Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22. mei 1954 Føroya SOSIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 2172 Postbox 76 Prent: A. OSTER Planøkonomi Plánloysi er ofta skilaloysi. Skilaloysið og ólagið kring heimin og ikki minst í Føroyum stavar frá og botnar í plánloysinum í framleiðsluni. Hitt ræðuligasta av øllum ræðulig- um, ið raka kann mannaættina, arbeiðs loysi, fór sum ein kreftskæði kring allan heimin undan seinasta heims- bardaga. Eisini aftaná bardgan hevur almikið arbeiðsloysi verið í mongum londum — eina mest í Føroyum. Miljónherar í teimum ymisku stóru løndunum, hundraðtúsindtal í teimum smærru londunum knógvaðust til jarð- ar av arbeiðsloysisins forbannilsi, tindust í svongd, hálv- og heilnakin og heimleys. Hetta óskil. Hetta ólag. Hetta ókristi liga hjartaloysið, hin versta fruktin av plánloysinum. ræðast menn at koma aftur í. Tí hugsa menn allastaðni um, hvussu teir skulu stjórna landi og fólki fyri at sleppa undaa hesum óskili, ólagi og hjartaloysi. Hvussu ið teir kunnu rýma frá tí ræðuliga og ómenniskjaliga kapitalistiska stýrislagnum. Allastaðni rópa menn deyðsdóm yvir ta gomlu verðina, ið setti órætt í staðin fyri rætt, harðskap og vald- støku í staðin fyri rættvísi og mennis- kjaligheit. Eitt av tí ið menn tala mikið um, er tí at skipa ikki bert tað einstaka landið, men allan heimin plánøkonom- iskt. At skipa eitt land planøkonomiskt vil siga, at stýrið í landinum ansar eftir, at framleiðslukeldurnar og virðini verða so umsitin, at teir ymsu framleiðslutættirnir og tey ymsu virðini verða at kunna geva tað, ið fólkinum tørvar, og í einum tílíkum skili, at nóg mikið verður av øllum til øll, og at javnvág verður millum nýtsl- una, brúkið og framleiðsluna. Fyrr enn vit eru komnir so langt at plánloysi og skilaloysi eru skúgvaði til viks, og hesar okurbyrðirnar ikki meira tyngja og trýsta møddar heirðar, verða vit aldri at skapa ta trygd og ta vissu millum manna, ið má til fyri at samfelagið kann hvíla á einum holl- um grundarlag. — Sum nú er, rillar alt; trot og saknur gera seg galdandi allastaðni. Tað er eingin javnvág mill- um framleiðsluna og nýtsluna, millum arbeiðið og úrtøkuna. Einans ein planøkonomisk samskip- an av okkara framleiðslukeldum og landsvirðum kann loysa hin brennandi og åtrokand; spurningin: at skapa livilig kor fyri alt landsins fólk. Higartil hevur einsamallur javnaðar- politikkurin miðað ímóti hesum, men óivað verða tað fleiri og fleiri, ið koma til hesa åsannan; tí einans á henda hátt verða vit at vinna á ti plånloysi, ti skilaloysi og teimum trupuleikum ið eru við at kollrenna og taka lívsmerg- ina frá okkara samfelagi, frá okkara fólki. Samvirkandi donsku listafeløgini hava valt lektor William C. Færing, Holbæk, til formanns. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Kend listarfólk í K.F.U.M. Hin kendi violinlistamaðurin Emil Telmánye við konu og báðum døtrum sínum er á vitjunarferð her í Føroyum. Tey komu mánadagin og fara niður aftur 4. juni. Emil Telmánye er føddur í Ungarn, longu í 1911 bert 19 ára gamalur spældi hann í Berlin, har hansara listarevni hugtók teir vandu áhoyr- arnar. Síðani tá hevur Telmánye ferðast Europa runt. Í 1919 búsettist hann í Danmark. Hesi seinru árini hevur so kona hansara ferðast við og glétt áhoyrar- nar við sínum vakra undirspæli og har- umframt eisini spælt á violin. Nú eru so døtur hansara komnar við Ilona, ið er 16 år og Mihalyka, ið er 15 ár, Síðan tær vóru 5—6 år hava tær fingist við at spælt, og hava tær longu verið í fremmandum londum, har tær hava verið væl