Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-07-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya Sosial-Demokratur FRÆLSI Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR ANDR. SAMUELSEN DEYBUR Seinasta miðvikukvøld doyði Andr. Samuelsen, fyrrverandi løg- maður, av heilabløðing, 81 ára gamalur. Hann var føddur norðuri í Vík í 1873 og kom sum blaðungur drongur til Havnar. Fyrst var hann á sýslumannskontórinum hjá Miiller sýslumanni, síðan fekk hann pláss á fútakantórinum, og í 1899 gjørdist hann fúlltrúi hjá fútanum. Í 1910 fekk Samuelsen embætið sum sýslumaður í Eystur- oy og båsettist í Fuglafirði, har hann hevur búð síðani. Tíðliga kom A. Samuelsen inn í arbeiðið fyri hini mentaligu og nationalu vekingini av føroying- um, Men tå ið klovningur kom í í 1906, var hann við til at stovna sambandsflokkin, hvørs høvuðs- stuðul hann brátt gjørdist. For maður flokksins á tingi var hann frá 1932 til 1948. Í 1906 varð A, Samuelsen vald- ur inn á Føroya løgting, og hevur hann verið tingmaður síðani tá og til hann í 1948 gjørdist Føroya løgmaður eftir teirri nýggju stýr- isskipanini. Tá segði hann frá sær løgtingsstarvið. Í 1950 gav hann frá sær alt politiskt starv — óivað vónbrotin yvir, at sambandsflokk- urin tá gekk saman við fólkaflokk- inum móti hansara ráðum. Frá 1913 til 1915 var A. Samu- elsen fólkatingsmaður, og lands- tingsmaður varð hann í 1917. Í 1918 varð hann aftur valdur til fólkatingsmann, og nú gav hann frá sær starvið sum landstings- maður. Fólkatingsstarvið gav hann frá sær í 1939, Frá teirri fyrstu tíðini, A. Sa- muelsen kom til Havnar og til sín deyðsdag var hann limur av Havn ar avhaldsfelag. Í mong ár heið- urslimur í hesum felag. Í mong ár var hann eisini limur av felags- stjórnini fyri tey føroysku frá- haldsfeløgini. Arbeiði fyri frá- haldssakini var ein lívstreyt fyri honum, og hann hevur dugnað henni væl, At ein maður í hansara umstøðum og við skarpa viti og frálíku arbeiðsevnum hevur havt hópin av álitisstørvum gjøgnum árini, er sjálvsagt; men alt ov langt verður at greiða frá øllum tí her. Tá klovningur kom í føroyskan politikk í 1906, var Samuelsen longu ein av oddamonnunum í tí nýstovnaða sambandsflokkinum, og tann ágangur og tey álop, hann var fyri langt upp í 20uni, vóru ræðulig. Neyvan man nakar før- oyskur politikkari hava verið so viðfarin sum hann — og tað sigur ikki so lítið. Men so kom kríggið. Í 1940 varð Føroyar uttan samband við hin partin av ríkinum. Tá kom samgongan í lag millum samband- ið, gamla sjálvstýrið og javnaðar- flokkin, og Samuelsen gjørdist løgmaður. Hetta vísti seg at vera eitt heppið val; A. Samuelsen var z óivað hin rætti maðurin á hesum | ve uw ! verka fyri at bøta um tey ringu korini palli í teirri hættisligu bardatíðini nú eisini at vera frálíka góður samarbeiðsmaður, framum alt orðhaldin og álítandi. Mong góð framstig vóru gjørd í hesi ár, hann sat sum løgmaður, og tað var eitt bragd, at hann fekk sambands- flokin til at ganga við til at broyta tær sosialu lógirnar, so tey vána- ligast stillaðu í samfelag okkara fingu væl betur livilíkindi — hóast ikki var gjørligt at fáa hesar lógir so fullfíggjaðar, sum bæði hann sjálvur og javnaðarmenn hildu tað krevjast. Andreas Samuelsen — hin stóri sambandshøvdingin — er deyður. Vit javnaðarmenn takka honum fyri tann bata, hann .hevur veitt Føroya fólki, og vit lýsa frið yvir minni hansara. Leygardag 3. juli 1954. Dansk ESSO Samlada sølan hjá hesum kenda oljufelagnum í Danmark var i 1953 773.000 tons móti 727.000 tons árið frammanundan. Hetta er ein øking uppá 6 pst. 34 av oljuni fingu teir úr Fawley í Onglandi. Annars hevur felagið keypt stórar nógdir av bensin og gasolju úr Italiu. Á Odense stál- skipasmiðju letur