hósdagur 18. apríl 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
13
VALGREINAR
Vit skulu hava
læknaligar ser-
greinar í samband
við sjúkrahúsið
Sverre Midjord
Valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy
Eg fari ikki at leggja
mær nakað til, sum eg
lítið eigi í, men tað er
eingin loyna, at eg havi
verið virkin fyri, at vit
byggja eitt sambýlið, við
eini 12 íbúðum, á ogn
kommununar í Trongis-
vági.
Fyrireikingar og tekn-
ingar verða nú gjørdar.
Uppskotið og tær fyrstu
fyrireikingarnar vórðu
gjørdar av tí býráði, sum
sat áðrenn hetta, sum nú
er. Bergur Bærentsen
var formaður í tí nevnd,
sum stóð fyri ætlanini.
Eg eri nú formaður í
hesi fyrireikingarnevnd-
ini, og eg var eisini
limur í fyrru nevndini,
men vit komu ikki nóg
langt tá, men nú halda
vit málið er greitt, tí er
tað tikið upp við tí
álvara sum krevst, og tað
verða eisini tikin onnur
umráðir við.
Tað verður gjørdar
fyrireikingar til eina
viðgerðarstøð til fólk
við serligum breki, hetta
verður gjørt í tilknýti til
okkara sjúkrahús. Við-
gerðarstøðini kunnu t.d.
verða í hølunum í eldra-
sambýlinum.
Eg havi tosað við
Løgmann
um
hesar
tankar, og hann er posi-
tivur fyri hesum, og vil
leggja tað á Tvøroyri.
Tað er bert at velja tey
røttu umboðini, sum
vilja uppá landsplan
fremja hetta fyri okkum
í
Javnaðarflokkinum
átrokandi mál.
Tey sum lósu samrøð-
una,
sum
sosialurin
hevði við Páll Vang
fyrrverandi býráðsfor-
mann á Tvøroyri, sóu
tørvin á einum slíkum
stovni í Føroyum. Páll,
sum er raktur av sjúku,
sum hann onga hjálp
kann fáa fyri, men má av
landinum fyri at fáa
viðgerð, og tað eru fleiri
onnur, sum hava servið-
gerð fyri neyðini, og tað
er ein slíkan viðgerðar-
stovn, sum vit ætlað at
leggja í samband við ta
ætlaðu bygging.
Eitt annað mál sum
eisini verður loyst, verða
hølini hjá okkara pen-
siónsitum, tey vilja fáa
síni egnu hølir har.
Jú her er nakað, sum
krevur eina loysn, og
sum eisini verður loyst,
um eg fái ta lands-
politisku ávirkan sum er
neyðug.
Tøk inntøka hjá barnafamilju, sum ávikavist keypir sethús, íbúð ella leiga íbúð.
Inntøka hjá arbeiðara/starvsmanna familju:
Inntøka arbeiðari
Inntøka starvsm/kv
Inntøka tils
Mánaðarinntøka
15.000
19.000
34.000
Skattur og tv. gjøld
4.918
7.240
12.157
Inntøka um mð.
10.083
11.761
21.843
Eftir av liva fyri hjá tveimum vaksnum og tveimum børnum.
Keypari:
Keypari:
Leigari:
Sethús:
120 fermetrar
Íbúð:
80 fermetrar
Íbúð:
80 fermetrar
Kostnaður: 1,5 mió.
Kostnaður: 840 tús.
Mánaðargj.: 10.600
Mánaðargj.: 5.600
Mánaðarleiga: 3.200
Inntøka eftir skatt
21.843
21.843
21.843
Lánsgjald
10.600
5.600
3.200
Ansing
3.750
3.750
3.750
Matur, klæði,el, hiti, út-
og sjónvarp
6.000
6.000
6.000
Eftir um mánaðin
1.493
6.493
8.893
Kári Petersen og
Bergur P. Dam
valevni javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Ung, sum vilja seta búgv,
gomul, sum vilja flyta í
minni íbúð, útisetar, ið vilja
flyta heimaftur. Øll hesi fáa
nógv betri møguleikar tá
nýggi íbúðarpolitikkurin
hjá
Javnaðarflokkinum
verður settur í verk.
