hósdagur 18. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
25
Uppi á Hamri á
Toftum hevur Símun
í Túni støðugt sam-
band við Venezuela
og fylgir harvið væl
við í, hvussu m. a.
føroysku trúboðar-
arnir, sum eru í
turbolenta suður-
amerikanska
landinum, hava tað
FØROYINGAR Í
VENEZUELA
Jan Müller
Tað er kreppustøða í Vene-
zuela. Um vikuskiftið varð
forsetin, Hugo Chavez,
settur úr embætinum og
settur aftur í embætið.
Kravgongurnar hava verið
ógvusligar, og eini 40 fólk
mistu lívið.
Onkrir føroyingar búgva í
Venezuela. Har eru eitt nú
nakrir
trúboðarar,
sum
arbeiða innan felgasskapin
New Tribes Mission. Her
verður hugsað um Jóhannes
Frants Poulsen av Eiði, og
hjúnini Erlu Lómstein og
Toftamaður prátaði við Chavez
Foreldrini hjá
føroyskum trú-
boðara søgdu
teimum í Venezuela
frá, at hernaðarkvett
var framt í landin-
um, sum tey búgva í
FØROYINGAR Í
VENEZUELA
Jan Müller
Sólrun og Hanus Lóm-
stein á Toftum eiga fýra
børn. Tey eru øll tilkom-
in, og tvær døtrar arbeiða
sum trúboðarar. Guðrun
er saman við írska mann-
inum í Krasnodar, sum er
í Russlandi suðuri við
Svartahavið, og Erla er
saman við sínum manni,
Ingvardi
Petersen
úr
Havnini, í Venezuela.
Í Russlandi hevur tað
verið ófriðarligt í níti
árunum, og nú er tað
ófriðarligt í Venezuela.
– Man er kanska ser-
liga áhugaður í sam-
felagsgongdini,
tá
tú
hevur tíni næstu í land-
inum. Men tað hevur
ongantíð verið soleiðis, at
døtrarnar og familjurnar
hjá teimum hava kent seg
hótt av ótryggum um-
støðum, siga Sólrun og
Hanus Lómstein.
Hava tit hesar seinastu
dagarnar havt samband
við dóttrina í Venezuela?
– Tá vit frættu um
hernaðarkvettið, ringdu
vit til teirra. Tey vistu ikki
so nógv um hetta, sum
tað, ið vit høvdu hoyrt í
fjølmiðlunum.
Aftaná
hava vit skilt, at tíðindini
komu ikki so skjótt fram í
venezuelskum sjónvarpi.
Tað syrgdu politikarnir
har yviri fyri.
Eftir
kvettroyndina
hava Erla Lómstein og
Ingvard Petersen sent
teldubræv til vinir og
kenningar og greitt frá, at
teimum veit væl við.
Hvussu rokna tit við, at
tað fer at vera hjá dóttrini
og versoninum í fram-
tíðini?
– Vit hava Símun í Túni
í
grannalagnum
hjá
okkum her uppi á Hamri
á Toftum. Hann fylgir
væl við, og hann sigur, at
tey har yviri eru ikki í
vandastøðu.
Erla
og
Ingvard hava ætlanir um
at fara inn til ættarbólkin,
har Dania og Símun hava
arbeitt. Vit hava skilt á
lagnum, at tey hava ikki
broytt ætlanir. Tað bendir
á, at kvettroyndin og
turbolensurin
í
sam-
felagnum, sum vit hava
hoyrt so nógv um, ikki
hevur ávirkað støðuna hjá
teimum, halda Sólrun og
Hanus Lómstein á Toft-
um.
Fingu tíðindini
úr Føroyum
Sólrun og Hanus Lómstein á Toftum. Tey søgdu dóttrini Erlu og versoninum Ingvardi
Petersen frá støðuni í Venezuela, har Erla og Ingvard eru trúboðarar
Ingvard Petersen. Hon er av
Toftum og hann er úr
Havnini. Tey eiga tvey børn
– Símeon og Súsannu.
Tann føroyingurin, sum
ivaleyst hevur búð longst í
Venezuela,
man
vera
Símun í Túni á Toftum.
Hann arbeiðir innan sama
felagsskap sum tey oman
fyri nevndu. Hann fór til
Venezuela í 1975 og búði
har – burtursæð frá tá hann
var heima og helt frí –
inntil í juni í fyrraárið. Tá
kom
hann
saman
við
konuni Daniu og fýra
børnum – Tamaru, Erik,
Stefany og Isabel – heim,
og síðani hava tey búð á
Toftum. Men Símun hevur
fyri hetta seinasta árið
verið
tvær
ferðir
í
Venezuela. Um internetið
arbeiðir hann framvegis í
missiónini.
Símun er áhugaður í
samfelagsviðurskiftunum í
Venezuela, og hann hugsar
sjálvandi um samstarvsfólk
síni í kreppurakta landin-
um.
– Tað mesta av ófriðinum
hevur verið í høvuðsstað-
num Caracas. Føroysku
trúboðararnir eru langt
sunnanfyri. Tað tekur tveir
tímar
at
flúgva
úr
høvuðsstaðnum og til har
Erla og Ingvard eru, og frá
plássinum, har tey eru,
tekur tað aftur fleiri tímar
at
flúgva
inn
til
ættarbólkin, har Jóhannes
Frants er. Tey hava tað gott.
