leygardagur 5. juni 1954síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5. juni 1954
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 23
Feroya
| S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
Á SAMVINNULIGARI
GRUND
Aðaltátturin í javnadarstevnuni er
at samskipa hitt arbeiðandi fólkið
politiskt, fakliga og handilsliga. Hetta
er treytin fyri framburði og menning
teirra arbeidandi, Einans á henda hátt
er gjørligt at vinna framå, og einans
á henda hátt verður tað gjørligt hjá
teimum arbeiðandi at koma at eiga
síni egnu arbeidsambod og harvið fáa
fulla og rættvísa úrtøku av arbeiðinum.
Politiskt og fakliga standa vit tíverri
spjaddir og óteljandi dømi kundu
verið nevnd um tann skaða, hetta hevur
verið fyri hina arbeiðandi fjøldina.
Íkki dugir at gráta um tað. ið farið er.
Heldur verða at lýta framá, rætta uppá
brekini og miðvíst berjast fyri hini
heilt stóru og fullgjørdu arbeiðara-
fylkingini, soleiðis sum starvsbrøður-
inir í grannalondunum hava gjørt.
Teir ikk; bert fylkja seg fakliga og
solitiskt, Eisini handilsliga standa teir
manniliga fylktir. Fullvæl kenna vit
brúksfelagsrørsluna í grannalondum
okkara, men her hava vit verið eftir-
játar. hóast vit langt síðan hava fingið
roevad, hvønn ómetaligan tydning
sin handilsskapur hevur fyri hitt
arbeidandi fólkið.
Í Danmark verður hildið fram, at
fólk við at handla í brúksfeløgunum
vinna so nógv, al tey nærum hava tvær
mánaðalønir til góðar. So nógv dýrari
roynist privathandilin. — Åsannandi
henda veruleika er úrslitið eisini tað,
at brúksfelagsrørslan gongur sína
sigursgongd í Norðanlondum og tå
fyrst og fremst i fslandi — grannanum
fyri vestan.
Á hesum øki eru vit onga leið kom-
nir. Vit eru so smátt byrjaðir, og
vónandi verða hesar brúksfelagsroynd-
irnar at kynda upp undir fleiri tílíkar
royndir.
At veita tílíkum fyritøkum allan
stuðul, er ein aðaltáttur í stevnu javn-
aðarmanna og endamálið má vera, at
allir landsins borgarar verða at njóta
ágóðan av hesum handilskapi, ið má
mennast og útbyggjast til at røkka allar
bygdir landsins. Hetta er mál, ið við-
kemur øllum samfelagnum, og tí er
umráðandi, at hitt almenna altíð er til
reiðar at veita brúksfelagsrørsluni
allan stuðul.
Um hesa uppgávu, henda aðaltátt í
javnaðarstevnuni eigur alt landsins
fólk at fylkjast.
Íslendsku partamenninir.
Íslendski javnaðarflokkurin hevur
fyri stuttum havt fund í Reykjavík.
Til umrøðu var fyrst og fremst støða
trolaraflotans. Í fundarsamtyktini
verður m. a. sagt, at neyðugt er at
hækka minstuløn trolaranna. Tað er
almikil landaskaði, at fremmandir
skulu manna veiðuførini, heldur enn
teirra egnu fiskimenn. Minstalønin
verður tí at setast so høg, at Íslend-
ingar sjálvir verða at manna teirra
Hvussu høg henda
egnu trolarar.
minstaløn kemur at verða verður ikki
nevnt.
TØKK
Hjartaliga tokk veita vit øllum
teimum, sum við gåvum, telegramm-
um og á annan hátt gleddi okkum á
gullbrúðleypsdegi okkara tann 25. mai.
Trina og Niclas Poulsen,
Sunnba
Níðingsgerðin
móti AT.
