leygardagur 10. juli 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
= Føroya Sosial-Demokratur
pe
FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR
SAMFELAGSINS
álvarsamasti spurningur.
Almikið hevur verið tosað og skrivað um verkfall seinastu árini.
Her í blaðnum hevur ógiviliga greniliga verið víst á tær mest týðandi
og álvarsmiklu verkfallsorsøkirnar. At afturhaldspolitikkurin er ein
høvudsorsøkin, ivast eingin Føroyingur í, men hjá rætthugsandi og tolu-
lie, sinniligum menniskjum er heldur eingin ivi um, — ja, tað ljóðar
bæði syrgiligt og løgið at sjálvur fiskimannafelagsformadurin
Erlendur Patursson eigur sín bróðurpart í hesum landsólukkunum, og
eigur at verða beindur í henda sama afturhaldsleypin.
Hvussu hevur hesin maður røkt sín formannsskap?
Ég fari at draga fram nøkur dømi um mannagongdina hjá hesum
støðuleysa fiskimannapolitikkaranum:
Aftaná úrslitaleysar tingingar lýstu bæði fiskimanna-
feløgini 21. febr. 1953 BRUTTOSÁTTMÁLAR FYRI
ALLAR VEIÐIHÆTTIR. Sáttmálin var undirskrivað-
ur av allari nevndini i Føroya fiskimannafelag og J. H.
Danbjørg fyri Suduroya fiskimannafelag.
Heta gjørdu feløgini sambært innleidingina til såttmålan — ti: >Vit
vilja ikki, at flotin verður liggjandi, til skaða fyri útgerðarmenn, fiski-
menn og alt samfelagið «
Týsdagin 2. mars 1953 varð fiskimannafundur hildin
í Tórshøll i Havn, har Erlendur og Danbjørg vóru
høvuðsrøðarar. Her segði Erlendur (sambært referat):
»FISKIMENN, segði hann, VÓRU FULLKOMULIGA
SAMDIR UM IKKI AT SLAKA. Teirra umstøður vóru
nú so vånaligar, et nakað mátti gerast, og her var fyrsta
loysning, at TEIR FINGU TEIR GOMLU BRUTTO-
SÁTTMÁLARNAR AFTUR.......<
20. mars 1953 hevði fiskimannafeløgini kunngerð í bløðunum til
allar limir sínar aftaná at semingsmaðurin hevði sent út semingsupp-
skot til atkvøðugreiðslu. Eg haldi, at tað er vert at leggja til merkis hesi
orð í kunngerðini:
>Avgerðin liggur nú í tykkara hondum.
Lesið og umhugsið semingsuppskotið væl og gjølla.
Takið so avgerð tykkara, soleiðis sum tit halda vera
best fyri tykkum.“
Samstundis er vert at nevna, at um hetta mundið høvdu javnaðar- og
sjálvstýrismenn á tingi lagt fram fyrispurning til landsstýrið, har spurt
varð, HVAT LANDSSTÝRIÐ ÆTLAÐI AT GERA Í SAMBANDI VIÐ
VERKFALLIÐ.
Løgmaður svaraði tá, AT HIGAR TIL HEVÐI LANDIÐ IKKI MIST
STÓRVEGIS, tá ið veðurlagið hevði verið so ringt.< Landsstýrið var
IKKI sinnað at gera naka fyribils.
Semingsuppskotið verður felt.
Neyvan nakrantíð hava Føroya fiskimenn staðið so væl saman, sum
lá ið teir feldu semingsuppskotid, Í Sosialinum fyri 4. apríl 1953 lesa
vit fylgjandi um hesa felling:
SEMINGSUPPSKOTIÐ NÆRUM EINMÆLT FELT.
>Sjálvandi høvdu fiskimenn einki annað at gera. Fiski-
menn hava sett fram síni minstukrøv, og frá teimum
víkja teir ikki.«
>Hvør einasti fiskimaður veit, at tað er ein harður bar-
dagi, ið teir ganga ímóti, men tað eru bert teir fáu, ið
himprast við at taka hetta álvarsama stigið.
>Fiskimenn, hava tala, og teirra tala er ikki at mis-
skilja.“
Hetta var støðan fyrst í apríl mánaði.
Fiskimenn stóðu samdir sum ongantíð áður, og kravið
var einmælt: bruttosáttmálar til allar veiðihættir.
Framhald á 4. síðu.
Frá Norðmonnum.
Norsku bátarnir, ið royna í Ís-
landi fáa lítið av fiski. Seinrapart-
in av juni mánaði hevði besti bát-
urin veitt 37 tons, Fyri 14. døgum
síðani kom norskur bátur á Klaks-
vík. Við honum vóru tveir Føroy-
ingar. Veidan var 30 tons, mea
teir rokna við at fáa 1000—1200
kr. fyri túrin, ið vardi ein mán-
aða. Norsku bátarnir royna kring
alt Ísland. Nógvir fara nú heim at
gera klárt til sildina.
