Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2002 15 VALGREINAR Fregnir í Vágum Sune Jacobsen Valevni fyri Sambands- flokkin í Vágum Í síðstu viku fingu øll húski í Vágum blaðið Fregnir inn um dyrnar ókeypis. Høvuðssøgan var, at danir kroystu Ed- mund at steðga Vága- tunlinum. Loysa úr starvi Síðani fislosoferar blað- maðurin um, hví Ed- mund Joensen, sum tá var løgmaður, loysti Sámal Petur í Grund úr starvi. Henda spurning ætli eg ikki at nerta við. Tað er nú einaferð so- leiðis, at løgmaður hev- ur einsamallur heimild at seta landsstýrismenn í starv, og hann hevur eisini heimild at loysa landsstýrismenn úr starvi. Hetta má sostatt vera eitt mál millum teir báðar. Til høvuðssøguna er at siga, at blaðmaðurin á Fregnum má fylgja ótrú- liga illa við. Tú kanst ikki steðga nøkrum, sum ikki er í gongd. Undir- sjóvartunnilin varð steðgaður av Karl Hera Joensen, landsstýris- manni, eftir boðum frá Finnboga Ísakson, fíggj- armálaráðharra, á vári 1989. Síðani hendi einki í málinum, tí landið fór sum kunnugt falitt. Edmund umsat málið Eftir at Sámal Petur í Grund varð loystur úr starvi, umsat Edmund Joensen sjálvur máls- økið. Tá var semja gjørd um at játta slakar 10 mió.kr. á eykajáttanar- lóg fyri desember 1997, og semja var eisini gjørd um at játta 10 mió.kr. á fíggjarlógini fyri 1998. Endaliga var semja um at játta 20 mió. kr. tey komandi árini í grunn til fast sam- band um Vestmanna- sund. Kroystir av tjóðveldinum Vit, sum arbeiddu við hesum máli, føldu okk- um als ikki kroystar av dønum. Vit kendu held- ur einki til hetta notatið. Var tað nøkrum, vit vóru bangnir fyri, so var tað m.a., hvat Tjóðveldis- flokkurin vildi atkvøða í tinginum. Og tann at- kvøðugreiðslan er til skjals. Hevur blaðmað- urin áhuga at granska í hesum máli, so skal eg fegin hjálpa honum ávegis. Málið er at finna undir: Løgtingsmál nr. 1-8 / 1997. Um blað- maðurin ger sær tann ómak at finna atkvøðu- greiðsluna fram, so hugsi eg ikki, at hon verður almannakunn- gjørd, tí hon tænir júst ikki Tjóðveldisflokkin- um í einum valstríði. Alt vald úr Føroyum Nei - var tað nøkur grund til, at Edmund Joensen kundi kenna seg kroystan, so var tað tí, at m.a. Tjóðveldisflokk- urin, í samband við at danir umfíggjaðu uttan- landsskuldina, høvdu fráskrivað sær alt veru- ligt vald í Føroyum. Úr rúgvuni kunnu vit nevna, at ongar íløgur skuldu gerast, annað dømið var kvotuskip- anin. Undir sambands- leiðslu vórðu íløgur gjørdar, og kvotuskipan- in hjá Tjóðveldisflokk- inum var broytt til eina dagaskipan í góðum samstarvi við vinnuna. So Edmund man ikki hava verið so kroystur, sum Frgnir vilja vera við. Karl Olgar Joensen valevni Sambandsfloksins Í Dimmu 10. apríl ger Jógvan á Lakjuni álop á Sambandsflokkin. Hann sigur m.a.: "Ongantíð havi eg duga at skilt, at nakar skal verða ímóti, at vit taka ábyrgdina av okkum sjálv- um." Tað er júst hetta, sum Sambandsflokkurin altíð hevur sett í hásæti, at taka ábyrgd av okkum sjálvum, soleiðis at alt Føroya fólk, ung og gomul, súk og brekað, hvør einasti før- oyingur, skal hava tað so gott og liviligt sum gjørligt. Eingin kann burturvísa tí veruleika, at útreiðslurnar til okkara landshúsarhald eru nógv størri enn inn- tøkurnar, og tí er sam- starvið við Danmark al- neyðugt, um vit skulu varðveita