hósdagur 18. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 73 - 18. apríl 2002
Nr. 73 - 18. apríl 2002
23
so frægt kunnu vísa til eina
lóg um javnstøðu, hava vit
onki, og tá er ómøguligt at
broyta einan siðvenju, sum
so
nógvir
føroyingar
krampaktiga halda fast í.
- Hví tey, sum ikki ynskja
broytingar, øsa seg upp um
lógina, skilji eg als ikki.
Ongin noyðir tey at broyta
sítt lív. Enn minni skilji eg,
at hesi somu fólk vilja
forða teimum kvinnum,
sum ynskja at hava somu
rættindini uttan mun til
teirra kyn, í at fáa javn-
støðu.
Hugsa seg ov væl um
Kvinnan, ikki minst før-
oyska kvinnan, er aftur-
haldandi og tekur ikki glað-
beint av avbjóðingum, sum
vísa seg. Ein orsøk er
lutvíst
sjálvsmyndin,
kvinnan hevur av sær sjálv-
ari, og tí nógv trúarsam-
feløg ikki leggja upp, at
kvinnan
myndar
sam-
felagið.
- Tað snýr seg fyri ein
stóran part eisini um fyri-
myndir. Sjálv havi eg eina
mammu, sum hevur verið
sjónlig í samfelagnum, og
sum hevur torað væl.
Flestar kvinnur hugsa seg
væl um, áðrenn tær stíga
fram. Tær hugsa fyrst og
fremst um familjuna, um
tað er rætt at taka arbeiðið
fram um familjuna. Um
kvinnan velur at lata vera
við at raðfesta arbeiðið, tí
hon noyðist, veit eg ikki,
men eg eri sannførd um, at
vit fyri ein stóran part eru
bangnar fyri broytingum og
eisini frælsinum, sum ein
stór ábyrgd hevur við sær.
- Ringa samvitskan hjá
nógvum mammum, sum
arbeiða nógv úti, kemst
heilt vist av, at tær hava
ábyrgd av flest øllum upp-
gávunum heima eisini. Um
bæði foreldrini eru um
uppgávurnar
heima
á
jøvnum føti, rokni eg við,
at samvitskan hevði lætnað.
Men vil mamman lata upp-
gávur frá sær, skal onkur
taka ímóti.
At tað er ringt at sameina
børn, heimalív og arbeiði,
ásannar Annika Wardum
Joensen, sum eigur tvey
smábørn.
- Eg kann ikki gera annað
enn geva teimum rætt, sum
siga, at tað er ringt at fáa alt
at ganga upp í eina hægri
eind. Eg havi stovnað mítt
egna virki, tí eg ynski at
nýta mín førleika uttan at
vera noydd at arbeiða fast
frá 8-16 ella longur. Nú er
mítt arbeiði skipað soleiðis,
at tað passar við familju-
lívið og ambitiónum mín-
um, nevniliga at vera leið-
ari og átaka mær ógvuliga
krevjandi uppgávur. Vit
hava gentu í húsi, so okkum
ikki nýtist at koyra børnini
út tíðliga á morgni, og hava
ta fríheit at síggja barna-
garðin sum eitt stað, har
sonurin, sum er trý ár er, fer
at spæla, ikki plaserast
meðan vit arbeiða. Hetta
áttu øll havt møguleika til,
t.d. við, at tað almenna
letur skattafrádrátt til løn til
húshjálp.
- Pinku- og smábørnini
fara ov tíðliga frá foreldr-
unum. Sjálv haldi eg, at
kvinnan er best til at taka
sær av teimum smáu børn-
unum og at tey eiga at vera
heima fyrstu tíðina, í øllum
førum í níggju mánaðir,
men helst í tvey ár. Tað er
nógv betri fyri børnini.
