hósdagur 18. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
17
VALGREINAR
Ungdómurin -
skúlaheim og
ungdómsíbúðir
Jóhan M. Stenberg
valevni sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymi
Størsti parturin av val-
agninum hjá flokkunum
er pensjónin, men í Før-
oyum eru onnur enn
pensjónistar. Okkara
mergjaði ungdómur, ið
skal bera landið víðari,
skal hava betri umstøður
at liva undir.
Tey ungu, ið eru farin
undir lesnað her heima,
hava í farna valskeiði
fingið ein munandi betri
lestrarstuðul, men er
hetta
einsamalt
ikki
nokk. Ikki øll ung eru so
heppin, at tey kunnu
búgva heima hjá for-
eldrunum, meðan tey
lesa, og eru tey tí noydd
til at leiga sær kamar
ella íbúð at búgva í.
Prísirnir her í Suður-
streymi eru alt ov høgir,
og ger tað, at allur
lestrarstuðulin fer til
leigu. Sjálvstýrisflokk-
urin vil arbeiða fyri, at
skúlaheim verða gjørd,
so tey lesandi kunnu
leiga sær eitt stað at
búgva í, ið ikki skal
kosta teimum allan lestr-
arstuðulin. Tey skulu
hava pengar eftir, so tey
hava okkurt at liva av.
Ikki einans teir lesandi
ungdómarnir hava brúk
fyri einum búðstaði,
men eisini tann arbeið-
andi ungdómurin. Tí
eiga ungdómsíbúðir eis-
ini at verða gjørdar.
Hugsið um ungdómin.
Setið X við lista D.
Sunleiv Højgaard,
valevni fyri javnaðar-
flokkin í Eysturoy
Ein greiður ungdóms-
politikkur
er
minsta
kravið.
Eingin ivi er um, at
tað verður ungdómurin,
sum eigur framtíðina, og
tað verður hann, sum
skal bera hetta samfe-
lagið víðari.
Hesi seinastu árini,
har búskapurin hevur
verið í fagrasta blóma,
hevur lítið verið at hoyrt
til ungdómspolitikk.
Tað er neyðugt at taka
spurningin í álvara, og
skapa karmar. Karmar,
ið geva ungdóminum
møguleika at virka, tað
verður seg ítróttarliga og
mentunarliga. Sum er,
verður stórur partur av
ungdóminum drigin av
møguleikum, høvuðs-
staðurin
býður.
Her
verður
neyðugt
hjá
polittikkarum, ið valdir
verða í Eysturoynni, at
leggja oyra til tað, ung-
dómurin hevur at siga,
og virka fyri einum ung-
dómspolitikki,
sum
røkkur út um høvuðs-
staðin.
Útbúgving er eyð-
kennið fyri framtíðar-
samfelag, og lykilin til
møguleikar, og tí verður
neyðugt við fjølbroytt-
um útbúgvingarmøgu-
leikum til øll.
Javnaðarpolitikkur
leggur dent á, at øll fáa
møguleikan. Møguleika
til framtíðina, óskerd av
persónligu umstøðunum
annars.
"Er møguleikin til øll"
tín áskoðan, er valið av
einum umboði á javn-
aðarlistanum besta trygd
fyri tínum framtíðar-
møguleikum.
Ungdómurin eigur
framtíðina
Eyðun Jacobsen
Valevni Miðfloksins í
Eysturoy
Hesi orð eru søgd av
mongum politikara.
Ì dag sita eldri menniskju
og bíða eftir einum plássi á
einum røktarheimi, onkur
av teimum kemur ongantíð
nóg langt fram í køina og
legst í mold, áðrenn pláss er
tøkt. Vit senda bara 366
milliardir kr. aftur til Dan-
markar, tað gongur jú
allíkavæl so ótrúðliga væl í
Føroyum.
Bíðilistarnir til ymiskar
skurviðgerðir blíva bara
alsamt longri, so....... hví
ikki
bara
senda
366
milliardir kr. aftur til
Danmarkar, tað gongur jú
allíkavæl so ótrúðliga gott í
Føroyum.
Ørkymlað
foreldur
standa spyrjandi við teirra
børnum,
einki
ansingarpláss er at finna,
hvat skulu tey gera. Vit
senda bara 366 milliardir
kr. aftur til Danmarkar, tað
gongur jú allíkavæl so
ótrúðliga væl í Føroyum.
Landssjúkrahúsið er við
at fara í hundarnar og hevur
brúk fyri eini fíggjarligari
innspræning...........
Vit
senda bara 366 milliardir
kr. aftur til Danmarkar, tað
gongur jú allíkavæl so
ótrúðliga væl í Føroyum.
Ca. 50 føroyingar fingu
ongantíð loyvi at síggja
dagsins ljós í 2001, tað sum
skuldi verða tað tryggasta
staði fyri eitt fostur, í
móðurlívi, er blivið tað
ótryggasta.......... hetta hava
politikarar ikki tíð at hugsa
um.....tað er annað at hugsa
um.....fullveldið..........nei...
..samband.......... Vit senda
bara 366 milliardir kr. aftur
til Danmarkar, tað gongur
jú allíkavæl so ótrúðliga
væl í Føroyum.
Føroyski borgarin hevur
eitt sera stórt pláss í einum
politikarahjartað serliga hjá
fráfarandi samgongu, ja so
stórt at teir bara fara niður í
lummarnar hjá teimum og í
einum uttan at spyrja taka
teir bara 366 milliardir kr.
og forera tær til tann
Danska borgaran, tað gong-
ur jú allíkavæl so ótrúðliga
væl í Føroyum.
