Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-05-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 ÚR SUÐUROY Í Porkeri, 19. ma; 1954. Tó at nú er harður streymur, fiska útróðrarbátarnir sera væl. Menn fáa kr. 50.00 í part um dagin og upp ímóti 100 krónum. Í góðum streymi er tað Munkagrunnur og í hørðum streymi Dalagrynnan ið gevur hesa stóru fiska- mongd. Nú eru flest allir komnir aftur, sum vóru við íslendskum skipum. Tað er gott at teir kunnu rógva út her, ti við skipum er ikki pláss nú. Bara nú ikki trolararnir leggjast her, sum teir eru vanir, tí so oyðdrepa teir alt. Er nakað verjuskip í Føroyum nú vóna vit at síggja tað av og á. Tokulúður á Akrabergi hevur verið skrivað um í mong Harrans ár. Latum okkum vóna, at hann kemur, áðrenn nøkur vanlukka hendir aftrat teim, ið áður eru hendar. Høvdu vit kunnað fingið eina motor- båtahavn her, so bátar við dekki kundu verið her. so var væl livandi her í Porkeri, tí útróðrarlíkindini her, við syðra enda Suðuroyar eru tey allra- estu í Føroyum, men streymhart er og lítið krevur av vindi fyri at øsa íður og streingir ið eru á okkara leiðum kanska meira enn nakra staðni — suðuri í Reyst er tiltiki — ríkidømi av fiski men vandafult sum fáar aðrar eiðir. Men sum áður sagt hevur sambands- fólkaflokksvaldið steðgað allari havna- ger, so illa sær út fyri nøkrum fram- burði her um leiðir. Ein Hovbingur talaði við meg nú ein dgin og spurdi meg hvør ið hevur fortalt mær, at fleiri hundrað túsund krónur høvdu staðið í fleiri ár og sted- gað eftir at Hovbingar skuldu gera veg millum Hov og Øravik. Eg segði hvar eg hevði fingið hetta at vita. Men Hovbingurin biður meg ikki lurta eftir, tí einki høpi er í hesum. Feilurin liggur ikki hjá Hovbingum, men hann liggur í Tórshavn. Eg má lata hetta fara víð- ari framm so kanska onkur finnur hvar feilurin liggur so arbeiðið kann byrja so ikki eisini hetta summarið fer fyri einki, tí um veturin verður vegurin ikki gjørdur. Harvið er ikki sagt, at ikki eisini kann verða arbeitt um vet- urin; men skal vegurin nakrantíð verða liðugur, so má eisin; verða arbeitt um summarið og helst mest um summarið. Vegurin hevur so stóran týdning at nú má ikki verða drálað. Serliga vil eg minna á sjúklingar ið skulu á sjúkra- hús serliga tá knappliga eitthvat hendir, og ikki er farandi eftir sjónum. Í síðsta tíðindabrævi mínum er prentvilla viðv. teim monnum, ið vórðu bjargaðir við Ísland. Har stendur at Peter Miller og Hans Klyver, av Tvør- oyri men teir eru úr Porkeri, Daniel | Johan Olsen og Karton Joensen eru av Tvøroyri. Presturin í Vági harra Harald Ny- gaard er útneyndur til prest á Lollandi. Flest øll hva dámað harra Nygaard væl tey seks árini, hann hevur verið her. Vit ynskja honum eydnu í nýggja plássi sínum. J. H. Danbjørg. Javnadarmenn vinna í Onglandi Í hesum døgum kava verið kommunu val í Onglandi. Javnadarmenn hava vunnið í flestu støðum og hava nógvastaðni havt mun- andi framgongd. Menn vænta tí, at javnaðarmenn fara at vinna við kom- andi parlamentsval. Endaligu úrslitini av valunum hava FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR EEG RNA UNA RE ————iI#NKG——" vit ikki fingið, men sum dømj kann nevnast, at eftir uppteljing frá 103 kommunum høvdu javnaðarmenn vunnið 27 og mist 12 mandatar, meðan teir konservativu og aðrir ikkisosialista listar høvdu vunnið 27 og mist 42 mandatar. Slík tykist støðan at hava verið yvir alt Stóra Bretland. Hitt arbeiðandi fólkið fylkist dyggari enn nakrantíð áður um javnaðarpolitikkin — eingin annar flokkur hevur vilja og orka at verja um og heyja livilíkindini hjá teirri arbeiðandi fjoldini í tann mum, at trotið, hallið og misnøgdin verður hildin burtur, soleiðis at øll orka kann nýtast til uppbygging og økjan av framleiðsluni. Stórur friðarfundur 3 forsætisráðharrar halda røðu. f 1945 varð stórur fridarfundur hildin í Gøteborg. 