leygardagur 24. juli 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
24. juli 1954
a ——w—amwwwi—hPhhIIIIHiiHihhhltoo"" A ———Wi<———wiiHiøiCii'iW}i—
Frh. av 1. síðu.
SAMBANDSMENN ført, hóast
nakrir Føroyingar svumu í gulli
sum ongatíð áður í søguni.
Henda BEISKA VERULEIKA
kann og má tann STÓRA, FÁ-
TÆKA ARBEIÐSLEYSA fjøldin
Inntøkul. javnaðarm.
arliga ført ein trykkjandi køving-
arpolitikk. Eisini her hava JAVN-
AÐARMENN staðið einsamallir
við sínum uppskotum, sum teir
hava fingið jarðlagt næstan hvørt
einasta eitt.
Henda AFTURHALDSPOLI- | ongantíð gloyma. Hon verður ikki
TIKK, henda SÝTINGARPOLI- | at gloyma hann uttan so er, at ar-
TIKK, ja, DRÁPSPOLITIKK | móðin hevur verið so stór, at sjálv-
ur lívshugurin er sløknadur,
hava FÓLKAFLOKKSMENN og
Úrslitið av fíggjarleiðslu javnaðarmanna —
og tey stórfingnu framburðsuppskotini.
Meðan P. M. Dam í fyrstu kríggsárunum sat sum fíggjarneyndar-
formaður, kom ferð í økjanina av inntøkum tingsins. Sum áður nevnt,
var hitt fyrsta at rinda alla tingsins skuld. Hvussu nógv varð latið til
vega- og havnabygging undir øllum bardagaárunum, kenna allir Føroy-
ingar fullvæl.
Úrslitið av JAVNAÐARMANNA fíggjarleiðslu kom at vera, at
hitt almenna við árslok 1944 átti av tøkum peningi:
í Vinnulánsgrunninum ....e.e........ kr. 1.217.746,71
- Sosialgrunninum —........0:00000000 — 1.117.880,81
- Åbyrgdargrunninum .....seeev.... — 755.000,00
- Tiltaksgrunninum ....erer re... — — 700.000,00
- Valutagrunninum .......0:200:00000 — 1.115,654,48
- Tryggingarsambandinum = -......... — 6.023.102,01
følt... kr. 10.929.384,01
Um hetta mundid åttu vit i pundum:
hjá amtinum „ee. ...... £ 1.741.364,00
Í Þankunum rr eee 424.721,00
hjá utflytarum „ec... 409.085,00
ali. is £ 2.575.170,00
Kursurin var tá 22,24 kr. Í føroyskum peningi verður hetta kr.
57.168.774,40.
Í bankum og sparikøssum vóru um somu tíð:
Føroya banki:
Munur á innistandandi íroknað bankans egna
pening og útlánum pr. ult. sept. 1944. .............. kr. 22.345.515,11
Sjóvinnubankin:
Munur (á sama hátt sum við Føroya banka)...... kr.13.906.265,42
Færø Amts Sparekasse:
Munur (á sama hátt sum við bankunum)......... kr. 15.304.941,47
Norðoya Sparikassi
Munur (á sama hált) „.sseesrsesersersseossssrnur ner kr. 1.194.605,34
Suðuroyar Sparikassi:
Munur (á sama hátt) merssrerrsresrrsreusrenunnenserr kr. 138.553,16
falt. ser. kr. 52.889.880,70
Aftrat hesum koma so fastognirnar, sum um somu tíð vóru hesar
og settar til niðanfyristandandi virði:
Skip:
S trolarar ..-eeeeereeesnreorrr kr. 2.000.000
100 skonnartir og sluppir ...... — 10.000.000
100 dekkefår sssrerreerrnsrur — — 1.000.000
His:
5.000 sethús og onnur hús ...... kr. 75.000.000
Jørð:
2.600 merkur .....enresreev... kr.20.000.000
falt kr. meiri...kr. 108.000.000
Henda fastaognin má roknast fyri at hava verið skuldafrí um
hetta mundið og var sostatt tøk at veðhalda fyri lánum við.
Her er at viðmerkja, at um JAVNAÐARMENN høvdu havt ræðið
í tinginum, vildi t, d. BANKALAGID, OLJUSØLAN og onnur virki
eisini verið gjørd tjóðarogn, og harvið vildi ágóðin av hesum virkjum
verið ogn samfelagsins, men at fremja hesi stórmál vóru JAVNAÐAR-
MENN ov fåmentir til,
Alla hesa tjóðarorku vildu JAVNAÐARMENN hava, at tingið
skuldi hava vald á, soleiðis at allur peningur og allar fastognir í land-
inum skuldu kunna nýtast til eina STÓRFINGNA UPPBYGGJAN av
okkara vinnulívi á sjógvi og landi við tí úrsliti, at hvør kvinna og hvør
maður her á landi skuldi koma í arbeiði, arbeiði við fult út nýmótans
amboðum og harvið fáa eina tryggjaða og rættvísa úrtøku av ar-
beiðinum.
— TEY ALLRA BESTU LÍVSLÍKINDI SKULDU VEITAST
HVØRJUM EINASTA ÍBÚGVA HER Á LANDI.