Góði veljari, hugsa teg
nú væl um áðrenn tú setur
krossin, men eitt er sikkurt,
ein krossur við Miðflokkin
er ein krossur fyri einum
øðrvísi og tryggari sam-
felagi, grundað á eitt trygt
fundament, Guds æviga
orð.
Niels Th. Pedersen
Valevni fyri Fólkaflokkin í
Norðurstreymi
Er tað móðurkærleikin til ta
føroysku tjóðina, sum ger,
at danir tvíhalda so fast um
teirra vald og rættindi í
Føroyum?
Ella kundi tað hugsast, at
Føroyar eru eitt so gott
aktiv, so mikið gott, at danir
undir ongum umstøðum
vilja missa valdið á okk-
um? Tað er jú ein vánaligur
handilsmaður, sum lættliga
letur eitt gott og inntøku-
gevandi aktiv av hondum.
Hin triði møguleikin er
so hann, at tað bert er
stoltleiki forsætisráðharr-
ans, sum forðar fyri, at
Føroyar verða frælst land
og føroyingar fræls tjóð, tí
so minkar hansara ríki só
ríviliga.
Um nú onkur av hesum
møguleikum er sannur,
sama ger hvør, so eru teir
allir moralskt og løgfrøði-
liga skeivir.
Ein virðilig tjóð og ríkis-
leiðari, sum stríðast á
øðrum landaøkjum við at
vinna øðrum londum teirra
frælsi, kann ikki moralskt
tvíhalda so fæst um land-
námið Føroyar.
Tað mest umráðandi er
tó, at føroyingar sjálvir
vilja. Vilja loysa seg frá
móðurbindingini, vilja taka
ábyrgd sjálvir, og vilja
kenna stoltleika av at vera
frælsir.
Við Fólkaflokkskvøðu.
Steindor Hjaltalin
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymi
Miðflokkurin hevur sín
politikk grundaðan á Guðs
orð, tí vit vita, at um vit
biðja til Guð, halda okkum
til hansara og gera hansara
vilja, so verður hann við
okkum og syrgir fyri, at vit
hava tað, ið okkum tørvar.
Frá Guði hava vit fingið
eitt stórt havríkidømi. Tað
eiga vit at umsita á ein
skilagóðan hátt, so tað
verður til gagns fyri alt
fólkið. Í kreppuárunum
bleiv fiskurin nærum uppi,
men
tíbetur
áttu
vit
biðjandi fólk kring landið,
fólk, ið bóðu Guð um at
lata æti koma inn á grunn-
arnar, so teir aftur kundu
fyllast við fiski og Guð
hoyrdi bønirnar. Hann fylti
ríkiliga í aftur og bjargaði
okkum burturúr kreppuni.
Seta vit okkara álit á
Danmark, er framtíð okk-
ara ikki trygg. Tí í Dan-
mark galda lógir, ið bein-
leiðis eru í stríð við Guðs
orð, her eru nøkur dømi:
Tú kanst drepa ófødd
børn um tú vil (frí
fosturtøka)
Tvey fólk av sama kyni
kunnu giftast, ja eisini
prestar kunnu gifta tey
Prestum er loyvt at virka
sum prestar, eisini um teir
eru samkyndir
Frítt porno
Skøkjulevnaður
Eg vil minna á, at júst
orsakað av nøkrum av
omanfyri nevndu dømum
blivu Sodoma og Gomorra
lagdar í oyði. Eiga vit at líta
á eitt land, hvørs framtíð vit
ikki kenna? Vit eiga at
biðja fyri Danmark, men
álit okkara má ikki vera á
eitt land, men á Guð og
hansara fyrijáttan, so skal
hann signa okkum, so vit
klára okkum undir øllum
umstøðum.
Tað gongur ótrúliga væl í Føroyum!!
Hví vilja danir ikki?
Føroyar klára seg uttan Danmark
men ikki uttan Guð
Jastrid Nielsen
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Suðuroy
Virðuligar umstøður til fólk
við skerðum møguleikum.
Fer eftir fer lesa vit í
bløðunum at fólk, sum av
einari ella aðari orsøk hava
mist sín førleika, tað kann
verða av millum øðrum
sjúku ella vanlukku, skulu
nýta tað síðstu orkuna hjá
sær og sínum nærmastu til
at fáa ein lítlan part av
sínum sjálvsøgdu krøvum
gjøgnumførd, tað kann
verða eitt so sjálvsagt ting
sum at kunna verða búgv-
andi í egnum húsum.
Ìstaðin fyri áttu tey at
nýtt orkuna uppá at komið
seg eftir tilburðin og at vant
seg við tað nýggju støðuna.
Hugsast má um at bæði
viðkomandi og familjan
eru í einari sálaligari
kreppu.
Sum eitt vælferðarsam-
felag við høgt útbúðnum
starvsfólkum, mugu vit
tryggja hesum fólkum eina
skjótari virðuligari tænastu,
sum tey hava brúk fyri og tá
tey hava brúk fyri henni.
Fólk við skerdum førleika hava ikki virðulig
rættindi
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ 2002
Fæst kring
alt landið frá
ríggjadegnum
9. apríl
C
M
Y
K
17
16
In
ter
S
k
y
k
y
k
y
L
i
n
e
4.995,-
Sky digital og Orbit Network.
SERTILBOÐ
uml. 3 vikur bíðitíð
Kort og móttakari, alt fæst
nú á einum stað.
Hevur hetta tín áhuga,
eru vit at hitta á
tlf. 421411
ella 215328
Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta loysnin. Hví noyðast við nakrar fáar rásir
tá tú kanst síggja tær flestu.
Tað eru umleið 200 rásir at velja ímillum
Nøkur dømi: