leygardagur 7. august 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
a
Orðadrátturin um sjómarksmálið.
Framhald av 1. síðu.
og talsterkara. Tað ræður ti so
mikið meir um hjá okkum í hesum
føri at hava gjørt okkum leysan
av hesum lítilleikatrýsti og kenna
okkum sum javnbjóðis menniskja
vid hin måttmiklara mótpartin.
Men til tess krevst vit og skil. Her
søguligt vit og skil. Havi verið í
samráðing við ein í hesum føri
søgukønan Vit nýta
høvi at takka honum fyri søguliga
og lógfrøðisliga upplýsing og veg-
leiðing. Maðurin er Dánjal Nolsøe
málinum er viðlagt
Harra løgmaður
hevði
lógfrøðing.
dómari. Í
bræv til mín.
segði í røðu síni, at hann
lovað harra Nolsøe at fáa brævið
dupiklerað. Ein kundi skilja hetta
sum at eg hevði hildið tað afturi.
Men tað er ikki so. Tvørturímóti.
Mt fyri eitt, ið eg kom á ting
aftaná, at eg hevði fingið brævið,
las eg tað upp á fundi í fiskivinnu
nevndini og fekk samtykt at tað
skuldi verða duplikerað og givið
til nevndarlimirnar og til ting-
menninar. — Nevndarformadurin
harra Olsen fekk brævið. Ég veit,
at hann fór við tí á skrivstovuna.
Men har varð duplikeringin tarn-
að landsstýrismanni. — Ég havi
fleiri ferðir lýst aftur eftir tí, tí
mær tykist at málið er so týdning-
armikið, at allir tingmenn eiga
rætt til allar sakligar upplýsingar
fyri at vinna fram til beina og
sterka støðu. Tað er tí skeivt, at
hetta bræv fyrst nú kemur fram.
Tað er skeivt ikki at hava hildið
mótmælisflokkarnar kunnugar við
mannagongdina, ja, tað er skeivt
ikki at hava haft umboðsmenn fyri
mótstøðuflokkarnar vid í øllum
samráðingum um málið. Skal
kortini upplýsa, at eg einaferð
havi havt høvi at vera til steðis
í statsministeriinum, tá ið støða
Bretlandsvarð til viðgerðar.
Fanst tå at, at mótmælisflokkar-
nir høvdu verið hildnir uttanfyri.
Men tað kundi statsministarin ikki
koma sær uppí. Segði støðu okk-
ara, helt uppskotið-lítið geva, sum
fyrilá. Heitti á samráðingarmenn-
inar at skorða hart á at fáa okkara
ynski framt. Varð spurdur, um okk
ara upskot á tingi var samtykt.
Mátti siga nei. Statsministarin
helt, at ríkisstýrið ikki kundi við-
gera annað uppskot enn tað, ið
tingið hevði samtykt. Og tað var
sjálvandi beint.
Málið er sum sagt so týdningar-
mikið, at vit mugu vera varnin
og ansa eftir ikki at fara fram eft-
ir fummum og forkoma ikki bara
fyri okkum. ið liva, men esini og
kanska mest fyri okkara eftirkom-
arum.
Tann støða, vit taka nú, kann
verða lagnutung, um vit mistaka
okkum av veikleika ella av 6-
skoytni.
Málið eigur at liggja omanfyri
partapolitikk.
Vit eiga at standa samdir.
Syndraðir her kann geva okk-
um ólívssár.
Finna vit ikki felagsstøðu, má
viðgerðin halda fram, til tess vit
kunna sýna eitt andlit út eftir.
Vit mega vinna heimarættind-
ini aftur. Hetta ynski má verða
undirstøði í okkara kravi.
Tann dagin, tá ið vit hava
vunnið 16 fjórðinga markið, ið vit
sótu við í 200 árum verða vit at
vinna bót í hjall, tí mið og grunn-
ar okkara eru so góð, at einki ber
av teimum.
Nú leikar lívið á — tað skerst
ikki burtur.
Okkara
grønlendsku fiskirættindini í ríkis
felagsskapi við Grønlendingar og
Danir — tað er stavnhaldið.
Poul Petersen tók undir við
Dams søguliga yvirliti. Men helt
tað ikki vera neyðugt at fara yvir
um ánna, til fremmandar høv-
undar at leita eftir okkara søgu-
ligu støðu. Vit kunnu lesa í tingtíð-
hava haft. eisini í okkara øld.
