Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-08-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Foroya Sosial-Demokratur BRÓÐURSKAPUR FRÆLSI ; . Lýsingarprísur fyri min: 20 eyru á IN 34 I. síðu, 15 eyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Vitnisforslan ” í rættinum hósdagin. Næsti rættarfundur kl. 11 tann 11, september. Seinasta hósmorgun kl. 10 skuldi vitnisførslan í sakarmáli E. R. Nielsens, lækna, móti Martin Simonsen, O. J. Jacobsen og blaðstjóra Føroya Sosial-Demokrats fara fram í rættinum, men vegna veður- líkindini vóru ikki øll vitnini komin, og eisini hevði Pride veríð fyri óhappi á vegnum suður. Rætturin varð tí ikki settur fyrr enn kl. 2 s.n. Í rættinum møttu allir teir saksøktu, saksøkjarin og 6 vitni. Dómari var harra Rendal. Fyrst vóru teir tríggir saksøktu til yvirhoyringar og aftaná teimum vitnini. Enn eru ikki øll vitnini hjá teimum saksøktu avhoyrd, men hesar avhoyringar verða at fara fram so skjótt sum gjørligt. Næsti rættarfundur verður leygarmorgunin 11. sept. kl. 11. Tá ætlar L. Lutzen, Irs. verjari E. R. Nielsens, at føra fram vitni, m. a. sjúkrasystrar á Klakksvíkar sjúkrahúsi. Tá ið PRIDE fór av Klakksvík hós- vík hósmorgunin hendi syrgilig van- lukka, ið kravdi eitt mannalív. Pride hevði bert siglt einar 40 m. frá kaj- uni, tá ið Niels Lassen fekk líkfall og datt yvir borð. Hann var longu deyðir, tá ið teir fingu hann aftur. Hann var giftur og átti fleiri børn. — Henda morgun vóru fleiri Klakksvíkingar við TAÐ ER VERULEIKI AT landsstýrisflokkarnir brutu eitt av løgtinginum hátíðarliga givið lyfti um stuðul, tá ið teir ikki vildu ganga = HVANNASUNDSMONUM, VÓLSOYINGUM og SANDINGUM á møti, tå ið hesir bóðu um stuðul til byggjan av ravmagnsverkum. + AT i staðin fyri at útvega skip til land- ið hava landsstýrisflokkarnir latið eitt av okkara bestu skipum (NÓLSOYAR PÁLL) farið út av landinum og harvið tveitt eina heila trolaramanning út í allan vinnu- og inntøkuloysi. 4T MO. SR vid at taka av nøkur av teimum mest neyðugu jurdam6durembætunum hava gingið á odda fyri at gera tað óliviligt úti á småbygdunum - og harvið fyri at av- oyða tær. Til KLAKKSVÍKAR Vegna 50 ára hátíðarhald K.Í.s fer TERNAN til Klakksvíkar í morgin. Farið verður kl. 9 og úr aftur Klakks- vík kl. 2 á nátt. Við á ferðini verður býliðið úr Havn, ið skal spæla móti K.f., men teir koma ikki aftur úr Ís- landi fyrr enn í dag. Krøvini eftir minstulønarskattinum verða nú send skattaborgarunum. DRUKNAÐUR Á KLAKKSVÍK álferðini. Teir skuldu vitna í sakarmáli E. R. Nielsens móti Martin Simonsen. O. J. Jacobsen og V. Sørensen. Niels skuldi tó ikki vera vitni. Á rør Isfiskurin Havsøki 342 ks. 978 stp. Poppy 278 ks.. (harav 79 kalvi) 1538 stp. Hoy- vík 520 ks. 1365 stp. Skipini Tjaldur kom á Havnina kl. 10 ígjár- amorgun. Aftur til Keypmannah. í kvøld. Drottningin úr Reykjavík í dag og víðari til Keypmannah. — Hekla úr Reykjavík mánadagin, bein- anvegin til Bergens og Keypmannah. ÓLAVSBKUHALD Í FØROYINGAHAVNINI Olavskudag hildu vit uppat at ar- beiða kl. 5 sp. og varð so farið at halda ólavsøku. Mong skemtanin varð havd á lofti: tættir, skemtileikir, togtogan o. s. fr. Bæði konufólk og mannfólk luttóku- Dansurin gekk til tann áljósa dag. Út- lendingar hildu hetta vera stuttligt. Vit hava ivaleyst stuttleikað okkum líka væl sum tit har heima. Hjá útróðramonnunum hevur gingið illa. Teir vilja ikki lata fiskin fyri kr. 0.74, men vilja hava kr. 1,00 fyri kg. Hetta varð sytt teimum; ætla ti at frakta skip sjálvir. Ta útgerð „teir skulu hava, mugu teir lata fisk fyri. Nógv arbeiði er her á landi. 