fagnaðar. Tað Telmånye er eina best kendur fyri, er hansara spæl av løgunum hjá Bach. Fyri at kunna spæla Bach mugu instr. vera nakað tey somu sum íBachs døgum um ár 1700. Her er tað violinbogin, ið umræður. Tá Bach var deyður, varð tónleikur hansara mest sum gloymdur og ikki uppafturtikin fyrr enn fyri 100 árum síðani. Menn fingu ti ikki tað rætta ljóðið fram. Komu menn tá eftir, at bogin var broyttur í hesum millumbili. Innan hetta økið er tað, at Telmánye er vorðin best kendur. Ungur dani hevur her eftir hansara ávísan gjørt boga, ið nevnist »Vega Bach bogi«. Tað fyrsta kvøldið læt Telmánye áhoyrarnar hoyra munin. | Tvey kvøld hava konsertir verið í K. F. U.M. fyri fullum húsi. Í. kvøldið vóru tað hjúnini, id gleddu áhoyrar- nar vid Bach, Hándel, Beethoven o. ø. Seinna kvøldið var tað kvartettin við Mozart og Beethoven. Ikki er lætt hjá einum og hvørjum at geva ummæli av hesum, men tey fólk, ið hava skil á tílíkum siga tað vera nakað av tí allarbesta tey hava hoyrt. Aftur koma tey til Havnar 2. og 3 juni og hava konsert í sama høli. Stovugildi á Føroya Fólkaháskúla Dýra biðjudagskvøld var á Føroya Fólkaháskúlan hildið stovugildi og nýggju húsini vígd. Marius Johanne- sen, skúlastjóri, flutti fram vígslurøð- una, nam við arbeiði skúlans og søgu, og takkaði teimum mongu, ið høvdu dugnað skúlanum, soleiðis at teir nú høvdu betri og meira nýmótans rúm. — Hesi nýggju húsini rúma 16 næm- ingum í 8 nossligum tveggjamanna kømrum. Har er rúmligur køkur við øllum hentleikum og stór matarhøll, ið eisini kann nýtast sum fundar- og veitsluhøli. Har er hita- og kaltvatns- veitingar um alla lonina. Húsini eru stór 12X25 alin, men væl prýðiligari innan enn uttan. Byggikostnaðurin er um 100.000 kr. — Hetta er eitt stórt stig frameftir í arbeiði skúlans til at veita næmingunum betri og hugnalig- ari rúm. Í stovugildinum var ymist havt á orði og røðurnar vóru nógvar og góð- ar. Allir vóru teir á einum máli um, at ongantíð var so neyðugt at stimbra og menna ungdómin til at kenna sjálv- an seg og sína søgu sum beint nú. Lítil er tjóðin og skal hon ikki glat- ast, mugu vit búgva okkum út og menna okkum soleiðis, at vit gerast sjálvbjargin og før fyri at taka ímóti | øllum tí nýggja sum kemur inn á okkum. Verði Háskúlanum framvegis lagað at vera ungdóminum — framtíðini — hjálpin og leiðbeinandi. ; kg. Vestan úr Vágum Miðvági 19/5. Her hendi syrgilig vanlukka 6 í h. 7 ára gamal smádrongur datt oman og druknaði. Hvussu hesin sorgartilburð- ur fór fram er ikki lætt at siga. Tveir smádreingir vóru hjåstaddir, Ikki fyrr enn fleiri tímar aftaná hendingin var farin fram og mamman at dreinginum var farin at leita, søgdu teir hvussu vorðið var. Farið varð at leita við bát. Drongurin var funnin, men deyður. Hetta vóru hør boð fyri mammuna. Pápin — Bernhard Johannesen — og ein annar sonur eru til skips. 15, í h. lembdi ein ær hjá J. P. Frederiksen 3 lomb, men so illa gekk til, at tey tvey doyðu beinan vegin. Hetta var harmuligt, tá ið tað er so sjáldan ein frættir frá trílembum. Her í bygdini verður nógv tosað manna millum um ovurstór krøv, heilt uppí 1000 kr., ið koma frå Føroya vanlukkutrygging bert fyri ein mann. Tað tykist øllum ófatuligt, at maður skal kunna skylda heilar 1000 kr. bert í tryggingargjaldi. Arbeiði er einki, og afturkomnir fiskimenn fáa ikki eina dagløn. Vegurin millum Sandavág og Vatns- oyrar er nú vorðin so ringur, at tað neyvan verður leingi til bilstjórarnir fara at nokta at koyra. Eplin; eru øll komin í jørðina, og menn eru farnir at skera torv. Útróður er eingin, men úr Sørvági frættist. at bátarnir fáa væl av fiski. Tíðindamaður. „Mest tá ið vit vóru veikir . . .