Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1954síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

om | + udb Nr. 29 Foroyingar við norskum skipum. Nógvir Føroyingar hava verið við norskum og íslendskum fiski- førum í ár. Men meðan teir, ið verið hava við Íslendingum, ikki hava fingið so nógv í peningi, lata hinir, ið við Norðmonnum hava verið, ógviliga væl at. Vit hittu ígjár ein føroyskan fiskimann, sum hevði verið í Grønlandi við norskum línufari. Hann segði, at hann fór heiman síðst í apríl, og tá siglingin var frároknað. helt hann, høvdu teir :inans fiskað góðar 5 vikur; men úrtøkan var so góð, at hann kendi ara einki til tílíkt. Teir høvdu fiskað um 200 tons. Eini 75 iøvdu teir landað í Føroyinga- avnini fyri 127 oyru kg., og nú var skipið farið til Noregs við ca. 120 tonsum. Fyri henda fisk fingu eir 160 oyru fyri kg. Hann rokn- aði seg at hava tjent stivliga 4.500 kr. henda túrin. Nú bidadi hann eftir skipinum, ið hann skuldi fara ein túr aftrat við. Hann segði seg vera ógviliga harman um al , síggja Føroyingar liggja yviri í Føroyingahavnini og landa fyri spottprísir og helt fyri, at for- vitnisligt hevdi verið at vitað, hvør ið fekk allan tann pening, id har fór ímillum. Tað mátti verið ann- að hjá Erlendi at fingið í rættlag, enn at kroysta tingið til eina minstulønartryggjan, sum teir — fiskimenninir sjålvir — koma til at rinda aftur í skatti, og so kort- ini einki fáa burturúr, tá saman um kemur. Vit spurdu hann, hvussu Norð- menn vóru at vera saman við. — Hann segði, at sær dámdi teir væl. Føroyingar høvdu nógv at læra av teimum hvat sparsemi í driftini viðvíkti. Tað var heilt einastand- andi, teir vóru pjøknir og ansnir við reiðskapi. Har var einki sum at at blaka nakað yvir borð — nei hvørt sindur varð umvalt, so tað gjørdi fulla nyttu aftur. Og so var tað tann fiskur, ið ikki varð saltaður, kalvi o. a., hann var ís- aður. Men ikki helt hann Norð- menn handfara fiskin so vanda- liga sum Føroyingar gera. — Tað mátti verið annað at fingið eina góða avrokning frá (fiskas6luni heldur enn handan lepan, teir sendu okkum fyri at siga okkum Írá, hvussu vit skuldu fara um fiskin, so hann kundi gerast fyrsta flokks marknaðar vøra. — Hví skulu vit lata fyrsta flokks fisk til lægstu prísir? helt hann. Sjáldsamur fuglur. Á Vidareidi er í ár funnin sjáld- samur kjógvsungi. Vanliga eru leir dimmir ella morreyðir á liti, men hesin ungin, ið nú er hålv- vaksin er snjóhvítur. Tað er ikki ein dimm fjøður á kroppi hans- adra. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Sjóvátrygging.. telf. 1086 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Føroya Kriggstrygging. telf. 1086 Føroya Brunatrygging . telf. 1089 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja | í landsins egnu trygging — Grót og skervur. Øl, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grét ella „skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar séknår kommuna P.F. FØROYA BANKI (Stovnaður 1906) Hevuðsskrivstova: Suðuroyar deild.. TVURSHAVN TRONGISVAGI | Tlf. 1350 TIL. 32 | Renta av innskoti vid uppsøgu uppá 3 mánaðar 4% p. a. Renta av bankab6k 31/2 %/9 p. a. | Bankin er opin 10—12 og 14—16 — Leygardag 10—14 | Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15. | leygardag - - 10—12 og 13—14. | FÆRØSK MARGARINE VITA Ne 1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Ganga undir i donskum eggum — tey føroysku å sjogvin! framleiðslu. Vit drepa smábygd- Tað er royndur lutur, at tey før- oysku eggini eru nógv betri enn tey donsku, ið innflutt verða. Enn kunnu vit ikki framleiða nóg mikið til egna nýtslu, men tað kunnu vit lættliga gera. Krambúðarhyllarnar boygna undir donskum eggum. Samstundis fara í túsindavís av eggum — okkara egnu framleiðslu — í køstin úti á bygdunum. Keyp- menn á bygdunum, ið keypa før- oysk egg, sleppa ikki frå teimum inntil stórbygdirnar. Hjá stórbygd- arkeypmanninum er tað jú líka lættligt at rita nøkur orð til Keyp- mannahavnar. Hann skal hava aðrar vørur har kortini. Við hetta lag fáa vit ikki eitt fet meira av sjálvstýri. Við hetta lag sópa vit okkara hart vunnu tjóðarinntøku út av landinum. Vit drepa okkara egnif irnar, ið nettupp skulu liva av tí- | líkari framleiðslu. Í Vilja Føroyingar ikki ásanna henda veruleika, og vilja teir, ið handilin skulu røkja ikki taka okk- ara egnu framleiðslu fyrst, ja, so er deyðin í durunum, so er best at halda uppat og til fullnar ásanna, at vit eru eitt uppgávufólk og liva hareftir. * Vit hava ikki ráð at spilla 300. 000 kr. árliga av okkara tjóðar- inntøku til donsk egg, tá ið vit kunnu framleiða tey sjálvir. Føroyingar! Fylkist við javnað- armonnum um ein miðvísan upp- byggingarpolitikk — móti dráps- politikkinum. Í dag, 17. juli, fyllur ein kend- ur og avhildin vágbingur, Alek- Á sander N. Wilhelm, keypmaður, 70 ár. MIØLL vaskievni ergamalkent her f Føroyum 17. juli 1954 Dagblaðið parar. Tað er rimiligt, at Dagblaðið er farið at kanna eftir, hvør skal laka við aftaná valið. Teir eru jú fullkomiliga greiðir yvir, at teir politisk hava spælt fallit saman vid sambandinum, og teir skilja, at veljarar teirra fara at venda sær frå teimum í hópatali — teir kenna seg illa royndar av sam- bands—fólkaflokks samgonguni. So eru teir farnir at skimast eftir, hvør ið man fara at taka við aftan á teimum. Nú hevur Dagblaðið so leingi ikki hugsað um annað enn Erlend. So eina nåttina, blaðstjórin hevði marruna, sá hann fyri sær ta ræð- uligu sjón, at javnaðarmenn og tjóðveldismenn saman fóru at ota leir burtur úr Tinganesi. — Jú, hann kann vera stuttligur, hann Knútur, || 8 'r iCItat(On. Gerð av høvuðskloakk yvir matr. nr. 858 a og 858c (frá >Grønlandi< til Landavegin) verð ur her boðið fram til almenna licitatión, Frágreiðingar, treytir og tekn- ingar fáast til láns ímóti 20,— kr. í veðhaldi á verkfrøðingsskrivsto- vu Tórshavnar kommunu frá må- nadegi tann 12. juli kl. 10. Skrivlig boð í afturlatnum kon- volutti merktur: >Boð uppá høvuðskloakk< verða send verkfrøðingsskrivstovuni i seinasta lagi týsdagin tann 20. juli kl. 12 (á miðdegi), og tá opnað, meðan teir, ið boðið hava eru hjá- staddir. Tórshavn, tann 8. juli 1954. TEKNISKA NEVND TORS. HAVNAR BYRÅDS »Sannur fólkavilji.a Ég siggi oftani nevnt í 14. sept. at vit skulu lata hin sunna fólka- viljan koma til ræði her á landi. Hesir mann mugu halda seg umboða fólkaviljan. Nei, hesi lygnini trúgvi eg í øll- um førum ikki. Eitt mark er fyri, hvussu nógva mold, menn kunnu blaka í eyguni á fólki. Hvussu umboðar blaðstjórin á 14. sept. fólkaviljan? Hvussu nógvar fiskimenn spurdi hann eftir, tá ið hann avblásti verkfallið hin 19. apríl 1953? Hvussu nógvar fiskimenn spur- di hann eftir, tá ið hann av nýggj- um fór í verkfall í vár? Ongan ! ! ! Torir hesin madur at skriva um hin »sanna (følkaviljan« ella er einki mark fyri skrivifrekleika her á landi. Áskoðari.