Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-08-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Foroya Sosial-Demokratur FRÆLSI Nr. 31 | Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Leygardag 7. aug. 1954 | ORÐADRÁTTURIN Á TINGI UM SJÓMARKSMALIÐ Jens Kristjan Olsen talaði sam-. handsflokksins vegna. Hann sum aðrir ásannaði, at sjómarksmálið hevði hin allrastørsta athuga fyri allar Føroyingar. — Menn kundu ynskt meira enn tað, ið uppskotið gav. Men tað var tað mesta, ið hevði kunnað vunnist. Og fyri vestan var væl vunnið, tað var hættisligt at kasta tað aftur, helt hann. Hann mælti til at samtykkja skotið. P. M. Dam flutti fram eitt søguligt yvirlit viðvíkjandi tí rættarstøðu, Føroyingar stóðu á í sjómarksmálinum. Tað merkiliga var, at Føroyingar av øllum Norð- anfólkum høvdu sterkastu søgu- ligi rættindi til eitt vítt sjómark. Ja, tað var veruliga so, at bæði Ís- lendingar og Norðmenn bardust uppá rættindi, ið teir høvdu fingið saman við Føroyingum og av Før- oyingsins ávum. Tá id Íslendingar ikki høvdu athuga fyri øðrum fiskiskapi enn honum, ið varð rikin á firðunum, og soleiðis einki løgdu í, hvør ið kom á grunnar teirra at fiska, vardu Føroyingar grunnar sínar. Sagt er soleiðis frá, at Føroyingar sendu klagu til 4. Kristjan yvir Skotar og Hettlend- ingar, ið við skipum sínum nask- aðust á grunnum okkara. 4. Kri- stjan vendi sær til Jákup 1. skota- kongin, og teir báðir komu til sættis um, at Skotar og Hettlend- ingar ikki skuldu fiska nærri Før- oyum enn sýnsvíddina — so nær sum bátur kann síggja land og taka ýti. Hetta mettu menn vera 16 sjómíl. Hetta 16 fjórðinga sjó- markið hildu Føroyingar yvir 200 ár. Seinri var 16 míla sjómarkið broytt,, Ísland kom sum av handahógv við, ikki tí Íslendingar sjálvir kravdu, men tí Ísland hoyrdi við til Danaríki. Nakað tað sama var við Noregi. Og tað, ið vit Føroyingar undir viðgerðini av hesum máli, eiga at leggja okkum í geyma fram um allar grundir fyri at fáa okkara gamla 16 fjórð- inga sjómark aftur skrásett sum framtíðar sjómarkið kring hesar strendur — er, at sáttmálin mill- um 4. Kristjans okkara vegna og Skotakongsins Jákups hins fyrsta uppá ta ásannan, at up o og bygdur landsins íbúgvar eiga arbeiðs- og virkisrættin á landsins grunnum er z og midum å sama ins menn eiga rættin til landsins jord. — Sterkt og haldgott støði, hetta, at so satt sum jørðin er lívið hjá einum búnaðarfólki, eru grunnarnir og miðini kring landið lívstreytin og grundarlagið fyri fiskivinnufólkið, ið byggir hesar oyggjar. At Bretar og aðrir frem- mandir eru lagstir á mið og grunn ar okkara, er at javnmeta við um vit tóku okkum ognarrætt til jørð og ognir í Bretlandi og troðkaðu Bretar burtur ella settu teir til viks inni hjá sær sjálvum. Havsins frælsi eru orð, ið hava verið nógv á lofti. Og ljóða tey vøkur í oyrum okkara, ið einans hava havið atvaksa og mennast á. Men vit hava lítið at siga her. Flest allar — og helst tær stóru — tjóðirnar hava flutt sjómarkið hjá sær longri og longri út. Vit eru skotraðir og trongdir longur og longur burtur av teirra leiðum. Vit hava tí einki tvíbýti at gera. Okkum er einans at royna at sæta okkum og ikki standa aftari enn Einki lán til húsa- bygging Nógv hevur verið skrivað og millum manna tosað um tann húsa lánsgrunn, ið skuldi setast á stovn í Føroyum. Til at fyrireika hetta mál, valdi landsstýrið landsstýr- ismann Hákun Djurhuus og skriv- stovustjóra Johan Djurhuus, 1. fólkaflokksmann og 1 sambands- mann. Leygardagin legði lands- styrismadur Hákun Djurhuus målid fram å ting og mælti tingi- num til at góðtaka uppskotið. Í hesum uppskoti verdur skoti upp at til nyggj skip kan verda læntur peningur upp til 50 % av byggi- peninginum, meðan lån til húsa- bygging heilt eru strøkin, Hetta er so tað sum landsstýrið