hósdagur 18. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 73 - 18. apríl 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Rotin
norskur
toskur
Seinastu vikurnar hava
donsku
tollmyndug-
leikarnir steðgað fleiri
lastbilum,
sum
eru
komnir úr Noregi við
toski, sum var ætlaður
ES-marknaðinum. Men
fiskurin vísti seg at
vera so vánaligur, at
donsku
tollararnir
sendu lastbilarnar aftur
til Noregs við fisk-
inum.
Norska blaðið Aften-
posten skrivaði í gjár, at
millum 20 og 30 last-
bilar eru vorðnir steðg-
aðir í Danmark, tí fisk-
urin var rotin. Bara teir
seinastu fjúrtan dag-
arnar er fiskur fyri
einar tíggju milliónir
krónur sendur aftur til
Noregs.
Sambært Aftenpost-
en hevur hetta havt við
sær, at fleiri fiskakeyp-
arar í ES-londunum
hava sýtt fyri at keypa
tosk úr Noregi, og í
fiski- og havbúnaðar-
felagnum bera tey ótta
fyri umdøminum hjá
norskum fiski.
Vend í USA
Nú er tað ikki longur ein
spurningur, um vend er
komin í amerikanska bú-
skapin. Tølini fyri mars
mánað vísa m. a., at
ídnaðarframleiðslan
í
USA vaks 0,7 prosent
samanborið við februar,
og hetta er størsta fram-
gongdin í næstan tvey ár.
Eygleiðarar
siga,
at
framgongdin
partvíst
stendst av stálstríðnum
við ES, men at hon
kortini er ein greið
ábending um, at vend er
komin í amerikanska
búskapin.
Verkfall
Seinastu dagarnar hava
starvsfólk á nógvum
norskum gistingarhúsum
verið í verkfalli, og leyg-
ardagin fara fleiri afturat
í verkfall. Norska gist-
ingarhúsfelagið sigur, at
frá leygardegnum fara
2000 av starvsfólkunum
at sita við hús, og kann-
ingar vísa, at hetta fer at
kosta gistingarhúsunum
einar 70 milliónir krónur
um vikuna.
Sum ikki eina ferð er
tað stríð um løn, sum
skilir starvsfólkini og
tey, sum eiga gistingar-
húsini. Gistingarhúsfe-
lagið hevur boðað frá, at
fara onnur fakfeløg at
leggja seg út í stríðið, fer
felagið at stevna við
kravi um endurgjald.
Úr Norðurlondum:
Sjómans-
skúlar í
kreppu
Donsku
sjómansskúl-
arnir
eru
komnir
í
kreppu, tí tað eru alt ov
fáir næmingar og alt ov
nógvir skúlar. Úrslitið
er, at frálæran versnar,
og at fleiri og fleiri fara
at velja sær aðrar út-
búgvingar.
Stjórin á størsta sjó-
mansskúlanum í Dan-
mark, SIMAC í Svend-
borg, sigur, at gongdin
hevur stóra ávirkan á
gerandisdagin á skúlun-
um. Kurt Rye Damkjær
sigur, at leiðslurnar á
skúlunum hava nóg mik-
ið við at hugsa um,
hvussu tær skulu útvega
sær nóg mikið av næm-
ingum, so myndugleik-
arnir ikki læsa skúlarnar.
Hann vísir samstundis
á, at skúlarnir eru illa
fyri fíggjarliga, og at teir
tí ferð eftir ferð noyðast
at útseta ella avlýsa
skeið, tí tey eru ov
kostnaðarmikil.
- Trupulleikin er, at vit
eru alt ov nógv um at
býta teir fáu pengarnar,
sum eru, sigur Kurt Rye
Damkjær. Í fjør hevði
skúlin í Svendborg ein
umsetning upp á 55
milliónir krónur, og úr-
slitið var 3,5 milliónir
krónur í halli. Stjórin
ivast ikki í, at roknskap-
urin eisini fer at geva
hall í ár.
Í løtuni ganga 38
næmingar á skúlanum í
Svendborg, men har er
pláss fyri 100 næming-
um.
Nýggir
flokkar
skulu
takast
upp
í
summar, og higartil hava
40 søkt um at sleppa í
skúla. Fyrr plagdu um-
leið 80 at søkja um upp-
tøku.