ÚR NORÐOYUM
Hin drúgva høgættin hevur ver-
ið sera bågin norðanfyri. Odnar-
veður við nógvum vindi og regni
Á Viðareiði
hav menn roynt at Íleyga, men nú
nærum hvønn dag.
um síðstu halguna var veðrið so
ringt, at eingin slapp til teir í heil-
ar 8 dagar. Sum vituligt er útróð-
urin eingin, Fjallið man nú vera
gingið í teimum flestu bygdunum
í Norðoyum.
—— —
RAVMAGNSSYNDIR AFTURHALDSINS
20 SEV-bygdir framvegis í myrkri.
Lyftisbrot móti 5000 íbúgvum landsins.
Tað eru nú umliðin meira enn
10 ár, síðani javnadarflokkurin
reisti málið um ravmagnan av øll-
um Føroyum. Hetta hendi í 1943.
Nevnd varð sett at gera uppskot.
Uppskotið kom: 300.000 kr.
skuldu árliga setast til ravmagns-
mál. Men á tingi gingu sambands-
menn og fólkaflokksmenn saman
um at fella málið.
Aftur í 1944 reistu javnaðaa-
menn fossamálið. Javnaðarmaður-
in Øregaard varð valdur til for-
manns í fossanevndini, Øregaard
átók sær at kalla allar kommunur
innanfyri SEV-økik til fundar.
Hesin fundur varð hildin í løg-
tingshúsinum 28. des. 1944. Við-
tikið varð at ganga saman í felag
| við ti endamáli at útbyggja fossa-
megina. Stovnandi aðalfundur var
hildin 1. oktober 1945.
SEV-verkið er liðugt, men enn
hava 20 bygdir ikki fingið rav-
magn, hóast tær eru við í hesum
intarkommunala felag. Hví hava
so bygdirnar:
Gjógv, Funningsbotnur, Oynd-
arfjørður, Æðuvík, Morskranes
Ljósáir, Tjørnuvík, Kaldbak,
Velbastað, Bøur, Funningur,
Elduvik, Hellurnar, Selatrað,
Svínáir, Saksun, Vik, Kirkju-
bur, Slættanes, Gásadalur.
ikki beinan vegin fingið teirra rav-
magn?
Hin 9. mai í 1949 kom Føroya
løgting saman til eykatingsetu.
Tingið skuldi viðgera býtið av
teimum fyrru 10 Marshallmiljón-
kom nevndarålit
unum, 14, mai
og uppskot:
Í hesum áliti verður sagt m. a.:
»Meiralutin (J. M. Fr. Poulsen,
P, H. Weihe, Th. Petersen, Hákun
Djurhuus, Richard Long og 8. P.
Zacariasen) mælir til, tá ið
200.000 kr. eru lagdar til ta
nevndu visindaligu kann, at nýta
60 pst, av marshallgåvuni til rav-
magnan av Føroyum og 40 pst. til
havnabygging, medan minnilutin
(P.M. Dam) mælir til at nýta 80
pst. til ravmagnan og 20 pst. til
havnabygging aftaná at minst
200.000 kr. eru lagdar av til vís-
indaligu kanningina.«
Samsvarandi hesum setti meir-
lutin og minnilutin fram uppskot.
Uppskot minnilutans fekk 6 at-
kvøður (javnaðarmanna).
Javnaðarmenn, ið reist høvdu
málið, vóru av teirri áskoðan, at
ravmagn í hvørt hús í SEV øki-
num var av stórum týdningi, at 8
av teimum 10 marshallmiljón-
unum skuldu nýtast til SEV. Av
hesum 8 vildi SEV fingið 4. Har-
við vildi málið verið loyst og hvør
bygd í Vágum, Streymoy og Eyst-
uroy vildu havt fingið ravmagn,
men hetta vildi afturhaldið ikki.
Tann 1. milj., ið sambandsmena
og fólkaflokksmenn klíptu burtur-
av, vildi lættliga rokkið til linju-
bygging til allar hinar 20 bygd-
irnar. Henda miljón restar enn.
Men ónýyttugari eru mangar
krónur farnar. — Henda miljóa,
ið ikki kundi fáast til at veita rav-
magn til 20 føroyskar bygdir,
varð nytt til telefonstøð i Havn.
Brotið beinið.
Í síðstu viku frættist, at Gutt-
orm Sørensen úr Hvannasundi, ið
í Grønlandi, hevði brotið
beinið og var innlagdur á sjúkra-
rør út
hús har yviri,
Térshavnar
likkistugoymsla
hevur telefon nr. 2206
ymiskir prísir
JACOB C. JOENSEN
snikkari
Am |