Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

15. mei 1954 Føroya | S0SIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf, 2172 Postbox 76 Prent: A. ØSTER VERKFALL — ein ålvarsamur spurningur At fara åt i verkfall er ålvarsamur spurningur. Tað er ein royndur lutur, at fiskimenn og arbeid- arar aloftast missa meira i mun til tað, teir vinna. Samstundis bløðir alt samfelagið. Landshúsarhaldið skal hava pening. Samfelagshjólið skal og má mala. Skattabyrdirnar verða størri. kennast meira okrandi orsakað av tí inntøkuhallið, ið fylgir í kjalavatni verkfallsins. — Allir partar eiga ti at lata verkfall verða hitt allra seinasta vápnið í øllum trætumálum millum fiskimenn og útgerðamenn, arbeiðarar og arbeiðsgevarar. Allar aðrar leiðir mugu roynast fyrst. Vit síggja í dag, hvat vunnið vildi verið, um menn vóru framskygdir, tóku lógvatak og vendu sær til løgtingið beinan vegin — sein- asta vetur. Einki er meira váðiligt enn at fara út í ólógligt verkfall. Tað er beinleiðis at spæla teimum arheiðsgevandi vápn í hendi. Teir kunnu krevja bót og endurgjald, soleiðis sum åtgerdarmenn í Føroyum gera í dag. Vónir um stuðul eru ongar. Vit hava dømi um hetta frá seinasta verkfalli: Íslendingar avtóku øll bann beinan vegin, sum teir frættu, at verkfallið var ólógligt. Alheims arbeiðararørslan vil í ongum førum stuðla ólóglig verkføll. Tey eru bannaði í øllum londum við væl- skipaðum fakfeløgum. Í Noreg gjørdu 361 verkamenn á eini verksmiðju ólógligt verkfall fyri stuttum. Felagið og stjórnin fingu stóra bót, og hesir menn vórðu dømdir at gjalda eina kvart miljón kr. í endurgjadi. Ikki eitt einasta fakfelag í øllum Noregi vildi styðja teir. Eisini havna- og bryggjuarbeiðarar í Svøríki gjørdu verkfall fyri stuttum. Verkfallið varð dømt ólógligt, og arbeiðararnir dømdir at fara aftur til arbeiðis beinan vegin. 2200 arbeiðarar noktaðu. Úrslitið varð at teir allir vórðu koyrdir úr feløgum sínum. Eisini okkara verkafólk eigur at vera varið við at gera ólóglig verkføll. Sannan og dyggan sigur vinna vit best á lógligum grundarlag. Javnaðarmenn vilja altíð fráráða okkara arbeiðandi fólki, bæði á landi og sjógvi, allari ólógligari framferð í øllum arbeiðsvið- urskiftum, tí tað gevur arbeiðsgevarum beinleiðis rætt til at gera lockout, lockout móti einstøkum eins væl og flokkum av arbeiðarum. Vit kunnu á henda hátt geva arbeiðsgevarum vápn í hendi gera hin arbeiðandi vápna- leysan og rættarleysan. Tílíkt kann eingin, ið kennir sína ábyrgd og vil arbeiðs- og fiskimonnum alt hitt besta, mæla til ella skunda undir. altíð ein — Tórshavnar líkkistugoymsla T SE en nr. 2206 ymiskir prisir JACOB C. JOENSEN snikkari FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Urslitid av ti ólógliga fiskimanna- verkfallinum kom eisini at hava ålvar- samar fylgir. Vóru fiskimenn illa komnir, og kendu teir seg rættarleysan frammanundan, so eru teir verri fyri- komnir og heilt rættarleysir aftaná verkfallið. Teirra einasta stríðsvápn hava teir mist — verkfallsrætturin er tikin frá teimum við lóg av teirra mot- støðumonnum á tingi. At úrslitið skuldi vera so dapurt, mund; fáur hava væntað; men tíverri er hetta hin rami veruleiki. úr Suðuroy Í Porkeri, 10. mai 1954. Eingi stortidindi eru í løtuni; men lat meg tó siga tað, sum eg veit, og lat meg so samstundis biðja okkara partamenn í øðrum bygdum og øðrum oyum um at gera so væl at skriva tíðindabrøv til »Sosialin«, tí øll vilja fegin frætta tað, sum fer framm í teim ymisku bygdunum kring land okkara. Útróður var lítil í vetur vegna ill- veður og fáir útróðrardagar hava verið enn, men fiskur vísir seg at vera. Her nærhendis ber lítið til. Fyri at fáa nógvan fisk, má veðrið og streym- urin vera í tí góða lagnum so farið kann verða langar leiðir út ella vestur úr Munkagrunninum; men her í bygdini eru einans opnir bátar. Nú nyttar einki at skriva um motorbáta- havnir ella tílíkt, tí sum kunnugt við- tók fólkaflokkssambandið beinan veg- in, teir komu til ræðið, at havna- gerðir skuldu stedga — fyribils. Hetta fyribils hevur nú varað í fýra ár og verður at vara soleingi, sum fólka- flokkssambandið situr við fleirlali og Landsstýri. Meðan talan er um havnir, hóskar væl at tala um akvegir. Eisini í vega- málinum er hendur sami sorgarleikur sum í havnamålinum. Tann studningur, ið veittur er, síðan fólkaflokkssambandið kom til ræðið. er so ússaliga pinkulítil, at vegarbeiðið er stedgad víða hvar í Føroyum. Suð- uroyin hevur nú altíð staðið serliga illa í eygum fólkaflokkssambandsins, soleiðis at henda oyin hevur púra einki fingið. Men fyri at halda seg til 100% sannleika er at siga, at fólka- flokksambandið hevur eitt at umbera seg vid, og tað er, at gamal studning- ur stendur til akvegin millum Øravik og Hovi, sum eingin arbeiðir uppá. Nú fer aftur eitt summar í tíðarinnar hav, og neyvan verður nakað gjørt í ár heldur. Vit noyðast at spyrja, hvør ella hvørjir, ið hava skuld fyri hetta óskil? Úr Grønlandi hava menn sent fjar- rit, og allir siga frá nógvum fiski. Tað er gleðiligt, og tað gevur mær hug til at skjóta uppá, at Landsstýrið roynir at stuðla undir so at allir menn sleppa til Grønlands í summar. Tað sigst, at hópur av monnum gongur heima, sum vilja fara, men fáa einki far at flyta seg yvir. Her má alt verða gjørt, fyri at fáa før at flyta menn og bátar yvir, so skjótt sum gjørligt. Í tíðindabrævi mínum viðvíkjandi teim fimm føroysku fiskimonnunum í havsneyð við Ísland varð sagt, at teir komu til Reykjavíkar, men trolarin setti teir til Vestmannaeyjar og ikki Reykjavíkar. Teir fimm menn, ið soleiðis vóru bjargaðir. vóru Jákup Heinesen, Pork- eri Hans Klyver, Peter Miller, Karton Joensen, Tvøroyri og Daniel Johan Olsen, Nú er summarvedur, og væl gongst við lembingini. Latum okkum vóna tað besta. J. H. Danbjørg. Nr. 20 Heim vid flogfari . . . Framhald av 1. síðu. hildin aftur fyr; skatt og tikin av allari intékuni. Hvat dámdi tykkum umborð á trolaranum ? — Okkum dámdi sera væl. Íslend- ingar vóru sera fittir menn at vera saman við. Helvtina av tíðini høvdu vit frí — 6 tímar frívakt og 6 tímar dekksvakt. — Stødd og útgerð á trolaranum ? — Støddin var 708 tons, bygdur í 1951. Hann er merktur til Eskifjørðin, men tað eru tær 3 bygdirnar Eski- fjørður, Reyðafjørður og Faskisfjørð- ur, ið eiga hann. Hann er útgjørdur við øllum nýmótans hentleikum t. d. hevði hann radar. Hartil hevði hann fiskamjølsvirki umborð, har var alt útnytta, høvd, garnar, ryggir og annars allur tann fiskurin, ið ikki var saltaður ella ísaður. — Hvussu nógvir manns vóru við? — Vit vóru 38 manns, tå ið vit vóru mest. Hvussu høvdu tit tað til matna? — Sera væl, sum vanligt umborð á føroyskum skipum. Heimferðin ? Vit 14 og so 13 Føroyingar, ið vóru við >Ísálvik av Seyðisfjørðinum tóku okkum saman at leiga flogfar heim við okkum. Ætlanin var at fáa eitt flogfar, ið tók okkum allar, men hetta var av ongum, tá ið hetta flog- farið ikki kundi lenda vesturi í Vágum. TOILETSÁPUR Hetta flogfarið kostaði 30.000 ísl. kr. Vit fingu so ein Catalina flogbát - Skýfaxi. Av tí at hann mátti gera 2 ferðir, kom hann at kosta 43.000 ísl. kr. Ferðapeningurin var sostatt umleið 1600 ísl. kr. fyri hvønn. Hví valdu tit at koma loftvegin? Vit fingu at vita, at skip skuldi fara heim til Føroya við Føroyingum umleið 15. mai. Tað, at bíða har yviri og so kostnaðurin heim (500 kr. til hvønn), kom at kosta so nógv, at tað var bíligari hjá okkum at koma heim við flogfari. — Hvat dámdi tykkum at flúgva, og hvussu gekk ferðin ? At flúgva dámdi okkum øllum sera væl. Av Reyðafjørðinum fóru vit kl. 6,30 á morgni og vóru á Havnar vág kl. 9,30, Innanborða var ógvuliga hugnaligt, vit kundu spáka aftur og fram, sum vit vildu. Flogið varð heldur lágt millum londini, men tá ið vit nærkaðust Føroyum fór hann reiðiliga høgt upp. Vit komu inn ímóti Mýlingi, suður gjøgnum Vestmannasund. beint omanfyri Hesti og Koltur, suður um Kirkjubønes. síðani inn yvir Havnina, her mól hann 3 ferðir og setti seg 4. ferð. Áðrenn hann setti seg vóru vit reimaðir fastir til stólarnar. Fyrsta hann bar við sjógvin komu nakrir harðligir stoytir í, men so var eisini ein frálík flogferð komin at enda. Vit takka hesum ungu monnum fyri samrøðna. Tá ið tygum keypa toiletsápu, so biðið um føroyska. Tær eru drúgvar og mildar, og sløgini eru: Tann grøna MOPA FAVORIT BÓSA. Og so hava vit tær smáu OKKARA SÅPU. AS. OKKARA Í Skipaíelagið Føroyar Telefon 1225 Tórshavn | Grót og skervur. ØI, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Biilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta gråt ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanna fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna Máltráð 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTOL Feroya Bjór OL- og MINERALVATNSVIRKI EINAR WAAG, Klarrsvír Citrón sodavatn | Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris