
skuldi vera, møtti hann heldur ikki.
Allar ferðirnar hevur maður møtt
fyri P. M. Dam. ið staddur er á Fólka-
tingi.
Lærara- og studenta-
provtøkur
Skrivliga próvtøkan hjá 4. flokki í
læraraskúlanum er endað. 3 vóru
lærugreinirnar: enskt, danskur og
føroyskur stílur. Føroysku stílaeynini
vóru:
1. Vinnulívsmøguleikar í landi okkara.
2. Støða smámannsins í Føroyum tey
seinastu 100 árini.
Lýs lyndið hjá einum ella fleiri
persónum í einum føroyskum skald-
averki og greið harútfrá hugsan
yrkjarans.
Føroysku
unum vóru:
1. Sjómarkið.
2. Líkindi fyri bókmentum og list í
Føroyum.
3. Bretska samveldið.
10 næmingar ganga til endaliga
próvtøku á læraraskúlanum, alt mann-
fólk. Til studentapróvløkuna ganga
eisini 10. 6 dreingir og 1 genta í
matematisku deildini og 3 gentur í
málsligu deildini.
stílaeynini hjá student-
Arbeidarafylkingin
>Arbeiderbladet< skrivar um 1. mai
og nevnir í sambandi við henda dag,
hvussu javnaðarflokkarnir í Vestur-
heimi á mongum økjum hava ført
arbeiðarafylkingina til sigurs. Fyrsti
1. maí varð hildin í 1890 aftaná ein
sosialistafund í Paris. >Arbeiderbla-
det« sigur m. a.:
„Hitt fyrsta stóra og sameinta kravið
galt 8-tímadagin. Tá var vanliga ar-
þeiðstíðin 10 tímar. Nógvir høvdu
eisini 11 og 12 tíma arbeiðsdag. Hava
teir ungu arbeidararnir hugsa um,
hvat henda stytting hevur at týða? Frá
10 til 914 so 9 síðani 814 og endiliga
8 tíma vanligan arbeiðsdag, sum nú er
alment viðurkent.
Seinni kom frítíðarspurningurin
fram. Fyrst 4 dagar, síðani 6 og 12,
so eitt afturstig til eina viku, men hesin
ósigurin varð skjótt afturvunnin, og
so varð miðað ímóti at vinna 3 vikur,
hvat nú er lógfest. Tað liggur eitt
øgiligt arbeiði og stór offur aftanfyfi
g
hesar landavinningarnar.«
MIØLL
vaskievni
er gamalkent her i Føroyum
»Fålkasokkarnir« koma nú.
Fyri stuttum mælti donsk kvinna til, at
sokkaverksmidjurnar føru undir at framleida
sokallaðar »folkasokkar«, Teir skulu vera
vakrir, ikki alt ov tunnir finnast bert í fáum
sløgum og fáum litum. Sokkaverksmiðja í
Kolding er farin undir hesa framleiðslu,
og nú í mai—juni koma teir fyrstu sokk-
arnir á marknaðin. Teir eru gjørdir av 45
denier nylongarni, ið er sama tilfar, ið
brúksráðið mælir til at nýta fyri at fáa tað
røttu haldgóðskuna. Litirnir vera 3: ein
ljósur, ein myrkur og ein gráligur. Longd-
irnar vera eisini trinnar: 74—78 cm, 78—82
cm og 82—86 cm. Hildið verður at hesir
nýggju >fólkasokkarnirg koma at kosta 7
kr. parið.
Tannrøkt barnanna.
Um barnatannrokt sigur kendur barna-
tannlækni, at nógvastaðni koma 7 ára gomul
børn á skúlatannklinikkirnar við helmingi-
num av teirra mjólkatonnum heilt ella lutvis
burturbrendum. Um 20 pst. av teirra 6 ára
tonnum, ið nýliga eru komnar fram, eru
longu farnar at brenna. Umleið 70 pst. av
hesum børnum hava bruna í tannamerginum
ella tannhaldinum orsakað av teim hrennandi
tonnunum.
Verjan móti hesum er fyrst og fremst at
forða børnunum ovurnýtslu av sukurvørum.
