leygardagur 10. juli 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr
a
3
Í
Må
É
Í
Í
CE
10. juli 1954
FOROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 28
Ravmagnssyndir . . .
Framhald av 1. síðu.
Lyftisbrotini.
Í nevndarålitinum, ið umrøðar
SEV, elverkini í Tórshavn, Klaks-
vík, Vági og Tvøroyri, sigst m. a.:
>Hesi verk umfata 25.000 av
Føroya 30.000 íbúgvum.
»Hini økini av Føroyum við
teimum 5000 íbúgvunum, sum
væntandi ikki hava atstøðu til at
fáa ravmagn við vatnorku, VIL
TINGIÐ SJÁLVANDI HAVA Í
HUGA,SO TEY IKKI VERÐA AT
SITA VIÐ SKERDUM LUTI.«
Men hvussu gekkst Sandoying-
um, Nólsoyingum, Hvannasunds-
monnum 0, 0., tå ið teir vendu sær
til tingid og bóðu um stuðul til
byggjan av ravmagnsverkum?
Allir fingu teir korta nei, sjálvt
um tingið í 1949 hátíðarliga lov-
aði Þat hini økini ar Førovum við
teimum 5000 íbúgvunum ... vil
tingid hava í huga.“
J. P. Davidsen, ið bar umsókn-
ina fram fyriSandingar, varð nær-
um gjørdur til brotsmann, tí hann
hevði verið so frekur at lagt tílíkt
ynskiskriv fram á tingborð.
Fyrst løgdu teir 20 bygdir í
myrkri, og seinri sviku teir givin
lyfti. Slíkt er afturhaldið á
tingi.
ÚR SUÐUROY
Í Porkeri 30. juni 1954.
Regn, regn og aftur regn, hev-
ur verið. Tó eiga vit ikki at láta
illa at: tí turrveður høvdu vit so
leingi, at hvørt menniskja ynskti
eftir regni. Alt var tornað upp;
men nú grør aftur — bara vit nú
fáa lýðku.
Útróður hevur ikki verið uttan
einstakar dagar, men fiskur vísir
seg at vera eins og áður. — Menn
klaga yvir, at teir síggja eingi
verjuskip um okkara leiðir, so tað
er at óttast fyri, at onkur trolari
smeitir seg inn um mark. Okkara
føroysku grunnar eru so smáir,
at brátt verða teir oyddir, um trol-
arar leggja seg at grópa her. Vón-
andi fáa vit brátt flutt sjómarkið
munandi út eftir og góð verjuskip
alt árið kring um landið. >14.
September< hevur ringar vónir
um sjómarksflytanina. Ja, vit vita
einki. Tað er einans landsstýrið
við sínum monnum, ið veit nakað,
og teir vita kanska lítið. Vit aðrir
fáa einki at vita. Nú kemur tingið
brátt saman, so noydast vit at
royna at krevja at fáa eitt sindur
at vita. Hetta fer ikki at bera til í
longdini,
Jóansvøkan er nú farin aftur
um. Her í blaðnum hava staðið
frágreiðingar viðvíkjandi úrslit-
unum av kappingunum og tílík-
um, so eg leggi ikki í at nerta við
tað. Men viðvíkjandi kappróðr-
inum er at siga, at frágreitt varð
*
í útvarpi alla tíðina, og hetta
gleddi mangan, ti væl bar til at
sita inni og fylgja vid radio, og tað
var eins og at síggja alt við eyg-
unum. Eitt kom ein at hugsa um,
og tað er, at væl ber til at útvarpa,
men einki verður gjørt fyri at fáa
í lag eitt føroyskt útvarp við tíð-
indum og øðrum. Hvussu man tað
bera til? Ja, tað er, sum eg segði
í áðni, vit fáa einki at vita. Eitt
mál var til viðgerðar á tingi sein-
asta heyst — og ofta fyrr — um
ein tokulúður á Akrabergi. —
Klandur var um, hvør ið æruna
eigir fyrr at hava reist málið á
tingi. Men nú er hetta summarið
komið í hæddina — farið at ganga
einki frættist.