Tann óforsvarligi fíggjar-
politikkurin hjá landsstýr-
inum hevur gjørt, at set-
húsaprísirnir eru trýstir upp
í loft. Sethúsaprísirnir í
miðstaðarøkinum
eru
hækkaðir 46% seinastu trý
árini. Eini sethús uppá 120
fermetrar kosta nú 1,5 mió.
kr. ella meir at keypa ella
byggja.
Hjá
nógvum
ungum
húskjum er hetta ikki
møguligt. Eitt lán uppá 1,5
mió. kr. kostar 10.600 kr.
um mánaðin. Útrokningin
niðanfyri vísir, at ein fa-
milja við vanligari inntøku,
og sum hevur tvey børn -
eitt í barnagarði og eitt í
vøggustovu - hevur ikki
ráð til hetta. Onki verður
eftir til aðrar útreiðslur so
sum bil, ferðir, frítíðarlív,
lestrarskuld osfr.
Sí roknistykki!
Tað, at landsstýrið ikki hev-
ur stuðlað uppundir at økja
útboðið av øðrum íbúðar-
møguleikum hevur nú ført
til stóran mangul uppá
íbúðir. Íbúðarneyðin hevur
samstundis trýst leiguprís-
irnar uppeftir, so nógv í dag
leiga fyri 5-9 túsund um
mánaðin. Tann dýra leigan
førir sostatt til, at tey ikki
kunnu savna sær eginpen-
ing til egnan bústað.
Stórur órættur verður
framdur móti hesum fólk-
um, sum verða noydd at
búgva í dýrum leigumálum.
Tey hava hvørki møguleik-
an at keypa sítt egna ella
leiga fyri eina sámuliga
leigu.
Hendan bústaðarneyðin
rakar serliga tey ungu, ið
vilja flyta heimanífrá, men
eisini tey eldru, ið vilja
hava okkurt minni at fara í,
og tey, ið koma heimaftur
úr útlondum.
Javnaðarflokkurin ætlar
at geva hesum bólkum
møguleikan at seta búgv á
annan hátt. Annaðhvørt at
keypa eigaraíbúðir uppá t.
d. 80 fermetrar fyri um 840
túsund kr. ella leiga eina
íbúð uppá 80 fermetrar fyri
3.200 um mánaðin. Báðir
hesir møguleikar føra til, at
familjan fær munandi lægri
húsaútreiðslur enn um tey
byggja fyri 1,5 millión.
Keyp av íbúð uppá 80
fermetrar: Sparing 5.000
kr. um mánaðin.
Annar møguleikin er, at tey
skula kunna keypa eina
íbúð, sum fer at kosta um
840 túsund (10.500 kr. fyri
hvønn fermetur). Harvið
koma tey at gjalda 5.600
um mánaðin. Útrokningin
vísir, at tey hvønn mánaða
fara at hava 5.000 kr. meir
eftir, um tey nýta hendan
møguleikan, heldur enn at
tey byggja fyri 1,5 mió. kr.
Tær familjur, sum gjalda
5.000 til 9.000 í leigu um
mánaðin fáa ikki spart upp.
Keypa tey í staðin eina íbúð
fyri 840 túsund, so kann
íbúðin nýtast at spara upp í.
Ofta fáa ungar familjur ein
størri plásstørv við tíðini,
m. a. tí børnini vera størri.
Verður íbúðin seld eftir 8-
10 árum, hevur familjan
uppspart sær ein eginpen-
ing uppá eina hálva mió.kr.,
sum kann nýtast um tey
seinni velja at keypa sethús.
Leiga av íbúð uppá 80
fermetrar: Sparing 7.400
kr. um mánaðin.
Tey, ið heldur vilja búgva
til leigu fyri ein sámuligan
kostnað, skulu hava møgu-
leika fyri at gera tað.
Nøkur eru, sum ikki ynskja
at binda seg til stórar fastar
útreiðslur, tí tey vilja hava
møguleikan at fara at
arbeiða uttanlands í eitt
tíðarskeið, onnur eru, sum
koma heim úr útlondum og
ikki hava avgjørt enn
hvussu tey vilja búgva, og
uppaftur onnur eru sum
ikki ynskja at eiga tað, tey
búgva í.
Velja tey at búgva til
leigu í einari tílíkari íbúð,
so verður mánaðarleigan
3.200 kr., og sostatt verða
útreiðslurnar
7.400
kr.
minni um mánaðin, enn um
familjan hevði keypt hús
fyri 1,5 mió. kr.
Nýggi íbúðarpolitikkur
javnaðarfloksins.
Javnaðarflokkurin
ætlar,
um hann kemur í samgongu
eftir valið, at broyta lógina,
so íbúðarfeløg fáa rentu-
stuðul, og somuleiðis at
fremja lógarbroyting, so
íbúðarfeløg
fáa
MVG-
frítøku av byggikostnaði.
Harvið vera leiguíbúðir
munandi bíligari, og tað fer
at loysa seg hjá stovnslig-
um íleggjarum at gera íløg-
ur í leiguíbúðir.
Harumframt ætlar javn-
aðarflokkurin, frá almenn-
ari síðu, t. d. gjøgnum
Húsalánsgrunnin at skipa
so fyri, at eigara- og
leiguíbúðir av hóskandi
stødd, t.d. 80 og 100 fer-
metrar vera bygdar.
Úrslitið
verður,
sum
nevnt omanfyri, at tað
verður møguligt at búgva
nógv bíligari enn nú, og
hetta fer at hjálpa bæði
ungdómum, sum ynskja at
seta búgv, teim eldru sum
vilja hava okkurt minni at
fara í, og teimum, sum flyta
heim úr útlondum.
www.karipetersen.com
www.javnadarflokkurin.fo
Nýggi íbúðarpolitikkurin hjá javnaðarflokkinum:
5–7.000 kr. meira eftir at liva fyri um mánaðin
Edva Jacobsen
valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Tær 366 mill. kundu
m.a. verið nýttar til:
- At gjalda uttanlanda-
skuld niður við
- byggja
ellis-
og
røktarheim
- byggja sambýlir
- hækka fólkapensión-
ina
- byggja vardar íbúðir
Hesir møguleikar eru
munandi
skerdir
av
verandi samgongu.
Vel tryggleikan, vel
vælferðina, vel Sam-
bandsflokkin
Blokkurin er skorin
við 366 milliónum
VIÐMERKINGAR
Allir flokkar vilja
í samgongu við
Javnaðarflokkinum!
Birgir Mohr
valevni Javnaðar-
floksins á Sandi
Kollsilgda fullveldissam-
gongan einki mál.
Fullveldis-royndartil-
takið hjá fráfarandi sam-
gongu er kollsilgt. Hend-
an royndin at loysa Før-
oyar úr ríkisfelagsskap-
inum hevur kostað okk-
um føroyingum bæði
nógvan pening, vælvild
og dýra tíð.
Stóru andstøðuflokk-
arnir høvdu rætt, tí tjóð-
arfrælsi á pappírinum
kann als ikki á nakran
hátt tryggja okkum før-
oyingar. Fullveldisætlan-
in og loysing úr ríkis-
felagsskapinum
tekur
ikki fyrilit fyri okkara
lívsfrælsi og okkara lívs-
virði.
At skerja blokkin og
siga, so eru vit meira
fræls í Førouym, tað er
ikki haldbært - tað er
faktiskt heilt skeivt, tí
ídag er ein við ongum
peningi bert frælsur úti í
"jungluni", har peningur
ikki verður nýttur.
Tí hevur henda full-
veldisroyndin bert givið
okkum færri rættindir,
minni inntøku, ótrygg-
leika og størri óvissu. Og
tí taka føroyingar ikki
undir við hesi ætlan, har
bert tey sterkastu í sam-
felagnum koma at klára
seg væl, uppá bekostning
av fjøldini. Besta prógvið
fyri hesum var, tá í
løgtings- og landstýris-
menn skundaðu sær við
at tryggja seg sjálvar, við
stórari lønar- og eftir-
lønarhækking, men vildu
ikki fólkinum tað sama.
Vit skuldu fáa fólka-
atkvøðu um ríkisrætt-
arliga politikkin, men tað
fingu vit ikki, tí tey
ráðandi tordu ikki.
Vit skuldi fáa ein bú-
skapargrunn
til
olju-
peningin, men tað fingu
vit ikki, og enn vita vit
ikki, um nakar oljupen-
ingur verður.
Vit skuldu fáa ein
pensiónsreform fyri allar
føroyingar, men tað fingu
vit ikki vegna klandur í
samgonguni. Bert egna
lønarhækkan og eftirløn
kundu tey semjast um, og
tað gav met av stríði og
verkføllum á arbeiðs-
marknaðinum.
Vit skuldu yvirtaka
flogvøllin í Vágum, men
tá ástóð, so tordu tey ikki
í samgonguni. Vit ávar-
aðu tey, men tey vildu
ikki lurta. Vit skuldu fáa
nýggjar landbúnaðarlóg-
ir, men tað kundi sam-
gongan als ikki semjast
um. Vit skuldu fáa nýggja
vanlukkutryggingarlóg,
hon kom ikki. Tann
gamla er langt síðani
vorðin ótíðarhóskandi.
Ídag - eftir at fullveld-
isskútan er partvíst sindra
og partvíst kollsilgd - eru
Heimastýrislógin
og
Javnaðarflokkurin vorðin
loysnin. Allir flokkar siga
seg kunna, og vilja, sam-
starva
við
Javnaðar-
flokkin. Tað er ikki at
undrast yvir, tí Javnaðar-
flokkurin hevur bestu
boðini uppá loysn av
óloystu trupuleikunum í
Føroyum ídag.
Javnaðarflokkurin
hevur alla tíðina hildið
uppá sítt uppskot til eina
sjálvstýrislóg, eina sjálv-
stýris-avtalu við Dan-
mark. Júst tí at vit vilja
hava hinar flokkarnar
við, er hettar eitt uppskot
- ikki ein liðug lóg.
Ein slík avtala greinar
vegin fram til sjálvstýri
og sjálvbjargni, uttan at
vit missa nøkur rættindir,
uttan at vit skullu skerja
okkara
vælferð,
men
sjálvi kunnu leggja tað so
til rættis, at ferðin hóskar
til okkara fakligu orku og
fíggjarligu møguleikar.
Hetta skal henda í fullari
semju við hinar partarnar
av ríkisfelagsskapinum,
sum framvegis verður ein
karmur um trý sjálv-
stýrandi fólk: føroyingar,
grønlendingar og danir.
Hettar er vegurin til
loysn á ríkisrættarliga
málinum. Helst áttu allir
polittisku flokkar í kom-
andi Løgtinginum at tikið
undir við hesum - bæði
samgonguflokkar og and-
støðuflokkar. Málið er ov
stórt og týdningarmikið
fyri okkum, at berur
partapolitikkur skal ráða
á hesum øki.
Javnaðarflokkurin vil
samstarv at fremja loysn-
irnar - fremja vilja fólk-
sins.
Fólkið fyrst ! Veljið
JAVNAÐARFLOKKIN.
Mikkjal Sørensen
valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
Javnaðarflokkurin
hevur
heilsuverk og og heilsu-
politikk ovarliga á bredd-
anum og flokkurin vil
tryggja neyðugu játtanina.
Javnaðarflokkurin góð-
tekur ikki, at deildir verða
afturlatnar í fleiri mánaðir á
hvørjum ári av tørvandi
játtan, eins og Javnaðar-
flokkurin heldur ikki kann
góðtaka
bíðilistar
til
sjúkraviðgerð. Trupulleikin
við tørvandi læknamann-
ingini á smáu sjúkrahús-
unum skal loysast, eins og
flokkurin vil hava settan
serlækna til eldrasjúkur og
ein serlækna í barna-
psykiatri.