Gevur ein børnum ov søtan mat, meðan tey
eru smá, venjast tey til ov nógva sukur-
nýtslu. Seinni verður vónleyst at venja tey
av aftur. Forkastiligt er at lata sukur uppá
narrisuttuna hjá smábørnum. Bert av hesum
óvananum, sigur læknin seg hava sæð 4
mjólkatenn brenna burtur í bert 2 mánaðir.
Rætta brúkið av sukri skal lærast og til-
venjast í smábarnaaldrinum. Á hesum øki er
hetta hin mest avgerðandi pædagogiska
reglan.
TGB mme
Rættleiding.
Av misgåvum vóru partar av Klakksvikar-
tíðindunum í seinasta blaði komin at standa
skeivt. Tað, ið sagt var um sjúkrakassan
og millumskúlapróvtøkuna skuldi standa
undir Klakksvíkartíðindunum.
Útvarpið.
Vikuyvirlit og veðurtíðindi Føroysk
tíðindi — Uttanríkispolitiskt yvirlit —
Svend Henningsen (upplestur) — Um
»Tjaldur«, samrøða við Z. Niclasen, stjóra
Í nevnd Føroya arbeiðsgevarafelags
eru valdir Esmar Fuglø, form. Georg
Thomsen og Páll á Dul.
Lorna hevur lasta kassafisk til Suður
ameriku.
Til limir
15. mei 1954
MAI 1954
SM T M H.
2 8 4 5 6268
vv
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31
MERKISDAGAR:
15. Halvarðsøka.
25. Fyrsti summardagur (summarfjórðingekr
byrjar)
27. Kristi himmalsferðardagur.
MANASTØDURNAR:
15. longst frå jørðini.
17. full sól.
25. seinna kv.
30. næstur jørðini.
SKIPINI:
>Tjaldur<:
14. úr Keypmannah.
21. úr Føroyum.
28. úr Keypmannah.
»Trondhjem«:
14. úr Føroyum.
21. úr Keypmannah.
28. úr Føroyum.
10. Komin til Grønlands: Austerlitz, Vón,
Columbus og Elsa.
13. »Cerecia« komin úr Lieth við stykkja-
góðsi og koli.
Kobenhavn,
14. »Trondhjem« komin úr
Aalborg og Lieth.
15. Just Hansen, Klakksvík 80 år —
16. Landskappingarnar í fót- og hondbólti
byrja.
18. Sakarmálið móti Sjóvinnubankamonn-
unum fyri rættin í Havn.
20. Føroya samv. neytatrygging aðalfund í
Klubbanum kl. 20.
20. Skipafelagið Føroyar hevur ársaðalfund
kl. 20 í Klubbanum. — P/f Álaker hevur
eykaaðalfund á skrivstovu felagsins kl.
17.
23. Jóhan Nielsen úr Sandvík innsettur sum
prestur við Zions kirkjuni í Keypmanna-
havn.
Úrdrag år donskum stili vid heitinum: Min
fødeby.
… Hvad politik angår, så har man i …
været meget begejstret for Folkeflokken,
men dette vil uden tvivl forandre sig til det
kommende lagtingsvalg; måske skyldes det
en bedre oplysning i disse dage. —
Førova Maskinisfelags
Felagið vil siga limum sínum frå at tað er haldari av tí danska
tíðarritinum fyri maskinmeistarar >Maskinmesteren< sum kemur
út eina ferð um mánaðin og ligg:
ir eitt eintak á hesum plåssum:
Sjómannsheimið í Havn — Bókasavnið í Vestmanna
Bókasavnið í Klakksvík
Bókasavnið á Tvøroyri
Nevndin
SKRIVSTOVUNÆMINGUR
Pláss sum næmingur á telefonverksskrivstovuni er leyst.
Skrivlig umsókn verður at senda til
Telefonverk Føroya Løgtings
HAVNARUMSJÓNARMAÐUR
Ávísandi lýsing frá 2. apríl 1954 viðvíkjandi setan av havnar-
umsjónarmanni við Tórshavnar havn verður her gjørt kunnigt, at
umsóknarfreistin er framlongd til 1. juli 1954, og umframt tær fyrr
lýstu treytir verður nú kravt, at tann, sum settur verður í plássið,
eisini hevur navigasjónsprógv.
HAVNARNEVND TORSHAVNAR BÝRAÐS, 12. mai 1954.