leygardagur 22. mai 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
MIKIÐ EINFALDARI SKATTASKIPAN
Skattalætti fyri 2 miljónir borgarar
Danski fíggjarráðharrin Viggo Kampmann hevur lagt stórsligið
uppskot um nýggja skattaskipan fyri danska ríkisdagin. Eftir hesum
uppskoti fáa 2 milj. borgarar ein munandi skattalætta, samstundis sum
øll skattaskipanin verður gjørd nógv einfaldari. Eftir hetta vera bert
tvinnanda skattir: státsskattur 17 pst. og kommunuskattur 10—12 pst.
av skattaskyldugu inntøkuni.
Allir skattaborgarar, uttan mum til
inntøku. koma eftir hesi skipan at hava
rætt at draga eina ávísa peninganøgd
frá skattaskyldigu inntøkuni, navnliga
2500 kr. fyri einstaklingar ella 5000 kr.
fyri hjún. Hetta gildir fyri statsskattin.
Í on hanrii rå ntti ,
f sambandi vid kommunuskattin hava
einstaklingar rætt at draga 1500 frå og
hjån 3000 kr.
Av skattaskyldugum inntøkum oman
fyri 16.000 kr. verða goldin frå 15—35
pst. í statseykaskatti eg 2—3 pst. í
kommunueykaskatti.
Markið fyri ognarskatti.
Markið fyri ognarskatti verður
hækkað frá 20.000 kr. uppí 30.000 kr.
Vit kunnu nevna nøkur dømi um,
hvønn týdning hetta hevur fyri tær
mærru inntøkurnar, og taka eini hjún
við 2 børnum. Munurin millum núgald-
andi skatt skattin eftir nýggju
skattaskipanini, barnastudningurin
ikki iroknadur, verður tann, at inn-
tøkur uppá 2000 kr. fáa ein skattalætta
uppá 81,3 pst. — 4000 kr. 157,1 pst.
og
6,100 kr. 160,5 pst. — 8.450 kr. 22,8
pst. — 10.850 kr. 7,7 pst. — 13.400
kr. 11.0 pst. 17.450 kr. 7.2 pst.
Hesin skattalætti, ið kemur øllum
inntøkum undir 17.450 kr. til góðar,
verður lagdur aftrat hjá teimum størru
inntøkunum — øllum inntøkum oman-
fyri hesa peningahædd. “T. d. verður
skattaøkingin á inntøkum uppá 24.900
kr. 3,5 pst — 40.700 kr. 10.9 pst. —
73.500 kr. 14,2 pst. — 160.100 kr.
16,5 pst. — 344.450 kr. 14.0 pst. —
932.950 kr. 7.5 pst. — og 1.944.950 kr.
3.5 pst.
Hetta er eitt av teimum mongu upp-
skotunum frå javnaðarstjórnini fyri at
bøta um korini hjá teimum, ið ringast
eru stillaði. Soleiðis gongur tað, har
javnaðarmenn sita við ræðinum.
Í Føroyum ráða afturhaldsflokkar
nir, men her melur skattaskrúvan hin
vegin.
Í Føroyum eins og í hinum Norðan-
londum finst bert ein politikkur, ið vil
ganga teirri arbeiðandi fjøldini á moti
— javnaðarpolitikkurin.
———— 0" 4 ==
Hvussu oftað
skulu vit vera lumpaðir
Ég eri ein teirra millum, ið verið
hevur í verkfalli nú í mong ár. Fram-
vegis dugi eg ikki at síggja, at eg við
hesum verkføllum havi vunnið eitt
einasta oyra. Tvørturímóti hevur tað
gingið niður á bakka á hvørjum árið
— ongantíð so nógv sum nú við sein-
Tað eina árið gjørdu vit verkfall
fyri at vinna aftur minstulønina og
forskotsrindanina, ið afturhaldsflokk-
arnir á tingi høvdu tikið frá okkum.
Tað vunnu vit. og var sostatt ikki verri
enn 1it.
f fjor var verkfall Urslitid var hin
19. april sáttmálin,
i eyðrændi einar 400
øðrum
1] Og drapuig1
På . 1
1111 - t P
sum 1 minsta 1838
kr. av ársinntøku mini, Við
eitt stórt niðurlag fyri fiski-
orðum:
menn.
ftur í ár gjørdu vit verkfall, og
ivað vónaðu allir fiskimenn í minsta
lagi at vinna tað aftur, ið teir forkomu
okkum í fjør, men hvat hendi. Ongan-
tíð hevur niðurlagið og tapið verið so
stórt fyri meg sum í ár. Tað tíðina, eg
havi verið burtur árini frammanundan
havi eg á hvørjum ári vunnið meira
enn 800 kr. um mánaðin. Aftur nú
brustu allar vónir, aldri hava fiskimenn
verið verri fyri enn tað sama. Hetta tó
ikki soleiðis at skilja, at eg ikki unni
mínum kammirátum, ið vinna minni
enn minstulønina, hesar 800 kr. Men
harfyrj er einki vunnið. Íkki ein stavur
mikið sum tann svikagerðin við tí eina
ið teir ætlaðu at lumpa
såttmålunum, so
rosenlinum
okkum av stad fyri.
Tad einasta eg
havi fingið burtur
Tórshavnar
líkkistugoymsla
+ sed a nr. 2206
ymiskir prísir
JACOB C. JOENSEN
snikkari
i
úr hesum verkfalli er, at eg komi at
gjalda skatt i dýrum dómum. Ég havi
ikki vunnið eitt oyra, men teir hava
tikið frá mær í stórum, eg eri vorðin
hundraðir av krónum fátækari aftaná
tvey long og fyri fiskimannin drepandi
verkføll.
Og lat meg siga tað beinan vegin, at
ikki skal Erl. Patursson ella stjórn
fiskimannafelagsins fáa nakra rós frá
mær. Teir skulu vera takksamir við at
sleppa við skommini. At lumpa fiski-
menn út í verkfall og so einki annað
kunna fáa burtur úr, enn at skerja og
minka um tað neyðars sindrid, ið
fiskimenn hava frammanundan, kann
ógjørligt ganga longur. Ég og nógvir
við mær tola ikki at missa hundraðir
av krónum á hvørjum ári, tí teir, ið
stjórna felagnum ikki eru hesa upp-
gåvu vaksnir.
Lat teir so snúgva seg undan, sum
teir vilja. Fiskimenn vilja ikki lata seg
blinda. Uppgerðin skal og má koma,
og teir fyrstu, ið vit mugu gera upp
við, eru teir, undan ári føra
okkum frá einum niðurlag og í aftur
ið ár
x
annað,
Fiskimaður-
Barnapeningur
og skattur
Danska javnaðarstjórnin hevur lagt
fram uppskot um nýggja skattaskipan.
Sambært! hesa skipan kemur eisini
broyting í barnapeningin og frádráttin
fyri børn í sjálvuppgávuni.
darnafrådråtturin fellur heilt burtur,
barnastudningurin
fyri hvørt barnið í
300 kr. í keypsstøð-
men beinleiðis
verður 330 kr.
Keypmannah.
unum og 270 kr. í sóknarkommunu-
num. Hvussu stór ella lítil inntøkan er
hevur einki at siga, øll fáa líka, Pening
urin verður útgoldin beinleiðis til
mammuna, Hagar til barnið er árs-
gamalt fær mamman serligan mammu-
studning, ið er tað tvífalda av barna-
studninginum. Einsamallar kvinnur og
kvinnur, ið hava egið arbeiði fáa størri
barnastudning.
Javnaðarmenn her í Føroyum hava
havt henda spurning frammi, Tílíkur
studningur er av alstórum týdningi fyri
uppaling barnanna, serliga har børnini
eru mong í tali. Vónandi vera javnaðar
menn at fáa høvi tl at fremja hetta
týdningarmikla mál til frama fyri hitt
uppvaksandi ættarliðið og til frama
fyri tey mongu heimini við smáum
inntøkum.
———————wi}VWGVT" "-
Fiskaavskipingar.
Cornelius Houthman fárin til Spaniu við
600 t. av klippfiski. Vesturvík farin til Nor-
egs vid 1.500 tunnum av Brasiliufiski.
22. mei 1954
I ——
Norðoyastevnan.
verður sum áður frásagt í døgunum 29 og
30 mai. Skráðin er ikki kunngjørd enn. Á
fólkafundinum skulu Jóannes áv Skarði og
Brimnes, prestur, halda røðu. Til frama fyri
nýggja Sjómannsheimið verður hildin basarur
Borgin
fór til Grønlands seinasta týskvøld.
Umframt manningina — 29 manns —
fóru 15 útróðrarmenn yvir við.
MJIJØLL
vaskievni
er gamalkent her f Føroyum
SkipafelagiO Føroyar
Telefon 1225
Tórshavn
——2
Grót og skervur.
ØU, ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantérid.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta gråt ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa.
Froðbiar séknar kommuna
ve
Máltráð 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Foroya Bjór
OL- og MINERALVATNSVIRKI
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
| EINAR WAAG, Klakksvík
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging . telf. 1086
Førova Brunatrygging . telf. 1089
Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086
Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Vu tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o. a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
Høvudsskrivstova:
TVURSHAVN
Tlf. 1350
PF. FØROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Suðuroyar deild..
TRONGISVAGI
TIf. 32
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 #/o p. a.
Renta av bankabók 31/2 %/o p. a.
Bankin er opin 10—12 og 14— 16
Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15.
leygardag -
|
|
Leygardag 10—14 |
|
|
- 10-12 og 13—14.