leygardagur 4. september 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
KEA BKK OKT SK ST OC ØK SK IK EIR p sd
| Millum ungfól
X TIL GAMANS OG ÅLVARA. X
be so ør DE DE
GOTT UNGFOLK.
Vit hava áður havt ein
stubba her í blaðnum við heit
inum >MILLUM UNGFOLK.«
Hetta fara vit at royna fram-
vegis. Hann verður so av og á
at finna á fjórðu síðu — ætl-
andi einaferð um mánaðin. Til-
farið verður ymiskt. T.d. byrja
vit í dag við einum søgustubba
við heitinum: MEÐAN ANNA
VAR Í KLAKKSVÍK.
Veri væl heilsaði øll somul.
N
f
NN
Meðan ANNA var í
KLAKKSVÍK.
Anna var ung og vøkur, heldur
bygdalig, men tað var ikki annað at
vænta, ti hon hevði ongatid verið av
bygdini meira enn einaferð, tá ið hon
var á Ólavsøku í Havn við systkina-
barni sínum Onnu, ið eisini heyði tænt
í Havn eitt skifti; men hon var nú
gift.
Hon búði 10 saman við verfólkun-
um hjá sær. Maðurin var sjáldan
heima, hann hevði tikið »kystskipara-
prógv< og sigldi nú sum annar besti-
maður við >Kongkrógv<, einum 7 t
báti, ið førdi kol millum bygdirnar har
um leið. Verfólkini vóru avgomul og
grenjut. Frá morgni til myrkurs klag-
að; hann seg um gikt; men hvørja
ferð hhann læt mussaskøðini upp, kom
øði í hina gomlu. >Tað var harmiligt,
at hatta letivættið skuldi gremja seg
um sjúku, hann, sum ikki hevði ein
sjeyndapart av gikt aftur ímóti henni.<
So ljóaðaði; ikki løgið um Anna oft-
ani var Org. —
Anna hevði so verið á Ólavsøku
fyri fyrstu (fer, og nógv hon rósti
ferðini. Uppskrýdd fór hon avstad.
Hon kendi seg so fínan. Nylonsokkar-
nar hevði hon fingið frá bróður sínum,
ið hevði keypt teir i Havn, har teir
vóru biliga til útsøluprís >paa grund
af forskellige fejl.« Høvuðturrklæðið
hevði hon fingið frá pápanum .Tað var
litfagurt við stórari mynd av kajøki-
num í Hava. Har sást Tjaldirð í øll-
um sínum prýði, Rókur og Pride, og
tá ið so eitt vindblak breiddi allar
tá ið so eitt vindblak breiddi allar
rukkurnar út, titaði fram hin stóra
gravkúgvin hjá Kampsaks Hvat hevði
hon ikki gingið um dagin og dansað
um náttina. Ikki løgið um føturnir
vóru eymir. —
Beint áðrenn hon fór, var Dimma-
lætting komin til bíggjar. Har stóðu
stórar áheitanir til ólavsøkugestirnar
um at vitja inn á gólvið, »UDSALG«
og »SENSATIONSTILBUD« o. s. fr.
Mamman skræddi henni hálva Dimm-
alættingina og stakk hana í frakka-
lumman; góð at hava at halda seg til;
men Anna fekk ongan brúk fyri henni,
ti tá ið hon skuldi fara at keypa, vóru
5SENSATIONSTILBUDENE< langt
síðan farin úr gildi, nú var alt selt til
»UNDIRPRIS« og niður eftir. Ja, —
Onnu varð enntá bjóað okkurt til
>SPOTTPRÍS<, men tå var hon for-
termað og rýmdi.
Anna dansaði nærum alla náttina.
Aje, hvat tað var stuttligt — alt fólkið,
ið har var. Fult av pyntuligum gentum
og vøkrum dreingjum. Men har var
trongligt og heitt, — og so roykurin.
Ólíka her og fjósroykurin. Her gimaði
av einum blandingi av luktilsi og putri,
rom. og akvavittroyki og katti. Sveittin
lak av teimum, ið fastast trampaðu í
gólvið og harðast róptu upp í tróðrið.
Eina løtu smeyg hon sær út fyri at
svala á sær. Har kom ein marinari til
hennara. Hetta var fyrsta ferð hon
hevði havt fylgi av einum donskum
danskara, og tosaði hann so droym-
andi og yndisligt danskt, tó at eitthvørt
var at finnast at. D og R hevði hann
ið hvussu er ikki stórvegis skil á „men
kortini — fittur var hann-
Seinni kom hon at dansa saman við
einum læraraskúlanæmingi. Hann var
fittur, um enn ikki so fittur sum ma-
rinarin; men 16gv klókari .Tey gingu
ein túr Tað vit, ið hann mundi hava;
tí allan vegin „líka úr Sjónleikarhús-
inum og oman í Tórshøll greiddi hann
henni frá, hvussu teir gjørdu atom-
bumbur.
Hon mátti tí eisini hyggja undrandi
at honum, tá ið tey fóru inn í dansin.
Tá ið hon rakti við, at hann bar gull-
brillur „kendist tað eins og bróstkassin
snøggliga ikki rúmaði heita hjarta
hennara.
Tá ið fólkið rýmdi úr dansihøllini, sat
hann og svav i einum króki. Hárið
hekk sum deydagras oman eftir enni-
num, Brillunnar hingu á øðrum oyr-
anum; annað glasið burtur, hitt lovn-
að. Nú mundu atomirnar hava gjørt
um seg.
Men líka mikið; hetta var ein frá-
gera góð ólavsøka. .
Aftur sat Anna í fjøðurini í ti ským-
liga kjallaranum. Teir høvdu fleygað
100 í gjár. (framh.)
Gævi----
— Gævi at altíð foldin
var kvirr, sum nú í nátt;
og gævi at júst hesin friður
fann inn um hvørja gátt.
— Gævi at altíð maður
var mildur, sum nú í nátt,
so hevdj ei níðingsverkið
veitrað á himni hátt.
O, um eg bert kundi kvøðið
um alla lukku í lund,
so heimur enn kundi hóma
lívsins sælastu stund.
Álvur á Bø.
Til tín,
Hvar kann eg hvílu finna —
hvar njóta náttarfrið ?
Hvar kann mær møðin linna
Jú, bert við tína lið.
?
Hvi siti eg og skrivi —
hvor man nå fata meg?
— Bert hon, id veit eg livi —
Bert ti eg elski teg.
Um allir illir andar
teir fylgja mær á ferð,
ej; oltast vil eg vandar.
- Bert tú enn hjá mær er.
Álvur á Bø.
Veitst tú nakað ilt um næstan at siga,
hygg fyrst at tær sjálvum og royn so
at tiga.
Slatrandi kvinna alt ilt kann útinna.
Slangulindið er av tí illa,
eittans er málið: næstan at spilla.
Slatur og sleyg fór um allan heyg,
eingin visti vist, men tað søgdu tey.
Kalffi og slatur, um tú gevur gætur
ofta hevur gjørt, at gentan grætur.
S. M.
BP; NR
Einki er nyttugari fyri ein ungan mann,
ið byrjar lívið, enn at verða kritiseraður
av kvinnum.
%
* I
4. sept. 1954
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR |
ALSKUR- |
Soleiðis tekur maður til orða um
elskhugin:
Tann einasti sunni, kjarnsunni,
sjúkdómur, ið er at finna, er elskhug-
arhitin. Ja — tað meini eg. So leingi
ein støðugt kann forelska seg, so leingi
er skrokkurin á rættkjøl. Tað verða
borin fram so mong løgin ynski mill-
um ár og dag, so tað kann væl loyvast
einum Ørum eisini at tutla fram sína
stillu bøn: Gævi tað mátti eydnast ein-
um at liva alt sítt lív í elskhugarrúsi.
