leygardagur 24. juli 1954síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foroya Sosial-Demokratur
FRÆLSI
BRÓÐURSKAPUR
JAVNAÐUR
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og 27. árg
Nr. 30
Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á
I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu
Inntokuleið javnaðarmanna
— og hvussu føroyska vinnulívið
skuldi útbyggjast.
Vápnini, ið afturhaldsflokkarnir nýta móti javnaðarmonnum, eru
ofta reiðiliga skitin, og teir spara ikki at fara fram við ósannindum,
tá ið teir royna at verja sína drepandi afturhaldsstøðu, hvørja ferð,
teir hava køvt eitt av JAVNAÐARMANNA miðvísu framburðsupp-
skotum til frama fyri slitmannafjøldina og harvið eisini til frama fyri
Føroya fólk og Føroya land sum heild.
Í seinastu viku sigur Dagblaðið lesarum sínum frá, at frá nú og
inntil valið fara JAVNAÐARMENN ivaleyst at varta upp við einum
hópi av uppskotum, ið teir hava havt Í ni men sum tó hava tað
stóra brekið, at einki verður sagt um, hvaðani peningurin skal koma frá.
Sjálvandi hava JAVNAÐARMENN aldri sett eitt uppskot fram,
har teir ikki samstundis hava víst á, hvussu peningurin skal fáast til
Vega, —
Kallað verður á
ástendur.
Men hvat kann tingid gera við
ongari figgjarmegi?
Einki!
JAVNAÐARMENN hava altíð
verið greiðir yvir, at fyrsta treytin
fyri, at tingið av sonnum kann
verða landsins álit, er, at tað fær
figgjarliga megi.
Teir hava tí á tingi av allari
orku roynt at troðka á hinar flokk-
arnar at ganga radikalar inntøku-
leiðir, uttan at tað tó verður at
kennast trykkjandi fyri hin minna
mannin.
Hví skulu t. d. hundraðtúsund-
menninir her á landi ikki gjalda
eins til landið sum teirra
javnlíkar í øðrum iondum?
Okkara lítla land treingir meiri
til pening enn tey størru londini.
Hví skulu tveir privatbankar
skúma í hundraðtúsundum av
fólksins sliti og sveitta, heldur enn
at løgtingið skal yvirtaka banka-
ágóðan av bankavirk-
tingid, tå ið
nogv
lagið og
inum?
Hvi skulu menn sleppa at sita
við monopoli av allari oljusølu,
selja hana dýrari enn í øðrum
londum gerast steinríkir av
Føroya fiskivinnu, heldur enn at
landið skal taka oljusøluna og
ognast hin stóra vinningin av
henni ella selja oljuna bíligari við
minst gjørligum ágóða.
Soleiðis hava JAVNAÐAR-
MENN hildið á ikki bert við
spurt, men sett positiv uppskot um
og
at stimbra tingið fíggjarliga, so
tað kundi verða ført fyri at taka
stórtøk, tá ið á stóð.
Men tað hevur verið sum at tala
fyri deyvum oyrum.
Úrslitið hevur verið hareftir:
Tingið hevur ligið í armóð,
orkuleyst og uttan arbeiðsmegi.
tað er henda veruleika teir ræðast.
Eitt lítið undantak hevur kort-
ini verið í hesi sorgarsøgu:
Tað vóru árini aftaná hertøk-
una av Danmark, tá ið JAVNAD-
ARMENNN fingu fíggjarleiðsluna
á tingi.
Í hesum árum eydnaðist at fáa
tveir av hinum flokkunum, sjálv-
stýrið og sambandið, at ganga við
til nokk so radikalar inntøkuleið-
ir. Men fólkaflokkurin bardist
sum úlvur á skóg ímóti.
Úrslitið av JAVNAÐARMANNA
figjarleids lu i bardagaårunum
var ein fyri Føroyar heilt mun-
andi vega- og havnabygging, rind-
an av allari tingsins skuld, stovn-
an av ymiskum grunnum, sum —
tá ið vit rokna Tryggingarsam-
bandið við — vuksu seg tætt at
elliftu millión.
— Men so kom hitt viðgitna
Bartalsmessuvalið við kúvending-
ini.
Fólkaflokkurin fekk figgjar-
leiðsluna — og sambandið gekk
saman við honum í fíggjarpoli-
tikkinum.
Úrslitið av
gongu og seinnu landsstyrissam-
gongu kom at vera hitt daprasta:
Tað hevur kenst sum ein deyð
hond hevur lagt seg yvir tingið.
Vega- og havnagerðin varð fyrst
skorin niður við millum triðing
og helvt og seinri heilt steðgað.
Hetta merktist og merkist fram-
vegis í hvørjum arbeiðs- og fiski-
mannaheimi. Og hesi eru tessverri
hesi fíggjarsam-
ikki so fá, men soleiðis vildi
fólkaflokksmenn og sambands-
menn laga tað, og tíverri høvdu
teir eisini vald til tess.
Seinastu árini hava fólkaflokks-
menn og sambandsmenn ikki bara
dripið hvørt einasta inntøkuupp-
skot JAVNADARMANNA, men
teir hava bæði sosialt og mentunn-
Framhald á 4. síðu.
Leygardag 24. juli 1954. |
Friður
z er. 7 o
igjår skutu teir.