MEN HETTA VILDU AFTURHALDSFLOKKARNIR IKKI.
Sum nevnt í innganginum, siga afturhaldsbløðini, at JAVNAÐAR-
MENN eru dúgligir at seta fram uppskot um bæði eitt og annað, men
teir gloyma bert at siga, hvaðani peningurin skal koma frá.
Fyri at vísa á, hvussu ósonn henda skriving er, hava vit í hesum
viðfangi fyrst víst á, hvussu peningurin skuldi fáast til vegar til at
fremja størsta og mætasta uppskot, ið nakrantíð er lagt á tingborð, upp-
skotini, ið miðaðu ímóti »ARBEIDI TIL ØLL Á SJÓGVI OG LANDI,
haðani tølini í hesi grein eru tikin.
Hvat skuldi so peningurin nýtast til?
Sambært uppskotini í bóklinginum »ARBEIDI TIL ØLL Å
SJÓGVI OG LANDI« skuldu vit nýta hina samladu figgjarligu tjóðar-
orkuna til:
1) Endurnýggjan av okkara skipaflota. 350 skip til 3000 fiskimenn.
Samlaður kostnaður 82 milj.
VINNINGURIN AV HESI ENDURNÝGGJAN VILDI EFTIR
TÁVERANDI PRÍSUM VERIÐ 45 MILJ. KR. ÁRLIGA.
(Viðmerkjast skal, at í uppskotinum verður gjørdur ein munandi niður-
skurður í skipatalinum og kostnaðinum av tí, at sjálv endurnýggjanin í
samband við stórtiltøk á landi vilja minka munandi um trongdina til skip).
2) Umbyggjan og nýmótansgerð av gomlu skipunum, Kostnaðurin
mettur til 15 milj. kr.
3) Tiltøk til farmasigling.
4) Ís-, frysti-, flaka-, tog- og snøris-, net. og onnur virki. Kostnaður:
5 milj. kr. at nýta í 5 ár. Veruligi nýtslupeningurin av hesum 3
milj. kr. vildi verið 6 milj.
5) Landbúnaðin. Í fyrsta lagi til útskifting 50.000 kr. árliga í 10
ár. Til dyrkiplán 50.000 kr. Til uppdyrking av 2500 ha., ialt 4.540.000
kr. í 5 ár ella 908.000 kr. árliga.
MEIRAINNTØKAN AV => LANDBÚNAÐARUMSKIPANINI
VILDI GIVIDD:
2 ALTÍÐ ,eeresnvennannarnarensreent kr. 550.000
RET —- 1.100.000
Á. árið seessessórsusenrrennunenurr — 1.650.000
5. Árið sessssereseeserenesunnr nr — 2.750.000
Samlaða meirinntøkan... kr. 6.050.000
Av hesi nationaløkonomisku umskipanini vildi sostatt eftir tá-
verandi prísum og inntøkulíkindum verið talan um eina meiraúrtøku
i 5 år av skipaðkingini............ kr. 60.000.000
i 5 ár av landbúnaðinum......... kr. 6.050.000
Samlað meiraúrtøka ......... kr. 66.000.000
Haraftrat vildi komið tann nationaløkonomiski vinningurin av
meiraarbeiðinum á landi, ið vildi staðist av skipaøkingini:
Arbeiðið við smið, skjótfrysting, ísframleiðslu, flakavirki, niður-
sjóðing, tog-, snøris. og netvirki o. a.
Høvdu vit ikki havt tveir so stokkreaktionerar flokkar sum sam-
bandið og fólkaflokkin á tingi, vildi hesin plánur verið førdur út í
lívið beinan vegin tá. Vit vildu í dag havt ein nýmótans skipaflota,
virki av øllum sløgum uppi á landi, eins og landbúnaðurin vildi givið
nógvar ferðir meira enn hann gevur í dag.
Føroyingar vildi óivað verið eitt ríkt land, ið hvussu er nógv
ríkari enn í dag.
Men afturhaldsflokkarnir forðaðu, og teir forða framvegis.
Eingin kann siga annað, enn at teir framvegis — og nú við
rúkandi ferð — aka oman gjøgnum brekkuna. Skjótari og skjótari
nærkast teir hini øgiligu avgrundini.
Nú stendur til Føroya fólk at gera av, um tað vil fylgja við teimum
ella ikki.
Tað kann eingin, einki av afturhaldbløðunum, ei heldur ein ein-
asti Føroyingur, ið vil fólki og landi væl, koma og siga, AT JAVNAD-
ARMENN IKKI HAVA ROYNT AT GJØRT TIL FULLNAÐAR SÍNA
SKYLDU TA TÍÐINA, TEIR HAVA ÁTT MENN Á TINGI.
EINGIN FLOKKUR KANN VÍSA Á EIN SO MIÐVÍSAN OG
STERKAN FRAMBURÐSPOLITIKK SUM JAVNAÐARFLOKK-
URIN — OG HAR ER HELDUR EINKI OKI Í SAMFELAGSLÍV-
INUM UNDANTIKIÐ.
MEN HVAT GERST FYRI HINUM BIKSVARTA AFTUR-
HALDINUM?
TE