New Tribes hevur fleiri fólk
í høvuðsstaðnum. Tey hava
fingið boð um at halda seg
innandura. Tá ófriðurin var
í hæddini, helt løgreglan
seg burtur. Tað hevði við
sær, at uppøstu manna-
múgvurnar tóku sær sjálv
rætt. Tí varð tað hættisligt
at vera uttandura. Eg havi
lisið, at ikki færri enn fimm
túsund
handlar
vórðu
soraðir sundur, sigur Símun
í Túni.
Hitti forsetan
Símun í Túni lesur hvønn
morgun venesuelsku bløð-
ini á internetinum. Hann
roknar ikki við, at ófriðurin
er av:
– Chavez er viknaður av
tí, sum fór fram um
vikuskiftið. At hann kom
framat aftur komst av, at
hernaðar
yvirmenninir
gjørdust ósamdir. Tað vóru
so at siga ikki teir røttu,
sum tóku valdið. Teir eru
ógvuliga víðgongdir til
høgru. Um ein meiri hóv-
ligur partur av hernaðar-
leiðarum hevði staðið fyri
kvettinum, so hevði tað
neyvan verið avblást, held-
ur Símun í Túni.
Hann hevur eina ferð
tosað við forsetan. Tí
greiðir hann soleiðis frá:
– Chavez varð valdur til
forseta í desember 1998. Á
vári í 2000 vitjaði hann í La
Esmeralda. Hetta er ein
katólsk miðstøð. Plássið er
35 minuttir at flúgva frá
Parima, har vit búgva.
Leiðslan í felagsskapinum
hjá okkum heitti á meg um
at hitta hann. Tað er sera
tðdningarmikið, at vit hava
gott samband við politiska
myndugleikan, tí tað er
hann, sum ger korini av,
sum vit skulu arbeiða undir.
At teir bóðu meg mundi
komast av, at eg kendi fleiri
av teimum, sum vóru sam-
an við forsetanum, tí teir
høvdu vitjað okkum. Ein
hernaðarstøð er, har vit
arbeiða, og tá generalar
koma inn hagar í arbeiðs-
ørindum, støkka teir ofta
inn á gólvið hjá okkum.
Har
vóru
eisini
fleiri
biskupar, sum hava verið
inni hjá okkum m. a. hann,
sum er einasti kardinalurin
í Venezuela.
Og tær eydnaðist at hitta
forsetan?
– Fyrst gekk alt tað form-
liga fyri seg. Tá tað var
liðugt, og ein drekkamuður
varð serveraður, passaði eg
mær løgir. Eg gav honum
eitt Nýggja Testamenti,
sum fólk úr okkara felags-
skapi høvdu umsett til eitt
stammumál. Vit tosaðu
saman í einar fimm minutt-
ir. Hann var fyrikomandi og
áhugaður í missiónini, sum
hann tóktist vita um. Tað
sigst, at mamma hansara er
trúgvandi. So var tað onkur
annar, sum skuldi heilsa
uppá hann.
Ótrygga framtíð
Hugo Chavez er – um vit
kunnu siga tað soleiðis –
ein kompliseraður persón-
ur. Hann er vinmaður við
Fidel Castro, Gadaffi og
Saddam Hussain, og tí
stendur hann einki serligt í
eygunum
á
USA.
Tá
kvettið hevði verið um
vikuskiftið
vóru
ábendingar
beinanvegin
um, at hetta smakkaði USA
væl. Men viðurskiftini við
forsetan eru ikki verri enn
so, at USA fer at liva saman
við forsetanum í landinum,
sum teir keypa so nógva
olju frá.
Hvussu heldur Símun í
Túni, at framtíðin í landin-
um, sum hann hevur búð í
eina fjórðingsøld í verður:
– Hon er ótrygg. Tað
prutlar undir lokinum, og
Hugo Chavez hevur tey
flestu, sum hava nakað at
siga, ímóti sær. Útlendingar
tora ikki at gera íløgur, tí
tey vita ikki, hvat forsetin
fer at finna uppá. Arbeiðs-
gevararnir
eru
ímóti
honum. Arbeiðarafeløgini
eru
ímóti
honum,
og
pressan er ímóti honum. Og
so hevur tað stóran týdning,
at katólska kirkjan er ímóti
honum. Kirkjan hevur stórt
vald, og tað kemur teimum
ikki væl við, at forsetin
hevur roynt at avmarka
valdið hjá kirkjuni.
Hevur hann so ongar
vinir í sínum egna landi?
– Hann hevur partar av
hernaðarmegini aftanfyri
seg. Tá hann tók við, gav
hann lyfti um, at viður-
skiftini hjá teimum veik-
astu skuldu betrast. Olju-
prísirnir eru hækkaðir tey
seinastu árini, og tað hevur
havt við sær, at møguleiki
hevur verið at betra um
sosialu viðurskiftini hjá
teimum veikastu, men hetta
eru ikki tey fólkini, sum
seta dagsskránna í ger-
andisdegnum, sigur Símun
í Túni. Hann roknar við at
fara ein túr aftur til Vene-
zuela í arbeiðsørdinum eina
ferð seinni í ár.
Símun í Túni hitti fyri tveimum árum síðani forsetan í Venezuela, Hugo Chavez, sum í vikuskiftinum bæði varð settur úr starvinum og aftur settur í forsetastarvið
Dania og Símun og yngsta dótturin Isabel. Tey fylgja í hesum døgum væl við í tí, sum fer fram í Venezuela, har tey hava búð í so mong ár
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
25
24