Í hesi støðu er ferð yvir lívinum:
hjartað bankar, blóðið hastar avstað,
alt kenslulívið leikar við: sorg og
harmur og gleði og iv; og stuttleiki,
ein er við øðrum orðum ævinliga ung-
ur. Ja, eg veit vist, at tey ermtey, sum
lovprísa ellinum, tí tað bindur frið í
hjartanum og frið fyri allari tráan.
Men verður mær loyvt at velja, má eg
velja hin pínufulla ungdómin, hagar
til hvørt hár er gránað á skalla min-
um. Nógv heldur ein ólukkuligan kær-
leika enn ongan. Unnist mær ikki at
fáa hetta ynski uppfylt, fari eg at
biðja um, at mær má unnast at liva
alt mítt lív í einum húsi fullum av
ungum menniskjum — øll somul ovur-
forelskaði. Allir serlingar og súr menn-
iskju, harra Grenj, koma sum oftast
frá tílíkum støðum, ið ikki kenna hina
sonnu mannagleðina, ið fossar gjøgn-
um eitt hús, ið byggir á fýra reyðgløð-
andi steyrar av kærleika og forelskilsi.
Brúdleypsdagurin.
Í Onglandi ansa fólk væl eftir at velja sær
rættan dag, tá ið hjånarbandid skal festast.
Mánadagurin dregur pening at húsinum.
Týsdagurin vissar familjuni góða heilsu.
Mikudagurin tykist vera bestur, men hví
verður ikki sagt.
Hósdagin festir ein seg til ein húskross.
Friggjadagurin er óeydnisdagur í handli.
Leygardag verða tey flestu gift ; men
sjáldan spyrst nakað frágera gott burtur úr
og
sunnudagurin verður ikki neyndur.
Hon “3 — hann 70.
Hon er 23 ár og ein kend Parisarmanne-
quin. Hann er 70 og eingin minni enn hin
kendi hattakongurin Drolilly. Tey giftust
nýliga í teirri kendu og stásiligu Madeleine-
kirkjuni í Paris.
Tey eru ivaleyst komin at hugsa um hitt
kenda orðtakið: >Teir elstu bukkarnir hava
tey stivastu hornini.«
Til tey nygiftu.
Myndugleikarnir i ti litla belgiska bynum
Marchienne-au-Port hava funnid uppå eina
stuttliga gávu til brúðarpør, ið vigd verða
í ráðhúsinum har. Fyri at tey ungu skulu
minnast, hvat tey hava lovað hvørjum øðr-
um, tá ið tey stóðu framman fyri býfútan-
um, verður sjálv vígslan tikin upp á stál-
band og síðani spæld uppá grammofonplátu,
ið tey nýgiftu fáa heim við sær.
BYGDARLIGT
Ein fremmandur kom til ein litla bygd
og helt, at alt så so fåtæksligt út:
— Tað er ein neyðarslig kirkja, tit hava!
— Men kirkjuliðið er heldur ikki so stórt
— Tað verða væl heldur ikki nógv jarðaði
her?
— Nei, vanliga ikki fleiri enn doyggja.
x
— Gavst tú henni krakk bert tí, at hon
fekk sær brillur?
— Nei, tað var hon, sum gav mærð krakk,
tá ið hon hevði fingið brillurnar. —
x
Í einum jetflogfari kom nýliga eitt barn
til verðina við einari ferð uppá 750 km um
tíman. (K. K. Steincke)
+
Nútíðarkvinnan er eins og páskaegg. —
Handmálað uttan og harðkókað innan.
+
Sjávlt dugnaligasta svigardótturin kann
ikki koka risgreyt við ongum grýnum.
(Danskt orðtak).
Tórshavnar
líkkistugoymsla
+ hevur teleføn nr. 2206
ymiskir prisir
JACOB C. JOENSEN
snikkari
| Loysingin...
Framhald av 1. síðu.
kunnu siga, at uppskotið veruliga er so
heppisliga samansett, at tað ber til hjá
hvørjum einasta føroyingi at taka und.
ir við tí í tí treysti, at um tað skuldi
eydnast at fingið Bretar at tikið við,
vildu vit vunnið alt tað sjómarksmáli-
num viðvíkjandi, sum vit í víðastu
merking kunna droyma um at fáa av
somdum.