Sjálvsagt skal pápin eisini
gera seg galdandi. Hann
kundi til dømis tikið far-
loyvi eftir teir fyrstu níggju
mánaðirnar í eitt nú tríggjar
mánaðir. Pápar, sum fara í
farloyvi og veruliga taka
ábyrgd av børnum sínum,
fáa somu kenslur og tætta
sambandið við børnini og
fáa umsorgan eins og
mammurnar. Tað er ógvu-
liga sunt fyri teir og sam-
felagið, og samfelagið fær
av tí sama størri fatan fyri
umsorgan og hvussu rað-
festingin í samfelagnum
skal vera. Myndin er tíverri
ikki soleiðis, tí fatanin fyri,
at páparnir í størri mun fara
av
arbeiðsmarknaðinum
eina tíð, er ikki nóg stór.
Tað liggur í øllum førum
ikki í luftini, at tað er í lagi
at fara heim.
Vánaliga viðferð
Sjálv hevur Annika Ward-
um Joensen sitið í einum
stjórasessi í nøkur ár og
framman undan í einum
leiðarastarvi. Fyri góðum
tveimum
árum
síðani
gjørdi hon av at fara úr
starvinum á Ferðaráðnum,
og grundin var eitt nú
ómetaliga negativa viðferð-
in og umrøðan, hon fekk,
ikki minst frá fjølmiðlun-
um.
- Tá ið eg gjørdist stjóri,
var eg púra óroynd í einum
so høgum starvi. Men frá
fyrsta degi gjørdi eg mítt
allar besta og kundi vísa á
nógv góð úrslit. Eg visti, at
eg legði eitt arbeiði eftir
meg, sum førdi til nakað
gott, men fleiri ferðir hendi
tað, at álop komu á meg í
fjølmiðlunum. Uttan mun
til, hvat eg segði, varð tað
vent og snarað. Samstundis
hendi tað, at eg átti eitt
barn. Eg føldi tað sum eina
ógvuliga stóra ábyrgd at
fara frá tí og yvirhøvur at
fáa alt at ganga upp.
Hvør grundin er til, at
intensiteturin í álopunum á
hana var so stórur, hevur
Annika onga hóming av.
- Stjórin, sum sat undan
mær og tann, sum kom eftir
meg, báðir menn, hava
fingið frið. Fá hava sett
spurnartekin við nakað,
tann fyrri gjørdi, og ei
heldur við nakað, sum tann
núverandi
ger.
Einasta
dømið, sum kann saman-
berast við tað, eg var úti
fyri, er viðferðin Helena
Dam á Neystabø fekk til
endans.
Hví eggja kvinnum at
taka á seg leiðandi størv, tá
ið tú sjálv hevur ringar
royndir?
- Ert tú ein almennur
persónur, skalt tú tola at
verða spiltur út. Men komi
eg aftur í ein leiðandi sess,
hevði eg gjørt nógv øðrvísi.
Tað er ógvuliga umráðandi
at skilja ímillum persónin
og arbeiðið, og ikki taka
vánaliga umrøðu persón-
ligt, hóast hon er persónlig.
Tað, sum eg havi lært av
øllum er, at tað tú gert skal
vera so gott, at eingin kann
seta ein fingur á nakað. Tað
sigst, at kvinnur krevja so
nógv av sær sjálvum. Eg
varð tvingað til tað.
- Sjálvsagt skulu kvinnur
bjóða seg fram. Jú meiri
vanligt tað verður, at kvinn-
ur eru í leiðandi størvum, jú
minni áhugavert verður tað
at umrøða kvinnurnar so-
leiðis sum eg havi upplivað
tað. Mær dámar vald. Hóast
tað var ómetaliga hart at
kenna seg úthongda í
fjølmiðlunum, fari eg ikki
eina aðru ferð at halda meg
aftur. Ynskið at vera við til
at
gera
mína
ávirkan
galdandi og taka avgerðir,
er hjá mær størri enn óttin
fyri at verða hongd út, sigur
Annika Wardum Joensen at
enda í viðtali.
