leygardagur 5. juni 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foroya Sosial-Demokratur
JAVNAÐUR
FRÆLSI
Nr. 23
Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á
I. síðu, IS oyru á 3. og 4. síðu
P. M. Dam einsamallur á
valinum fyri at verja sok
Norðoyinga!
Mikudagin 26 mai var fundur hildin í forsætismálaráðnum um
læknastríðið. Fyrisætið á hesum fundi hevði Hans Hedtoft, forsætis-
målarådharri, Á fundinum vóru m. a. fólkatingsmenninir P, M. Dam
og Johan Poulsen, Viggo Kampmann, figgjarmålarådharri, Johs.
Kjærbøl, innanriks- og byggimálaráðharri, Hans Hækkerup, løgmála-
ráðharri, Kristian Djurhuus, løgmaður, Hans Debes Joensen, lands-
lækni, Højgaard, frm. føroyska læknafelagsins og formaðurin fyri
danska læknafelagnum.
Sum kunnugt hevði Hans Hedtoft
eftir áheitan landsstýrisins lova at
verða semingarmaður. men hann er av
teirri åskodan, at hetta fyrst og fremst
er eitt serføroyskt mål, og tað ti eigur
at vera teir føroysku myndugleikarnir,
ið skulu taka avgerðina. Hann heitti tí
einaferð enn á landsstýrið um at royna
at gera enn eina álvarsama roynd fyri
at fáa málið loyst. Annars segð; Hed-
toft, at hann vildi senda ein kønan
mann til Føroyar fyri at kanna málið
til botns.
Tey flestu bløðini í Danmark eins og
aðrir stovnar gera P, M. Dam til synda-
bukkin, mannin, ið stendur aftanfyri
og elvir stríðið og ólukkuna, men P. M.
Dam hevur so á hesum fund; fingið
høvið til at greitt frá síni støðu og vart
Av Suðurlandinum.
Í hinu vikuni komu hesi Suðuroyar-
skipini undan Íslandi: City við 300
skp. Havgásin 200, Albert Victor 170
og Energy 100. Fríggjadagin í hini
vikuni kom Beinisvørð eystanífrá við
100 tonsum.
p
Isfiskasølurnar.
11 føroysk skip seldu i mai mánaði.
Tey seldu 318 tons fyri 289.000 kr.
Í mai mánaði i fjør vórðu seld 421
tons fyri 422.000 kr.
Sølurnar vóru hesar:
Poppy 997 ks. „813 stp.
Havsøki 327 ks. 696 stp
Grunningur 761 ks. 1878 stp.
Viðanes 78 ks. 342 stp.
Dragasund 798 kit 2.333 stp
Grunningur 946 ks. 2.114 stp
Kúrberg 347 ks. 1.098 stp.
Poppy 629 kit 2.594 stp.
Havsoki 349 ks. 876 stp.
Silver Spray 198 ks. 334 stp.
Hesa vikuna hevur bert ein ísfiska-
søla verið; Dragasund, ið seldi hós-
dagin; 557 kit fyri 2554 stp.
r ..
Frá Grønlands-
.
skipunum.
Gronlandsfelagid hevði einki fjarrit
fingid år Gronlandi i gjår. Seinast teir
frættu lótu bæði línu- og trolskipini
illa at fiskiskapi. Seinastu landingarnar
ið frætt er frá, eru hesar: Selberg 46
tons, Vón 27. Saksaberg 34. Oyrasker
16, Royndin Fríða 31, Phebe 16,
Westvard Ho 17. Elsa 35. Kolumbus 40
Sæborg 40.
1
|
hetta áhugamál Norðoyinga. Var P.
M. Dam ikki staddur á hesum fundi,
vildu donsku myndugleikarnir havt
fingið eina fullkomuliga skeiva mynd
av málinum sum heild,
Vit eru so komin aftur hagar til, at
okkara egnu myndugleikar einaferð
enn fara at royna at finna eina loysn
av hesum álvarsama máli.
| Leygardagin 5. juni 1954.
BRÓÐURSKAPUR
= Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | 97
kostar kr, 3,20 + porto um fjórðingsárið | al. Arg
NÝTT TÍÐARSKEIÐ
byrjar i søgu lærara-
skúlans.
72 atkvóðu fyri og 66 ímóti upp-
skoti
um eina nýggja próvtøkuskipan fyri
læraraskúlarnar.
Eftir nýggju skipanini fer eingin
próvtøka fram í lærugreinunum:
sjálvstøðugt skúlayrki, uppaling, dansk
ari bókmentan, søgu og kristni.
Í træsmid, tekning, fimleiki, musikki,
handarbeiði og skúlakøki
verður eingin próvtøka, men bert árs-
karakterur givin. |
Í hinum lærugreinuinum — t. d.
fysikk, rokning og matematikk skulu
næmingarnir = roynast annaðhvørt
munnliga ella skrivliga, og próvkarak-
terur verður givin, Læraraskúlin kann
skipa skeið í familjukunnleika.
Hervið hevur próvtøkuvaldið í
læraraskúlunum fingið mønustingin.
kenslumálaráðharra Bomholts
skriving,
Ovurstórur javnaðarsigur.
Úrslitið av kommunuvalunum í teimum ensku provinsbýunum
var avgjørdur sigur fyri Labour. Um alt landið hevur tað verið ein
kollvelting til frama fyri javnadarmenn,« skrivar eitt av íhaldsbløð-
unum.
>Broytingin í støðuni til okkara frama jer hesi ferð tvifald størri
enn við kommunuvalini í fjør. Hetta vissar okkum um, at vit vinna
komandi parlamentsval við einum penligum meirluta,« sigur aðal-
skrivari javnaðarflokksins Morgan Phillips.
