Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR TAÐ RÝKUR AV LÍKINUM Í ÚR SUÐUROY Ofta hava menn nevnt Suðuroynna hina av Landsstýri og Løgtingi gloymda oyin, og tíverri er tad alt ov satt. Vit sita her nú hóskvøld og hava ikki sæð eitt einasta blað, sum prentað er í hesi vikuni. Eg spurd; beint nå, um »Ternan« komin til Vágs. Svarið var: Nei, hon kemur friggjadag og fer norður aftur leygarmorgunin. Also eisini friggjadagurin skal fara og ein stórur partur av leygardegnum, t. V. 8. ein heil vika mitt um summarið í besta Harrans veðri, og eingin postur. Hevdi hetta einans hent hesa einu vikuna. so kundi ein roynt at bitið tenninar saman og tagt; men viku aftaná viku fáa vit í ?orkeri og Hovi einki blað fyrr enn fríggjadag og ofta ikki fyrr enn leygardag. Telefonóskilið leggi eg ikki í at um- tala á hesum sinni. Tað er so nógv um- talað frammanundan. So er tað akvegurin millum Hov og Øravik, sum skal binda henda syðra helmingin av oynni saman við Tvør- oyri, Hovbingar og Tvøroyrarmenn klaga um arbeiðsloysi. og vit rópa eftir at fáa vegin, men teir, ið land- inum stýra, venda tað deyva oyrað til. Í vetur samtykti Løgtingið at lata Norðmenn fáa rætt til at dríva hvala- veiðu við støðum í Føroyum. Vit gleddu okkum til at kunna fara til Loprarar eftir tvøsti eins og í gomlum døgum, tá ið Norðmenn vóru har — tå fingu fólk nógv og gott tvøst fyri nærum einki afturímóti. sum tá ið aðrir fingu støðirnar. — Arbeiðs- fólk gleddu seg til at fáa arbeiði, og menn roknaði við at sleppa við bát- unum, sjálvt um Norðmenn komu, so sluppu altíð nakrir føroyingar uppí part. Men alt hetta fall niður fyri. Teir, ið stýra, leggja ikki í at fortelja okkum, hví eingir Norðmenn komu. Fólk eru forvitin og spyrja. Nú er streymurin góður. men tíverri hevur veðrið ikki lagað seg væl. Á landi er veðrið gott. men landssynn- ingur og eystan forða sum oftast fyri útróðri her um okkara leiðir. Meðan talan er um útiróður fari eg at biðja tíðindamenn í øðrum bygdum siga frå, hvussu fiskiskapurin er og so eitt aftrat. Menn her spyrja eftir, hvussu fiskaprísurin er norðanfjørðs og í øðrum bygdum her í oynni. Her í bygdini er tað krambúðin í Skemmuni. ið mest keypir fisk. Tað er firmaið J. Dahl Gørðum, ið hevur henda handil her í bygdini. Útrøðrar- menn fáa fyri alt, ið hevur toska- skræðu 45 oyru pr. kg við hovdinum, fyr; hýsu. uppsa 0. a. 30 oyru pr. kg og fyri kalva 1 kr. 50 oyru pr. kg. Beint nú talaði eg við ein mann, sum helt seg vita, at prisurin t. d. í Klakksvík og eisini aðrastaðni norðan- fjørðs er væl hægri enn her. Men vónandi fáa vit tílík tíðindi her í blað- num við tað fyrsta. Tað ið her frammanfyrj stendur varð skrivað í gjár hósdag. og tá nevndi eg hvussu troyttandi tað er at stedga eina heila viku eftir posti um summarið í fínasta veðri nú er fríggjakvøld og enn er eingin postur komin. Job var tiltikin sum ein tolin maður; men neyvan hevði hann dugað at:fatað. hví eingin hugsar um, at tað eisini búgva nøkur hvít menniskju her á syðra helming á Suðuroy. Var eingin her uttan halanegarar, so hevði tað kanska minni at siga, men vit hava eisini krav uppá at frætta aðrastaðni frá. »Ternan« kom til Vágs í dag. og postbáturin sigldi her, men tað fellur ongan jnn at lata pos stbátin føra postin higar. Hvat siglir hann higar til? | Lt. snikkari | ?orkeri, Kristihimnaferðsdag. er also ein heil vika farin, síðan nakað føroyskt blað kom sein- ast higar til bygdina. Her búgva tó 500 fólk og 200 í Hovi. Also 700 fólk, ið soleiðis eru burturgloymd uttan tå ið vit gloyma at rinda løgtingsskattin, tå minnast teir til at senda pantifåtan bæði til Hovs og higar. Her má fáast eitt annað skil soleiðis at postbåtur og postbilur stedgar i Vág.i inntil >Ternan< er komin til Vágs. annans er eingin meining í al hava tey gangandi higar til Porkeris og Hovs. Nú er sunnudagur 30. mai, og nú kann eg siga frå, at í gjár var ein óføra góður útróðrardagur her. Menn fingu frá 50 kr. og upp í kr. 100.00 í part. Tað má sigast at vera ein góð veiða. Tað er