Hann las so ymist úr tingtíðindum
ið vísti, hvuss vit høvdu barst
fyri at fingið sjómarkið førkað út
aftur, td. til 10 fjórðingar frå
landi. Honum dámdi best sáttmál-
avegin. Strikadi undir tydningin
av vinarlagnum við Bretar. Teir,
ið høvdu vant okkum til yvirhøvur
at hava nakað sjómark. Fólka-
floksins vegna helt hann, at tað
var hættisligt at havna hesum, ið
landsstýrið hevði lagt fram og
mælt til at samtykkja. Vit koma at
vinna væl fyri vestan. Og 10 ár
var eingin langur tíðarteinur.
Øregaard harmaðist yvir, at so
lítið var vorðið burtur úr. Hann
skilti ikki, at landsstýrið kundi
viðmæla at taka við hesum. Tað
gav púrt einki norðan, eystan og
sunnanfyri. Og tað, sum talan var
um vestan fyri av vinningi, lá
innanfyri har ið línubátar hava
roynt í einastu árunum. Hann
skilti ikki at menn kundi tala 1o-
kalt í hesum máli. Var nakað mál,
sum allar Føroyar máttu verja, og
sum allir máttu stanada solidar-
iskir um, so var tað víðkan av sjó-
markinum. Tað mundi vera fáur
uttan fyri hesar tingdyr, sum ikki
ásannaði hetta. Tað vildi beina-
vegin vera ein landsólukka, um
vit nú fó'u og knæsettu trimila-
markið, lata allar Føroyar upp til
skutul bara fyri at vinna henda
snøkilin og tekkjast Bretum. Bret-
ar eru mentadir menn. Teir betri
enn nakar annar skilja okkum, um
teir av egnum inlaressum eru
trekir at ganga við til okkara
rættvisis krøv. Hann hevði ongan
tíð trúð uppá samráðingarvegin.
Men hann hevði av diplomatisk-
um grundum, saman við parta-
monnum sínum gingið við til at
royna samráðingarvegin. Men lá
ið hann og partamenn hansara sóu
at samráðingarvegurin einki bar
grunnar og mið og
við sær, var hann eifts avgjørdur
og hansara flokkur'sum heild at
krevja uppsøgn av sáttmálanum
av 1901. Javnaðarflokkurin legði
so í fjør sak á ting um at siga sátt-
málan upp. Men uppskotið vann
ongar sømdir. Hann helt sum nú
lá fyri, vera størri grundir enn á
nøkrum sinni at siga sáttmálan
upp og tann vegin royna at vinna
aftur okkara gamla sjóøki, 16-
fjórðingamarkið.
Iversen skilti ikki, at menn
kundu ivast í at taka við uppskoti-
num hjá landsstýrinum. Fyri
vestan, har ið hann og hansara
menn fiskaðu, var so nógv vunnið,
at tað var hansara vón, at upp-
skotið var samtykt. 10 ár var ein
stutt tíð. Vit kundu royna henda
sáttmála soleiðis sum løgmaður
hevði sagt. Hann skorðaði á landi-
stýrið og meirilutan á tingi endi-
liga at samtykkja uppskotið.
Johann Kallsoy ásannaði týdn-
ingin av hesum máli. Fannst at, at
mótstøðuflokar stjørnarflokkann
ikki høvdu haft høvi at verið uppi
í samráðingunum. Helt tað vera
meiri enn hættisligt nú at fara at
góðtaka og skåseta trimilamarkid.
Tað vildi, hvat ið so menn søgdu,
skapa >præsedens<, fortilfelli, ið
Bretar vildu halda um, tá ið aftur
verður farið til samráðingar.
Hann helt tað ikki kundi hasta so
ræðuligt at troðka málið ígjøgnum
uttan at geva fólkinum skákbrá at
umráða seg og taka sáttliga støðu.
Málið kann ikki, eigur ið hvussu
er, ikki at vera eitt partamál, tí
ræður um at royna at finna eina
felagsstøðu. Hann fanst annars at,
so lítið, ið uppskotið gav, og grund
var at spyrja um menn høvdu ver-
id sovnadir og væl fyrireikadir,
sum ynskiligt kundi verið. Tað
sigst, at vit eiga ein serliga lóg-
kønan mann í hesum føri. Var
ikki vert at haft hann við í kom-
andi samrådingum?