Stjórin á SIMAC er
ikki í iva um, at tað eru
alt ov nógvir sjómans-
skúlar í Danmark, og
hann heldur, at tað hevði
verið nóg mikið við
tveimum skúlum. Tað
almenna letur skúlunum
150 milliónir krónur um
árið, men tað munar ov
lítið til allar skúlarnar.
Politikararnir
hava
higartil verið samdir um
at varðveita teir skúlar-
nar, sum eru, men teir
hava hinvegin eisini ver-
ið samdir um ikki at játta
skúlunum meiri pengar.
Tað er heldur ikki bara
sjómansskúlin í Svend-
borg, sum hevur fíggjar-
ligar trupulleikar. Skúl-
arnir í Frederikshavn og
Esbjerg-Fanø kæra seg
um tað sama, og í báðum
støðum kæra leiðslurnar
seg eisini um, at færri og
færri søkja inn á skúl-
arnar.
Umhvørvisstovnurin
hjá ST ávarar um, at
tann veksandi hitin á
Jørðini kann elva til
stóra vatnflóð í
Himmalaya
UMHVØRVI
Árni Joensen
ST-stovnurin UNFP sigur í
einari nýggjari frágreiðing,
at fleiri vøtn í Himmalaya
veksa so skjótt, at um
nøkur fá ár verður vatnflóð
í fleiri økjum. Úrslitið
verður, at vatnið fer at
floyma oman ígjøgnum
dalarnar, og tað verður ein
vanlukka fyri tey, sum
búgva har, sigur stovnurin.
Leiðarin í einari kann-
ingarnevnd, sum hevur
kannað viðurskiftini, sigur,
at fleiri vøtn eru vaksin
nógv seinnu árini. Sum
dømi verður nevnt eitt lítið
vatn í Dolakha-økinum. Í
fimti-árunum var hetta
vatnið 0,23 ferkilometur til
víddar, men í dag er tað 1,4
ferkilometur stórt.
ST hevur sent verkfrøð-
ingar og onnur til Himma-
laya at kanna, hvat gerast
kann fyri at fyribyrgja
vatnflóð og at kunna fólkið
í dølunum um vandan.
- Vit plagdu at siga, at
fjøllini vóru stór og sterk,
og at einki kundi ávirka tey,
men nú síggja vit, at tey eru
líka viðkvom sum havið og
skógirnir, sigur Klaus Top-
fer, sum er stjóri í um-
hvørvisstovninum hjá ST.
Týðandi umboðs-
menn fyri Bush-
umsitingina hittu
fleiri ferðir kvett-
menninar í Venesuela,
áðrenn Hugo Chavez,
forseti varð koyrdur
frá. Semja var um, at
forsetin máti koyrast
frá
VENESUELA
Árni Joensen
Stóra amerikanska blaðið
New York Times, avdúkar
nú, at amerikanska stjórnin
var uppi í royndini at koyra
forsetan í Venesuela, Hugo
Chavez, frá.
Blaðið skrivar, at umboð
fyri kvettmenninar vóru í
Washington og greiddu frá,
at teir vóru misnøgdir við
forsetan. Sambært blaðnum
tók stjórnarumsitingin und-
ir við misnøgdini, men
ráddi umboðunum til at
nýta lóglig amboð, ætlaðu
teir at koyra Chavez úr
forsetaembætinum.
Men keldur í verjumála-
ráðnum Pentagon hava eina
lýsing av málinum.
- Vit mæltu teimum ikki
frá at gera statskvett. Vit
sendu tekin til Venesuela
um, at okkum dámdi ikki
Chavez, sigur talsmaðurin
hjá Pentagon sambært New
York Times. Hann avsannar
kortini, at verjumálaráðið
var til reiðar at hjálpa
kvettmonnunum við vápn-
um.
Beint eftir at kvettmenn-
inir høvdu kunngjørt, at teir
høvdu koyrt Hugo Chavez
frá, kunngjørdi talsmaðurin
hjá Bush forseta, Ari
Fleicher, at amerikanska
stjórnin var fegin um, at
Chavez var frákoyrdur.
Hann segði, at forsetin
hevði roynt at binda fólk-
sins vilja niður, og at tað
var orsøkin til, at hann nú
var koyrdur frá.