bara ovtrongligt her at leggja fiskin upp. Lendingarøkið er ovtrong- ligt. Her má nakað verða gjørt, so skjótt sum fólkaflokkssambandið er rikið frá landsins stýri. Nú frætta vil, at fiskaprisurin i Grønlandi er lægri enn í fjør. Tað boðar ikki frå, at yvirklassin ynskir frið i 1955 heldur enn árini framman- undan, Teir líta kanska á, at fólka- flokkssambandid verður at forða fyri verkfalli. men tað verða teir nokk snýttir av — valg verður í heyst. Menn spyrja, hvussu tað gongst við at fáa sjómarkið flutt munandi út eftir — um nakað verður gjørt ella einki hesum máli viðvíkjandi. Ég noyðist at siga sum er, at tað batar einki at spyrja meg, tí hetta tykist at vera eitt loyndarmål, sum einans Lands stýrið veit skil á. Vónandi verður eingin bindandi sáttmáli gjørdur fyrr enn málið er lagt fyri Løgtingið. Hetta haldi eg. at vit hava rætt at krevja, sjálvt um vit ikki hoyra til landsins stjórnarflokkar. Forvitnisligt hevði verið at frætt, hvussu tað gongst við tingingunum hesum máli viðvíkjandi. „H. Danbjørg. „Land og ”Folku um gerðadómin. Áður hevur kommunistblaðið >Tjóð- viljin« tikið til orða og vart ólógliga verkfall Fiskimannafelagsins. Nú hev- ur eisini danska kommunistablaðið »Land og Folk< í oddagrein sagt sina hugsan um dóm valdgerðarættsins. >Land og Folk< heldur at tað er iva- samt um gerðarætturin hevði myndug- leika at døma í hesum máli, tá ið tað má ætlast at vera eitt føroyskt sermál. (Í heimastýrislógini av 1. apríl 1948 verður sagt. at allar galdandi lógir og reglugerðir verða í gildi, til aðrar før- oyskar lógir og reglugerðir verða settar í teirra stað. Hetta er ikki gjørt í hesum máli.) Annars sigur blaðið, at Fiskimannafelagið einki hevur við De samvirkende Fagforbund at gera, og er fullkomuliga ólíkt donskum fakfeløg- um. Víðari spyr blaðið. hvat gerðarætt- urin verður at gera, um nú Fiskimanna felagið noktar at gjalda bótina. Verður gerdarætturin tå at heita á politi og pantifúta og beita teir á kroppin á fátækum føroyskum fiskimonnum? Sum kunnugt var tað Robert Mik- kelsen, sakførari og fyrrv. kommunist- iskur fólkatingsmaður, ið vardi Fiski- mannafelagið í valdgerdarættinum, — — Tórshavnar líkkistugoymsla þr nr. 2206 ymiskir prísir JACOB C. JOENSEN juni 1954 AFTURHALDSLASTINI Tad er tann munur hjå okkum og grannalondunum Danmark, Noregi Svøríki og Onglandi, at meðan arbeid- arafjøldin í hesum londum stendur bæði fakliga og politiskt sterkt fylkt,, eiga vit hvørki ta fakligu ella politisku fylkingina. Hin fakliga fylkingin er neyðug og av alstórum týdningi, men verður aldri einsamøll at vinna fullan sigur fyri lívneyðsynjarkrøvum arbeið- aranna og fiskimanna, Hetta hava arbelbarar i grannalondum ásannað. Teir standa ti manniliga politiskt fylktir Úrslitið er eisini, at arbeiðaraflokkar- nir — javnaðarflokkarnir — sita við ræðinum í Danmark. Noregi og Svør- íki. Soleiðis hevur tað tíverri ikki gingið hjá okkum. Urslitid er hareftir. Vit hava verkfall á hvørjum ári; men úrslitini eru ongantíð samsvarandi offrini, ið fiskimenn og arbeiðarar mugu lata. Hin arbeiðandi fjøldin maktast, tjóðin viknar. ólag og skila- loysi ræður allastaðni. Kortin; kundi allir hesir trupulleikar verið burturbeindir og lívstøði fiski- manna og arbeiðaranna verið tryggjað. Vit kundu havt bygt á hollum grundar- lagi; men tíverri hava ramir afturhalds menn sitid við rædinum, og úrslitið er, at einki hevur verið gjørt fyri at bøta um korini hjá teirri arbeiðandi fjøld- ini. Einsamallur hevur javnaðarflokkur- in lagt til brots fyri einum sonnum og miðvísum uppbyggingarpolitikki; men henda politiska fylkingin hevur aloftast verið ov fåment, id hvussu er, tá ið tað galt tey heilt stóru framstigini. Hóskandi kundi verið at nevnt tili øki har nakað er vunnið. k Sosiala forsorgin. Hin sosiala forsorgin hevur altíð verið eitt aðalmál javnaðarmanna. Tey gomlu, tey avlamnu og tey sjúku vóru illa stødd. Javnaðarmenn troðkaðu at vissa teimum somu kor og somu hjálp, sum fólk fingu úti á landinum í Danmark. Afturhaldsflokkarnir bard- ust ímóti. Vit fingu eina neyðarsliga og forkryplaða sosiala forsorg — eina ellis- og avlamishjálp, ið ongum líktist. ikki fyrr enn hitt fyrsta landsstýrið varð sett eydnaðist at skera ígjøgnum. Javnaðarmenn settu sum treyt fyri samgonguna við sambandsmenn, at hesin spurningur varð loystur. Úrslitið er, at tey gomlu og avlamnu eru hampu liga tryggjaði í dag — men nógv er eftir enn at vinna. 