Davidsen lýsti eftir, hvat ið var
vorðið burtur úr tí fyrispurningi,
sum Bretar fyri nøkrum árum
síðani sendi landsstýrinum, um
møguleikan at friða einstøk gýt-
ingapláss norðanfyri. Hann ásann-
aði, at uppskotið sum heild gav
Føroyum lítið. Men sum umboðs-
maður fyri Sandoyarmenn, ið
kanska meiri enn nakrir aðrir eru
tað, vit kalla útróðramenn, ið
royna við installeringum og
smærri motorum, kundi hann ikki
havna tí, sum uppskotið gav vest-
anfyri,
Rikard Long vardi uppskotið
og mælti til at taka við tí. Talandi
um, hvussu trupult tað hevði verið
hjá Bretum, hóast teir vóru nógv
betri fyrireikaðir enn vit eru ídag.
Teir høvdu kanska umlagt allan
viðgerðaháttin av fiskivinnuni,
vóru soleiðis í stórum farnir til
flakaframleiðslu. Hann helt, at Ís-
lendingar als iki høvdu kunna
greitt trupulleikarnar, um ikki
7. aug 1954.
Kreditstovnurin.
Framhald av 1. síðu.
má undir løgtingið, so teptir verða
svárir lekar í okkara samfelags-
lívi.
Vit kunna ikki sleppa húsa-
byggingini uppá fjall o. s. fr.
— Vit síggja at Føroyatíðindi
skrivar so nógv um Flakavirkið á
Tvøroyri og vil leggja tað so fyri,
at tað er løgmaðurin, sum hevur
drigið tað í land. Hvussu er við
hesum?
— Naggatódn var komið í
Flakavirkismálið. — Menn vilja
vera við at tað skyldast »en kold
skulder« frá landsstýrisins síðu.
Sjálvandi havi eg verið so íðin,
sum eg havi kunnað fyri at fáa
gongd aftur í málið, og havi talað
nógv við ministarin um tað.
Líka áðrenn ferð sína til Grøn-
lands fekk eg bræv frá Kamp-
mann — hann var næstan vikarur
fyri handilsministaran — at av-
gerð var tikin um at fremja flak-
avirkis málið.
Tá ið eg hevði lisið Føroyatíð-
indi, spurdi eg ministaran um løg-
maðurin hevði samrådst vid hann
um málið. Men tað hevði hann
ikki, var svarað. /Ætlandi hevur
løgmaðurin ringt til ella hitt em-
bætismann í ministeriinum og
fingið at vita, at málið nú var
greitt. Sjálvandi skal løgmaðurin
hava tøkk fyri, um hann hevur
verið fúsur at leggja uppí fyri at
hjálpa málinum, serliga um so er,
at onkur í landsstýrinum honum
óavvitandi hevur víst málinum
sum ein tók til den kolde skul-
der<.
Amerikumenn vóru komnir til Ís-
lands og dugnað teimum so stór-
liga, sum tilfelli var (hvat siga
Íslendingar til hesa heilsan frá
føroyskum landsstýrismanni?)
Hákun Djurhuus talað fyri upp-
skotinum. Legði dýran við, at tað
vildi einki »præsedens« geva, um
vit fyri 10 ár aftrat gingu við til
3 mílamarkið.
D. P. Danielsen talaði tjóð-
veldisflokksins vegna og kravdi
uppsøgn av sáttmálanum av 1901.
Hann helt fram, at men nú vóru
komnir meiri og meiri til tað, at
eitt land kundi sjálvt avgera sítt
sjóøki.
Langur orðadráttur var enn,
serliga um samráðingarvegin ella
uppsagnarvegin. Vísandi til Haag
dómin varð hildið fram frá stjórn
arflokkanna síðu yvir fyri D. P.
Danielsen, at tað var ein juridisk
villa,at eitt land kundi seta sjóøki
sitt, sum ti lysti.
Øregaard skeyt uppá at lata
málið koma í nevnd, herí allir
flokkar kundu vera umboðaðir.
Tað varð so beint í sjeymanna-
nevnd soleiðis, at Hákun Djur-
huus lovaði føikaflokksins vegna
at lata eín mann frá teimum til
;jøðveldismenninar. Stjórnarflokk-
arnir høvdu meirilutan kortini,
helt hann.