10 tíma arbeiðsdagur javnan. Tað sigst, at saltsiloin, ið Lamhauge og Waagstein byggja og sum rúmar 6000 t. er stør- sta hús í Grønlandi. Kelihúsið, teir gera. er yvir 40 alin hvønn vegin, so teir, ið ikki hava verið í Grønlandi seinastu árini, kenna seg ikki aftur. Ja, munur er á tí økinum og tí utt- ara. Tá P, M. Dam i 1946 skeyt upp at taka hetta økið til arbeiðspláss, settu teir harrar, id nú hava buktina og háðar endarnar á tingi seg hart ímóti; teir skuldu byggja uttari, har tað vildi kostað 3 milj. kr. bert at planera. Leygardag 28. aug. 1954 Bladid verður bílagt á posthåsinum, og | „=. | kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið | 27' árg BAR AR 0 AT TE ud | Uppskot javnaðar- og sjálv- stýrismanna í sjómarks- málinum. Til Sjómarksmálanevnd Førova løgtings. Óneyðugt er at siga, at víðkan av sjómarki okkara er eitt lívsmál fyri Føroyar. Tað eru allir Føroyingar samdir um. At vit eiga ein náttúrligan fyrsta rætt til mið og grunnar okkara, eru allir samdir um við, eisini uttan fyri Føroyar. Hvussu hin løgfrøðisligi rættur okkara liggur í hesum máli, eru leikmenn sjálvandi ikki førir fyri at avgera. Her vísa vit til rit Daniel Nolsøes løgfrøðinga viðvíkjandi okkara rættarstøðu í málinum. Hon tykist at vera sterk, sterkari enn hjá flestum øðrum Norðurlanda tjóðum. Hon er í øllum før- um eins sterk og hin íslendska rættarstøðan í sjómarksmál- inum. Tað er tí eyðsæð eitt hampakrav bæði yvirfyri Dønum og Bretum, at skipað verður soleiðis fyri, at vit, ið hvussu er, tá ið drátturin um sjómarkið er avtornaður, sita við ikki minni sømdum enn Íslendingar. Henda ásannan er markset- andi fyri støðu okkara til fyriliggjandi uppskot til sáttmála. Tá ið nú Íslendingar eru í somu skóm sum vit bæði veiði- liga og rættarliga yvir fyri Bretlandi, og tá ið teir hava gjørt ley stig, sum eru neyðug fyri at fáa greiðu á sjómarkstrætuni við Bretland, halda vit, at tað ber til hjá okkum og Bretum at sleppa undan ósemju við at koma til sættis um, at Føroy- ingar í ongum føri skulu verða fyri verri býti enn Íslending- ar sjómarkinum viðvíkjandi. Vit loyva okkum at seta fram fylgjandi uppskot: I. Løgtingið tekur undir við ti av landsstýrinum fram- lagda uppskoti til sáttmála við Bretar um sjómark okkara, treytað av: 1) at bretska ríkisstýri bindur seg til, at vit Føroyingar viðvíkjandi sjómarki okkara skulu fáa somu sømdir, sum Íslendingar verða at fáa við altjóðadómstólin í Haag, um trætan millum Bretar og teir verður løgd fyri hann, tó ikki minni enn uppskotið gevur okkum, og 2) um ikki trætan áðrenn 2 ár kemur fyri altjóðarættin, skulu Bretar verða bundnir til at viðurkenna, at hitt føroyska sjómarkið verður sett soleiðis, sum teir viður- kenna ella tolorera tað sjómark, sum Íslendingar seta sær. II. Heitt verður á danska rikisstyrid um at taka upp sam- ráðingar við rætta viðkomandi og skorða á nú beinavegin at fáa friðað gýtingargrunnar okkara fyri trolfiskiskapi. III. Álagt verður landsstýrinum at samráðast vid danska ríkisstýrið um at fáa sjómarksverjuna við Føroyar skipaða soleiðis, at Føroyingar hava rætt til við egnum førum at taka lut i sjóverjuni við Føroyar, samstundis sum heitt verður á ríkisstýrið um at leggja doyðin á at gera sjóverjuna dyggari í hvørjum, so fremmand fiskiskip eingi líkindi hava at reka ólógligan fiskiskap her undir landi okkara. Góðtaka Bretar ikki hesar treytir, dettur landsstýrisupp- skotið burtur, og skila vit okkum so rætt til at taka annað stig til greiðu av sjómarksmálinum. Á Føroya løgtingi. tann 25. august 1954, P. M. Dam. J. P. Davidsen. J. Fr. Oregaard. J.P. Henriksen. Einar Waag. J.Kallsoy. J.H. Danbjørg. Havnarvígslan verður kl. 514 í dag. Tjaldur verður fyrsta far, ið leggur at nýggja kajøki- num, Seinni verður borðhald i Klub- banum. Mikudagin vann Havnin yvir >Vík- ing< í Íslandi við 3—2. o Jespersen, prestur, i Havn er frå- farin vid eftirløn.