felagið byggja ein 26.400 tons stóran tankbát. Seinasta ár seldu teir teirra elsta tankbåt »Chri- stian Holm« til Turkalands fyri 5,4 milj. kr. Oljubrúkið í Danmark var í 1953 1.982 tons. Fyri kríggið: 850.000 tons. Nettovinningur felagsins var 8 milj. kr. Øll sølan var í peningi 358 milj. kr. Saman við yvirskotinum frá 1952 — 11 milj. — av søluni av >Christian Holm< hevði og vinninginum félagið 24.5 milj. kr. at ráða yvir. Av hesum fáa partaeigararnir 3,3 milj. kr. til býtis. Fyrsta sosialista- stjórnin í India. Val hevur verið í sunnasta landslut- inum í Indiu -— Travancore-Cochin. Valdir vóru íalt 117 tingmenn. Kon- gressflokkurin fekk 45 manns, vinstra- fronturin 40 (harav 23 kommunistar), javnaðarmenn 19, og uttanflokka vórðu valdir 13. Annaðhvørt kongressfl. ella vinstra- fronturin skuldi mynda stjórn, máttu teir hava javnaðarmenn við fyri at hava meiraluta í tinginum. Men javnaðarmenn søgdu nei til báðar bólkar. Síðan er tað løgna hent, at javnaðar- menn hava myndað stjórn einsamallir. 4 ráðharrar sita í henni. Hetta er fyrsta sosialistiska stjórn í einum av indisku sambandsstatunum. Stjórnin er beinan vegin farin til : : » + „| hjá ti arbeiðandi fólkinum í Travan- — hann var hin royndi maðurin í | ! politiskum lívi. Og hann vísti seg core—Cochin, r” r Framúr góð. Tríggir næmingar við hægru skúl- arnar í Havn fingu í ár útmerkilsi. Tey vóru: Úr læraraskúlanum: Poul Ejde úr Funningi, ið hevði 14,59. Úr preliminerskúlanum: Sonja Dahl úr Funningi, ið hevði 14,50 og Hanus Samuelsen úr hevði 14,74. Vit ynskja teimum til lukku við hes- Húsavík, ið um frálíku úrslitum. Í dag verða vígd í Havn Tummas N. Djurhuus, realskålalærari, og Marna Simonsen úr Fuglafirði. Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 3,20 + porto um fjórðingsárið BRÓÐURSKAPUR ÚR VÁGUM Trolararnir >Nýpuberg< og >Varð- berg< eru heimkomnir fullfermdir — ein; 200 tons hvør. Leygardagin 26. juni fann Vestur- leið um 814 tíðina um morgunin eina grind, ið varð rikin inn á Miðvág. Drápið middagsleitið. Tveir tímar seinn; høvdu 264 hvalir byrjaði um lagt beinini. Undir drápinum hendi nakað, ið ikk; er hent her fyrr. Ein maður, Petur J. Haraldsen, var á landi og skar á háls. Meðan hann tókst við at skera ein hval á háls, beit hvalurin hann í knæið. Hann mátti søkja lækna, Fiskaprisirnir her í Vágum eru, í Sørvági: Fyri smáan fisk 40 oyr. kg. við høvdinum, stóran 55 oyru. Mið- vági og Sandavági: 70 og 55 oyru kg. avhøvdað. Hesir prísirnir eru toluliga samsvarandi. Varberg skal til Esberg við fisk- inum, meðan Nýpuberg skal til Ong- lands við 100 tonsum, restin verður uppløgd her til avskipingar. Tíðindamaður. Arbejðsloysið minkar. Hvørja ferð, tað eydnast javnaðar- monnum at mynda stjórn í Danmark, minkar arbeiðsloysið í stórum. Koma afturhaldsflokkarnir framat, fer at ganga hin vegin — arbeiðsloysið økist í stórum. Seinastu månadirnir hava verið rekordmånadir, hvat viðvíkir mink- Í mong ár hevur ikki verið so nógv arbeiði sum í mai mánaði. Sammett vid apríl mánaða minkaði talið á arbeiðsleysum heili 16.600. Tá ið mai mánaði var at enda, vóru bert 22.201 arbeiðsleysir í allari Danmørkini móti 41.823 í sama mán- aði í fjør. Arbeiðsloysisprosentin er uppgjørd til 3,3 móti 6,3 í maí í fjør og 8,9 í ma; 1952, og sambært upp- gerð 2. juni var hon minkað niður í 2,7. So leingi andi arbeiðsloysi. javnaðarmenn sita við ræðinum, er eingin vandi. Tá kunnu arbeiðarar kenna seg tryggar. Eimki verður spart fyri at útvega arbeiði til allar hendur. Hóast útlitið av ymiskum orsøkum kann tykjast vánaligt, er hin vakti og livandi arbeiðarafjøldin í okkara grannalondum ongantíð í iva um úrslitið, bert javnaðarmenn ráða fyri borgum. ——n MJIEØL vaskievni er gamalkent her f Føroyum