vælferðina. Politikkur Fólkafloksins hesi seinastu árini er harafturímóti ábyrgdar- leysur. Fyri sløkum 4 árum síðan fór flokkurin til Danmarkar at krevja loysing her og nú, við skiftistíð uppá umleið 12 ár. Tá tað ikki gekk, vóru 366 mió krónir skornar av blokkinum. Hetta verður gjørt, uttan at hava nakra greiða ætlan um, hvussu niðurskurðurin í blokkinum skal fíggjast. At tosa um oljuinntøkur uttan at vita, um hesar nakrantíð koma, er einki høpi í. Víðari verður sagt í greinini: "Eg vóni, at føroy- ingar taka undir við hóv- ligu sjálvstýriskósini hjá Fólkaflokkinum". Tað kunnu føroyingar ikki, tí Fólkaflokkurin hevur onga hóvliga sjálvstýriskós longur. Fólkaflokkurin fer stórleypandi, saman við Tjóveldisflokkinum, ímóti loysingini. Hóvligur sjálvstýris- politikkur. Í nýskipanaruppskoti sín- um miðjar Sambands- flokkurin eftir, at Føroyar verða roknaðar sum ein partur av einum ríki, ið er samansett av trimum javnstillaðum londum, sum hava nøkur felags málsøkir. Men áðrenn fleiri stig verða tikin á sjálvstýrisleið, má skil fáast á okkara búskapi. Miðjað eigur at verða eftir, at fáa javnvág millum útreiðslur og inn- tøkur, soleiðis at vit við tíðini kunnu klára okkum uttan blokkin. Hvussu hetta skal gerast, kann eg ikki siga nakað um her, tí neyð- ugt er við nógvum kann- ingum, áðrenn støða kann takast til, hvussu hetta mál- ið skal náast, samstundis sum vit varðveita vælferð- ina. Norðingar hava altíð, í stórum tali, flokkast um hóvligan sjálvstýrispolitik. Eftir at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sein- asta vælskeið hava prógv- að, at teir eru loysinga- flokkar, er tað bert Sam- bandsflokkurin sum um- boðar henda politikkin á borgarliga vonginum. Vel hóvligan sjálstýris- politikk! Vel ábyrgdarfullan politikk! Vel Sambands- flokkin! At taka ábyrgd Absalon Matras valevni Sambandsfloksins Tað sær út til, at aftaná seinastu veljarakanningina er panikkur komin í loys- ingahópin, og Sambands- flokkurin verður lagdur undir at ræða og sáa mis- treysti millum fólk. Veruleikin er tó, at við tí politikki, sum førdur hevur verið seinastu árini, ræða fullveldisflokkarnir sínar egnu veljarar frá sær. Allir veljarar skilja, at tað er ósakligt at tosa um risa stórar íløgur, samstundis sum fullveldisgongdin skal haldast, og blokkurin takast burtur. Einki verður sagt um, hvar peningur skal sparast, ella hvar lands- kassin skal fáa meirinn- tøkur frá. Tey ungu. Til tess at tekkjast teimum ungu, sum enn ikki hava funnið nakað polittiskt støði at standa á, royna fullveldisflokkarnir at øsa hesi upp, við at spæla tær gomlu pláturnar, sum appelera til kenslurnar. Men hetta er soltin kostur at borreiða við, og tey ungu lata seg vónandi ikki tøla av hesum. Nei til loysing. Sambandsflokkurin er av tí áskoðan, at í ríkisfelags- skapinum eiga vit stórur fyrimunir, ikki minst fyri ungdómin: - fleiri rættindi - fleiri møguleikar at velja í - fleiri møguleikar hjá teimum lesandi - størri undirvísingarverk o.s.v. Við at frásiga okkum rætt- indini í ríkifelagsskapinum, verða vit sum tjóð nógv fatækari. Sambandsflokkurin vil, at Føroyar framvegis verða eitt ríkt land at liva í. Tí biðja vit um tygara stuðul á løgtingsvalinum. Vit ræða ongan veljara! Gullborg Christiansen valevni Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum Hóast lógarbundið krav frá almennu loftmiðlunum til allar landsins síggjarar og lurtarar um brúkaragjald fyri hesar tænastur, er einki lógarkrav til almennu loft- miðlarnar um eins og nøktandi tænastu til allar brúkarar. Í fleiri plássum í Før- oyum, eitt nú hjá okkum í Norðdepli og Hvannasundi sæst og hoyrast almennu loftmiðlarnir so illa, at fólk hvørki kann ella tímir at lurta og hyggja. Sjónvarps- myndin er út av lagi vánalig. Sjálvt dýrastu og bestu móttøkutól kunnu ikki geva eina mynd, sum er hyggandi at. Sjálvt við hesari ófull- fíggaðari tænastu og vána- ligari vøru, skulu vit, ið búgva á hesum plássum, gjalda eins nógv sum tey, ið síggja og hoyra nøktandi. Tað skal vera eitt ófrá- víkiligt krav og ein sjálv- sagdur rættur, at okkara almennu loftmiðlar verða varpaðir í eins góðari góðsku og virðiliga til allar føroyingar. Ein stórur partur av teimum fólkum, ið búgva á hesum plássum í útjaðar- anum, sum ikki síggja og hoyra nøktandi, eru jú tey, ið hava mest brúk fyri hesi tænastu. Vit hava ikki eins góðar møguleikar, sum tey í mið- staðarøkinum og høvuðs- staðnum, at fara til fundir, framførslur, listasýningar o.m.a. Almennu loftmiðlarnir eru okkara størstu tíðinda- og mentanarberarar, sum vit øll eiga at fáa gleði og nyttu av - ikki minst útjað- arin og smáplássini. Føroya Tele, ið umsitur sendinetið, arbeiðir við eini betri og størri tænastu til tey, sum í dag síggja og hoyra væl - hini verða ikki nevnd, men gloymd burtur - tó ikki rokningin. Ábyrgdin er neyvan bert hjá Føroya Tele, men hjá politikkarum okkara og umsitingini. Her skal gerast nakað so rættur og krøv fylgjast at. Saman við valevnum úr hesum økjum, vil Sjálv- stýrisflokkurin vísa, at hann tekur hetta í størsta álvara og vil arbeiða fyri at loysa hetta skjótt og væl.. Tí ein kross fyri Sjálv- stýrisflokkin. Men valsendingarnar og valkvøldið 2002, mugu nøkur av okkum enn síggja kámt og óklárt , hóast nógv er gjørt burturúr, bæði frá politikkarum og almennu loftmiðlunum. Gylt og góð vallyftir saman við ljóð- og myndagósku á hægsta stigið - tó ikki til øll. Gott val! Krav og rættur móti almennu loftmiðlunum Valtilfar í Sosialinum Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli. Prísurin er hálvur lýsingarprísur. Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala er gjørd við flokkarnar. Sosialurin 15 14 Nr. 73 - 18. apríl 2002 VALGREINAR Miðflokkurin – Ein signaður flokkur Áki Andreasen Valevni Miðfloksins í Eysturoy Tað kristna sjónarmiðið Mangan spyrja kristin her á landi, um tað nú er rætt, at kristin blanda seg upp í politikk. Og verður spurt i flest øllum flokkum, so er svarið eitt greitt ja. Tað verður rópt ein borgaraskylda. Men verður so spurt, um tað er rætt, at kristin- dómur leggur seg út í politikk, verður svarið aloftast eitt greitt nei! Og her er tað, at Mið- flokkurin má rópa varskó! Er tað ikki dupultmoralskt, tá ið ein tjóð rópar seg at vera kristna, men samstundis vrakar vísdóm og lívs- áskoðan Bíbliunnar! Spyr tey, ið játta seg kristin í hvørjum flokki, um tað er komið fyri, at tey annaðhvørt máttu gera neyðsemju ella at- kvøða blankt til ymiskt mál vegna sína persón- ligu kristnu áskoðan. Miðflokkurin ger ikki neyðsemju við kristnu lívsáskoðanina, sum Bíblian setur fram. Jesus Kristus