- Avleiðingarnar av, at
kvinnur ikki mynda
okkara samfelag, er,
at flestu samfelags-
bólkar mistrívast, ikki
minst kvinnurnar,
sum í so stóran mun
framvegis hava
ábyrgd av børnum og
heimi. Tær kvinnur
og teir menn, sum
tilvitað góðtaka, at
menn einsamallir
skulu stýra samfe-
lagið, eru ikki greið
yvir avleiðingarnar.
At lata menn stýra
øllum, er at vísa
teimum størri álit,
enn teir megna at
bera, sigur Annika
Wardum Joensen,
samskipari hjá
Javnstøðunevndini
KVINNUVAL
Turið Kjølbro
Fleiri kvinnur skulu á ting.
Tað hevur Javnstøðunevnd-
in sett sum mál, og tí er
samskipari settur og nýggj
endurskoðað
heimasíða
gjørd. Á heimasíðuni, sum
Annika Wardum Joensen,
er sett at samskipa, er hópin
av nýggjum tilfari, spenn-
andi og aktuellum greinum
og teigum, sum alt nemur
við kvinnupolitiskar spurn-
ingar.
- Hesa stuttu tíðina, eg
havi arbeitt fyri Javnstøðu-
nevndina, havi eg fingið
eina heilt aðra mynd av
teimum fólkum, sum bjóða
seg fram til valið. Øll hava
verið sera fyrikomandi, øll
hava nógv at bjóða í poli-
tikki og eg síggi bara menn-
iskjuni, als ikki, hvønn
flokk tey hoyra til, sigur
Annika Wardum Joensen.
Samfelagið er ikki lagað
til okkum, sum liva í tí,
heldur Annika.
- Tað sýnist sum at mátin,
vit hava skipað okkum
uppá, hoyrir eini aðrari tíð
til. Veruleikin er, at flestu
samfelagsbólkar fáa ikki
tað pláss og tær sømdir,
sum teir skulu hava fyri at
trívast. Hetta er løgið, tá ið
hugsað verður um, at tað
eru vit sjálvi, sum skapa og
reka samfelagið.
At kvinnur lítla og onga
ávirkan hava á føroyska
samfelagið, sæst á nógvum
økjum. Fáar kvinnur eru í
politikki, fáar í leiðandi- og
stjórastørvum, og ongar í
ovastu leiðsluni í peninga-
stovnunum og somuleiðis
fáar í privatum fyritøkum.
- Okkara áhugamál verða
ikki røkt, tá ið vit ikki eru
við til at taka avgerðirnar,
og tí verða tær umstøður,
sum vit eru ónøgdar við,
ikki broyttar. So annað-
hvørt mugu vit kvinnur fara
uppí part, ella mugu vit
vísa teimum sum ráða, hvat
er vert at leggja seg eftir, tá
samfelagið og landið skal
mennast.
- Tá ið kvinnur ikki gera
seg galdandi, har maktin er,
hevur tað við sær, at tað eru
menninir einsamallir, ið
gera av, hvar pengarnir
skulu brúkast og ógóðarnir
fara, bæði í tí privata og
almenna. Tað nýtist ikki at
vera soleiðis, at kvinnur
bara taka sær av umsorgan
og menn av fíggjarviður-
skiftum. Koma fleiri kvinn-
ur á ting, verður umsorgan-
arparturin í samfelagnum
raðfestur og tikin í álvara,
og soleiðis fáa kvinnur
frígivið orku til at taka sær
av øðrum málum.
Mistrivnaður
Avleiðingarnar av, at kvinn-
ur ikki mynda okkara sam-
felag, er, at nógv okkara
mistrívast,
ikki
minst
kvinnurnar, sum í so stóran
mun framvegis hava ábyrgd
av børnum og heimi.
