Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! Foroya Sosial-Demokratur FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR . | Lýsa ganprísur fyri min: 20 oyru á ; Blaðið ður bíl Á húsi A Nr. 21 | . síðu, 15 oyru á 3. og 4. du Leygardagit 22. mai 1954. kom háði + A a Hor ngdinE | 27. årg FRA R Nógv vitni avhoyrd Sjóvinnu- bankamálinum hesa vikuna Týsmorgunin kl. 9 byrjaðu avhoyringarnar í Sjóvinnubankamál- inum. Hvønn dag hava nógv vitni verið til avhoyringar og arbeitt hevur verið frá kl. 9 á morgni til kl. 5 s. p. Flest øll onnur rættarmál verða at steðga til Sjóvinnubankamálið er avgreitt. Týsmorgunin møttu Th. Petersen og Chr. Holm-Jacobsen saman við sak- førarum sínum Sonne Holm, hægsta- rættarsakførara og Ejvind Lenstrup, landsrættarsakførara. Greitt varð frå teirrj frågreiding, ið bankaumsjónarmaðurin Eken hevur givið í byarrættinum í Keypmanna- havn. Í sama viðfangi vórðu Th. Peter- sen og Holm-Jacobsen avhoyrdir um ymisk mål, Seinni sama dag vitnadu løgtings- menninir Sámal Ellefsen og Anth. Sørensen og Eivind Rasmussen ávika- vist fyri p toMåline í Miðvági (Varð- berg), pf »Tindur« Húsavík (Heini Havreki) og p/f Sandavágs trolarafelag (Torkil Ønundarson). Mikumorgunin varð rætturin aftur settur kl. 9, Til avhoyringar vóru Th. Petersen, Chr. Holm-Jacobsen og Niels Mortensen. Sum vitni var Niels Juel Arge, ið var stjóri fyri p/f >Norð- lysi« (Tinganes, Glyvursnes) og eig- ari av »Guttaberg« ið hann saman við Niels Mortensen keypti írá Holm- Jacobsen. Hósdagin vitnaðu Jóhs. Olaus Joen- sen, ið var nevndarlimur í bankanum, Kristian Jensen verkfrøðingur og Thomas Thomsen, stjóri, av Tvøroyri. Hesir báðir høvdu sýnað og virðismett grundøkið hjá p/f Signabø. Seinast vitnaðu Harald Thomsen, ið var arbeiðsformaður á hvalastøðini Zacharias Jacobsen, timburmeistari, ið var formaður fyri at taka niður støðina vid Air og byggja uppaftur í Signabø. Í sambandi við hesa vitnisførslu var Niels Mortensen hjástaddur. og Th. Petersen sigur, at tað var Niels Mortensen, ið hevði givið boð um at | taka húsini við Áir niður og flyta tey ———— EITARGONGUNI MIKLU til Signabøar, men Niels Mortensen sigur beint tvørturímóti. Tað var Th. Petersen, ið gav boð um hetta, Vitnini Thomasen og Jacobsen søgdu báðir. at tað var Th. Petersen, ið gav boðini, og at tað var N. Mortensen, ið gav boð um at steðga niðurrívingini og flytanini av húsunum. Tá ið sakførari Th. Petersens spurdi Z. Jacobsen, um tað nú veruliga var Th. Petersen, ið boð hevði givið um niðurrívingar- arbeiðið, svaraði Jacobsen: »at Th. Petersen gav ordrar til at ríva heila stásið nidur.« Í gjár vóru Th. Petersen, Leif Waag- ístein og Holm-Jacobsen til avhoyr- ingar í sambandi við p/f >Sperm<. Sum vitni var Emil Juel Thomsen, ið var bókhaldari í hesum sama felag. —— SAKARMÁLIÐ MÓTI HALVORSEN FARIÐ TIL DÓMS Hósmorgunin kl. 11 møtti báðir partar í rættinum. Fyri Nielsen møtti Irs. Leivur Liitzen, fyri Halvorsen danskur Irs. Viggo Olsen. Báðir hildu fast um sítt, men tá Liiizen skeyt upp at fáa vitniførslu segði hin, at nú varð hetta ikki gjørt undir einari event. appel kundi hesin spurningur verða tikin upp. Annars segði Olsen, at tað hana hevði fingið burtur úr samrøðum við menn í Klakksvík var, at teir fyrst og ) g fremst ikk; vildu hava Nielsen sum lækna, te endu hann, ti hann heyði verið la Ki i har í 3 mánaðir í 1949, Lút zen kravdi Halvorsen dømdan fyri HALLÓ, KLAKKSVÍK HER! Tóskvøldið. Neyvan hevur betri fiskivika verið enn seinasta vika. Fiskiskapurin lá javnt góður bæði, hjá teim stóru og teim smærru bátunum. Flestu av teim størru bátunum fóru ikki fyrr ena mánakvøldið og komu aftur leygar- morgunin. Her eru nøkur úrslit: Eystnes 34000 pd., Nevid Reyða 36000 pd., Ørvur 40000 pd., Torri 30000 pd., Vådaklettur 27000 pd. og Brandur 36000 pd. Teir smærru bátar- nir komu upp í 15000 pd. fyri vikuna. Hesa vikuna hava bátarnir ikki latið Óforur trolfiskiskapur Úr Grønlandi frættist, at trolarnir fáa nógvan fisk. Rádni er fullfermdur og kemur heim nú. Vesturskin hevur 100 tons. 19. mai segði Norðstjørnan frá, at hon fór inn at landa 60 tons. Línufiskiskapurin er heldur slakur. Ísfiskurin. ks. 2115 stp. Kúrberg Grunningur 