Aðrar keldur hava sam-
stundis víst á, at ameri-
kanska stjórnin var ógvu-
liga skjót at boða frá, at hon
styðjaði Pedro Carmona,
sum varð tilnevndur forseti
eftir Chavez. Ein talsmaður
hjá demokratiska flokkin-
um sigur við New York
Times, at Hvítu Húsini
kunnaðu Kongressina um
kvettið í Venesuela, longu
áðrenn tað var greitt, hvat
veruliga var hent.
Sambært
New
York
Times var tað týðiligt, at
tað
kom
amerikansku
stjórnini illa við, at Hugo
Chavez varð settur aftur í
forsetaembætið
sunnu-
dagin.
USA hevði samband við
kvettroyndina í Venesuela
Vandi fyri vatnflóð í Himmalaya
Hugo Chavez, forseti í Venesuela. Sambært New York Times var amerikanska stjórnarumsitingin vitandi um, at hervaldið fór at
koyra hann frá og tók undir við kvettinum
Mynd: Reuters
Nr. 73 • hósdagur • 18. apríl 2002 • 76. árg.
Citroën Jumper er
komin í nýggjari út-
gávu. ABS bremsu-
skipan eru nú
standard í øllum út-
gávunum, eins og
bilurin er betri ljóð-
isoleraður og fæst við
hópin av eykaútgerð.
Útgávurnar við 2.2 og
2.8 HDI motorum
hava skivubremsur
aftan og framman
BILAR
Magnus Gunnarsson
Eins og áður verður Citroën
Jumper bygdur yvir sama
karossarí sum líknandi
útgávur av Peugeot og Fiat.
Nýggi Jumper er ein heilt
nýggjur bilur sum verður
gjørdur í nógvum ymiskum
útgávum sum vørubilur,
lastbilur ella minibussur.
Totalvektin er millum 2,9
og 3,5 tons og bilurin
verður gjørdur í trimum
ymiskum aksulfrástøðum.
Vøruvognarnir
fáast
í
ymiskum
útgávum
við
vørurúmi í stødd millum
7,5 og 14 rúmmetrar.
Alt nýtt innan
Umframt at ABS bremsu-
skipan nú er standard í
øllum
útgávunum,
eru
nógvar aðrar ábøtur, sum til
dømis betri ljóðisolering,
betri ljós í forlyktunum,
nýggjur
gearkassi
við
hydrauliskari kobling. Inn-
an er alt nýtt, instrument-
borðið og setrini. Setrið hjá
bilførarnum hevur el-hita
og kann stillast allar vegir.
Gearstongin, ið situr í in-
strumentpanelin, er sera
løtt at handfara. Eisini hev-
ur bilurin fjarstýrt sentral-
lás og el-síðurútar.
Meira ljóðleysur
Jumper fæst við HDi
motorum í trimum ymisk-
um støddum. 2.0 HDi við
85 hk, 2.2 HDi við 100 hk
og 2.8 HDi við 127 hk. Eitt
nýtt slag av motorupp-
hangum er við til at gera
bilin meira ljóðleysan og
harvið merkjast ongar rist-
ingar frá motorinum. Eisini
er nógv gjørt fyri at tryggja
tey ferðandi í bilinum, sum
hevur airbag í vinstru síðu
sum standard og kann
leverast við airbag í høgru
síðu
sum
eykaútgerð.
Jumper við 2.8 HDi motor-
inum fæst eisini við auto-
matiskum gearum. Sum
minibussur er Jumper væl
egnaður sum avlamisbilur.
Citroën Jumper 2.8 Hdi v/ last
Motorurin
4 syl. 2.8 HDi common rail
diesel 127 hk
Oljunýtsla
10,5 km/l
Toppferð
152 km/t
Dekkstødd
195/70-15 PR-8 (Jumper 29)
Oljutangin
80 litrar
Prísur
kr. 230.000,- v.MVG
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Citroën Jumper – í
heilt nýggjari útgávu
Sum vørubilur fæst Jumper í
3 ymiskum støddum við
vørurúmum frá 7,5 til 14
rúmmetrar
Bilurin er sera arbeiðsvinarligur, og innan eru allir hentleikar til bilføraran
Her er Marni Nattestad, sølumaður hjá Ivan Johansen Bilum, við einum nýggjum Citroën Jumper til P/F Leif Mohr
C
M
Y
K
19
18