- Tey - skuldi kanska sagt
teir -, ið sita við valdið og
gera av, hvussu okkara
samfelag skal vera, um-
boða ikki alt fólkið. Hetta
kemur týðiliga til sjóndar á
nógvum økjum í sam-
felagnum, sum verða lágt
raðfest. Vit taka okkum ikki
at teim sjúku, gomlu, børn-
um og øðrum, sum vit áttu.
Tey fáa als ikki tær sømdir
og ta virðing, tey sum
menniskju og borgarar hava
uppiborið og hava krav
uppá. Tær kvinnur og
menn, sum tilvitað góð-
taka, at úti í samfelagnum
ráða menninir, meðan tær
stýra heima, eru sostatt ikki
greiðar yvir avleiðingarnar.
At lata menn avgera alt, er
at vísa teimum størri álit,
enn teir megna at bera. Eg
skilji ikki kvinnur, sum
treytaleyst góðtaka onga
ávirkan at hava, uttan so, at
tað er tí, at tær ikki ynskja
broytingar, men halda, at
samfelagið er júst so sum
tað eigur at vera, sigur
Annika Wardum Joensen.
Hoyrast, men. . .
Eru kvinnurnar fáar í tali á
tingi, eru tær hinvegin
raskar at gera vart við seg,
og tær eru sum heild sjón-
ligari enn nógvir menn.
- Tað er ikki nóg gott, at
tær virknu kvinnurnar, sum
eru í politikki, hoyrast væl.
Tær eru ov fáar og eru í
hvør sínum flokki. Tí
kunnu tær ikki ávirka so
nógv. Meirlutin ræður og
kvinnurnar eru tí noyddar
at laga seg meiri til menn-
inar enn øvugt.
Ikki allar kvinnur á tingi
taka støðu kvinnupolitiskt,
ei heldur arbeiða allar
tilvitað fyri kvinnupolitisk
sjónarmið. Spurningurin er
so, um tað er ein forðing
fyri størri javnstøðu, at tær
ikki tilvitað gera vart við
ójavnar í samfelagnum.
- Nógvar kenslur eru
knýttar at kjakinum um
javnstøðu. Sigur tú tína
meining alment, er vandi
fyri, at tú verður ópopuler.
Úttalar tú teg fyri javn-
støðu, ert tú reyðsokkur,
tosar tú hinvegin ímóti
javnstøðu, ert tú gamal-
dags. Men nógv tey flestu
sum úttala seg soleiðis,
hava misskilt javnstøðu-
lógina, tey vita ikki, hvat
lógin snýr seg um. Lógin
gongur bara út uppá, at øll
fólk verða mett sum javn-
bjóðis menniskju, ikki sum
kyn. Kjakið um javnstøðu
vísir, hvussu ringt tað er at
bróta og broyta vanar.
Javnstøða eigur at vera
alment mál, heldur Annika.
- Tað er ov stór ábyrgd at
leggja á kvinnuna, sum
ynskir broytingar, at hon
sjálv skal skapa javnstøð-
una. Hóast tað almenna
ikki kann ella skal blanda
seg í innanhýsis viðurskift-
ini í heimunum, hevur tað
almenna skyldu til at virka
fyri javnstøðu og í gerðum
sínum vísa, at tað er
ynskiligt og rætt at krevja
javnstøðu. Um kvinnur ikki
Samfelagið
er ikki lagað
til okkum,
sum liva í tí
- Tey, sum ráða og stýra her
á landi, umboða ikki fólkið
sum heild, men bert partar
av tí, sigur Annika Wardum
Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
- Okkara áhugamál verða ikki røkt, tá ið vit ikki eru við til at taka avgerðirnar, og tí verða tær
umstøður, sum vit eru ónøgdar við, ikki verða broyttar. So annaðhvørt mugu vit kvinnur fara
uppí part, ella mugu vit vísa teimum sum ráða, hvat er vert at leggja seg eftir, tá samfelagið og
landið skal mennast, sigur Annika Wardum Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
KVINNUVAL
C
M
Y
K
23
22