verður kallaður ein snávisteinur fyri tey, sum vraka Guds kærleika. Miðflokkurin verður kallaður ein snávisteinur fyri tey, sum vraka Guds Orð. Tað ísraelska sjónarmiðið 1. Mósebók 12:3 greiðir frá, hvat Gud sigur um Ísrael og okkum: „Eg skal signa tey, ið signar teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar." Ein og hvør heldur tað vera natúrligt, tá ið ein móðir ella faðir sigur við óstýriliga barn sítt: „Akta, ella fær tað fylgjur fyri teg!" Líka so natúrligt eigur tað at vera, tá ið Gud faðir í Himli sigur við okkum: „Signa Ísrael, tí so signi Eg teg; men bannar tú Ísrael, so fær tað avleiðingar!" Og vit hava sæð úrslit av hesi bannan í heims- søguni. Hyggja vit eftir politisku áskoðanini, at jødarnir skulu bannast, síggja vit greitt, hvørja fylgjur tað hevði við sær: Tað kommunistiska Russland, tað fascistiska Italia og tað nazistiska Týskland - hesi lond vórðu stýrd av politisk- um áskoðanum, sum miðvist týndu millióna- tals jødar. Hesi lond komu at kenna sviðan av hesi banning av Ísrael. Miðflokkurin signar Ísrael og trýr upp á lyfti Guds um signing. Mið- flokkurin ávarar harð- liga ímóti, at Føroyar samstarva við lond, sum banna Ísrael! At signa onkran er ikki tað sama sum at taka undir við øllum persónligu gerðum hansara. Vit signa Ísrael. Men vit signa ikki hvørja avgerð, sum po- litiska valdið í Ísrael tekur til eina og hvørja tíð. Vit biðja fyri friði í Miðeystri; vit biðja fyri bæði ísraelska og palestinska fólkinum. „Med lov skal land bygges!" Hesi orð standa á hægstarættarbygningin- um í Keypmannahavn og oman fyri inngongd- ina á dómhúsinum í Havn. Tann lóg, ið her verður hugsað um, er grundlógin. Og hyggja vit nærri at grundlógini, síggja vit, at hon er grundað á ta bíbilsku lívsáskoðanina, ið gudsóttandi menn hava havt. Við øðrum orðum: Okkara grund- lóg er smíðað út frá tí bíbilsku grundlógini. Henda grundlóg tryggj- ar øllum borgarum frælsi, trivnað, frið og javnvág í samfelagnum. Men tíðirnar broytast, og tíðarrákið í dag er at taka grundlóg Guds úr grundlóg tjóðanna. Men fara vit at byggja á onnur virði enn tey bíbilsku, so missir borgarin sítt frælsi, sín trivnað, sín frið og sína javnvág í sam-felagnum - tað endar við human- istiskari heims-speki, gudsavnoktandi lóg- gávu, sum roynir at byggja „himmal" á jørð - uttan Gud! Miðflokkurin stríðist fyri, at Føroya fólk skal sleppa at kenna hesar signingar Guds, sum fylgja, tá ið vit byggja tjóð okkara við lóg Guds sum grundarlagi! Vel Miðflokkurin tann 30. apríl 2002 - vel sign- ingar Guds! Miðflokk- urin, ein signaður flokk- ur! Eivinn Bringsberg valevni Miðfloksins í Norðoyggjum Uttan iva kemur hetta valið at verða merkt av tí polari- sering, sum farin er fram seinastu árini í føroyskum politikki, har Føroya fólk verður eggjað at taka støðu til, um vit í framtíðini skulu standa á egnum beinum, viðvíkjandi at taka fulla ábyrgd av at stýra okkara tjóð, bæði tá tað kemur til innanríkis mál og uttanríkis mál, so væl sum fíggjar- liga. Miðflokkurin hevur eina greiða støðu til framtíð Føroya. Í stevnuskráð flokksins stendur á síðu 4 at "Í øllum spurningum og avgerðum eigur Føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri" Tá vit hava uppnátt tað, hava vit tað, sum í dag so populert verður nevnt full- veldi. Meirilutin á Føroya løg- tingið fór eftir seinasta løg- tingsval undir eina miðvísa process at taka fulla ábyrgd av okkara landi. Miðflokk- urin kravdi at fáa broyt- ingarnar í ríkisrættarligu støðuni til fólkaatkvøðu, men samgongan bakkaði, hóast hon hevði lovað at leggja spurningin til fólkaatkvøðu. Hetta krav fara vit at halda fast við, tí fólkið má fáa síðsta orðið, tá Føroya fólk stendur so sera spjatt í hesum spurn- ingi. Miðflokkurin leggur áherðslu á, at samstundis sum vit greiða spurningin við okkara tilknýti til danir, mega vit taka fulla ábyrgd av, at okkara samfelag verður stýrt og røkta á skilagóðan hátt. Flokkurin er av tí á- skoðan, at tað tilfeingið, vit hava frá skaparans hond, er nokk til at klára okkum væl búðskaparliga, tá tað verð- ur umsitið á rættan hátt. Fiskivinnan, sum er høvuðsvinnan í landinum, má allatíðina dagførast, at geva sum mest av sær og okkara sjófólk mega fáa góð kor at virka undir. Eisini vilja vit virka fyri, at tær ungu kreativu kreft- irnar, vit hava, skulu fáa umstøður, at finna nýggjar alternativar vinnuvegir til okkara samfelag. Ein møgulig komandi oljuvinna má stýrast skilagott, tí her kann gerast talan um stórar inntøkur yvir eitt stutt tíðarskeið, og kemur tað at føra við sær stórar avbjóðingar at halda skil á, bæði búskaparliga og mentunnarliga, serliga um vit verða noydd at fáa nógva útlendska arbeiðs- megi inn í landið. Vit hava tíverri sæð seinastu árini, at eitt av hjartamálum floksins, sum er, at sjúk og gomul og breka fáa trygg og góð lívskor, ikki hevur verið tikið við fullum álvara, hetta vil flokkurin arbeiða miðvíst við í einum kom- andi løgtingsskeiði. Sjúkrahúskorini mega betrast í stóran mun og fleiri kommunulæknar mega eisini prioriterast, tí alt ov ofta gongur tann stóra arbeiðsbyrðan lækn- arnir hava, út yvir sjúkling- arnar. Peningur má eisini fáast til vega at hava lands- sjúkrahúsið og hini bæði sjúkrahúsini á einum støði, sum sømir seg einum væl- ferðarsamfelag og við so nútímans tólum sum gjør- ligt. Tað er sera týðandi at sjúklingurin skal kenna, at hann er í góðum hondum, tá hann hevur brúk fyri heilsuverkinum og at sjúk- lingurin og avvarðandi vita, at tíð verður tikin til neyð- ugar kanningar. Vit hava eitt sera virkið og gott per- sonali innan sjúkrarøktina í Føroyum, men alt bendir á, at arbeiðsbyrðan er ov stór. Eitt annað hjartamál fyri miðflokkin er at pensjónin verður hækkað, so at hon er á einum støði, har tey eldru hava eina trygga fíggjarliga inntøku, soleiðis at tey kunnu hava eina sømuliga tilveru, sum tey jú eisini hava uppiborið, eftir at hava strítt eitt langt lív fyri okkara land. Viðvíkjandi skattamál- inum fari eg at vísa til punkt 7 í stevnuskráð flok- sins, har stendur at "sambandið millum po- litikaran og borgaran gerst betri og at størri fatan av støðu borgarans kemur at eyðkenna tær avgerðir, ið politikarar taka." Skatta- byrðan, sum teir í stýra samfelagnum hava lagt á tann tímalønta arbeiðaran og handverkaran, vitnar um, at politikarin alt ov lítið fatar, hvat tað kostar at gjalda eitt vanligt húsarhald í dag, skattatrýstið er alt ov stórt og skattalógin saman- sett soleiðis, at tað ikki loysir seg at arbeiða. Tað má verða soleiðis fyri hin vanliga arbeiðaran, at um hann hevur hug at arbeiða yvirtíð, fyri at