leygardagur 17. juli 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Førova Sosial-Demokratur
FRÆLSI
BYGDAPI
| Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á
I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu
JAVNAÐUR
LANDSPOLITIKKUR
Í føroyskum politikki hevur tað
altíð verið soleiðis, at oftari hava
trongskygd bygdamál gingið fram
um landspolitikkin. Hetta kann
ikki noktast — tíverri. At hetta
hevur verið til almiklan skaða
fyri okkara heildarpolitikk er
sjálvsagt. Ein vegstubbi, ein lend-
ingaábót o. s. fr. hava ofta fyri
almenningin havt meira avgerandi
týdning enn landsins vælferð sum
heild. Úrslitið hevur tí aloftast
verið, at vit hava fingið eina ting-
manning, id meira hevur arbeitt
eftir bygdapolitiskum sjónarmið-
um enn landspolitiskum. Vit
kunnu óræddiliga siga, at úrslitið
er hareftir. Plánloysi og skila-
c nl
loysi ræður tí í okkara landshús-
Vit hava tí bert þingið
settar út í
arhaldi.
fáar heildarætlanir
lívið.
Afturhaldsflokkarnir við teirra
afturhaldandi = og trongskygnu
stevnu trívast óivað best undir
slíkum umstøðum. Teir hava onga
miðvísa og landsuppbygjandi
stevnu at halda seg til. Teir kunnu
lættast vinna nakrar atkvøður við
at appelera til tað lokalpatriotiska
í veikum fólkasálum.
Einasta stevna, ið av sonnum
kann sigast at vera ein lands-
stevna, er javnaðarstevnan. Hon
er meir enn tað. Hon er ein al-
heimsstevna, ein stevna, ið er
roynd í Vesturheimi og aðrarstað-
ir — allastaðni við tí frálíka úr-
slitinum, at hon hevur verið fjøld-
ini, heildini at almiklum gagni,
heldur enn bert at tæna nøkrum
einstøkum stætti ella einum ein-
stakum bygdalagi. Í býi og á bygd
hevur hon verið hin sama — hon
hevur borið menning og framburð
til hvønn einstakan samfelags-
borgara, hvar á landi hann enn
hevur bygt og búð.
Soleiðis eisini hjá okkum. Tað
avgerandi er ikki, um ein býr í
Havn, Klakksvík, Tvøroyri, Miki-
nesi, Hattarvik, Sunnba, Funningi
o. 8. fr. Nei, fyri javnadarstevn-
una er føroyska fólkið ein heild.
Sosialisman hevur somu boð til
øll. og sosialisman hevur hin so
uppbygjandi og mennandi boð-
skapin til hvørt mannskykt, ið
byggir hesar kørgu og fjarskotnu
Atlantoyggjar.
Eigin annar flokkur kann vísa
å eitt so umfatandi sosialt og
menningarligt uppbygingararbeið
til frama fyri hvønn einstakan
íbúgva her á landi sum javnaðar-
flokkurin. Alt hansara politiska
arbeiði hevur bygt á tað heildar-
politiska grundarlagið til frama
fyri fjøldina av Føroya fólki.
Hetta verður eisini aðaltátturin
í flokksins politiska arbeiði i
framtíðini. Ásannandi, at hin ein-
staka menniskjan er miðdepulin,
og ásannandi, at fyrsta treytin
”
fyri einum sunnum livi her å
Blaðið verður bilagt á posthúsinum, og
kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið
BRÓÐURSKAPUR
27. árg
landi er, at fólkið alt kemur í | Íslandsfiskiskapurin.
produktivt arbeiði og fær rættvísa
úrtøku av arbeiðinum, verður
javnaðarflokkurin altíð at
boða allar Føroyingar og allar
bygdir í sínum politiska arbeiði.
Tingmenn javnaðarflokksins
verða tí eisini altíð at hava somu
skyldu yvir fyri einum hvørjum
parti av Føroyum sum yvir fyri tí
valdømi, teir eru valdir í.
um-
Lokalpatriotisma og trongskygd-
ur bygdapolitikkur eigur tí ikki
innivist í javnaðarflokkinum.
Javnaðarstevnan byggir á heild-
arpolitikkin — landspolitikkin, tí
einans á hesum grundarlagi verð-
ur politiski bardagi okkara at føra
á mál:
Fólkaheimið Føroyar.
Verkfallsóttin forðar skipakevpum.
Herfyri varð sagt, at P./f. J. Fr.
Kjølbro skuldi keypa stóran ný-
mótans trolara úr Onglandi. Hetta
keyp varð av ongum, orsakað av,
at felagið ikki hætti sær undir tí-
líkt skipakeyp, nú verkfall á
hvørjum ári er ein veruleiki.