Å Geneve-fundinum eru teir nå
samdir um frid — ella våpnahvild
Indokina; men enn i gjår
dundu kanónurnar sum harðast
har eysturi. Hermenn høvdu ikki
fingið boð um at geva uppat.
Ikki eru allir partar eins fegnir
við vilkorini fyri vápnahvíldini.
Vestanlondini hava verið noydd at
slaka nógv av fyri at fáa fridin í
lag. Amerikumenn eru harmir um
vilkorini, í sjálvum Fraklandi
eru menn ikki ovurfegnir;
og
men
teir viðganga, at ikki kundu vinn-
ast frægari kor, so var har einki í
at velja. Mendes-France verður tí
helst sitandi sum forsætisráðharri.
Í Vietnam sjálvum, har stríðið
hevur staðið, munnu teir vera fáir,
ið fegnir eru við úrslitið, hóast
teir eru troyttir av stríðnum. Sjálv
stjórnin tekur fyrivarni, og biður
hon herfólkið ikki ov brátt. leggja
våpini frå sær men minnast til, at
—
kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið
Indokina — men enn
hetta einans er ein vápnahvíld, ið
tingin er í lag og eingin veruligur
friður.
Men Russar eru ovurfegnir við
vápnahvíldina og siga, at hin
kommunistiska hugsjónin hevur
vunnið stórsigur i Indokina.
ÚR GRØNLANDI
Grønlandsfelagið hevur ikki
fingið nøkur tíðindi frá fiskiskap-
inum við Grønland í seinastum.
Har eru nú ikki so mong skip
eftir; men tað, ið frætt er frá teim-
um, er, at tey hava fiskað væl.
Tinganes er um at vera full-
fermd.
Bátarnir í Føroyingahavnini
hava nú tilsamans fiskað yvir 200
tons. Teir eru 24 í tali. Veðrið
hevur seinastu tíðina verið ólaga-
ligt og tarnað útiróðrinum heldur
nógv.
Minstalønin og eykaskatturin.
Harra blaðstjóri. Gev mær inni-
vist fyri hesum fáu reglum í blaði
tygara:
Herfyri stóð ein grein í Sosiali:
num um minstulønina og eyka-
skattin. Greinin var skrivað, tí at
Dagblaðið hevði sagt frá, at ser-
liga Suðuroyingar vóru illa nøgdir
við eykaskattin. Minstalønin er
gamalt javnaðarmál, men at javn-
aðarmenn ongantíð hava ætlað, at
stórur eykaskattur skuldi leggjast
á fiskimenn, arbeiðarar, ellis-
rentunjótarar, avlamisfólk o.s.fr.,
fyri at gjalda hesa minstuløn, er
øllum greitt. At henda skipanin
ikki kemur at halda í framtíðini
og tí bert er ein bráfengis hjálp,
er lætt at skilja. Tað vóru bert um-
støðurnar, ið gjørdu tað neyðugt
at ganga hesa leiðina. Tó, at mín-
um starvsbrøðrum, ið fingu ov lít-
ið, er tryggjað ein minstaløn uppá
800 kr. um mánaðin, kann eg ikki
siga meg væl nøgdan við úrslitið.
Næstseinasta vár var eg í verk-
falli. Ikki bert til stuttleika. Nei,
tað havi eg ikki ráð til. Heldur
ikki tí eg ikki týmdi at fara yvir
á Suðurlandið. Nei, alt annað, eg
sum allir fiskimenn, kendi trongd
til størri vinning, tí nú hevur inn-
tøka mín støðugt minkað ár undan
ári. Líka til 19. apríl vardi verk-
fallið. Men hvat fingu vit burtur
úr tí. Nú er fyrst at siga, at eg
tíverri ikki var millum teirra, ið
vóru so heldigir, at teir ikki fingu
ein stav í sínum sáttmálum broytt-
ant. d.:
|. trolarasáttmálarnir,
2. sáttmálarnir fyri smærri
trolfør,
3. sáttmálarnir fyri garnaveiðu
1. sáttmálarnir fyri línuskip á
ísfiskaveiðu.
Tvinnir sáttmálar vóru broyttir.
Snøris- og línusáttmálin til salt-
fisk. Undir hesa vanlagnu av sátt-
málabroyting kom Verkfall
varð fyri at fáa bøtt um sáttmálan,
men úrslitið varð, at vit fingu ein
nógv verri sáttmála. Hesin niður-
skurður kostaði mær fleiri hundr-
að krónur, umframt inntøkuna av
einum heilum Suðurlandstúri. Ég
fari ikki rættuliga nógv skeivur,
or
eg.
tå ið eg meti meg at missa 2000
krónur.
Hetta er eftir mínari hugsan
brotsgerð, ið nakrantíð
er gjørd føroyskum fiski-
monnum, og eg dugi ikki atskilja,
at somu oddamenninir fáa loyvi at
sita. Tað hevði ikki gingið í nøkr-
um øðrum fakfelag í verðini. So
illa eru vit fiskimenn komnir.
Aftur í ár var eg í verkfalli.
Ikki ti eg hevði hug til tað,
langt frá. Eg hevði og havi einki
álit á hesum oddamonnum. Og
rætt fekk eg.
Ikki ein stavur broyttur í nøkr-
um sáttmála. Fiskimannafelagid
fekk ikki eitt av sínum sáttmála-
krøvum uppfylt, ikki so frægt sum
grovasta
móti
nei,