Erlendur sigur, sum Oivad er
rætt, at sambandsfølkaflokkurin
ræðist løgtingsvalið, og ti noydd-
ust teirra menn al boyggja seg
fyri kravinum um hækking av
minstulønini. Latum okkum vóna,
hin vegin aftur -
at teir boyggja seg eisini í øðrum
málum, nú ið tað nærkast meira
móti valinum. Hvussu er vorðið
við »Smirli«f Kemur hann ikki
aftur í gongd, áðrenn valið verð-
ur? Hvussu verður vorðið við ak-
vegnum millum Hov og Øravik?
og Tvøroyri—Hvalba? Verður
arbeiðið ikki byrjað, áðrenn valið
verður? Løgtingsval skuldi verið
hvørt ár, so hevði lív komið í teir,
sum landinum stýra.
Skúlaskeið var í Vági nú í tveir
dagar. Nærum øll lærarafólk í
Suðuroy vóru á hesum skeiði.
Skúlastarvsráðgevari Rasmussen
greiddi frá undirvísing av orð-
blindum og øðrum, ið ikki kunnu
fylgja við í skålunum, Hann segði,
at niðri høvdu teir klassar við fýra
børnum, og um tólv tornom børn
finnast í einum donskum skúla,
verða tveir lærarar settir. T. v. s.
ein lærari kemur beinan vegin, tá
ið nakað barn er tornæmt, og hes-
in eini skal ikki hava yvir tíggju
børn, so má ein lærari koma aftur
at. Hann greiddi eisini frá undir-
,
sini heild serstakliga i
z
vising i
teim yngstu flokkunum — 7—8
ár — og vísti fram øll tey amboð,
ið nýtt verða niðri fyri at gera
børnunum tað lætt og hugnaligt at
koma ígjøgnum grundarstigið í
lesing, skriving og rokning. Við
slíkum amboðum er tað eitt spæl
— ja, beinanvegin stuttligt hjá
smábørnum at læra at lesa, skriva
og rokna. Hann greiddi eisini frá,
at niðri nýtast børnini ikki sjálvi
— ella foreldur teirra -— at keypa
eina einastu skúlabók — ikki so
mikið sum eitt viskuleður ella ein
blýant. Tey fáa alt ókeypis i skúl-
anum. Samarbeiðið millum lær-
arar og teir, sum stýra í Danmark
er so frålika gott, segði harra
Rasmussen, at tá ið læraranna um-
boðsmenn framseta eitt uppskot og
tala við teir stýrandi um lað, so
verður tað viðtikið og ført út í lív-
ið fyri uttan, at teir stýrandi seta
seg at spekulera yvir, um tað nú
er gott ella ikki. Teir líta bara á, | russland; tí komu krepputidir
at tað er í lagi, tá ið læraranna
umboðsmenn geva uppskotinum
sítt viðmæli. Mong ið hoyrdu hetta
Otadust yvir lann slóra mun, ið
tykist at vera ímillum teir ið stýra
í Danmørk og í Føroyum.
Her hjá okkum er púra einki
samarbeiði ímillum lærarafelagið
og teir, sum landinum stýra. Vit
megu her koma inn á aðra leið
hesum viðvíkjandi.
Vónandi verður tað umhugsað
frá báðum síðum at finna saman
til samráðingar til gagns fyri okk-
ara komandi ættarlið.
J. H. Danbjørg.
Norska fótbóltsliðið.
Aurskog boltfelag hevur verið
í Havn o gleikað 3 leikir. Teir fóru
avstað aftur í gjárkvøldið við
Tjaldrinum.
Hetta norska boltliðið, ið er frå
einum lítlum býi (3600 íbúgvar),
vann 2 leikirnar og spældi ein
javnt, Fyrst spældu teir móti H. B.
Har varð úrslitið 1—1, B. 36 tapti
fyri teimum 4—3, og síðsta kvøld-
ið tapti H, B. 1 —O.
Norðmenn sýndu vakran leik,
og tað er løgið, men oflast sýnir
tað seg so, at tå 'H. B. spælir móti
einum liði, ið spælir góðan reinan
leik, so tykjast teir ikki at standa
aftanfyri teir í teknikki. Hetta
sýndi seg eisini hesi bæði kvøld-
ini. Tad var einki at ivast i, at
H. B. átti meginpartin av spæl-
inum, men mál fingu teir einki,
hóast teir skutu so dúgliga á mál,
sum teir ongatíð áður hava gjørt.
Snarferð »Tjaldurus.