Í 395 býum hevur Labour vunnið
544 manns og mist 34, nettovinningur:
510. Íhaldsflokkurin hevur vunnið 60
og mist 446, nettomissur: 386. Aðrir
listar, har tó meirlutin veruliga er
íhaldslistar, hava vunnið 30 og mist
155, nettomissur: 125. Liberalu hava
vunnið 13 og mist 10, liberalkonserva-
tivu vunnu 1 og mistu 3. Kommunist-
Royndin,
skipari Óli Bech av Tvøroyri — hevur
verið út; og roynt eftir agnsild. Í 2
Sildin var
setum fingu teir 7 tons.
latin ísvirkinum í Gøtu og Fiskasentral
in; til frystingar.
FØROYSK-DONSK
SKULABØRN
Aftur í år koma nøkur donsk skúla-
børn til Føroyar, og somuleiðis fara
nøkur børn hiðani til Danmarkar. 2.
juli koma 25 skúlabørn frå Silkeborg
leiðini og Keypmannahavn til Føroyar
og skulu vera her í 18 dagar. Ferða-
leiðarar verða kommunulærari Frede
Nielsen úr Silkeborg og yvirlærarinna
Ester Jensen úr Keypmannahavn. Vik-
una eftir, 9. juli fara 20 børn úr Før-
oyum til 3 viku vitjunnarferð í Dan-
mark. Fyrra partin av tíðini skulu tey
halda til í Suðurjútlandi og seinastu
dagarnir í Keypmannahavn.
Viðoy, ið sleipaði Hindenburg, bátin
hjá Julius Clementsen í Havn, er yvir-
komin.
arnir høvdu ongan mann fingu heldur
ongan hesi ferð.
Bóltstevna um hvítusunnuna.
Tað er í ár 50 ár, síðani HB varð
stovnað. Sum eitt lið í hátíðarhald-
inum hevur HB bjóðað til fótbólts-
stevnu nú um hvítusunnuna. Kapping-
ar verða at fara fram millum KÍ—TB
B 36 og HB. Í kvøld verða tveir dystir;
annar millum KÍ og TB, og hin millum
HB og B 36. Tey vinnandi liðini í
hesum dystum skulu so spæla dyst um
steyp annan hvítusunnudag.
Útvarpið.
Vikuyvirlit frá pressens radioavis og
veðurtíðindi. Føroysk tíðindi.
Hvítusunnurøða. Torkil Beder cand.
theol, — Vágs kirkjukór syngur.
Til Grønlands.
Í gjár fór norskur bátur, ið verið
hevur á Havnini eftir 4 monnum, til
Grønlands. Fyrr í vikuni var Polhavet
eisini á Havnini. Við honum fór ein
bátsmanning, ið rógva skal út har
yviri.
Grúndlógardagurin.
Grundlógardagurin er í ár hvítu-
sunnuaftan, Sambært skulu
handlarnir lata aftur á miðdegi grund-
lógina
lógardagin.
Yvirhoyringarnar endaðar.
Verður ákæra reist mikudagin.
Yvirhoyringarnar í Sjóvinnubanka- | tær kanningar, ið gjørdar eru, eru Chr.
málinum endaðu hósdagin. Næsti
rættarfundur verður hildin mikudagin.
Tá verður avgjørt um sakarmál skal
reisast móti teimum, ið skuldsettir eru
fyri Sjóvinnubankakrakkið. Teir, ið
mest hava verið frammi í samband við |
Holm-Jacobsen, Th, Petersen, Leif
Waagstein. Rólant Hansen og Niels
Mortensen. Verður ákæra reist, fellur
dómurin væntuliga miðskeiðis í juli
mánaði.
Eystnes vann.
Eystnes vann steypin, ið latin verður
tí útróðrarbátinum, ið veiðir mest frå
ársbyrjan til Norðoyastevnuna. Hetta
er aðru ferð Eystnes er vinnari. Eyri
at gerast ogn skal steypið vinnast trý
ár í rað ella trý av fimm árum. Eystnes
fiskaði hetta tíðarskeiði fyri 100.000
kr. Næstur honum var Ørvur, ið fiskaði
fyri 93.000 kr.
Fyri viku síðani høvdu Sigurðfarið
og Ester ávikavist 160 og 120 skp.
Ferðaskipini.
Mjólkabátarnir sigla Sundalagið og
Skálafjørðin sum vanligt bæði í dag
og mánadagin. Úr Havn verður farið
kl. 7 og 16,
Ternan fer av Havnini til
oyrj og Vágs kl. 17 annan hvitusunnu-
Tvør
dag.
Ritan siglir bert fyrra túrin annan
|
hvítusunnudag.
Pride siglur ikki annan dag, men
týsdagin í staðin fyri; úr Klakksvík
norður aftur kl. 12. Seinnra-
partin í Eysturoynna.
Vesturleið siglir ikki annan dag, men
kl. 8 og
annars sum vanligt,
Jóhan Poulsen um
læknamálið:
Rættaruppfatanin
í vanda.
Danska blaðið »Kristeliet Dagblad«
hevur havt samrøðu við Jóhan Poulsen,
fólkatingsmann, um læknastríðið
Jóhan Poulsen tekur soleiðis til:
Man har hernede stærkt
hævet, at Klaksvig-striden er et
internt færøsk spørgsmål,
frem-
rent
men det er
den kun til en vis grad.
Víðari sigur hann:
… Jeg tillader mig også at opfatte
Framhald á 4. síðu.