Eingin kann av álvara vænta, at vit
í fyrstu syftu koma at vinna meiri enn
Íslendingar, sum í sjómarksmálinum
eru í somu skóm, sum vit, bæði søgu-
liga, rættarliga og vinnuliga.
Vit vita, at íslendingar eru í togan
við bretar um sjómarksmálið. Vit vita,
at teir hava gjørt og vilja gera øll stig,
ið tørvur er á at gera, fyri at fáa skrá-
sett rætt sín — ið er tann sami og okk-
ara — til mið og grunnar kring land-
ið. Tí kunnu vit ampaleysir ganga við
til eina skipan, ið tryggjar okkum som-
u sømdir sum íslendingar vinna ella
hava innan fyrstu 2 árini. Skjótari enn
hesi 2 árini kunnu vit í ongum føri
vinna betri sømdir enn uppskotið, ið
liggur fyri, og sum gevur um ikki
nógv ella nóg mikið so tó meiri enn
tað, ið vit hava í dag.
Og tað kann bara vera Erlendur Pa-
turssonur og tjóðveldisflokkuria, ið
ikki roynir at finna vegin fram til full-
ar endiligar sømdir uttan at missa hug-
-A9U RI “19 puoyk 18 Qryeiegzo Ipur
ur<.
Tå ið Erlendur Paturssonur so burt-
ur úr vón og viti leypir á hetta javnað-
armanna og sjálvstýrismanna uppskot,
ið allir skilamenn siga at vera hitt
sterkasta og besta uppskotið „ið fram
er komið, bert Bretar vilja taka við tí,
kann tað ikki vera annað enn prógv
fyri, at hann og tjóðveldisflokkurin
bara hava eitt mið at rógva í sjómarks-
málinum. Tað er at sleppa at standa
einsamallir og nýta hetta fyri føroying-
ar avgerandi lívsmál til val- og loysing-
arpropaganda.
uw
TAÐ ER BEINAN VEGIN STUTT-
LIGT
at síggja, hvussu ørvitisligur og vápn-
aleysur tann góði 14. sept. stendur í
álopinum á P. M. Dam.
Í eini syftu leggur blaðið á kroppin
á honum fyri, at hann skal hava sett
fram at Bretar skulu binda seg til at
geva okkum føroyingum somu sømdir
sum íslendingar verða at vinna, ann-
aðhvørt við iHaag-dómstólin ella á ann-
an hátt. Hetta er rúkandi galið, sigur
hann. Hetta er at svíkja okkara søgu-
liga rætt til 16 sjómílamarkið, sum
javnaðarmenn hava skrivað um. Kaa-
ska íslendingar nú fara at vera nøgdir
við 4 míla sjómarkið, rópar hann.
Eitt í dag, annað í morgin!
Satt ella ósatt — tað er eins feitt,
bara tað tænir loysingarpropaganda-
ini. So er 14. septs gamla vísa.
Hana sigur eitt í dag og annað í
morgin „tí tað passar loysingarørvitis-
skapi hansara.
Fyri nokrum fáum døgum síðani
hevði hann stóra mynd av Íslandi við
einum avstikaðum sjómarkseki líka út
á ylstu tremur landgrunnsins.
So langt halda íslendingar seg hava
rætt til at seta fiskilhelgi sítt, rópar
hann og vil hava allar føroyingar at
trúgva, at íslendingar veruliga hava av-
gjørt at førka sjómark sítt so langt út.
Í javnaðarmanna- og sjálvstýris-
mannauppskotinum er einki uppgivið.
Tvørturímóti !
Við at leggjast á uppskot javnaðar-
og sjålvstyrismanna hevur 14. sept. av-
dúkað at alt hansara upptak um sjó-
markið er einki annað enn? loysingar-
ról, og at einki er so andstyggiligt fyri
honum sum menn, ið*royna at fylkja
allar flokkar um eina sakliga støðu, ið
møguliga kann loysa málið,