Vit hava onga vissu fyri ar-
beiðsfriði í framtíðini, tí, sum
kunnugt, eru teir flestu såttmål-
arnir óbroyttir aftaná tvey oyð-
andi verkføll. Einasti sáttmálar,
ið broyttir eru, eru snøris- og línu-
sáttmálin, og teir eru báðir í dek-
ans máta broyttir til tað verra.
Minstalønarskipanin verður bert í
gildi til 15. oktbr og hartil kemur
so afturhaldflokkanna grima
heyndarlógin — lógin, ið tók av
rætt fiskimanna at gera verkfall.
Verður einki munandi gjørt,
hava umstøður fiskimanna ongan-
tíð verið so ringar, sum tå ið hetta
árið er at enda.
Tá standa fiskimenn við nógv
ringari sáttmálum enn nakrantíð
áður, ov lítlari minstulønartryggj-
an, ongum verkfallsrætti, o. s. fr.
Hetta er úrslitið av Erlend Paturs-
sonar 2 ára formannsskapi.
Aftrat øllum hesum kemur so
tann ræðuligleiki, at
feløg bera seg undan at keypa
nýggj skip til landið.
Týsk filmsfólk
Fyri stutt síðani vóru her í Før-
oyum týsk filmsfólk frá felagnum
Rotofilm, Hamborg, og tóku film-
av teirri føroysku náttúruni. Hið-
ani fóru tey til Íslands. Tey høvdu
sjálv skip.
Úr Íslandi frættist, at tey hava
tikið hópin av filmi.
Fyrst í hesum mánaðinum vóru
tey fyri einum bilóhappi. Á veg til
Reykjavíkar rendi ein bilur teirra
á ein íslendskan bil í Hverdølum.
Av teim 6 týsku fólkunum í bil-
inum vórðu 4 skædd. Tey vórðu
flutt til sjúkrahús í Reykjavík.
Ein teirra var heldur illa farin,
hevði brotið skallabeinið; men
hini 3 høvdu ikki fingið stórvegis
mein, Tey eru nú komin umborð
aftur á skip sítt. Einki hoyrdist
um, at nakar í hinum bilinum var
meinslaður.
Týsku filmsfólkini væntast at
koma skjótt aftur til Føroya, her
tey skulu taka nakran filmir
skadd í Íslandi.
aftrat. — Tað er serliga grinda-
rakstur og grindadráp, tey vilja
taka, hvussu tað so kemur at eydn-
ast teimum.
menn og |
Heimkomin skip:
Nakkur miðvikudagin 270 skpd.
Fer á sild. Aldubáran sama dag.
ætlaði seg at hava 130 skpd.,
Stanley hósdagin við 335 skpd.
Sama dag kom Keflavík.
Skip, ið sigla heim:
Miðvikukvøldið tóku Glottin og
Símun á Torkilsheyggi at sigla.
Lambanes er á veg heim, full-
fermd.
Einstøk skip:
Carlton hevði 370 skpd. sunnu-
dagin. Skuldi royna hesa vikuna
aftrat. Sama dag ætlaði Fugloy
seg at hava 300 skpd. Svínoy
hevði fyri viku síðani 300 skpd.
Mánadagin fekk hon 16 og týs-
dagin 1 7skpd.
Barið fór til Íslands hósdagin.
Randers Pigekor.
Skúlagenturnar úr Randers, ið
nevndar eru Randers Pigekor,
komu til Havnar við Tjaldrinum
ígjár. Tær høvdu sína fyrstu kon-
sert í Havnini í gjárkvøldið. Blað-
ið var farið til prentingar, áðrenn
tær vóru lidnar, so vit kunnu einki
siga um sang teirra; men tær hava
ferðast so víða um og eru nógv
róstar fyri sang sin, so óivaf
hevur konsertin verið góð í gjár-
kvøldið.
Kórið skal vitja ymisk onnur
pláss í Føroyum og heldur 2 kon-
sertir aftrat í Havn.
Sangstjóri er Haakon J. Jensen.
Genturnar eru í aldrinum frá
13 upp í 18 ár.
Sunnudagin 25. í hesum verða
gift á Kirkju Dorthea Højsted i
Funningi og Hans Davið Matras
av Kirkju.
LÆKNAMÁLIÐ
í Norðuroyggjum.
Fólkafundur verður ætlandi hildin »åti
í Grøv« í Klakksvík sunnudagin tann 25.
juli kl. 14,30.
Adressufólk.
Skipafelagið Feroyar
Telefon 1225
Tórshavn