Heilsuverkið hevur ný-
mótans tøkni, t.d. scann-
arar. Hesir áttu at verið hent
amboð til sjúkuviðgerð,
áðrenn
sjúklingur
skal
víðari í skipanini. Men í
dag eru dømi um, at sjúk-
lingar bíða 2 og 3 mánaðir
eftir at sleppa framat hes-
um tólum. Hetta kann ikki
góðtakast og bíðilistarnir
skulu burtur.
Í sjúkrahúsverkinum skal
tørvurin hjá sjúklinginum
setast í hásæti. Vit seta sum
aðalmál, at øll viðgerð,
sum vit bjóða her á landi,
skal vera á eins høgum
stigi, sum tann frægasta í
okkara grannalondum.
Vit vilja tryggja sjúkra-
húsverkinum
neyðugu
játtanina, og vit vilja
tryggja heilsuverkinum, at
starvsfólkini fáa góðar
umstøður á arbeiðspláss-
inum umframt møguleikar
til at dagføra sín førleika.
Javnaðarflokkurin
vil
taka ítøkilig stig at betra
fólkaheilsuna. Tí skal pri-
mera heilsutænastan styrkj-
ast og vera eins góð kring
alt landið.
Burtur við bíðilistunum
Tórbjørn Jacobsen
fólkatingsmaður
Góði Jan Müller!
Tann 6. apríl hevði ein av
blaðmonnum tygara, Ed-
vard Joensen, eina grein
undir heitinum "Fullveldis-
menn misnýta Stoltenberg"
í Sosialinum.
Hetta var ein samrøða við
Thorvald Stoltenbeg, sum
avsannaði eitt tíðindaskriv
frá Norðuratlantsbólkinum
á fólkatingi um, at Stolten-
berg hevði játtað at arbeiða
fyri Norðuratlantsbólkin.
Tann 8. apríl sendi Norð-
uratlantsbólkurin so út eina
váttan fyri, at Stoltenberg
hevði játtað at arbeiða fyri
bólkin.
Men Edvard Joensen ar-
beiddi kortini, vegna So-
sialin, víðari við málinum.
Hann ringdi til mín tann 10.
apríl, bað um at fáa svar
uppá ymisk viðurskifti, og
vit høvdu eina drúgva sam-
røðu.
Men eg havi – eins og
nógvir aðrir politikarar sum
ikki hoyra til Javnaðar-
flokkin – sera vánaligar
royndir av tí politiska jour-
nalistikkinum hjá Sosial-
inum. Endamálið tykist
ofta at vera politisk agita-
tión heldur enn upplýsing.
(Smb. t.d. yvirskriftina
"Fullveldismenn misnýta
Stoltenberg"). Tveir fyrr-
verandi blaðmenn á blað-
num hava jú eisini alment
boðað frá, at tann politiski
journalistikkurin á Sosial-
inum verður beinleiðis
stýrdur av Føroya Javn-
aðarflokki.
Tí ringdi eg til Edvard
Joensen eftir at samrøðan
var gjørd, og bað um loyvi
at sleppa at lesa greinina
sum kom burturúr, áðrenn
hon varð prentað. Hetta
lovaði blaðmaðurin, at eg
skuldi sleppa.
Klokkan 11.13 føroyska
tíð kom greinin so inn á T-
post skipanina á Christians-
borg. Men tað bar ikki til at
lata fílin upp, og skrivari
mín ringdi tí til blað-
mannin, og bað hann senda
hana umaftur.
Klokkan 12.49 føroyska
tíð kom greinin fyri aðru
ferð inn á mína teldu.
Orsakað av at eg skuldi til
Føroya sama dag, var eg á
veg út í floghavnina í
Kastrup um hetta mundi.
Skrivarin las tí partar av
greinini fyri mær í tele-
fonini – og eg gjørdist
skjótt greiður um, at enda-
málið við journalistikk-
inum aftur hesaferð var
politiskt.
Eg bað tí skrivaran ringja
til Edvard og biðja hann
steðga við greinini til vit
høvdu tosað saman aftur.
Tað gjørdi hann beinan-
vegin – og hann sendi eisini
blaðmanninum soljóðandi
T-post: "Hey Edvard. Eg
havi lisið greinina fyri
Tobba, sum er á veg út í
Kastrup í taxabili. Hann
segði, at hann kann ikki
góðtaka
tað,
hann
er
endurgivin fyri, í verandi
líki. Hann vendir aftur til
tín í morginári. Heilsan,
Sjúrður."
Hesin teldupostur var
sendur kl. 13.16 føroyska
tíð. T.e. 27 minuttur eftir at
blaðmaðurin hevði sent
greinina til mín til góð-
kenningar.
Hóast hetta – og hóast tað
lyfti hann gav mær tá
samrøðan varð gjørd – læt
hann greinina prenta uttan
góðkenning. Eftir at eg var
komin til Føroya ringdi
blaðmaðurin og boðaði
mær turrisliga frá, at grein-
in var prentað.
Eftir at hava spurt meg
fyri
um
evstamark
á
Sosialinum eri eg komin
eftir, at greinin enntá helst
var send til prentingar
áðrenn kl. 12.49, tá hon
varð send mær til góðkenn-
ingar.
Kortini skrivar blaðmað-
ur tygara, eftir at eg hevði
gjørt vart við hetta álitis-
brot, soleiðis í eini við-
merking til málið tann 16.
apríl: "Alt, sum fór fram í tí
málinum, var júst sum
avtalað okkara millum."
Fyrst brýtur blaðmaður
tygara altso eina klokku-
klára avtalu. Og síðani
trínur hann alment fram, og
verjir sítt avtalubrot við at
siga ósatt um málið.
Sama dag – 16. apríl –
skrivar tú eina oddagrein
um málið, har tú ikki á
nakran hátt tekur støðu
ímóti framferð blaðman-
sins. Í staðin kastar tú, við
støði í teirri ikki góðkendu
greinini, undirritaða alt ilt
fyri. Og so sigur tú – eisini
við støði í teirri ikki góð-
kendu greinini – at "tað er
ikki so løgið, um fólk
hereftir fara at aftra seg fyri
at tosa við Norðuratlants-
bólkin".
Tygum venda við øðrum
orðum málinum á høvdið.
Tað er Sosialurin, sum
hevur brotið eina avtalu.
Tað er Sosialin, sum fólk
eftir hetta mugu aftra seg
fyri at tosa við (um tey ikki
aftraðu seg áðrenn).
Blaðmansins og blaðsins
framferð í hesum máli er í
stríð við alla siðvenju innan
tíðindaflutning, harra blað-
stjóri. Tað er púra greitt, at
blaðið í hesum máli ikki
hevur virkað fyri upplýs-
ing, men einans fyri at
skaða ein politiskan mót-
støðumann
hjá
Føroya
Javnaðarflokki. Til tess at
røkka hesum máli er ein
avtala brotin, og sannleikin
lagdur til viks.
Hesa framferð kann eg
als ikki góðtaka, harra
blaðstjóri. Eg krevji tí at fáa
eina almenna umbering frá
tær á sjónligum stað í fyrst-
komandi útgávu av Sosial-
inum.
Fái eg ikki tað, má eg
taka tað sum eina greiða al-
menna fráboðan frá leiðsl-
uni á Sosialinum um, at tað
er á hendan hátt, Sosialurin
vil umsita ta stóru ábyrgd
sum tað er, at standa fyri
tíðindaflutningi í føroyska
samfelagnum.
Um so er, er hetta sjálv-
sagt eitt mál fyri blað-
mannafelagið.
Eg havi tí sent Føroya
Blaðmannafelag avrit av
hesum brævi, og fari at
heita á felagið um at taka
málið upp, um tygum ikki
geva mær eina treytaleysa
umbering fyri blaðsins
framferð.
Av tí at hetta má metast
at vera eitt mál sum hevur
almennan áhuga, er brævið
eisini sent fjølmiðlunum
sum tíðindaskriv.
Krevji at fáa umbering
C
M
Y
K
13
12