Sum flest allar fyritøkur kom eisini
trolaradrift arbeiðaranna á Tvøroyri
illa fyri peningaliga aftaná heims-
bardagan. Fyrsta bjargingar royndin
misheppnaðist, men ásannandi tann
ómetiliga tydning AT hevði fyri
arbeiðsmenn og fiskimenn og Tvørá
bygd sum heild, varð farið undir at
gera enn eina bjargingarroynd. Eina
tíð bar í tað borið, at hetta skuldi
eydnast, men tá var tað, at fyrst og
fremst Dimmalætting og 14. september
av grimd løgdu eftir hesi fyritøku.
AT skuldi knasast og allir meinboðar
leggjast fyri. at hetta virkið. ið arbeiðs
kvinnur, arbeiðsmenn og fiskimenn við
miklum baksi høvdu fingið á føtur.
aftur varð endurreist, soleiðis sum
líkindi vóru til tað,
Tað er í fyrsta lagi P. M. Dam, ið
hesir menn og hesi bløð eru úti eftir.
Teir rokna við at kunna fella P. M.
Dam og harvið javnaðarflokkin um
AT rýkur. Sjálvt um teir vita, at hetta
fyrst og fremst er ein niðungsgerð
móti fátøkum arbeidarum og fiski-
monnum á Tvøroyri, smæðast teir ikki
at nýta øll skitin vápn; men kundi
verið at teir verða vónbrotnir av
hesum niðungsgerðum sínum, tí allir
Tvørámenn vita fullvæl, at hesir menn
einki hava at seta í staðin fyri, tá ið
AT er farið.
Tung verður ábyrgdin at kennast
teimum, ið soleiðis beinleiðis eru við
til at taka arbeiðsamboðini úr hondum
arbeiðs- og fiskimanna.
Heimsmeistaraskapið
í beingnaging.
Í >14. september< fyri 29 juli 1948
stendur hesin greinastubbi:
Olympiustevnan:
Beingnagin: Í fyrstuni stóð á jøvn-
um millum følkajl., sambandsfl. og
javnadarfl, — men javnaðarfl. bar tó
sigurin heim, og P. M. Dam varð
útnevndur til — Olympiu-beingnagara-
heimsmeistara.
Hvør verður nú heimsmeistari í
beingnagin komandi Olympiadu, ið
hildin verður í Melbourne í 1956?
Erlendur Patursson tykist framúr
óførur beingnagari.
Starv sítt sum formaður í Fiski-
mannafelagnum hevur hann meira enn
nakar annar nýtt til at skaffa sínum
partamonnum góðar sessir — feit bein.
Hanus við Høgadalsá varð settur
sum stjóri í Samvinnufelagnum, aftaná
at annar maður var rikin úr hesum
starvi,
Kann mætari beingnagari hugsast.
Hann er vísur í heimsmeistara-
skapinum.
Hetta er maðurin, ið leikað hevur
óður um beingnagin.
Soleiðis roynast
sjálvir sleppa framat.
teir, tá ið teir
Attlee í Keypmannh.
Í dag — grundlógardagin — fyri-
reikar danski javnaðarflokkurin stóran
erundlógarfund í Fælledparken í
Keypmannahavn. Høvuðsrøðari verður
fyrrv. forsætisráðharri Stóra Bret-
lands Clement Attlee.
Skipafelagið Feroyar
Telefon 1225
Tórshavn
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
Føroya Kríggstrygging. telf. 1086
Føroya Brunatrygging . telf. 1089
Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086
Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
FÆRØSK MARGARINE
VITA Ne1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT
Hovuðsskrivstova:
TURSHAYN
Tí. 1350
leygardag -
Máltráð 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
P.F. FOROYA BANKI
(Stovnaður 1906)
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 %/, p. a.
Renta av bankab6k 31/, %/o p. a.
Bankin er opin 10—12 og 14—16 se
Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15.
| Foroya Bjór
ØL- og MINERALVATNSVIRKI
EINAR WAAG, klarksvír
Suðuroyar deild...
TRONGISVAGI
Tlf. 32
Leygardag 10—14
10 --12 og 18-—14.
Citrón sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
Grót og skervur.
Øl,
munukantórið.
ið vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað,
$ g g ) Y
Bilstjórar verða ámintir,
teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna
MIØLL
vaskievni
er gamalkent her f Føroyum
|
| eru tiltiknar
| fyri góðsku