Henda ferð Tjaldurs til Dan-
markar verður ein av snarferð-
unum. Skipið liggur einans tveir
dagar í Keypmannahavn, so teir,
ið vørur skulu taka heim við tí,
verða noyddir til at biðja um tær
telegrafisk, sum teir skulu vera
vísir í at fáa tær hesa ferðina. —
Ovseint man vera at skriva niður
við skipinum.
Kemur Briining
aftur á odda í týskum
politikki.
Eitt kent navn í týskum poli-
tikki frá teirri tíðini, áðrenn Hit-
ler tók ræðið í Týsklandi, er við at
koma fram aftur nú. Tað er Hein-
rich Briining, ið var ríkiskanslari,
áðrenn Hitler tók maktina. Brii-
ning var formaður fyri hinum
katólska flokkinum og hevði sam-
arbeiði við Hindenburg president:
men hann flýddi undan Hitleri til
Ameriku, har hann hevur verið
líka til 1950, tá hann vendi aftur
heim til Týskalands.
Stutt sidan helt Briining eina
stóra røðu í Diisseldorf, har hann
ógviliga sterkt helt fram, at Týska-
land av øllum alvi mátti søkja
handilssamband knytt við Sovyjet-
aftur í Europu, so var samhandilin
eystur eftir tað einasta, ið bjarga
kundi Týskalandi frá húsagangi.
Henda røða hevur vakt miklan
eftirans víða hvar, men tó mest í
sjálvum Týskalandi og í
landi. Tað er øllum greitt, at legg-
ur Týskaland sín handilspolitikk á
annan bógv og tekur upp munandi
samhandil við eystanlondini og tá
fyrst og fremst Russland, so fer
illa at bera til at skipa hina felags
samgonguna í hermálum, sum so
mikið hevur verið arbeitt fyri, og
sum allir uttan fraklendingar hava
ynskt, at Týskaland skuldi vera
við til. Frakland hevur nýliga av-
gjørt ikki at vera við í europaher-
inum, um Týskaland skuldi verða
við. Forsæti Týskalands, dr.
Adenauer, hevur stríðst fyri at
fingið Týskaland uppí hesa her-
samgøngu; men hann hevur í hes-
um máli havt stóra mótstøðu ser-
liga frå sosialdemokratiska flokk-
inum. Nú hevur ein av teimum
tlokkunum, ið styðja dr. Ade-
nauer, tikið undir við Briining. —
Tað er hin fríi demokratiski flokk-
urin, Eisini innanfyri egna flokk
dr. Adenauer, hin kristiliga demo-
kratiska samgongan, eru menn
farnir at taka undir við Briiningi,
og teir finnast harðliga at dr.
Adenauer fyri hansara europa-
politikk í seinastum.
Val til týska landdagin verður í
september mánaða, og hart verður
gingið á dr. Adenauer fyri hans-
ara uttanríkispolitikk. — Dr.
Adenauer reynir at verja seg sum
best; men nú heilur flokkur, id
tyðjað hann hevur, og einstakir
politikkarar úr hinum samgongu-
flokkum hansara, ja enntá úr
hansara egna flokki, Å
2 et
UISS-
u
leggja å
hann, eru ikki stórar vónir fyri,
at hann kemur at sita við ræðið í
Týskalandi reiðiliga leingi.
Verður tað tá H. Briining, ið
tekur við aftur, ella verða tað
sosialdemokratarnir, ið tá verða
førir fyri at taka ræðið? Tað er
vin stóri spurningurin.
At Russland hevur hug at kela
fyri tankanum um handilssam-
gongu við Vesturtyskaland, er eyð-
sæð. Teir kunna einans vinna við
eina slíka samgongu. Og kunnu
leir verða so væl mát við Vestur-
týskaland, at teir fáa tað til at
standa uttanfyri ta europeisku her-
samgonguna, so hava teir vunnið
ein góðan leik.
Føroysk skålabørn
til Danmarkar.
Í gjár fóru 30 føroysk skúla-
børn við Tjaldur til Danmarkar. 3
lærarar vóru við teimum. Tey
koma aftur til Føroya 5. august.
Longstu tíðina skulu tey vera í
Suðurjútlandi, men teir síðstu 6
dagarnar verða tey í København.
25 donsk skúlabørn eru í hesum
døgum í Føroyum og ferðast.