hevur av- rigga í hesum máli, eitt vónbrot bæði fyri teir sum høvdu roknað við lagaligum skipaláni, men sjálv andi eitt langt størri vónbrot fyri allar teir sum roknaðu við einum lagaligum láni til -húsabygging, men soleiðis roynast álitismenn. hátt sum lands- | aðrir í krøvum og stremban fyri at verja grunnar og veiðiøki á sjó- num kring oyggjar okkara. Íslendingur segði nakað so- leiðis við meg í samrøðu um sjó- marksspurningin: Vit hava - sum tú segði um tykkum — hjallin á sjónum. Tað er einki minni enn um lívið hjá okkum at gera at vinna aftur grunnar og mið kring Ísland. Her Einki tvíbýti at gera. At tapa ella — Blaðið verður bílagt á posthåsinum, og kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið BRÓÐURSKAPUR 27. árg vinna her hjá okkum er at vera til ella fara fyri skeytið sum tjóð og fólk. Tað er sanniliga alt ann- að enn lystiligt at leggja út í trætu við stóra Bretland, Men vit hava rættin og lívið at verja. Og hann, ið hevur tað, er altíð sterkur, sterkur í krígnum, um tað ikki kann verða talan um bardaga við eldi og krúti. Vit eru staddir sum Íslending- ar. Okkara rættur er ikki minni. Okkum tørvar tí ikki at smæðast við samráðingarborð við Bretar og aðrar. Tað vil ofta vera so, at | eins lítilleiki doyvir og minkar er einki at slaka. | um áræðið í andøvan móti ti størra Framhald á 4. síðu. Sakarmálið. Týsmorgunin kl. 10 kom sakar- mál E. Rubek Nielsens, lækna, móti O. J. Jacobsen og Martin Simonsen úr Klakksvík og Villi Sørensen, blaðstjóra fyri í rætti- num. Teir ákærdu løgdu fram verjuskriv síni og skrivligar vátt- anir frá teimum, ið vitna vilja til teirra frama. Næsti rættarfundur varð settur til mikudagin 11. aug. kl. 11 f. p. Tá skulu m.a. vitnini avhoyrast. Roynt sakarmálið útset, so dómarin Ren- dal kemur at verða tann, ið dømir. Bjørk, fulltrúði, røkir dómara- starvið, meðan Rendal heldur verður at fáa- summarfrí. Um hetta kemur at eydnast vistu vit ikki, tá ið blaðið fór til prentingar. Johan Weihe í Tórshavn er nú innstillaður sum nr. 1 til prest í Suðuroyar syðra presta- dømi. Harra Ásmund Olsen, lærari í Kollafirði, fer nú til Dan- markar við Tjaldrinum í dag at verða lærari á Bogø. Har er stórur, nýggjur, nýmót- ans skúli. Lærarafólkini eru 7 til 110 børn. KREDITSTOVNURIN - Samroða við P. M. Dam. Hvussu er við kreditstovninum? Hava fólkatingsmenn havt lut í samráðingunum um hann? — Eisini her kann eg siga nei, hóast tað kann sigast, at vit báðir Johan Poulsen og eg hava verið bodnir á ein fund fyri at lýða á, hvat ið lá fyri, hvussu langt ið menn vóru komnir. Eg hevði ta fatan, at serfrøðing- arnir í ministeriinum, ið høvdu kanningararbeiðið, kortleggingina av Føroya fíggjarstøðu í hondum, høvdu gjørt eitt stórt arbeiði. Uppskotið, ið liggur fyri, er vist mest at kalla teirra. Helst heldur landsstýrið seg leyst at taka endi- liga støðu í tinginum. Í øllum føllum skylda vit mini steriis embætismonnum, national- bankans embætismonnum, her er fyrst og fremst talan um Føroya- vinin, undirbankastjóra Meiner, eins og ministeriinum fyrst og | fremst figgjarmålarådharranum, Kampmann, mikla tøkk fyri arb- eiðið og hin sýnda positiva viljan at lata statin og nationalbankan vera við í tí stóra figgjartakinum, ið takast má. Tað er eyðsæð, at skal málið loysast til fullnar, megu vit leggja megnartøk aftrat tí, sum skotið er uppá. Vit mega taka uppaftur til viðgerðar ta nationaløkonomisku umskipån av øllum okkara vinnu lívið soleiðis sum skotið er uppá í javnaðarmannabóklinginum Ar- beiði til øll á sjógvi og landi. Útgerðarspurningurin má verða umskipaður, millummanna- ágóðin verður annaðhvørt at falla landinum til, ið so kann geva hann aftur til vinnulívið, ella hann verður nýttur til niðursetan av útgerðarvørunum. Banka- og fíggjarmegi okkara Framhald á 4. síðu. so