forvinna eitt sindur meir, skal sam- felagið ikki fara eftir pengunum, so hann missir hugin at arbeiða, ella fer av landinum, fyri at forvinna meira. Miðflokkurin vil virka fyri eini meiri rættvísari skattaskipan, soleiðis at tað altíð skal loysa seg at arbeiða í Føroyum Flokkurin hevur í stevnu- skrá síni, at persónsskatt- urin av vanligari inntøku má ikki yvirstika 35 %. Ein høgan skattastiga + meirvirðisgjald, er at yvir- byrða borgaran við skatti og avgjaldum og ger at vanlig fólk hava alt ov lítið til sítt egna húsarhald. Í stevnuskrá floksins verður sagt, at flokkurin tekur undir við yvir- lýsingini hjá ST um mannarættindi sum sigur soleiðis " Familjan er tann náttúrligi og grundleggj- andi eindarbólkurin og hevur krav uppá verju og stuðul samfelagsins og landsins". Hetta er eisini í samsvar við Guðs orð, sum flokkurin eisini hevur sett sær fyri, at hava sum høvuðsrættleiðing í øllum málum. Vit vita at nógvar kreftur royna at oyðileggja familj- una, sum er maður kona og børn, sum saman byggja eina innihaldsríka tilveru, við ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Hesi virði vil flokkurin arbeiða fyri at varveita. Lógirnar í landinum, eiga ikki at verða til fordeil fyri at lata verða við at gifta seg og stovna familju. Hinvegin eiga mammur, sum av eini ella aðrari orsøk eru einsamallar um barn ella børn, at fáa alla neyðuga hjálp teimum tørvar, til at klára sínar skyldur. Flokkurin vil virka fyri hægri skattafrádrátt fyri børn og tryggja barns- burðarfarloyvi til foreldur. Miðflokkurin er ein fyri lív flokkur, sum vil eggja komandi mammum ikki at taka fosturtøku, men heldur at geva teimum hjálp, ráð og stuðul til at føða og uppdraga barnið. Flokkurin ásannar, at fosturtøka er at taka lív og vil tað í seinasta enda eisini verða til skaða fyri mamm- una. Miðflokkurin vil eisini hava eyguni eftir, at landi ikki druknar í fyrisiting- arligum útreiðslum, men at arbeitt verður skilagott við skattaborgarans pengum. Miðflokkurin vil virka fyri, at vit hava eitt sam- felag, sum byggir á kristnu lívsáskoðanina, sum er lívsjáttandi og tekur hædd fyri, at hjálpa teimum veiku í samfelagnum og stríðir ímóti mutri og órættvísi. Vit eru eisini av tí á- skoðan, at vit skulu verða við at takað ábyrgd fyri neyðhjálpararbeiði, har fátækdømi, neyð og van- lukka rakar. Skúlaverkið eigur at fáa tað, sum er neyðugt av fígging, til at halda skúl- arnar í standi og at vit hava góðar lærarar. Komandi frískúlar eiga at fáa eins góð kor, sum fólka- skúlin, so at ein positiv kapping kann verða til at veita okkara uppvaksandi ættarliði eina góða, fjøl- broytta og spennandi út- búgving. Við at velja miðflokkin, vilt tú verða við at føra okkara land inn í einn sunnan politikk, sum ikki endar í aðrari veitini vinstru ella høgrumegin. Ein politikk, sum vil menna okkara samfelag, andaliga og mentunarliga, búskap- arliga og sosialt. Eg vil eggja veljarunum at lesa stevnuskrá okkara, sum tekur hædd fyri einum sunnum og rættvísum poli- tikki á øllum økjum í sam- felagnum. Guðs signing vil fylgja okkum á øllum økjum, tá vit byggja eitt sunt og rætt- víst samfelag, sum virkar út frá meginreglunum í Guðs orði. Jesus vælsigni okkara land og fólk! Gott val. Miðflokkurin stevnir ímóti einum sunnum og rættvísari samfelag C M Y K 14