« Í 1. mai røðu síni segði Konrad Nor- dahl, frm. í norska >Landsorganisa-- sjonen« m. a.: >Vitstreikaðu mest, tá ið feløg okkara vóru veik, høvdu fáar limir og lítið av peningi. Nú eru vit komnir hagar til, at vit hava sterk feløg, fleiri limir enn nakrantíð áður og meira pening. Henda gongdin hevur lagt grundarlag fyri friðaligum uppgerðum. Sterka støða okkara ger, at vit hava lættari við at vinna fram undir samráðing- unum við mótpartin og vinna úrslit so góð sum økonomisk gjørligt. Harvið spara vit ikki bert samfelagið, men eisini okkara limir fyri óneyðugar missir. — Nr. 21 Úr Hvalba Her er sum kunnugt kolið ein høv- udsvinnuvegurin, Serliga er henda vinna tøk um vet- urin, tá ið ikki er farandi til annað vinnandi arbeiði, Um summari verður ikki arbeitt so nógv við kolanámini, tí tá er veðrið so gott og tá hevur fólk altíð okkurt annað at takast við. Eisini verður útróðurin drivin nakað nógv. Mánadagin í hesi viku var ein stórur motorur úti fyri vestan, og fekk um- leið 35 centnar, og týsdagin var aftur sami bátur úti og fekk tá 66 centnar. Báturin, sum fekk hesa veiðu var deksbåturin »Johanna«. Onkur instal- leringur hevur eisini verið úti, og tað | hevur eydnast væl, Nýggjur stjóri er nú settur fyri Roynds Kolasølu, eg er tað Páll Gregersen úr Gøtu, hann er settur frá 1. juni. Tíðindamaður. 1 hvínnan | ps 1. Hvat innihalda fikur? 2. Hvussu skal ovnurin vera, tá ið sandkøka verður bakað? 3. Uppskrift til »brownies«. 4. Hvussu nógv gr. er eitt enskt oz.? 1. Fikur er virðismikil kostur og innihaldið í 100 g. av fikum er: 250 mg calcium, 100 mg fosfor, 4 mg jarn. Aftrat hesum inni- la halda tær protein, kolhydrat og B. vitaminir. Kaloriuinnihaldið er 310. 2. Heldur lítil hitið, tá ið deiggið er feitt. Hitin 160 gr. Køkan verður sett niðarlaga í ovninum., Fyrst verður bakað við undirhita 14 tíma og seinni aftur ein 14 tíma við yvir hita. 3. Browniers: 100 g margarin, 185 g sukur, 2 tsk. vanille, 2 egg, 50 g mjøl, 1 knsp. baki- pulvur, 20 g kakao og 100 g nøtukjarnir. Margarinið verður brætt, sukur og egg pískað útí, egggini latin úti. Mjølið soldað við baki- pulvuri og kakao og varliga rørt útí deiggið. Nøturnar flusnar og latnar útí. Deiggið verður smurt útá pappírsform, ið er hálva stødd av vanligari bræðipannu. Køkan bakað við lítlum hita í 20—30 min. Køkan lutað í smáar fyrkantar — einar 40 av nevnda verða. 4. 1 oz. er umleið 28,35 g Vårveikleiki, Kvinnulækni sigur, at tað eru ymiskar orsøkir til vármøði hjá kvinnunum: tað eru ikki so nógvar vitaminir í kostinum, serstak- liga ikki í eplunum, húsmøðurnar møða seg av reingering. Endaliga kann tað ljósa, góða veðrið virka deprimerandi. Munurin millum eins gráa, troytta sinni og sólina, ið skínur frå tí bláu himnarúmdini, kann verða so stórur og vittfevnandi, at tað góða verðrið virkar avmergjandi. Lærarin: Ná Per, kanst tú siga mær, hvat tað er fyri ein ágrýtin insekt, ið ger, at mamma tín kann fáa silkisokkar? Per: Ja, — tað er pápi! Broyting í avgreiðslutíð Frá mikudegi 19. mai verður avgreiðslutíðin á telefonverksskriv- stovuni 9—12 og 13 til 15. Leygardag sum higartil 9—12. TELEFONVERK FØROYA LØGTINGS NORÐOYASTEVNAN | verður sum vanligt hildin í døgunum 29. og 30 mai við ymiskum ítrótti, fólkafundi og øðrum. Bátar, ið ynskja at luttaka í kappróðri, verða bidnir um at gera so væl at siga frá í seinasta lagi hóskvøldið til Óla Dahl, tlf, 311 ella Norduroyastevnunevndina. Fullfíggjað stevnuskrå verður lyst seinri. NORDOY ASTEVNUNEVNDIN