1 oyra stríðið Í fyrra helmingi av seinasta heims- bardaga vóru okkara arbeiðarar undir- løntir. Teir fingu bert 0,85 oyru fyri hvørt pristalstig — 0,15 oyru ov lítið í løn fyri hvørja ferð, teir skuldu keypa fyri 1 kr. Hesum óskili royndu javn- aðarmenn at koma til lívs. At endanum bar til. Tætt undan einum vali i 1943 góvu fólkaflokksmenn eftir og arbeið- arum var bjargað 1 oyra fyri hvørt prístalstig. — Ein stórvinningur. 700 kr. um mánaðin. Harðir var bardagin fyri at tryggja fiskimonnum minstuløn og forskot. Javnaðarmenn vildu hava minstulønina 700 kr. um mánaðin; men ikki fingust afturhaldsflokkarnir at ganga við til meira enn 500 kr. Eisini forskots- rindanina eydnadist tað at fremja aftaná harðan leik. At afturhaldsflokk- arnir hava forkryplað og roynt at av- tikið hesar góðar er ein søga fyri seg. — Ein álvarsamur spurningur, ið øll eiga.at kenna, er: Vildi nakað verkfall havt verið seinastu árini, um aftur- haldsflokkarnir høvdu havt fylgt javn- aðarmonnum og tryggjað fiskimonnum 700 kr. í minstuløn? Avrokningarnar. Avrokningarnar hava altíð verið ein stríðsspurningur. Í mong ár hava javnaðarmenn stríðst á tingi fyri al tryggja fiskimonnum avrokningnar við lóg ávísa tíð aftaná søluna og gjøgnum fis skimannaffplogini. Ikki fyrr enn í seinastu tingsetu eydnaðist tað Dam og Danbjørg aftaná langa togan at fáa fiskivinnunevndina at ganga við til slíka lóg. Fiskimenn hava nú vid lóg- arheimild ræt til avrokningina 4 vikur aftaná søluna, Aftaná 4 viku dagin mugu útgerðarmenn gjalda fiskimonn- um 6 pst. í rentu. Í ár var hetta ein verkfallsorsøk. Hvussu nógv annar- leiðis var ikki alt vorðið, um hesin spurningur var loystur, tå ið javnað- armenn vildu hava hann loystan? Frábýtisrætturin. Ár eftir ár hava javnaðarmenn á tingið reist málið um við lóg at tryggja fiskimonnum frábýtisrætt við øllum veiðuførum, men vónleyst at fáa tað framt fyri afturhaldsmeiraluranum. Nú hava hørð verkføll staðið av hesum. Tað er úrslitið av. at Føroya fólk væl eftir val hava valt stokkonservativar menn á ting — men av skaða verður ein klókur. Hesin rættur er nú vunnin — tó ikki skrásettur við lóg. Hesi dømi prógva til fullnaðar. hvussu ómetiliga nógv alt hevði verið øðrvísi, um javnaðarpolitikkurin hevdi átt valdið á tingið. Landið var spart sær komið. verkfall neyvan hugsandi. fyri milliónmissir, fólkið alt betri at vinnulívið miðvíst framm á veg. Í dag tykist alt meira fáfongt, men fram- vegis er tad javnadarpolitikkurin, ið ber framburð og menning fólksins í skjóldri sínum. Í komandi blað fara vit at taka upp annan tátt og vísa á. hvat glatast mátti fyri fólk og tjóð, tí ikki tær sosialistisku = hugsjónirnar = vunnu frama. Nunnuskålin. Í juni verður nýggi skúlin hjá nun- unum vígdur. Hetta er stórur skúli bygdur av træ í 3. hæddum. Skúlastovunar eru átta, umframt sovisalir og ein spælisalur, ið er 28 m langur og 7 breiður, har børnini kunnu spæla í vána veðri og er har urga og leikpallur. Umframt hetta, er gjørdur skúlakøkur, har ein rúgva av fólki kann arbeiða uttan at standa í vegin fyri hvørjum øðrum, har er vanligur komfýrur umframt fleiri el-tól Hesin skúli kostar nú um 345 tús. kr. Johan Ziska hevur gjørt timbur- smidid, Wensil Petersen hitainnleggið og Einar Mikkelsen el-innleggið. Hetta er eitt væl úr hondum greitt arbeiði, ið er til rós fyri teir ið gjørt hava. Javnadarmenn í Jugoslaviu. Í Jugoslaviu Hevur sum kunnugt einans kommunistaflokkurin verið loyvdur, síðan Tito tók við ræðinum har, Seinni tíðina er kommunistisk harðræði linkað, og nú frættist at javn- aðarmenn eru í ferð við at skipa ein nýggjan javnaðarflokk.