50.000 menniskju vóru-á hesum fundi, ið arheiðarafeløg- ini í Gøteborg høvdu fyrireikað. Aftur í ár verður tílíkur fundur hild- in. Fundurin verður hildin á Gøta- plasen í morgin 23. mai. ; Røðarar verða danski, svenski forsetisráðharrarnar norski og Hans TEO-VASK Hedtoft, Oskar Torp og Tage Erlander, finski = ríkisdagsformaðurin K. A. Fagerholm og formaðurin í De sam- virkende Fagforbund í Danmark Eiler Jensen. Sum kunnugt eru allir hesir millum navnframastu javnaðarmenn í Norður- londum. — — Gamlir peningaseðlar Statsministeriið hevur í kunngerð sagt frá, at gamlir peningaseðlar, ið hava verið í gildi sambært >midler- tidige bestemmelser for Færøerne< ikki verða loyviligt gjaldoyra aftaná 31. des. 1954. Slíkir seðlar kunnu tó umbýtast hjá ríkisumboðnum ella Nationalbankanum til og við 31. des. 1955. Heim úr Íslandi Mánadagin komu 70 Føroyingar, ið verið hava við íslendskum veiðu- skipum, heim við farmaskipinum »Katla«. Summir av hesum monnum høvdu verið við trolarum og vunnið væl, meðan aðrir høvdu verið við smá- bátum og lítið vunnið. É Flótndi vaskievni er frålikt og fleiri og fleiri eru tey sum brúka tað. Fæst í flest øllum handlum. AS. OKKARA FÆROSK MARGARINE VITA N2 1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Basarur á Norðoyastevnu í Klakksvík Heilsan frá Klakksvíkar Sjómannsheimi. Vit senda heilsan og takk okkara til øll, ið longu hava víst sin góða vilja til at styðja hesa fyritøku annaðhvørt við peningi ella við lutum, ið gjørdir eru til pening. Og eisini takka vit teimum, ið longu nú hava seht lutir til basarin, ið verða skal á Norðoyðastevnu til frama fyri Sjómannsheimi. Tað er nógv at fyrireika frammanundan einum basari — og vit vilja tí biðja tykkum, ið hava nakað liggjandi, ið ætlan er at senda, at gera tað so, at tað kann verða nevndini í hendi nakrar dagar áðrenn Norðoyastevnuna, men sjálvandi taka vit við tøkk ímóti teimum lutum, ið koma í evstu stund. Tað vildi verið basarnevndini í Klakksvík ein stór hjálp — og meira rættvíst og beinraki, um tey ið hava tilvirkað lutirnar, sjálv settu prís á, áðrenn tað varð sent higar. Við heilsan og tøkk frá nevndini og stýrinum fyri KLAKKSVÍKAR SJÓMANNSHEIM TOILETSÁPUR Tá ið tygum keypa toiletsápu, so biðið um føroyska. Tær eru drúgvar og mildar, og sløgini eru: Tann grøna MOPA FAVORIT BÓSA. Og so hava vit tær smáu OKKARA SÁPU. AS. OKKARA 22. mei 1954 MAI 1954 T. M H FL 1 2 3 4 5 6 7 8 M. S. 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 MERKISDAGAR: 25. Fyrsti summardagur (summarfjórðingsár byrjar) 27. Kristi himmalsferðardagur. MÅNASTØDURNAR: 25. seinna kv. 80. næstur jørðini. SKIPINI: >Tjaldur€: 28. úr Keypmannah. >Trondhjem<: 28. úr Føroyum. 21. Tjaldur úr Føroyum. — Trondhjem úr Keypmannah., inn í Onglandi á vegnum. — Oyrnafjall til Belize í Honduras. Vinny Meitilberg og Jógvan Jacobsen vígd í Havn. — Jákup Hansen Sølda- firði 80 ár. 22. Niels Pauli Vest, Hvalba, 60 ár. 23. Jóhan Nielsen úr Sandvík innsettur sum prestur við Zions kirkjuni í Keypmanna- havn. 23. Anna Maria og Niels Johannesen, Klakksvík, halda silvurbrúdleyp. — Tel- mánye í Klakksvík, —Ferðamannafelagið ger útferð til Dímunar við Vesturleið. Farið verður kl. 8. Kostn.: 11 kr. 24. Telmánye í Klakksvík. — Nella og D. P. Niclasen, Miðvági, halda silvurbrúd- leyp. 25. Telmánye í Fuglafirði. — Anna: Sofía Joensen, Trøllanesi, 75 ár. — Fyrsti summarsdagur, summarfjórðingsár byrjar 26. Telmánye í Runavík. 27. Kristi himmalferðardagur. — Trorid- hjem til Føroyar. 28. Telmånye í Kvivik — Dómur fellur i Halvorsens-málinum. — Tjaldur úr Keyp- mannahayn. á vegnum inn í Frederiks- havn. 29. Telmånye i Vestmanna. 30. Telmanye í Vágum. 120 mál fyri gerðarættin Einki er frætt frá fasta valdgerða- rættinum, ið viðgerð endurgjaldskrøv útgerðamanna móti Føroya fiski- mannafelag. Meðan híðað verður, kundi verið áhugavert at kanna eitt sindur eftir, hvat hesin rættur hevur at gera. Í 1953 hevði hesin rættur 120 mál til viðgerðar. Tað er 22 mál fleiri enn í árinum frammanundan, og ein má aftur til 1949 fyri at kunna gera javn- metingar. Tá vóru 124 mál til við- gerðar. Av teimum 120 málunum í fjør, fekk rætturin semju í lag í 73 málum. Uttanfyri rættin fekst semja í lag í 35 málum. Eftir vóru 12 mál, ið komu til dóms. Arbeiðsgevarnir løgdu fram 33 mál, og arbeiðararnir 87. Av teim- um 33 málum fall dómur í 8, arbeiðs- gevarnir vunnu tey 7 og taptu 1. Av teimum 87 fall dómur í 4. Arbeiðarnir vunnu 3 og taptu 1. Í sakføraragjaldi, bót og endur- gjaldi mátti arbeiðsgevarnir gjalda kr. 26.755, og arbeiðararnir kr. 55.955 eru tiltiknar fyri góðsku