946 1098 stp. 347 ks. væl at. Einstakir hava tó fingið væl. Enn hava bert fáir verið inni og avreitt Småbåtarnir eystan fyri Múlan royna við línu eystanfyri. Teir hava fingið væl av hýsu hesa vikuna. Avreitt verður í Sundi. Í dag kom norskur bátur inn við agni. Skipini: Nú eru flest øll skip og bátar farin avstað. Trolskipini Polarfarið og Viðoy fara nú til Grønlands. Draga- berg fór niður til Onglands eftir koli og skal síðan eystur eftir. Úr Grønlandi frættist frá rokfiski- skapi. Sjúrðarberg hevur longu 180 tons. Sigurfarið, ið roynir undir Íslandi hevur 70 skp. Viðanes, og S. á Torkilsheyggi gera klárt at fara til Íslands. Vesturvík kom á Klakksvík í kvøld og skal í morgin til Álesund við tunnufiski. Polo fór í síðstu viku til Gøteborg við rognum. Síðani skuldi hon til København og Liibeck eftir stykkja- góðsi og haðani til Halmstad eftir viði. injuriur, meðan Olsen kravdi hann frí- funnan. Sakin er so tikin til dóms, Bjørk fulltrúi var dómari, tí Rendal er bund- in av Sjóvinnubankamálinum. Dómurin verður avsagdur 28. mai. Útvarpið. Tíðindi og veðurtíðindi — Samrøða við | J. Hansen fiskasølustjóra um klippfiskasølu. | — Ynskikonsert. | frå, Uppsøgnir i fslandi Fleiri av fakfeløgunum í Íslandi hava sagt upp sáttmálarnar til 1. juni. Høvuðs:krav arbeiðaranna er rætturin til 1 mánaða uppsagnarfreist av sátt- lunum. Arbeiðsgevararnir hava sagt at teir ikki kunnu ganga arbeið- arunum á møti í feløg, ið hava sagt upp eru m. 0.: Trolaramenn, ídnaðararbeiðarar og arbeiðsmenn. SIGUR fyri fiskimenn Við Føroya rætt er sagdur dómur, har sjópant er tryggjað fiskimonnum við skipi, har frábýtisrættur er, tó at manningin hevur ikki brúkt henda rætt. Hetta er sigur fyri fiskimenn, tí um hesin dómur verður skotin til hægri rætt, verður hann óivað óbroyttur. má sáttmálarnar prentarar, Danska útvarpið Tað er í dag kl. 5 s. p. at danska útvarpið fyrireikar eina minnissending um Nyholm Debes. Edw. Mitens heldur fyrilestur um Nyholm Debes og syngur nakrar av hansara songum. Sendingin er á longbylgjum. hesum krøvum. Tey Úr Klakksvík. Seinasta sunnudag var sannur ítrótt- adagur her. Tað vóru landskappingar- dystir millum Klakksvík og Havnina. Úrslitini í fótbólti vóru: 1, lið KÍ og lið HB 2—1. Ki fekk harvið 2 stig. Dreingirnir leikaðu javnt 3—3. Í hondbólti vann 1. lið Neistans Stjørn- una við 3—0 og annað lið Neistans vann við 2—1. 27. mai skal KÍ 1. lið leika lands- kappingardyst á Tvøroyri og II. lið í Vági. Dýra biðjudag var Havnar fim- leikarfelag her og sýndi fimleik. Væl av áskoðarum vóru, og framsýningin var í allar mátar sera væleydnað. Í morgin 23 mai eru hesir lands- kappingardystir á skránni: - Fótbóltur I: TB og HB á Tvøroyri, dómari Arnold Hansen. Farfð verður suður við TERNUNI í morgin kl. 8, av aftur Tvøroyri kl. 19,30. — Meðal- deildin: Vágoy móti HB í Havn, dóm- ar; Kris Guttesen. — Dreingjadeildin: HB og B 36, dómari K. Guttesen. Hondbóltur menn: Neistin móti TB :á Tvøroyri. — VÍF móti SÍF í Sanda- V. ågi, dómari J. J. Thomsen. Kvinnur I: VÍF móti Sóljuni í Sanda- vági. Sama dag leika I. liðini hjá hesum liðum eisini, dómari J. J. Thom- sen. II. lið Stjórnan og EB á Eiði, dómari J. R. Bjartalid. Ove Lilleør, blaðstjóri á dagblaðnum, javnadar- blaðnum, NY DAG í Saxkøbing er í hesum døgum á vitjunarferð í Før- oyum, Hann kom við Tjaldrinum sein- ast og ferð niður aftur 4. juni. Aftur- komin til Danmarkar verður hann at skriva størri ferðafrágreiðing í blað sítt um Føroyar og føroysk viðurskifti. Konsertir. Songkórið hjá H. J. Højgaard, lærara verður at halda nakrar konsertir, áðrenn farið verður til Noregs. Í morgin kl. 16 verður sungið í Runavíkini og kl. 20 í Gøtu. Ætlandi verður sungið í Havn kr. himmal- ferðardag. Andlát Í Norðlýsinum fríggjadagin verður sagt: >Í gjár frættist, at Absalon Sørensen á Viðareiði var deyður 73 ára gamal. Hann fór frískur og ferðugur burtur í torv miku dagin og var funnin deyður, sitandi undir torvleypinum.< Várveikleiki. Krímsjúka gongur í Havnini í løt- uni. Rættiliga nógv fólk hava havt hesa sjúku. Fleiri ganga nú við eini hvørj- Aftrat hesum gongur sagt ari spýggisjúku. kýkhosti og seinastu dagarnir er frá nøkrum tilfellum av reyðlingum.